týsdagur 1. mai 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ER
Nr. 51 — 1. mai 1984
tidindabladid
Politiid um Rapporti Framanum:
— Hetta er ein provo-
katión, sum vit fyribils
ikki síggja nakra grund at
gera nakað við.
Hetta sigur Finn Ou-
gaard, varafúti, um
nýggjasta Framan, sum á
forsíðuni hevur lýsingina
frá Rapport, sum Viku-
tíðindi á sinni ikki sluppu
at hava í blaðnum.
Í lýsingini bjóðar Rap-
port føroyingum at halda
blaðið, nú tað ikki longur
fæst í leysasølu.
Finn Ougaard sigur, at
øll vita, hverja steðu pol-
itiið hevur til Rapport og
onnur slík bleð.
— Vit hava framvegis
somu stødu og síggja onga
grund til at gera vart við
hana aftur nú.
Men heldur hetta, sum
varafútin kailar provo-
katión fram, fer politiið at
hugsa um onkran álvars-
ligan mótleik.
Lýsingin var einaferð í
Vikutíðindum og skuldi
oftari i, men politiid
boðaði blaðstjóranum frá,
at kom lýsingin í aftur, fór
tað at fáa rættarligar
avleiðingar fyri hann.
Lýsingin kom ikki aft-
ur. Fyrr enn nú, hon er á
forsiduni á Framanum.
Knæfall
Tað er ikki fyri at hjálpa
Rapport at fáa fleiri
haldarar í Feroyum, at
Framin, politiskt tíðarrit
fyri sosialismu og sjálv-
stýri, setir lýsingina á for-
síðuna.
Blaðstjórnin sigur, at
eins nógv, hon er ímóti
»lættisoppablødum , sum
í skrivifrælsins heilaga
navni útbreiða misinform-
ation og idioti« er hon
ímóti ti hykli, sum „liggur
aftan fyri forboði móti
einum evarska lítlum parti
av fordummilsisundir-
haldinum«.
Framin:
»Tå myndugleikarnir nú
fara í hernað ímóti Rap-
port , líkist tað einum
knæfalli fyri sekteristum
og eini roynd at snúgva
sær undan einum verulig-
um orðaskifti um mentan-
arpolitikkin í hesum landi.
Vi nokta at góðtaka
sensur — har veri seg
beinleiðis ella óbeinleiðis.
Grundlógin tryggjar for-
melt talu- og skrivifrælsi
— og tað fara vit at halda
okkum til.
Tí hava vit prentað ta
lýsing, sum onnur bleð í
einum valári ikki tora at
taka upp — nevniliga
lýsingina frá Rapport á
forsiduni«.
Blaðstjórnin á Framan-
um nevnir ikki, um hon
hevur biðið Rapport um
loyvi at brúka lýsingina.
hd
Fundast um
lagnuna hjá
lærugreinum
Tær praktisku lærugrein-
arnar og teirra lagna
Hetta er evnið á fund
inum hjá Handarbeiðslær
arafelagnum og felagnum
Heimkunnleiki friggja-
kveldið kl. 19,00 á Lærara
skúlanum.
Fýra spurningar skula
viðgerast á fundinum
lagnan hjá teimum prak-
tisku lærugreinunum í
fólkaskúlanum og kunna
vit klára okkum uttan ser-
ráðgeving?
Hvussu verða hesar
lærugreinir umboðaðar í
aðrari undirvísing uttan
fyri fólkaskúlan?
Heimkunnleiki og hand-
arbeiði sum liður í inte-
greraðari undirvísing.
Hvussu er steðan hjá
hesum lærugreinum i
Danmark og hvat verður
gjert fyri meguliga at
beta um hana?
Við á fundinum verður
Edith Kjærsgaard, sum
starvast å direktoratinum
fyri fólkaskúlan og lærara-
skúlarnar í Danmark. Hon
hevur umsjón við heim-
kunnleika og handarbeiði í
skúlunum
Felagið
vonar at
Heimkunnleiki
síggja nógvar
handarbeiðis- og heim-
kunnleikalærarar, bæði
tey, sum undirvísa í fólka-
skúlanum og kveldskúl-
anum, á fundinum fríggja-
kveldið, so eitt gott tjak
fæst. Eitt tjak, sum kann
verða felagnum og læru-
greinunum til nyttu í
framtíðini.
Lesiætlan
Leygardagin verður aftur
fundur í felagnum Heim-
kunnleiki.
Hann byrjar kl. 13,00 og
á hesum fundinum verður
lagt fram uppskot um lesi-
ætlan fyri sjeynda flokk
og umrødd verdur stødan
vidvikjandi undirvisingar-
tilfari í heimkunnleika,
sigur nevnd felagsins,
sum heitir á limirnar at
koma fjølmentir á fundin.
