hósdagur 3. mai 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 52 — 3. mai 1984 tíðindablaðið '$0SÍ T | i | ] Síða 7
Anna Torgarð, formaður í Havnar Arbeidskvinnufelag:
Vit mugu hava betri arbeiðs-
eftirlit, sjukradagpening og
barsilsorlov |
Góðu verkafólk!
1. mai er dagurin tá verka-
fólk víða hvar um heimin
savnast til fundar ella
kravgongur.
Hesin er dagurin, tá vit
royna at gera steðuna
upp, royna at vita hvussu-
leiðis tað hevur gingið í
tíðini, sum fór.
1. mai er eisini dagurin,
har arbeidararørslan setir
fram sini krøv og nytir
høvi til at minna samfel-
agið á, hver tað er, id ber
tær tyngstu byrðarnar í
samfelagnum. Hendan
dag royna vit eisini at vísa
okkara samkenslu við
teimum fakfelagsfólkum,
sum ikki frítt kunna siga
sína hugsan ella frítt
kunna bera fram síni krev.
Nú er so at spyrja:
hvussu hevur gingist hjá
okkum — tí tímalenta
partinum av lentakara-
fjøldini?
Hóast vit i krónum og
oyrum hava vunnið ein
lenarbata, so hevur poli-
tikkurin hjá sitandi lands-
stýrissamgongu holað út
og máað burtur allan
hendan lenarbata. Hetta
er gjørt við at mulstilla
prístalið, hetta er gjørt við
hækkaðum tolli, avgjeld-
um og skatti. Sostatt
hevur legmaður hildið orð,
tá hann á sinni lovaði at
taka inn aftur í landskass-
an hvert oyra, sum vit
féru at vinna við samráð-
ingarborðið!
Nýggja samtíðarskatta-
skipanin, sum skuldi
verða eitt framstig, hevur
longu nú víst seg at vera
uppaftur meira órættvís
enn tann gamla skipanin
mótvegis tímalentum og
láginntekubólkunum.
Harafturat er hendan
skipan púra tilvildarlig:
nekur fáa t.d. frítíðarlen-
ina útgoldna óskerda -—
onnur verða trekt her og
nú og missa harvið upp til
helvtina av teirra frítíðar-
løn.
Samstundis er einki til-
vildarligt vid skattingini
av vinnulivsfyritøkum og
vinnulivsmonnum. Teir
fåa so at siga bilig lån sum
B-skattgjaldarar, meðan
løntakarin tað vil siga A-
skattgjaldarin umvent
letur tí almenna bílig lán
við tað at tey flestu tíma-
lentu verða órímuliga hart
skattað ta fyrstu tíðina í
skattaárinum.
Samantikið merkir alt
hetta, at tann afturgongd
— tann minking í reallen-
ini, sum byrjaði við borg-
arligu samgonguni hevur
staðið við og er versnað.
Hagtelini prógva, at frå
1975 til 1980 vaks real-
lenin við 6-7% um árið —
síðan hevur bert gingið
tann evugta vegin hjá
okkum lentakarum.
Úrslitið av hesari gongd
er, at keypiorkan hjá
okkum tímalentu er mun-
andi minkað meðan onnur
kunnu loyva sær eitt for-
brúk sum ongantíð áður.
Tann einasta verja vit
timaløntu hava móti
einum áhaldandi real-
lenarfalli er dýrtíðarvið-
gerðin og dýrtíðarviðbet-
urnar. Tá teir, sum stýra
leggjast á hesa verju og
bróta hana niður hava vit
einki í at velja uttan at
herða og økja munandi um
okkara lenarkrev til
næstu sáttmálasamráðing
og tað fara vit so sjálvandi
at gera!
Nakað soleiðis stendur
tað til við okkara lenar- og
inntekuviðurskiftum.
Landsstýrissamgongan
hevur latið tey sum minst
orka borið tær tyngstu
fíggjarligu byrðarnar.
