Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 52 — 3. maí 1984 Fólkatónleikastevnan 1984 13 nøvn á fyri- bilsskrá Fyribilsskrá er nú gjerd fyri fólkatónleikastevnuna í juni. Stevnan verður 13. — 17. juni í Norðurlanda- håsinum og Veitsluhøllini og møguliga eisini å bygd. Sharon Weiss og Krist- ian Blak, sum saman við Norðurlandahúsinum leggja til rættis stevnuna, upplýstu á tíðindafundi mánadagin nevnini á lut- takarunum. Teir eru bæði úr Feroyum og eðrum londum. Stersta navnið er The McCalmans úr Skotlandi. Teir eru eisini óbeinleiðis upprunin til stevnuna. Tá Spælimenninir á páskum í fjør vóru í Edinburgh, avtalaðu teir við McCalm- ans, at teir skuldu koma til Feroya nú í summar. Stevnan er síðani bygd upp uttan um hesa Fer- oyaferðina hjá skotska bólkinum. Hugskotið til stevnuna hevur tó eisini uppruna í stevnum, sum eru í Hetlandi og Orknoyggj- unum á hverjum sumri, sigur Kristian Blak. Úr Hetlandi USA Úr Hetlandi kemur Gars- ter's Dream Band, fimm og Kári P. verður við á fólkatónleikastevnuni 1984. Hann skal m.a. syngja hóskveldið 14 juni. Hetta kveldið verður konsertin bert við feroyskum luttakarum mans, tríggjar violinir, bassur og guitar, og úr USA kemur violinspæl- arin Rodney Miller. Nýtt partafelag skal keypa Turkihúsið Eitt partafelag, sum verður stovnað fyrsta dagin, ætlar at keypa Turkihúsið á Skála frá P/f.J. F. Kjølbro. Tað er greitt, at í hvussu so er Skála kommuna verður við í partafelagnum. Bygdarráðsformaðurin á , Skåla, Andrass Danielsen, er ikki nøgdur vid grein i Sosialinum 14. Turkihusid Andrass Danielsen sigur, at tað er ikki rætt, tå sagt verður, at seinastu árini hava trolararnir lagt upp saltfisk á Skála og, at hetta ikki verður gjørt longur. — Tann tíð var, tá J. F. Kjelbro legði upp nógvan saltfisk á Skála, men P/f J.F. Kjelbro hevur ongan saltfisk lagt upp á Skála seinastu árini. Enniberg er nærum tann einasti báturin, sum er komin við saltfiski higar seinast árini og hetta eru vit her á Skála Mortani Johannesen ógv- uliga takksom fyri, tí hann hevur á tann hátt givið konufólkunum tað einasta arbeiðið, tær hava her í bygdini, sigur bygdarráðsformaðurin. Lyst til sølu Andrass Danielsen visir å, april um at tå havnarvigslan var å Skåla i november i fjør, høvdu fjølmidlarnir eftir honum, at tað var spell, hetta stóra húsið, Turki- húsið, ikki skuldi kunna brúkast til nakað. — Hetta úttalilsið frá mær mundi ivaleyst gera sítt til, at Svend Thulesen nakrar dagar seinni lýsti húsið til selu, sigur hann. Skála Skipasmiðja segði seg beinanvegin vilja keypa húsið, sum liggur við síðina av byggi- hellini hjá skipasmiðjuni. Prísurin skuldi vera 4 mill. kr. og klárt var at avgreiða keypið longu fyrst í januar. Men tá gjørdu Skála og Sjóvar kommunur vart við, at tær vóru ímóti hesum handli. Tær vildu íkki, at ell arbeiðsplássini, fyrst og fremst hjá kvinnunum, á henda hátt skuldu fara fyri skeytið. Andrass Danielsen: — Tað er rætt, at vit eru ímóti, at skipasmiðjan fær húsið. Og vit her á Skála takka Sjóvar kommunu fyri, at hon bakkaði okkum upp í hesum máli. Hevur rætt Bygdarráðsformaðurin á Skála fýlist á, at Svend Thulesen sigur við Sosial- in, at hann enn onki hevur frætt frá kommununum. Tá skipasmiðjan ikki slapp at keypa, skrivaði Svend Thulesen kommun- unum og gjørdi vart við, at P/f J. F. Kjelbro nú væntaði eitt útspæl frá teimum, eftir sum tær forðaðu skipasmiðjuni í at keypa. — Tað er ikki beint, tá Svend Thulesen sigur, hann onki hevur frætt frá okkum. Tveir—triggjar | dagar