týsdagur 1. mai 1984síða 14
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
tíðindablaðið
Útbygging
av alivinnuni
i Føroyum
Tormóður Dahl, verkfrødingur og Íd-
nadarrådgevi hevur, sidani hann kom
aftur til Føroya fyri 12 árum síðani, ferð
eftir ferð skrivað um meguleikarnar innan
fiskaaling i Føroyum og um hvussu henda
vinna hevur ment seg aðrastaðni í heim-
inum.
Herfyri lat Nevndin viðvíkjandi Fiska-
aling, sum landsstýrið hevur sett, eina
frágreiðing um virki nevndarinnar og
uppskot til útbygging av alivinnuni í Fer-
oyum.
Nevndin sigur, at frágreiðingin er ikki
eitt álit um aling i Føroyum, men er ætlað
sum eitt grundarlag undir einum orða-
skifti um framtíðina hjá hesi vinnugrein.
Tormóður Dahl hevur tikið nevndina á
orði og hevur skrivað greinina niðanfyri.
(Hóast Sosialurin hevur roynt at fáa
fatur á hesi frágreiðing hava vit fingið at
vita, at hon er ikki almenn. Herfyri sóu
vit hana kortini prentaða í Dagblaðnum
og hava vit fingið at vita, at Dagblaðið
hevur fingið hana frá fiskimálaráðharr-
anum, sum jú er fólkafloksmaður. Tað er
við stórari misnegd, at ein má ásanna, at
tilfar, sum nevndir og arbeiðsbólkar lata
landsstýrinum og sum ikki er alment í
fyrstu atløgu, næstan altíð er at síggja í
Dagblaðnum — tí blaðið hevur sín mann í
Tinganesi. Hetta má harðliga átalast.
Blaðm.).
Um til ber fer Sosialurin at tríva í sjálva
frågreidingina í komandi blødum.
Vit geva so Tormóð Dahl orðið:
So kom tað umsíðir —
álitið frá landsins alinevnd
— tað álit, ið so nógvir
alarir og onnur hava
steðgað eftir so leingi, so
leingi...
Alinevndin varð sett í
juni 1981. Um arbeiðs-
uppgávuna hjá alinevnd-
ini (hon skuldi vera ein
»bråfeingisnevnd«), sigur
landsstýrið:
»Åsannandi, at áhugin
fyri aling og framleidslu
av silum, laksi og ymisk-
um skeljadjórum er vaks-
andi, og at tilik vinna
kann fåa samfelagsligan
tydning, hevur lands-
stýrið samtykt at seta ein
arbeiðsfólk at kanna
meguleikarnar fyri tílík-
um vinnuvegi og geva
landsstýrinum tilmæli í
spurninginum.
Í sínum arbeiði eigur ar-
beiðsbólkurin at umhugsa
allar teir spurningar, ið
eru av týdningi málinum
viðvíkjandi m.a. tervi og
stedd á kleki- og smolt-
steðum, hvar líkindi eru
fyri tílíkum steðum, ogn-
ar- og brúksrættir til áir
og vetn, um galdandi lóg-
gáva lýkur tervin á
reguleringum ella um
tervur er á nýggjari lóg-
gávu, hverji sjónarmið
skulu leggjast undir
loyvisreglur, herundir, um
loyvi bert eiga at verða
givin fólki á staðnum,
seluviðurskiftini, fóður-
spurningurin og trygg-
ingarspurningurin.
I arbeiðsbólkinum koma
at sita:
1 umboð fyri fiskirann-
sóknarstovuna,
1 umboð fyri landsverk-
freðingin,
1 umboð
ingargrunnin,
1 umboð fyri landsskriv-
stovuna.
Í sínum viðmerkingum
til setta arbeiðsbólkin
segði legmaður m.a. (14.
sept. 3.6.81.):
»at tað mest er av effek-
tivitetsávum, at lands-
stýrið hevur valt at seta
eina so lítla nevnd«.
Arbeiðsuppgávan er
eintýdd orðað og um
ætlanina við at velja eina
»litla« nevnd til eina tílíka
uppgávu (ið skuldi avrik-
ast skjótt) er einki at siga
til.
fyri menn-
Uppskotið um lands-
skipanarnevnd 8 ára
gamalt
Longu fyri 8 árum síðani
reisti Idnadarfelagid/-
stovan ynski um at fåa
sett eina landsskipanar-
nevnd fyri alivinnuna.
Málið varð fert fram aftur
tá >Ídnaðarálitið 1978«
varð lagt fyri landsstýrið
tingið og so aftur í 1979.
Seinni tók landsverkfrød-
ingurin stig til eina fyri-
bilsnevnd við 2 limum frá
egna stovni, 1 frá lands-
stýrinum 1 frá fiskirann-
sóknarstovuni og 1 frá ali-
vinnuni. Henda nevndin
kom ongantíð rættiliga í
gongd, men so í 1981
ásannaði landsstýrið at
enda tervin, og setti ta
»effektivu« alinevndina, ið
nú umsíðir letur hoyra frá
sær.
15 alternativ í laksaaling
fram til 1988
Men hvat hevur so henda
effektiva »bråfeingis-
nevndin« fingið av skafti
hesi 3 árini?
