hósdagur 3. mai 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — 3. maí 1984
Undirskriva neyvan
sáttmála uttan
eftirlonarskipan
— Her heima á landi
hevur stríðið mangan ver-
ið hart at vinna tí ar-
beiðandi manni og kvinnu
betri kor.
— Hóast langt er komið
framá, so er langt eftir á
mál. Uttan í heimið hevur
stríðið eisini mangan verið
hart. Ja, nógv harðari enn
her heima hjá okkum, og
er tað enn tann dag í dag.
— Tað, at flagg ar-
beiðaranna er reytt, man
bera boð um hetta, segði
Jóannes Poulsen, formað-
ur Klaksvíkar Arbeiðs-
mannafelag, í reðu síni á
1. mai-dags-haldinum á
Vaglinum.
Hann vísti á, at við
seinastu samráðingar varð
lovað, at onnur feleg ikki
skuldu fáa betri lenarkor
enn arbeidarafeløgini fing-
u.
— Tað var skjótt sjón
fyri segn, at hesum lyfti
sleptu teir ógvuliga
skjótt. Eitt er givið, at
tann ella tey, ið koma at
samráðast við komandi
samráðingum, vita hvat
tey hava, áðrenn tey
byrja.
Jóannes Poulsen kom
eisini inn á eftirlønar-
skipanina. Hann vísti á,
at fyri nokrum árum síðan
varð ein nevnd sett at
arbeiða at fáa eina eftir-
lenarskipan. Men sum við
øllum eðrum, sum er
arbeiðaranum til frama,
hoyrdist einki aftur til
hesa nevnd.
Formaðurin í Klaksvík-
ar Arbeiðsmannafelag
vísti á, at til komandi
sáttmálasamráðingar skal
ein reglugerð um eftir-
lønarskipan liggja fyri.
— Men her má eisini
viðmerkjast, at frá ar-
beiðsgevaranna síðu er lít-
il áhugi til staðar. Eitt er
vist, at neyvan verður
nakar sáttmáli undir-
skrivaður, um ein slík er
við, segði Jóannes Poul-
sen.
Hann kom eisini inn á
sjúkradagpeningaskipan-
ina. Hann upplýsti, at við
tað at tann tímalenti ikki
fær dagpening frá fyrsta
Jóannes Poulsen: — Mangan hevur stríðið verið hart at vinna arbeiðandi fólk-
inum betri kor. Tað, at flagg arbeiðaranna er reytt, man bera boð um hetta!
sjúkradegi, missir hann
824,26 kr.
— Hetta er nógvur pen-
ingur, ti tað skal livast,
um ein gerst sjúkur.
Hetta ber í sær, at sami
arbeiðarin má til arbeiðis
aftur, sjálvt, um hann er
sjúkur.
Jóannes Poulsen kom
eisini inná figgjarspurn-
ingin í samband við set-
húsabygging. Hann mælti
til at seta fleiri milliónir av
til Húsalánsgrunnin, og
segði, at hetta hevði kom-
ið væl við hjá teimum
tímalentu.
Fritið-
arlog-
in er
Ogvu-
liga
órætt-
vis
Samstundis sum frítíðar
lógin er ótíðarhóskandi, e
hon ógvuliga órættvís
vísti Karl Johansen, for
maður Havnar Arbeiðs
mannafelags, á í 1. mai
reðu síni á Vaglinum Ar
beiðaradagin.
— Tað er soleiðis, at
timalønt fáa 9,5 pst. í frí-
tíðarlen, meðan fastlønt
fáa mánaðarlenina og 1,5
pst. i feriulen. Hetta
svarar til 11 pst. í feriu-
løn, segði Karl Johansen.
Hann upplysti, at fak-
feløgini skrivaðu til Tingið
undir hinum landsstyrin-
um, og bóðu um at fáa
skipanina broytta soleidis,
at timalønt eisini fingu 11
pst. Men svarid úr lands-
styrinum var, at 9,5 og 11
pst. var tað sama.
