Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 a ————— dindabladid NEVNDIN VIDV. Frågreiding um virki nevndarinnar og uppskot til útbygging av alivinnuni i Feroyum Q SO O 9. QOOO O O O 00000000 fyri hesi alivinnu eru stak góðar. Júst í hesum degum fyrireika vit sjálvir (Idnadarstovan/Havbun- aðarfelagið) at senda 2 ungar menn til Japan í 1-2 mánaðir at læra at ala ostru og scallopst. Hetta framtak er eitt av úrslitunum frá — vitj- anunum í Japan. — Skulu vit nú avlýsa ferðina til alinevndin hevur »kon- gressað<“ og »døguråad« seg gjøgnum meginpartin av kræklinga-, scallopst- og ostrualisteðunum í Noregi, Íslandi og Skot- landi? Mynd 1 sýnir menn- ingina innan aling av svallops í Japan seinastu 15 árini. — Viðmerkingar eru her óneyðugar — ella hvat meinar alinevndin? Fiskiskapur og hav- búnaður »Matstovnur« Sameindu Tjóða, FAO, metir at longu um ár 2.000 er fram- leiðslan innan havbúnaðin (í tonsum) komin fram um heimsfiskiskapin. Bú- skaparliga fer havbún- aðurin helst fram um fiski- skapin longu um 8-10 ár. Mynd 2 sýnir mettu menningina innan hav- búnaðin og fiskiskapin fram til um ár 2.000. Við- merkjast skal at >Hav- búnaður< (akvakultur) eisini fevnir um aling av serligum tarasløgum til matna. Eg skal seinni venda eitt sindur aftur til hesa meting. »Samstarv vid Havbún- adarfelagid, Jardarråd- id, Orkurådid og frid- ingarmyndugleikar« Í viðmerkingunum til ta arbeiðsuppgávu, ið varð álegd alinevndini sigur landsstýrið, at uppgávan skal loysast í samstarvi við omanfyri nevndu stovnar og feleg. Í samreðu við 14. Septem- ber 03.06.81 sigur leg- maður, at hetta er at skilja soleiðis, at „tað í praksis kemur at virka sum tey (feløgini og stovnarnir) vóru við í nevndini«. Um ella í hvenn mun Orkurådid er tikið uppá ráð veit eg ikki — men hini nevndu feleg og stovnar hava ikki verið eftir- spurdir í hesum so týðandi máli. Eftir at hava bíðað í meira enn 2 ár sendi nevnd Havbúnaðarfelagsins í fjør heyst eitt skriv til landsstýrið, har harðliga varð mótmælt tað ansa- læti, ið alinevndin sýndi við at kveistra til viks nevnda tilskilaða sam- starv við Havbúnaðarfel- agið. Fyri nú at lætta um »samvitskuna« (her giti eg) bjóðaði alinevndin ávísum alarum til stór- fingnan alifund á Hotel Hafnia (05.11.83). Um henda fundin er frágreið- ing í álitinum frá alinevnd- ini. — Men tað er bein- leiðis ósatt, tá sagt verður her at vallar alisteðir vóru umboðaðar á fundinum«. Alinevndin kundi helst ikki gloyma skorflongjuna hon fekk frá nevndini í Havbúnaðarfelagnum, tí eingin teirra varð boðin / við til fundin, hóast allir vóru alarar og haraftrat teljast millum okkara fremstu undangongu- menn á økinum. Slíkur mannminkandi atburður av landsins alinevnd skapir ikki tað álit millum manna, ið er so ovurhonds neyðugt, skal tað eydnast við hesum týdningarmikla framtaki. Tað býður mær nógv ímóti at nevna tílíkt intriguspæl, men her er farið óregluliga fram og má tí sigast frá. Tíverri er tað, sum her er nevnt, einki eindemi. Tí mugu vit nú í ramasta álvara taka okkum um reiggj og gera okkurt við ta nærum sjúk- ligu maktgirnd, ið eyðkennir aðruhverja