Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 52 — 3. maí 1984 Tveroyrar sjónvarpsfelag er til enn. Aðalfundurin bert, at 30 fólk eru á fundi. leygardagin, har nevndin Tá ætlaði at koma við upp- er framd, tað vil siga Hans Iversen fyrrv. løgtingsmadur slóknaður Týsdagin 1. mai doyði ein vælkendur feroy- ingur, fyrrverandi løgtingsmadur Hans Iver- sen, Kvivik, 97 åra gamal. Hann kom fyrst å løgting fyri sambands- flokkin, valdur i Norðstreymoy i 1932, aftur valdur av sama flokki í 1936 og seinast í 1939. Hann sat á logtingi til 1966. Men mong ár undan hevði Hanus á Koll- inum, ið hann vanliga varð nevndur, verið álitismaður í heimbygd síni, limur av komm- unalinum, eitt tíðarskeið frå 1912 til 1918 formaður. Í kirkjuráðnum sat hann frá 1916- 40 og organistur við Kvívíkar kirkju var hann heilt síðani 1914 til 1940, altso í 27 ár. Eitt stutt skifti, í 1953, var hann limur av tí táverandi danska landstingi. Sum legtingsmaður ell tey mongu ár var Hans Iversen virdur av øllum tingmonnum, eisini av mótsteðumonnum, ti hann var reiðiligur i allari síni medferð og trúgvur sum fáur at eiga til vin. Á legtingi átti Hanus á Kollinum mong ålitisstørv. Hann var formaður í mongum tingnevndum, í havna- og veganevndini, í búnaðarnevndini og í telefonnevndini fyri at nevna nekur av teimum nevndarstervum, hann rekti við skynsemi og duguleika. Mong ár var Hans Iversen keypmaður í Kvívík, eins og hann eisini virkaði fisk. Undir seinna heimsbardaga var hann ein av limunum i tí serstøku dómsnevnd, ið varð sett í Havn at virka sum nevnd at taka sær av kærumálum, demd við Feroya rætti, nú ikki var meguligt at bera slík kærumál fram fyri danska landsrættin. At Hans Iversen verður saknaður ikki bert av bygdafólki sínum men eisini av føroy- ingum um alt landið, ið lærdi henda mann at kenna, er ikki at taka seg aftur í. Friður verið við minni hansara. Fingu ikki avtikið felagið Til lógarbroyting krevst lógarbroytingin skoti um at avtaka fel- verður hon agið, bleiv av ongum. Bert hálvthundrað fólk komu á fund. Og tað vóru alt ov fá. Tí lóg felagsins sigur, at skal felagið avtakast, má minst helvtin av limunum vera á fundi. Og Tveroyrar sjón- varpsfelag hevur 452 limir! Formaðurin, Heri Johansen, sigur, at nú er ætlanin at fáa hesa lógar- greinina broytta, so færri limir kunna avgera, at fel- agið skal gevast. Henda lógarbroyting er á skránni til eykaaðal- fund, sum verður mána- dagin 14. mai. samtykt, verður aftur lýst til eyka- aðalfund við avteku felagsins á skránni. Heri Johansen sigur, at nevndin á tí fundinum fer at skjóta upp, at ognur fel- agsins verða seldar. Telefonverkið er hugað at keypa okkurt at brúka til almenna sjónvarpið. Hvat gerast skal við pengarnar, avger eyka- aðalfundurin, sigur for- maðurin. hd tíðindablaðið Eitt samfelag í samfelagnum Tað er so vælsignað at kunna fara útum at seta niður epli, tá videotólið kann klára at goyma upptekurnar, sum sjónvarpið sendir, serliga tá ein er tvangsinnlagdur at hyggja, — hóast veðrið er soleiðis háttað at ein ikki hevur hug at sita innandura. Tú spolar aftur og har sigur Sjónvarp Feroya frá, at nýtt band er komið í handlarnar, og vit fáa eina roynd við tónleikinum og sangarum Tað sást lættliga at tónleikarbólkurin ikki var eins væl vandur við play back teknikkin, sum tey eru, ið framfera i ELDORADO hjá Mylius. Teir ið stóðu fyri upptekuni høvdu her gjørt eina roynd at avmynda tónleikarbólkin eitt sindur eðrvísi enn vanligt, og tað hjálpti kortini upp á heildina. Hví fáa vit ikki upplýst hver hevur gjørt slíka upptøku? Skal ein gita sær til tað, so hava iva- leyst allir mans verið tekir. Ragnar Joensen og Jógvan Olsen við upptekutólinum og Jógvan Asbjern í klippirúminum. Hetta bert fyri at vísa á, at hóast so lítið innslag, so er stórt arbeiði, og tá tað sum kunaugt bert eru tríggir persónar til at taka, so hava allir verið í sving! Í sendingini »Uppruni menniskjans<, sum var 3 partur í rødini av sjey, vóru rannsóknarfólk í Afriku, har teir kannaðu bústaðarpláss, sum hevði verið har fyri 1 1/2 