hósdagur 3. mai 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
tíðindablaðið
Ársaðalfundurin hjá Hondbóltssambandi Feroya:
Ongin var
nøgdur við
úrslitið
i Italia
Í formansfrågreidingini til aðalfundin
nevndi formaðurin i Hondbóltssamband-
inum, Sørin Christiansen, at ongin av
teimum, sum vóru við í Italia, vóru nøgd
við úrslitið. Eitt 7. pláss heuði verið meira
rættvíst, helt hann
Leygardagin hevði Hond-
bóltssamband Feroya
aðalfund.
Tað eru 4 ár síðani
Hondbóltssamband Fer-
oya varð stovnað sum eitt
sersamband innan ÍSF, og
hetta var eisini annað árið,
sum Serin Christiansen
var formaður. Hann tók
við eftir stjørnarkreppuna
í HSF í 1982.
Serin Christiansen segði
í frágreiðing síni til
fundin, at á síðsta aðal-
fundi varð samtykt at
stovna tvær undirnevndir,
og vóru tær settar eftir
tann fundin. Talan er um
eina útbúgvingarneynd og
eina landsliðsnevnd fyri
yngri lið.
Harafturat skeyt Serin
Christiansen upp, at á
aðalfundinum í ár varð
enn ein nevnd sett á
stovn, nevniliga ein nevnd
fyri mini-hondbóltin.
Utbugvingarnevndin
hevði skipað fyri eini rød
av skeiðum í vetur fyri at
skapa betri ungdómsvenj-
arar, og serliga nevndi
Serin vitjanina hjá danska
landsliðsvenjaranum í
hondbólti, Leif Mikkelsen,
sum var í Feroyum í
páskavikuni.
Serin nevndi, at tað
stendur ikki alt ov væl til
við dómarum og venj-
arum, men hann vónaði, at
hetta fór at vera betri í
framtíðini.
Landsliðsnevndin fyri
yngru liðini hevur arbeitt
við ætlanunum um at
senda gentulið til NUM í
Noreg í heyst, men hesar
ætlanir eru dotnar niður
fyri. HSF hevði annars
fingið játtaðar 50.000 kr.
frá Jólamerkjagrunninum
til hetta endamálið.
Í fjor var Kristian Poul-
sen í Danmark á skeiði í
minihondbólti, og heim-
komin hevði hann eitt
skeið. Tað var í oktober í
fjør, men luttøkan var ikki
stór. Harafturat lótu tey
sera væl at, sum hevdu
verið á skeiðinum.
Neyðugt verður hjá felog-
unum kring landið at taka
hendan tått upp, segði
Serin Christiansen m.a. Í
frágreiðingini.
Hann kom eisini inn á
trupulleikarnar við kapp-
ingarnevndini, tá Hans
Holm segði seg úr nevnd-
ini. Eftir tað tók starvs-
nevndin sær av arbeið-
inum hjá Hans, men sakn-
ur var í hjálpandi hondini
frá Hans.
C-HM
Um C-HM-kappingina
segði Serin, at ein stór
venjingarskrá var byrja á
heysti 1982, og nógv út-
lendsk lið hava verið og
vitja í Foroyum í samband
við fyrireikingarnar til
kappingina í Ítalia.
Men sum kunnugt gjer-
dust Feroyar nr. 11 av 12
liðum, og tað var eingin av
teimum, sum vóru við í
Ítalia, negdur við. Men
eydnan var ikki við
okkum. Tó var tað ein
troyst at vita, at vit vóru
betri, og við eitt sindur
størri hepni hevdu vit
endað á einum rættvísum
7. plássi. Hann nýtti eisini
hevi til at takka Hans
Mortensen fyri arbeiðið,
hann hevði gjørt sum
landsliðsvenjari, og eisini
tað arbeiði hann hevði
gjørt, tá tað snúi seg um
fígging av ferðini.
Serin Christiansen end-
aði frágreiðingina við at
nema við ársaðalfundin
hjá IHF. Tað er soleiðis at
HSF hevur sekt um at fáa
ein tílíkan aðalfund í Fer-
oyum, men tað treytar, at
vit senda umboð til fundin
í Los Angeles í ár. Tað
kemur at kosta okkum
40-50.000 kr. at luttaka á
tí fundinum. Harafturat
nam hann við hverja
nyttu vit fáa burtur úr at
hava ein ársaðalfund hjá
IHF i Førovum, tí tað er
sera kostnaðarmikið at
skipa fyri tílíkum fundi.
Nr. 52 — 3. maí 1984
Ársaðalfundurin hjá HSF:
Nevndarval
Á fundinum var eisini væl
av nevndum á skránni.
Í starvsnevndini stóðu
Serin Christiansen, for-
maður, og Anna Dahl,
skrivari, fyri vali, og tey
ynsktu ikki afturval. Har-
afturat hevði næstformað-
urin, Asvald Simonsen,
sum ikki stóð fyri vali í ár,
biðið um at vera loystur úr
nevndini.
Fráfarandi starvsnevnd-
in skeyt upp at velja Niels
Nattestad til nýggjan for-
mann, Jóannes Dalsgarð
til nýggjan næstformann
og Palla Askham til
nýggjan skrivara. Onki
annað uppskot var, so
hesir voru einmælt valdir
Einasta atkveðu-
greiðslan, ið var á fund-
inum, var um tiltakslimin
til starvsnevndina. Tvey
uppskot vóru: Ingolf
Hansen og Luis Gullfoss.
Úrslitið av valinum gjer-
dist sera javnt: Ingolf
fekk 9 atkveður og Luis 8,
so Ingolf Hansen var
valdur nýggjur tiltaks-
limur í starvsnevndini.
Fjórði limurin í Starvs-
nevndini, sum ikki stóð
fyri vali í ár, er Símun E.
Rasmussen av Strondum.
I kappingarnevndina
hevði Hans Holm játtað
at lata seg velja aftur.
Eisini Sonja Gregersen
varð afturvald. Sum
nýggjur limur í kapping-
arnevndina var Ingvard
Olsen valdur fyri Jóhan-
nes Ziska.
Torbjørn Mikkelsen bar
seg undan at vera aftur-
valdur i dómaranevndina,
og í hansara stað varð
Oluffa Joensen vald
Dånjal Jarnskor og Petur
Mohr vórðu afturvaldir.
Dómsnevndin varð øll
afturvald. Í henni sita:
Hans Mortensen, Sølvi
Winther Olsen og Øssur
av Steinum. Tiltakslimir
eru Levi Niclasen og Knut
Vesturdal.
Í útbúgvingarnevndina
vóru Torbjørn Mikkelsen
og Jerleif Kúrberg aftur-
valdir.
Ikki eydnaðist á fund-
inum at velja nevndina
fyri mini-hondbélt og
landsliðsnevndina fyri
yngru liðini, so tað varð
litið Neistanum upp í
hendur at velja nevndina
fyri mini-hondbólt, meðan
nýggja Starvsnevndin
skal velja landsliðsneynd-
ina fyri yngru liðini.