Hvussu stendur so til á
eðrum økjum við okkara
áhugamálum? Her kundi
staðið betur til. Øll minn-
ast, at í vetur fóru okkara
starvsfelagar — tær tíma-
lentu flakakvinnurnar á
nekrum flakavirkjum i
allari sámuligheit undir
eitt tiltak fyri at vinna
sær meira menniskjanslig
kor á arbeiðsplássinum.
Er nakað meira rímuligt
enn hetta, at beta um
arbeiðsviðurskiftini og
mundu ikki tey flestu,
sum hava roynt at arbeiða
við akkordferð fyri tíma-
lent skilja hesar kvinnur?
Men hvat hendi?
Ráfiskakeyparar og
arbeiðsgevarar bóru seg
at, sum um heimurin
skuldi gingið til grundar.
Teir fóru í hernað ímóti
hesum flakakvinnum. Teir
hóttu við at leggja alt
samfelagið lamið og oman
á alt hetta fóru teir í rætt-
in við okkara starvsfelog-
um í Feroya arbeiðarafel-
ag.
Men teir taptu fyrsta
umfar!
Teir taptu í Feroya
rætti — og er nakað rætt-
vísi til her í verðini, so fara
teir eisini at tapa í lands-
rættinum — og verða teir
so noyddir at viðurkenna,
at fakligar ósemjur skulu
avgreiðast á rettum staði.
Ein annar spurningur er
tryggleikin á arbeiðs-
plássinum. Her eru vit enn
ov veikar bæði tá tað snýr
seg um starvsviðurskifti
og arbeiðstryggleika.
Her eru tað almenna og
teir privatu eins. Har sum
stjórarnir hava ein
meguleika at klípa burtur
av tímalenum ella flyta
um uppá arbeiðstíðir, gera
teir tað, um teir kunnu
spara nekur oyru. Men
hesi spardu oyru eru smá-
pengar í mun til so nógv
annað forbrúk í samfel-
agnum. Hinvegin merkist
hetta meint hjá tí ein-
støku reingerðarkvinnu,
sum ikki hevur ov nógv
frammanundan.
Hóast vit í mong ár
hava havt eitt arbeiðs-
eftirlit, so henda
framvegis nógv óhapp á
okkara arbeiðsplássum.
Vit mugu tí krevja, at
arbeiðseftirlitið verður
meira effektivt — og vit
mugu krevja, at arbeiðs-
gevarnir akta lógina um
arbeiðaravernd — og boð-
ini hjá arbeiðseftirlitinum.
Øll fastlønt her í land-
inum eiga rætt til fulla løn
undir sjúku. Soleidis er
ikki hjå okkum. Vit fåa
framvegis bert sjukraløn
frå 3. sjúkradegi og so fáa
vit bert 80%.
Hóast kvinnur eru so at
siga berandi í hevuðsfram-
leiðslu okkara á landi — og
hóast vit nú hava líka len
— so hava vit tímalentu
kvinnur enn ikki fingið
eina rímuliga og hóskandi
barsilsorlovsskipan, so-
leiðis sum bæði barn,
mamma og øll familjan
hava krav uppá í einum
framkomnum samfelagi.
Eisini her er stórur mis-
munur og fakfelagsrerslan
eigur framvegis at virka
fyri eini semiligari barsils-
skipan — tað kann jú ikki
vera rættvíst, at tær
kvinnur, sum hava tað
strævnasta kropsliga ar-
beiði, hava tær vánalig-
astu semdirnar við barns-
burð.
At enda skal eg vegna
Havnar Arbeiðskvinnufel
ag ynskja alt gott fyri fak-
felagsrersluna í Feroyum
og vóna, at tað má
eydnast okkum við
samanhaldi og stríði at
vinna arbeiðsmonnum og
arbeiðskvinnum semilig
livikor.
Takk fyri!
Jákup Lindenskov, tingmaður ynskti arbeiðararersluni góðan byr vid von um, at til
ber at standa saman og verja felags áhugamál
Vit nærkast katastrofuni
— uttanlandsskuldin er
um at kollrenna búskap
okkara
Dagur arbeiðaranna verð-
ur hildin um allan heim í
vissuni um, at tann fel-
agstáttur, sum á sinni
knýtti tey ómúgvandi
saman til verju móti at
verða niðurtraðkað og
týnd — einaferð fór at
geva fjøldini møguleikan
til at skipa fyri, so at
rættferð og såmuligleiki
fór at verða tað vanligasta
í samfelagnum.