Karl Johansen: — Meðan tímalont fáa 9,5 pst. í
feriulon, fáa fastlont 11 prosent
— Hvussu tað ber til,
dugi eg altso ikki at rokna
út.
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag kom
eisini inn á eftirlenar-
grunnin. Hann vísti á, at
arbeiðsgevararnir eisini
vóru hugaðir fyri einum
slíkum. Men tá teir fingu
at vita, at ynskið var, at
teir eisini skuldu gjalda í
grunnin, rakk áhugin ikki.
Harafturat mælti Karl
Johansen til at fáa fleiri
arbeiðspláss innan fram-
leiðsluna í Havnini. Ti,
sum hann segði, vit kunnu
ikki liva av at klippa
hverjum eðrum.
Lønarbatin máaður
burtur — ti fara løn-
arkrøvini at herðast
Anna Tórgarð: — Mink-
ingin í reallonini, sum
byrjaði við borgarligu
samgonguni, hevur
staðið við. Úrslitið er,
at keypiorkan er
munandi minkað!
— Hóast vit í krónum og
oyrum hava vunnið ein
lønarbata, so hevur pol-
itikkurin = hjá sitandi
landsstýrissamgongu hol-
að út og máað burtur allan
henda lenarbata, segði
Anna Tórgarð, formaður
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ags, í sími 1. maí-
rødu á Vaglinum.
— Hetta er gjørt við at
null-stilla prístalið, hetta
er gjørt við hækkaðum
tolli, avgjøldum og skatti.
Sostatt hevur lemaður
hildið orð, tá hann á sinni
lovaði at taka inn aftur í
landskassan hvert oyra,
sum vit fóru at vinna við
samráðingarborðið.
Anna Tórgarð vísti á, at
nýggja samtidarskatta-
skipanin, sum skuldi vera
eitt framstig, longu hevur
víst seg at vera upp aftur
meira órættvís enn gamla
skattaskipanin mótvegis
tímalentum og láginn-
tekufólki.
— Harafturat er henda
skipan púra tilvildarlig.
Nekur fáa fritidarlønina
útgoldna óskerda, onnur
verða trekt, og missa har-
við upp til helvtina av
teirra frítíðarlen. Sam-
stundis er einki tilvild-
arligt við skattingini av
vinnulivsfyritøkum og
vinnulivsmonnum. Teir
Fåa so at siga bilig lån
sum B-skattgjaldarar,
meðan løntakarin, tvv.s.
A-skattgjaldarin umvent
letur í almenna bílig lán,
við tað at tey flestu
tímalent verða órimiliga
hart skattað ta fyrstu tíð-
ina í skattaárinum.
Formaðurin í arbeiðs-
kvinnufelagnum segði, at
saman um tikið merkir alt
hetta, at tann afturgongd,
tann minking í reallønini,
sum byrjaði við borgar-
ligu samgonguni, hevur
staðið við og versnað.
— Hagtelini prógva, at
frá 1975 til 1980 vaks
reallenin við 6—7 pros-
entum um árið. Síðan hev-
ur bert gingið tann øvugta
vegin hjá okkum len-
takarum. Úrslitið av hesi
gongd er, at keypiorkan
hjá okkum tímalentu er
munandi minkað, meðan
onnur kunnu leoyva sær
eitt forbrúk sum ongantíð
áður, segði Ann Tórgarð.
Hon boðaði frá, at len-
arkrøvini fara ti at herðast
til komandi samráðingar:
— Einasta verjan móti
reallønarfalli er dýrtíðar-
viðgerðin og dyrtidarvid-
bøturnar. Men tå teir,
sum stýra, leggja á hesa
verju, og bróta hana nið-
ur, hava vit einki í at velja
enn at herða og ekja mun-
andi um okkara lønarkrøv
til næstu sáttmála-sam-
ráðingar, og tað fara vit
sjálvandi at gera, segði
Anna Tórgarð.