eftir, vit fingu brævið frá honum, setti sakferari seg í samband við hann við- víkjandi keypi av hús- inum. Og minst eina ferð síðani hevur sami sakfer- ari havt samband við Svend Thulesen, sigur Andrass Danielsen. Hesin sakferari umboð- ar eitt partafelag, sum er undir stovnan og sum ætlar at keypa Turkihúsi- Skála kommuna er millum teirra, sum hava tikið stig til nýggja partafelagið. Andrass Danielsen sig- ur, at felagið meguliga verður stovnað longu í hesi vikuni. Hann væntar tó, allur mai mánaður gongur, áðrenn keypið er veruleiki. Annars vil hann ikki upplýsa meira um ætlanina nú. Hann kann tó vátta, at summi fak- feløg á Skála eru við. Ov dýrt Andrass Danielsen dylur tó ikki, at hann heldur, Turkihúsið er ov dýrt. — Tað er spell, at ein vinnulívsmaður sum Svend Thulesen skal krevja 5 mill. kr. fyri eitt hús, hann sjálvur lítla og onga nyttu hevur fingið burturúr seinastu árini. Eg kundi hugsað mær, at húsið fekst fyri 2 mill. kr., ella í mesta lagi 2,5 mill. kr. — Men, leggur Andrass Danielsen afturat, húsið verður nokk keypt kortini. Svend Thulesen segði við Sosialin 14. apríl, at P/f J. F. Kjølbro vil hava 5 mill. kr. fyri Turkihúsið, men kann tó góðtaka 4 mill. kr. Men tað er eisini avgjert tað minsta, húsið verður latið fyri, segði hann. Ikki við Vit hava spurt formannin í sjóvar kommunu, Poul Gothard Danielsen á Strondum, um kommunan verður við í ætlaða parta- felagnum, sum skal keypa Turkihúsið. — Vit eru ikki bidnir um at seta pengar í, svar- aði hann. Poul Gothard Danielsen sigur, at hann veit ikki, hverja steðu bygdarráðið tekur, verður tað biðið um at seta pengar í. hd Sharon og Kristian sig- a, at tey ikki vilja hava so nógvar útlendingar við, fyri at stevnan ikki skal enda við stórari skuld. Men harafturímóti fara nógvir feroyingar at spæl- a og syngja hesar fimm .dnidagarnar: Friðar- stuðlar (Heri, Anna Sofía, Durite og Pauli), Frændur hjå Hanusi og Steintøri i Klaksvík, Glataðu Spæli- menninir, Ingunn pluss Company, Kári P., Spæli- menninir í Hoydelum og Kristian Blak spælir Kingoløg, hann sjálvur hevur lagt til rættis. Rod Miller kemur úr USA. Hann skuldi koma kortini. Hetlendingarnir Garster's Dream Band eru einastu útlendingarnir, sum eru bidnir um at koma til Fer- oya at spæla á fólkatón- leikastevnuni. Fyrireikararnir = vóna, nógvir hetlendingar koma á stevnuna, sum er legd soleiðis, at hon samsvarar við ferðaætlanina hjá Norrønu, sum í summar fer at sigla til Lerwick. Konsertir og dansur Fólkatónleikastevnan er skipað soleiðis, at konsert verður í Norðurlandahús- inum miku-, hós- og leyg- arkveld og meguliga eisini friggjakveldið. Skrá við øllum útlendsku nøvnun- um, Kára P og Glataðu Spælimonnunum er legd, men aftaná er komið fram, at Norðurlandahúsið meg- uliga skal brúkast til annað hetta kveldið. Tað er eisini óvist enn, um tiltekini sunnudagin 17. juni, sum skulu vera úti á bygd, verða Friggja- og leygarkveld hevur Havnar Jazzfelag dans i Veitsluhøllini hjå Havnar Klubba. Fyrra kveldið eiga Ingunn og Co. og Rod Miller, tað seinna McCalmans og Garster's Dream Band Fyrsta kveldið ber tó eisini til at brúka beinini, ti tá verður í sambandi við konsertina undirvising contradansi, fólkadansi, sum m.a. er vældámdur í USA. Sharon og Kristian sig a, at Norðurlandahúsið stendur sum fyriskipari og tey gera so fyrireikirg ararbeiðið. Gevur stevnan yvir skot, verður tað býtt millum Norðurlandahúsið og Feroya Fólkatónleik arafelag. hd telf. 11820 Tit ringja sosialurin, tlf. 11820 — vit skriva