Síða 15
| — Provokatión vit onki gera við!
Legði byrsuna — yvir-
taladur í telefonini
Klokkan knappliga hålv-
gum tiggju sunnukveldið
eydnadist at yvirtala ein
37 åra gamlan dana at
leggja frå sær heglbyrs-
una og geva seg yvir til
politiid.
Hetta var i Sandavågi.
Maðurin skjeyt eitt skot
út gjøgnum vindeyga i
húsinum, hann var einsa-
mallur í. Hann hótti vid at
taka lívið av sær.
Politiið í Havn upplýsir,
at tað fekk fráboðan um
mannin klokkan seks
seinnapartin. Tríggir
mans fóru vestur.
Roynt var at fáa sam-
band við mannin við at
ringja til hann.
Men hann tók ikki tele-
fonina. Men tá politiið við
megafon rópti á hann og
bað hann taka telefonina
og tað gjørdi hann.
Síðani fekk politiið so
líðandi yvirtalað mannin
at gevast við ætlan síni.
Tað eydnaðist og maðurin
varð fluttur til Havnar, á
Statshospitalið.
Politiið sigur, at maður-
in hótti ongan og tað eina
skotið, hann læt av, gjerdi
ongum mein.
Av trygdarorsøkum
vóru kortini fólkini í
grannalagnum flutt
burtur og ekið varð av-
byrgt.
Politiið væntar ikki,
maðurin verður ákærdur í
sambandi við hendingina
sunnukveldið.
hd
Vilja keypa know-how
i Føroyum at bruka
Føroyingar kunna nú við
hjålp frå finnum selja
know-how til fiskiidnadin i
Sovjettsamveldinum.
Eitt av ti, Eero Niemio-
ja, handilsskrivari å finsk-
u sendistovuni i Keyp-
mannahavn, hevur fingið
álagt at kanna á ferð síni
til Feroya er, um fer-
oyinga: eru sinnaðir at
hjálpa finskum fyritøkum,
sum skula byggja fiska-
virki í Sovjett, við vitan
og kunnleika, tað vil siga
know-how.
Tað er tað privata
uttanrikishandilssam-
bandið i Helsinki, sum vil
hava føroyskt know-how.
Eero Niemioja verður í
Havn hesa vikuna. Hann
er fyrsti finski handils-
skrivari, sum kemur til
Føroya síðani 1979. Enda-
málið við ferdini er sjálv-
andi at royna at selja
okkum finskar verur. Men
Í 1983 útfluttu vit bert
eina veru til Finnlands,
fryst slógv fyri 12.576.000
kr.
Slógvið verður brúkt til
minkafóður.
Hvussu nógv, vit
keyptu úr Finnlandi, er
ringt at siga, tí vit inn-
flyta finskar verur úr
Danmark.
eisini at hjálpa okkum at
koma á finska marknaðin.
Eero Niemioja sigur, at
hann m.a. ætlar at tosa
við føroysku skipafeløgini
um meguleikar fyri skipa-
sambandi millum Føroyar
og Finnland, so sleppast
kann undan støduni, nå
er, nevniliga at feroyingar
keypa finskar verur úr
Danmark
Góðar vónir
Eero Niemioja sigur, at
fyritøkur sum Finnwear,
sum ger klædi, og Finlay-
son, sum ger gardinur,
handkleð o.tl., eru sinn-
aðar at selja til Feroya.
Eisini Huurre, sum ger
sterila bjálving og plátur
til rúm, sum krevja at
hava serliga reina luft,
hevur áhuga fyri keypar-
um í Feroyum. Til demis
fiskavirki.
Annars nevnir finski
handilsskrivarin matver-
ur, leðurverur, sniðhús,
byggitilfar, postalin og
gløs
Eero Niemioja viður-
kennir, at finskar vørur
eru dýrar. Men leggur
afturat, at tað er góðska,
sum fæst fyri pengarnar.
Og hann hevur góðar
vónir. Hann vísir á, at í
1979, tá finskur handils-
skrivari hevði verið her,
blivu seld eini túsund
Salora og Finnlux sjón-
varpstól
Tað er tó rættiliga av-
gerandi, at sambandið
millum londini verður
betri, antin beinleiðis við
skipi ella beinleiðis um
skiping í danskari havn,
so sleppast kann undan
dýrkandi millumliðum í
Danmark
hd
150 kr. fyri
dekkið
Tað kann kosta 600 kr
at koyra við píkadekk-
um í dag og annars
næstu mánaðirnar
Bótin fyri at koyra
við píkum millum 1.
mai og 16. oktober er
150 kr. fyri dekkið,
upplýsti politiið í Havn
í gjár.
- Vit hava sett fólk
av til at kanna dekk og
vit byrja longu í morg-
in, segði vakthavandi í
politisteðini í Havn í
gjár
A e—cwwce
Á