Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Stutt Dag(ny) í Sosialurin um sabotagu av málinum um minstulen til menn. til. Síða 6 tíðindablaðið Poltiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl skúmið sum dogg fyri sól FYRI SEKS árum síðani helt løg- maður hina gitnu røduna um lag- køkuna og fløtaskumid. Hetta var å 1. maidagshaldinum i Havn i 1978. TÅ VAR HANN ikki løgmadur, men formaður fyri ti størsta and- støduflokkinum á tingi, og segði seg at ganga við einum alternativi til tann rikna politikkin hjá undan- farnu samgongu í lummanum. Tvey ár seinni gjørdist hann løg- maðu rog hevur hann nú í skjótt fýra ár staðið á odda fyri tí borgar- ligu samgonguni — tí borgarliga alternativinum. TÁ HENDAN samgongan tók við søgdu teir at vend skuldi koma i. Skil skuldi fáast á landsins fíggjar- og búskaparviðurskiftum. Tað al- menna skuldi spara og øll skuldu spara. Vanligi løntakarin skuldi spenna lívreimina inn. Við eyka- tolli, afturflyting av prístalinum, hægri almennum gjøldum, nidur- gongd í reallønini og einum øktum skattatrýsti er keypiorkan hjá tí vanliga fólkinum skerd rættuliga munandi tey seinastu trý til fýra árini. MEN HÓAST hetta er nýtslan kortini ikki tálmað. Innfluttning- urin og nýtslan ella forbrúkið eru vaksin sum ongatíð áður. Bæði hallið á handilsjavnanum og hallið á gjaldsjavnanum hava sett met. Bert eftir einum ári — frá 1982 til 1983 — er uttanlandsskuldin tví- faldað. Ráðgevandi nevndin við- víkjandi Føroyum hevur givið Paula og Torbirna eina skrivliga våttan um, at teirra búskaparpoli- tikkur er stak ósunnur, og er hetta fyrsta stýri i Føroyum, sum hevur fingið slíka skrivliga váttan. Men sum maðurin segði: í dag skal alt vera skrivligt. tíðindablaðið TAÐ ER IKKI hent áður, at ráðgev- andi nevndin hevur givið foroyska búskapinum so vánaligt skoðs- mál, og heldur ikki er tað hent áður, at eitt stýri fyri ein peninga- stovn hevur talað at tí rikna fíggj- ar- og búskaparpolitikkinum. Hetta gjørdi nevndin í sjóvinnu- bankanum fyri nøkrum døgum síðani. Bankin sigur at nú má vend koma í búskaparligu gongdina. Og hetta er neyvan alt. Tær verstu av- leiðingarnar av rikna politikkinum koma helst ikki til sjóndar fyrr enn um eitt ella tvey ár. Tá verður uttanlandsskuldin komin uppá einar 3 til 4 mía. kr. Hallini á handilsjavnanum og gjaldsjavn- anum verða helst munandi hægri. SUM NEVND hava løntakararnir verið við skerdan lut Við ymiskum tiltøkum frá politiskari síðu hevur hesin parturin av fólk- inum verið noyddur at spenna lív- reimina inn. Men hóast hetta eru bæði innfluttningurin og forbrúkið vaksin. Sostatt hava aðrir bólkar fingið meira til forbrúk enn teir høvdu framman undan. TAÐ VIL SIGA, at býtið av samfel- agskøkuni er broytt og at broyt- ingin ikki hevur verið til fyrimuns fyri tað vanliga fólkið, men til fyri- muns fyri nakrar ávísar bólkar í samfelagnum fyri ikki at siga nakrar ávísar einstaklingar her á landi. Og hetta var íkki júst tað sum lagkøkurødarin segði undir tinghúsinum fyri seks árum síðani. HANN SKULDI vaksa samfelags- køkuna og skipa fyri einum rætt- vísari býti. Í dag mugu vit ásanna at bæði lagkøkan og flotaskúmið er horvin sum døgg fyri