al- menna nevnd/stovn/ráð í okkara landi. Gera vit ikki tað, forkoma vit skjótt okkum sjálvum bæði mentunnarliga og vinnu- liga í einum altkevandi øll- móti-ellum albogakríggi. Fleiri fólk, sterri játtanir Eitt kinesiskt orðatak sigur: „Gev einum manni ein fisk og tú ger hann mettan fyri ein dag. Lær ein mann at ala fisk og tú mettar hann fyri lív- iða. Eg havi ongantíð hoyrt eitt orðatak sum sigur: ella hava hesir stovnar »skikkad« sær líka illa sum t.d. Ídnaðarstovan og Havbúnaðarfelagið, og tí ikki verða spurdir til ráðs uttan tá á stendur? Aðrir spurningar, undra mangan, eru: — Hví »sekreteriatid« hjá alinevndini er hjá Landsverkfrødinginum — — Hvi Landsverkfrød- ingurin sjålvur er settur sum formaður fyri nevnd- ina — — Hví Menningar- grunnurin og Orkurådid skulu vera umboðaðir í ali- nevndini — — Hví eingin alari er við í nevndini — 0.s.fr. Fleiri av umboðunum koma eisini automatiskt í eina »dupult-« ja, enntá »tridupultstødu« í sam- bandi við umsóknir um loyvisbræv, umsóknir um ekir, projekthjálp, umsóknir um og veitan av lånum/studning 0.s.fr. sum Alinevndin er — eftir at hava sitid i 3 år — endiliga komin við sínum áliti (lutvís 4-litað) — eitt álit, ið, sum hon sjálv sigur, er grundað á so ivasamt tal- tilfar, at nýggj kanning av smoltsteðunum eigur at verða gjørd sum skjótast av einum »skilamanni«. Nevnd Feroya Havbún- FISKISKAPUR OG BAVBÚNAÐUR + 1950 »Set eina almenna brå- feingis alinevnd og hon mettar seg sjålvan fyri livid«, men aftaná at hava lisid ålitid frå alinevndini eri eg farin at ivast. Alinevndin vil halda áfram — hon vil hava meira fólk og sterri játt- anir yvir fíggjarlógina. Higartil er settur ein djóralækni, ein laborantur og ein skrivari — og har- aftrat er — eftir tí ið frætt- ist — gjerdur ein serligur sáttmáli við >Vandkvali- tetsinstituttet« i Dan- mark um at standa fyri årinskanningunum av ali- bråkunum. Hvat vid okkara egnu stovnum: Fiskirannsókn- arstovan, Heilsufreðiliga Starvsstovan og Vrakara- stovnurin? — megna hesir stovnar ikki sína uppgávu longur? — ella er tað kanska eitt serligt slag av bakterium í laksi og kræklingi, sum einans »Vandkvalitetsinstituttet« hevur einkarrætt uppå? (eins og vid Eidisvatn)? HAVBÚNAÐUR Mett menning i 3. alternativum aðarfelags helt í vetur, at nú varð bíðað nóg leingi — og gjerdi tí sítt egna álit (16.03.84). Hetta álit (eingir litir) er grundað á veruligar royndir og er so- statt ikki neyðugt at seta nakran »skilamann« at eftirkanna taltilfarið her. Bæði álitini liggja nú úti í landsstýrinum og bíða eftir dóminum frá okkara fólkavaldu. Har liggur eisini skriv, har einasti serkeni limur í alinevndini boðar frá, at hann tekur seg úr nevnd- ini. Eg skilji henda limin væl. Samanumtikið Strikumyndirnar (mynd 1 og 2) sýna at heimsmenn- ingin innan havbúnaðin gongur við risafetum. Landsins alinevnd metir at »sniglagongd« er rætta menningarferðin hjá okkum. Hon metir eisini, at starvsfólkið á Fiskirann- sóknarstovuni, Heilsu- Tarmóður er ikki bangin fyri at taka eina hand í, tá steðið verður lagt undir aling her heima. Her verða kræklingatrossar lagdir út í Kaldbaksfirði