Eitt samfelag, har øll-
um varð vissaður rætturin
til at kunna byggja sær
eina vónríka framtíð, utt-
ar at skeitt varð eftir
hvaðani tey komu.
Við hesum í skjeldr-
inum legði arbeiðararersl-
an til brots — og við ein-
um knúsandi sterkum
samanhaldi eydnaðist tað
sohvert at vinna á ó-
rættvísuni — soleiðis at
mong av rættvísismál-
unum vórðu vunnin, hóast
tað mangan gingu dagar
og ár til sigurin fult var
vunnin.
Ja so væl eydnaðist tað
á summum økjum at
vinna á ti órættvísa sam-
felagnum, at nútíðin ofta
metir tey vunnu rættind-
ini sum sjálvsagdar lutir
at vera, uttan annars at
geva sær far um hvussu
tey, ið slóðaðu fyri, mang-
an máttu líða, so tað við-
hvert sveið í opnum sári.
Men vunnið varð á
mongum órættvísi í ti
samfelagnum, har privat-
iseringin var at kalla
mestsum einaráðandi.
Mangir av teimum, sum
óræddir stigu fram, vistu
hvat tað kundi bera í sær
ikki at akta teimum ráð-
andi. Vit minnast eisini
teir í dag.
Mourentius Viðstein,
skaldið — ein teirra —
segði tað soleiðis í sínum
arbeiðarakveði: Tá verk
skulu innast, sigur hann
— hver verður tað tá,
sum leggja seg til skal í
bræði?
Tað eru teir herðar og
hendurnar tvá,
ja, strevið og slitið sum øll
líta á —
tað er arbeiðsins dynjandi
kvæði!
— og
Tá tek skulu takast, tá
vóru vit har,
vit vunnu fram figgjarlig
virði.
Og vit reistu hús eins og
vit bygdu far,
vit legdu hvenn stein í
samfelagsins garð —
gingu trúliga, treystir við
byrðu!
Vit minnast eisini seguna
um hin órædda Óla á Kák
— Óla Udbe, sum talaði
og eyggjaði monnum um
at krevja sín rætt, hóast
hóttanina um at gerast
breyðleysur.
Kapparnir í gerandis-
degnum vóru teir.
Tað vóru hesir sum
brutu upp úr nýggjum,
ruddu, slættaðu getur, ja
sum úr heðrum gróti
skaptu breyð — hesir vóru
stuðlarnir undir feroysku
arbeiðararersluni.
Teirra minni heiðra vit
eisini í dag.
Minnið um hesi ands-
menni í gerandisdegnum,
sum verulig skiltu, hvat
tað var sum leikaði á — og
vistu, at tað var um at gea
at traðka spjaðingarlindið
undir fót.
Uttan samvinnu - soli-
daritet, stødufesti, varð ilt
at gera nakað munagott
fyri ta fjøld, sum bert hev-
ur beru hendur sínar á at
líta.
Hjá arbeiðararersluni er
tað týdningarmikið steð-
ugt at hava eyguni eftir,
at tey vunnu rættindini
verða vard.
Einki er at taka seg aft-
ur í, at gjósturin av
høgravindinum, sum hev-
ur herjað Vesturheimin,
so títt og knapt hevi býðst
— vil dýrtvunnu rættind-
um arbeiðaranna ann.
Um tað eru demini fleiri
— talandi og týðilig.
Men hjá arbeidararørsl-
uni er uppgávan at rópa
varskó tá grundleggjandi
virðini i samfelagnum
verða tilvildarliga umsit-
in. Tá misbýti og ójavni er
ráðandi á fjallinum. At
mótmæla tí misbýti av
samfelagslagkekuni, sum
fer fram.
Arbeiðarastættin
av royndum at
veit
eingin
Framhald á síðu