mill. árum síðan. Endamálið við sendireðini er at prógva Dar wins læru sum sigur, at menniskjuni stava frá apunum Eg havi ikki sæð fyrru sendingarnar og var ti spent at vita hvat hetta snúi seg um, sum so nógv fólk tosa um. Eftir bert at hava sæð eina sending er torfort at gera sær nakra meting um innihaldið, men tað tóktist ikki serliga spennandi sum vísundatilfar, sum skuldi prógva nakað ávíst. Hon myndaði seg meira sum ein av teimum mongu náttúrusending- unum ella ferðafrásegnum, sum hava verið sendar í stórum tali áður. Tó hefti ein seg við, at menniskjuni fyri millióna árum síðan hava havt arbeiðsfelagsskap, hava býtt sundur arbeiði og at kvinnur og menn hava verið javnsteðis hver eðrum í samfelagnum. Eftir hesum, so skuldi tað verið prógvað, at tað ikki er lagt í kallkynið, at tað er sett yvir kvennkynið, so sum Paulus í Bíbliuni vil vera við. Amerikanski filmurin um arbeiðsuppreistur í USA í 1979, har fimm kommunistar vóru dripnir, tá teir vildu berjast fyri at fáa betri kor hja tekstilarbeiðarum á verksmiðju var spennandi, men eisini erkymlandi. Filmurin skuldi prógva at Ku-Klux-Klan felags- skapur og ein nazistabólkur vóru atvoldin til at fimm fólk vóru skotin, og at løgreglan hevði hildið hondina yvir drápsmonnunum. Tað er greitt, at hendingin er tikin úr veruliga lívinum, men sum altíð, tá tað er amerikanskt sjónvarp, er tað torfert at fáa greiði á, um mynd- irnar stavaðu frá veruligu hendingini ella at upptekurnar vóru gjerdar eftir at hetta fór fram. Tá ivamál er, so erkymlar tað heildina, tí tú veitst ikki hvat er satt ella fiktión. Tað sýnist alt meira og meira sum sjónvarpið er eitt samfelag í sam- felagnum í USA, og at sannleikin verður um- skaptur til fiktión, — fyri at sýnast enn meira náttúrligur og sannur! Ein njósnari hjá FBI var boðsendur at siga frá, hvussu hann var komin í hóslag við KU-KLUX- KLAN felagsskap, eftir boðum frá hægri stað. Tá skotbardagin tók seg upp uttanfyri verk- smiðjuna, var legreglan júst farin i dogurðafrí, so eingin prógv vóru fyri, hver hevði ábyrgdina av, at fimm fólk vóru skotin til deyðis. Eftir tí FBI njósnarin segði, so var legreglan við í drápsat- sóknini, og ivaleyst var tað tað, filmurin skuldi prógva, tí teir ákærdu innan KU-Klux-Klan og Nazistabólkin vóru fríkendir. Dagny Joensen Síða 15 sjónvarp Fríggjadagin 4. maí 17.30 Crash 20.00 Samreða við Eyðun Johannesen 20.25 Barrin hjá Sam ' 20.50 Vísind og menniskja 21.50 Brotsmannaliðið 11 (12) 22.35 Showtime . Tina Turner 23.35 Lidugt Friggjadagin kl. 17,30 Crash Tá vit seinast s6u Birger, var hann inni- læstur i rúmdarskipinum saman við Iris og Barry Slisk í svarta holinum. — Ikki bert hesin trupulleiki er tilstaðar, men eisini, at bólturin superevni hevði sett seg fastan i grabban á rúmdarfarinum, og tað hevur við sær, at smásteinar í túsundtali súgva seg fastan til rúmdarfarið. Hendur ikki nakað óvanligt, so verður rúmdarskipið knúst steinaregninum. So er bert at bíða eftir, hvat hendur fyri at tey neyðsteddu enn einaferð verða bjargað Fríggjadagin kl. 20 Gestur til frumsýning Tá sjónleikurin >Dukkuheim< var frum- sýndur í Norðurlandahúsinum herfyri, hitti Jógvan Asbjern Skaale ein serligan gest, sum var komin hendavegin at verða hjá- staddur, henda dagin. Tað er Eyðun Johannesen, rektor við sjón- leiklistaskúlan í Århus, sum er føroyingur og sum hevur arbeitt í Feroyum í mong ár, áðrenn hann fór av landinum. Eyðun sigur í sendingini sína hugsan um meguleikarnar hjá feroysku sjónleikarunum, eins og hann greiðir frá arbeiði sínum í Árhus. Fríggjadagin kl. 20,50 , . . + Visind og menniskja Sendingin er um fyra visindamenn, sum fingu Nobel heidurslønina i 1983 fyri arbeidi teirra innan náttúrufreði. Tey eru: Barbara Mc. Clintock, Subrahmanyan Shandrasekh- ar, William A. Fowler og Henry Taube. Millum teirra er 81 ára gamla Barbara Mc. Clintock, sum fekk heiðurslenina fyri gransking innan læknavísundi. Hon hevur víst á, at arvaeginleikin hjá menniskjum ikki altíð eru so steðug, sum hildið hevur verið higartil. Sendingin er gjerd í Sveríki.