frødiligu Starvsstovu, Vrakarastovninum, Nått- úrugripasavninum o.s.fr. ikki megnar at stýra menningini — at Vand- kvalitetsinstituttet í Dan- mark er einasti stovnur, ið dugir at halda teymunum saman við landsverkfreð- inginum. Neyðars lítla land, ið, av o.u. 200 >freðingum-< (djóralæknum, biologum, verkfreðingum, økolog- um, laborantum o.s.fr.), bert hevur megnað at fostra 1 — ein — nytiligan serfreðing, ið veit hvussu okkara havbúnaður skal stýrast og mennast: Landsverkfreðingurin mikli. Bersøgin? Ja — men s0 sanniliga eisini við depr- um huga. Ein nevnd varð sett at gera eitt álit um aling. Tað tók drúgva tíð, men tað er so komið. Vónandi er nú bert eftir formelt at upp- loysa nevndina, so vinnan kann byrja at virka. Ein havbúnaðarins loyvisbrævanevnd eigur beinan vegin at verða sett við skrivstovu fyrisiting av Fiskirannsóknarstov- uni/ Heilsufreðiligu Starvsstovuni. Alt annað er ólogiskt. Hver, ið skal sita í hesi nevnd, er ein politiskur spurningur, men mynstrið má eðru megin vera: — At øll týðandi nýggj aliprojekt, ell uppsko tum nýggjar framtaksleiðir og allar planir um »heildar- loysnir« fyri okkara firðir og sund verða send stovn- um sum Havbúnaðarfel- agnum, Kommunufel- agnum, Jarðarráðnum, Orkurådnum, Fiskivinnu- ráðnum, Friðingar- myndugleikunum, FNU, Landsverkfreðinginum, Havnamyndugleikunum, Ídnaðarfelagnum og meguligum eðrum áhuga- felogum/-stovnum til um- mælis, áðrenn avgerð verður tikin í málinum og hinumegin: — At limir í alinevndini ikki = samstundis sita i/starvast á eðrum stovn- um, ið vanliga viðgera somu aliprojektir á eðrum stigum ít.v.s. stovnar sum Menningargrunnurin, Íd- naðargrunnurin, Ídnaðar- stovan og aðrar ráðgev- andi stovur, Jarðarráðið, Orkurådid/-grunnurin, Landsverkfrødingurin o.s.fr. Stutt sagt: »Eingir Tordenskjolds soldåtar« eiga at vera i alinevndini). Seinastu 10-15 årini er farin fram ein djúpttekin menning (uppå gott og ringt) i okkara samfelag og serstakliga innan tað framleiðandi vinnulívið. Men tað er at yvirmeta okkara fólkavaldu nógv at trúgva at henda menning fremst er teirra verk. Tað er tað líka lítið sum soltna álitið frá aiinevndini einans er landsstýrinum fyri at takka. Ábyrgdina fyri úrslitið hava vit meira ella minni ell somul, men sterstu ábyrgd hava teir soldátar Tordenskjolds, ið ganga aftur í teimum mongu nevndum og ráðum, ið verða sett at útgreina málini ella at veita t.d. byggiloyvir, loyvisbrev, fíggjarligan stuðul o.s.fr. til fremjan av málinum. Eru soldatarnir nevndir eru teir kendir. Góðir soldátar ella ei — slíkar skipanir eru ómoralskar og ódemokra- tiskar og skapa tí ein dókkan dám av vaksandi misálit og evund í okkara samfelag. Urslitið verður: úrskepling og ruðuleiki — og ruðuleiki valdar í dag í hesum máli. Skulu vit fóta okkum aftur — og tað mugu vit — er fyrsta treytin at vit fáa eitt opið kjak (dialog) um hesi viðurskifti. Men kjak og broytingar í nevndum og ráðum er ikki nokk at skapa ta hollu vitan, ið má vera steðið undir menning av hesari nýggju vinnu. Vitanin í landinum um landið og vinnuna má savnast og mennast av okkum sjálvum. Tormóður Dahl