sól. Lag- køkan og flotaskúmið eru etin. Men vanligi føroyingurin var við sviðið soð. Sosialismunar >Don Quichotte« aftursvar til úfróðrar- Don Quichotte er navn- Hetta ið á einum (og hverjum) sum av heilum huga berj- ist móti einum fígginda, sum í veruleikanum ikki er rann mær til hugs, tá eg hugdi niður í - Tiðindablaðið | SOSIAL- URIN nú um dagarnar, og har sá at eg varð skýrdur samoterur at vera. Sabo- terur kemst av navninum minstalen. Nr. 52 — 3. maí 1984 Um at pynta fyri teimum finu Tað er gott at verða gjerd- ur varugur við tað, sum er skeivt, sum ikki er so gott. Soleiðis at meguleiki gevst fyri at rætta skeiv- leikarnar. Tað verður á hesum sinni ikki pyntað fyri teimum fínu, og bý- ráðsformaðurin fer ikki at halda reðu á leivdunum á gomlu telefonsteðini. At tað ikki verður pyntað fyri teimum finu er tí, at báta- hylurin undir Tvøråbakka verður nú gjørdur klárur til útbjóðingar og liðugt- gjørdur. Býráðslimir hava gjert vart við viðurskiftini úti við Apotekið, og tað verður bett um, tí har verður vegurin breiðkaður og í samband við tað verður ekið við gomlu telefonsteðina fríðkað. At einki er gjørt við miðbýin kemst av teirri ætlaðu vegafering úr Trongisvági. Til kunning- ar skal sigast frá, at á figgjarætlanini verður av settur peningur til eina arkitektkapping. kallað »FRIDKAN AV MIÐ- BYNUM«. Kobbasteinurin, ju hann er lagdur niðan i- millum pakkhusini hjå T. F. Thomsen, ikki burtur- koyrdur men goymdur, og tað skal eg vátta, at KOBBASTEINURIN kemur til æru og verdig- heit. Tá hann verður plas- erðaður á BATAHAVNA- ØKINUM! Settur upp sum hann var. Ætlanin hjå mær er so at fåa listamannin Frithiof Joen- sen at gera okkum eina KOBBAFAMILJU år bronsu. Soleiðis at tað sum eg og Hemming Jespersen, sáli høvdu ætlað, at hann tå skal vera byarmerki okkara. Takk fyri åminning og ábreiðslur. Aminningin verður framd ikki sum ein fríðkan fyri teimum fínu, men heldur til freði fyri okkum mongu. Sverre Midjord sabotaga, ið merkir: mið- vis niðurbróting av fram- leiðslutólunum o.1. við tí fyri eyga at fáa figgjar- ligar ella politiskar fyri- munir.! vanligar talu verður tó sum regul lagd- ur týdningurin )svikari« í hetta orðið. Langt frá mær at fara at kalla nakran javnaðar- mann ella javnaðarkvinnu fyri svíkjara. Heldur ikki blaðkvinnu javnaðarfloks- ins. Men tá hetta er sagt, so skal ásannast, at politikk- ur javnaðarfloksins hevur svikið, og tað við lít. Ikki bert fiski- og útróðrar- mannin hevur javnaðar- flokkurin svikið, men eis- ini arbeiðararersluna(sam. 1. mai-reðuna hjá Inge- borg Vinther í Havn fyri nøkrum árum síðan). Svikabregd javnaðar- floksins í 1970-árunum móti føroyska útróðrar- manninum vóru so stór, at tey vóru viðvirkandi til, at fiskivinnuflokkur varð settur á stovn, í vón um at leggja ein dempara á svikabregdini. Hóast tað er mær ein stór æra, at blíva svínaður til á forsíðuni á Sosialurin, eins og tað eisini vildi verið mær ein æra at verið kallaður antikommunist, imperialist ella annað tí- líkt á forsíðuni á Pravda, floksblaðnum hjá russiska javnaðarflokkinum, so fari eg tó at gera einstakar viðmerkingar til greinina eins og til málið — ikki so nógv fyri Dag(ny)sa skuld, men meira fyri