Við mín besta vilja dugi
eg ikki at síggja at eitt
einasta veruligt svar er
givið uppá teir spurn-
ingar, ið nevndin varð sett
at útgreina.
Sjálvt álitið er uppá 50
blaðsíður, men av hesum
eru nýttar heilar 35 síður
at sýna fíggjartervin í 15
alternativum, um vit
skulu framleiða uml. 3000,
4000, 5000, 6000... osfr.
ella 13000 tons av laksum
og sílum árliga roknað frá
1988.
Eitt er at hesin fíggjar-
tervur í mun til fram-
leiðsluna = kundi verið
skilabetri sýndir á einari
of
Ungdémurin og unga alivinnan — nyggj livstekin i Føroyum
strikumynd (nomagram),
men tá varð at siga einki
eftir (í rúgvu) av sjálvum
álitinum. — Eitt annað er
at alinevndin veruliga
kemur sær at kalla hetta
álit fyri „uppskot til út-
bygging av alivinnuni í
Føroyum«.
Veit nevndin ov lítið
um tað hon tekst við?
Í álitinum ásannar
nevndin sjálv at hon helst
veit ov lítið um tað hon
tekst við, tí fyrst í niður-
steðuni stendur at lesa:
>Taltilfarið í hesi frá-
greiðing er so ivasamt, at
sum skjótast eigur ná-
greinilig kanning av
smoltsteðunum at vera
gjørd, meguliga saman
við Andreasi Reinert ella
eðrum skilamanni«.
Jú, eg eri so samdur so
samdur. Her er tervur á
»skilamonnum við lít.
Priskriggj, dygd og
syntetisk litevni
Alt bendir í dag á at aling
av laksafiski (í hvussu so
er fyribils) hevur sæð
sínar bestu dagar, ja, prís-
kríggið er í veruleikanum
longu byrjað.
Norðmenn framleiddu í
fjør umleið 23.000 tons av
laksafiskum. Í ár verður
talið mett til umleið
30.000 tons, næsta ár
40.000 tons og í 1986
umleið 55.000 tons.
Hesi telini eru rættuliga
álítandi tí tey eru grundað
á yngul- og smoltfram-
leiðsluna í dag.
Tað sum kanska ger
okkara steðu meira
kritiska enn steðuna hjá
norðmonnum er, at teir
longu hava samskipað
sínar selur og bygt upp
eitt effektivt selumynst-
ur, við álítandi regluligum
flutningi fleiri ferðir um
vikuna til fastar keyparar.
Talan er her bæði um fesk-
an, frystan og royktan
laksafisk. Teir hava eisini
megnað at bygt upp ein
rættuliga týðandi útflutn-
ing av laksarognum (kavi-
ar).
Feroyska laksadygdin
hevur kanska higartil
verið betri enn hin norska,
men tað er meira tilvildar-
ligt (betri »alisjogv«) enn
eitt úrslii av miðvísum
arbeiði. Seinastu 2 árini
hava norðmenn har-
afturímóti lagt steðugt
sterri dent á einans at
framleiða dygdarlaks, og
spurningurin er um teir
ikki longu eru farnar fram
um okkum. Eitt annað, ið
eisini hevur stóran týdn-
ing í hesum sambandi er
at norðmenn í dag meira
og meira kunnu lýsa við at
teirra laksur ikki er fóðr-
aður við syntetiskum lit-
evnum (fyri at fáa laksa-
kjøtid reytt), men einans
við náttúrufeðini hjá laks-
inum — nevnliga svart-
kjafti, lodnu, krill, og
rækju.
Her eru vit eftirbátar,
og vit mugu síggja í
eyguni, at um heilt stutta
tíð verður helst sett bann
fyri at fóðra laksin við
teimum litevnum í(can-
taxanthin), vit nýta
(forboð er longu sett fyri
at nýta hetta evni í kraft-
fóður) — og hvat so við
teimum 15 alternativ-
unum?
Aling av skeljafiski
Enn eru økir innan hav-
búnaðin, har vit hava
meguleikar at koma tolu-
liga ájavnt við okkara
grannar (norðmenn, sviar,
danir, írar, bretar) — eitt
tílíkt eki er aling av kræk-
lingi, ostru, og scallops
(stór jákupsskel), men her
slær alinevndin nevan í
borðið og sigur:
„Nevndin er av teirra
áskoðan at tað ikki eiga at
verða givin fleiri loyvir til
skeljaaling, fyrr enn tað er
ávíst, at henda aling kann
fáa samfelagsligan týdn-
ing«.
Um eitt tílíkt krav
skuldi verið sett fram, tá
ætlanin var at keypa ta
fyrstu sluppina til Før-
oyar, byggja ta fyrstu
frystigoymsluna, byggja
tað fyrsta ídnaðarvirkið
0.s.fr. — hvar vóru vit tá í
dag?
Samstundis sum okkara
alinevnd setur bann fyri
aling av skeljafiski frætta
vit (»Børsen« 12. april), at
danir hava bodsent ser-
frøding úr Japan, fyri at
læra teir (danir) at ala
scallops — og at vånirnar