at inspirera fiskivinnu- nevndina til nýggjan hugsunarhátt á hesum eki. Um fyriliggjandi upp- skot verður samtykt, verður talan um at geva útróðrarmonnum eina falska trygd. Utróðrar- monnum verður, sambært uppskotið, tryggjað men bert vetrarhálvárið og bert teimum, sum tað eydnast at sleppa á flot minst 6 dagar í meðal um mánað- in. Ongan tryggleika á sumri og ongan á vetri um veðrið er so vánaligt at meðaltalið fer niður um 6 um mánaðin. Minst til, góða Daginy), at vit eiga fyrst og fremst at verna um tey sum eru allarring- ast fyri, og harnæst um tey, sum eru næstringast fyri 0.s. fr. Ikki sum javn- aðarflokkurin, fyrst tryggja tey sum ikki eru heilt illa fyri, og so fáa vit at síggja um nakað kann blíva eftir til tey sum mest treingja til hjálp. (Lesið tykkara egna uppskot um minstulen til útróðrar- menn sum sigur: >Bert minstalen í bestu fiskiid og bert um nóg góð veður- líkindi eru.«) Grundirnar til at javn- aðarflokkurin ikki vildi strekkja seg longur enn til at geva minstulen á vetri, og bert um bátarnir sluppu nóg oftani á flot, segðist vera óttin fyri mis- brúki. Ein heilt ógrundað- ur otti, tí tað at vera út- róðrarmaður, er eitt tað ringasta lívið, ið til er, og tí ger ongin seg til útróðrarmann, hverki fyri at brúka ella misbrúka eina vánaliga minstalen- arskipan. Tá eg bað um at fáa málið aftur í nevnd, var tað í vón um at fiskivinnunevndin vildi lurta eftir teimum ráðum, sum blivu givin teimum samstundis. Hesi skulu stutt verða endurtikin her. Og tað geri eg m. a. tí at eg havi tað álit á formanni fiskivinnu- nevndarinnar, Jógvan I. Olsen, at hesin í minsta lagi ger eina roynd at seta seg inn í nýggju tank- arnar. Síðan uppskot javnað- arfloksins kom fram, er nógv broytt á hesum eki. Fyri tað fyrsta er minsta- forvinningurin broyttur soleiðis, at útróðrarmaður við línu fær minsta- forvinning fyri 2 dagar, um hann sleppur á flot. Fyri tað næsta, og sum nakað heilt avgerandi, so hava vit fingið edv. stýrdar lengjaldingar. Tað vil siga, at skrásett verður hver viðkomandi (útróðrarmaður) er, hverjum báti hann hevur verið við, hverjum parti av landinum hann er heimahoyrandi í, hverjum lenarskeiði hann hevur verið á floti í, hvussu nógv ið er forvunnið o.s.fr. Tað vil við eðrum orðum siga, at nýggja edv.skattaskip- anin kann, við smábroyt- ingum gerast tann keldan, sum hvenn minutt á degninum kann svara uppá, um viðkomandi er útróðrarmaður, um hann brúkar ella misbrúkar minstalenarskipanina, um hann skal hava minstalen, og um hvussu nógv hann skal hava. Tað sum henda skal er, at viðkomandi skal til- meldast edv-skránni sum útróðrarmaður við tí ella í bátinum. Minstalenin verður skrásett, og so hvert sum viðkomandi forvinnur nakrar krónur verða hesar drignar frá skråsettu minstalenini, soleiðis at viðkomandi útróðrarmaður fær munin útgoldnan tá mánaðin er úti, um so er at inntekan hevur verið minni enn minstalenin. Arbeiðsgevarin, útróðr- arbáturin, eigur at verða skrásettur eftir stødd (op- in bátur, deksbátur upp til 20 brt. 20 til 50 brt 0.s.fr.) og eftir virkiseki (norðanfyri, eystanfyri, sunnanfyri og vestanfyri til dømis). Á tann hátt kann skrá- setingin við mánanslok Framhald á síðu 10