hósdagur 3. mai 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vit eiga
eisini at
Leiklis taskeið:
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
royna okkum
Í døgunum 17.-20. mai,
skipar MáF fyri leiklista-
skeiði í húsunum hjá Fer-
oya Arbeiðarafelag í
Havn.
Gulla Øregaard, for-
maður í MáF sigur við
Sosialin, at hetta er ein
roynd at stuðla føroyskum
leiklistafólkum í royndini
at seta upp sjónleikir
kring landið.
Tað er Ásdis Skúladótt-
ur, leikstjóri úr Íslandi,
sum kemur hendaveg at
undirvísa. Hon hevur áður
verið í Feroyum og sett
leikir upp í Havn og
Klaksvík.
Úr innihaldinum á
skeiðnum frætta vit, at
Ásdis Skúladóttir vil
leggja dent á at gjøgnum-
ganga eitt leikrit frá
byrjan í venjingunum til
leikurin er liðugt upp-
settur á palli.
Serliga verður eisini
tekstin viðgjerd og
sundurgreina, eins og leik-
stjórin í hesum viðfangi
fer at greiða frá sínum
egna arbeiðshátti í leik-
uppsetning.
Umleið 15 fólk kunnu
luttaka á leikstjóraskeiðn-
um, sum verður í Feroya
Arbeiðsmannafelagshús-
unum, har tey ið fara á
skeið, eisini kunnu búgva
samstundis.
Enn eru nekur pláss
eftir, sigur Gulla Øre-
gaard, men leggur dent á,
at áhugaði skulu venda
sær til MáF b einanvegin,
um tey hava áhuga fyri at
luttaka, tí áhugaði skulu
hava sent ymiskt tilfar,
sum tey skulu hava sett
seg inn í, áðrenn skeiðið
byrjar.
Dag.
Tr
Framhald av sidu 2
forðanin ikki var so av-
gerandi fyri arbeiðið.
Samanumtikið kann
sigast, at nógvir spurn-
ingar komu fram, tó at
einki ávíst spurdist burt-
urúr. Tað er altíð áhuga-
vert at vera áhoyrari til
slíkan panelborðsfund, tí
uttanfyristandandi fáa
eina hóming av, hvat fjalir
seg aftan fyri evnið.
Við pallborðsfundinum
um so viðkvæmt evni sum
sinnisbrekaðu okkara, var
tað ivaleyst eisini meira
enn nóg mikið, at hesir
spurningar vóru tiknir
fram og viðgjerdir alment.
So legið tað enn er, so
vita vit ov lítið um hesar
sjúklingar, tó at øl í
hesum samfelag eiga av-
varandi ella kenningar,
sum hava ella fáa sinnis-
brek. Ti er tað mest
áhugaverda við fundinum,
at ein sjúklingur gav seg
til kennis, og sum tann
mest skilagóði í panel-
inum, greiddi frá síni
stødu. Harnæst at av-
varandi eisini var í panel-
inum, sum hevði dirvi at
havast at psykiatrisku
deild og greiða frá, hvussu
hetta brekið ávirkar heim-
ið.
Eitt er ið hvussu so er
vist, — hereftir verður
ikki neyðugt at vera so
bangin fyri at spyrja til
heilsuna hjá einum, ið
hevur havt sinnisbrek.
Tey eru sum einhver
annar sjúklingur. Hevur
fingið heilsubót og kann
í flestu forum virka, eins
og hevur hann havt bein-
brot ella aðra sjúku. Tað
var virðismest við hesum
panelfundi.
Dag.
»
Lysingar:
Lysingarmadur okkara er rådgevari hjå fyritøkum og
einstaklingum i lysingaspurningum
gjørt uttan meirkostnad fyri lysaran.
Hetta verður
Skálvíkingar ynskja at útbyggja havnaviðurskiftini fyri einar 20 mill. kr.
Úr Vágoynni í Sandoynna
Breiðanes seldur,
til Skålavikar
fyri 3,7 mill. kr.
Skálvíkingar hava keypt
enn eitt fiskifar. Tað er
100-tonsarin, Breiðanes í
Sandavági, sum kom á
Skálavík seinasta leygar-
dag.
Tað er felagið Fanna-
fallsbogi í Skálavík við
Hans Martin, Jóhannes
og Rósing Lydersen og
Sunnleiv Djurhuus úr
Skálavík og Erik Jensen á
Sandi, sum hevur keypt
Breiðanes. Keypspening-
urin er 3,7 mill. kr.
Partsreiðaríið á Dunga í
Sandavági átti bátin.
Breiðanes er bygdur í
Marsdal í 1971 og er
nakað umbygdur síðani.
Ein av nýggju eigar-
unum, Hans Martin Lyd-
ersen, sigur í samreðu við
Tíðindablaðið Sosialin, at
tað verður laksaloyvið,
sum kemur at fáa rokn-
skapin at ganga upp.
— Hevdu vit ikki fingið
laksaloyvi við í hesum
keypinum, so hevdu vit
ikki keypt bátin, sigur
hann.
Hann vísir á, at slíkur
dýrur bátur hevur ongan
møguleika at klára seg við
trolinum einans. Teir ætla
tí at fiska tey 25—30
tonsini av laksi, sum
Breiðanes hevur loyvi at
fiska. Restina av árinum
fara teir at trola eftir toski
og hýsu.
Í letuni liggur Breiða-
nes á Sandi, har teir rigga
gálga til aftan. Hann skal
ikki frá síðuni,
frammanundan
Hans Martin Lydersen
vónar, at teir kunnu fiska
250—300 tons í troltíðini,
sum
sum teir ætla at avreiða til
flakavirkini í oynni
ann vísir tó á, at
havnaviðurskiftini í Skål-
avík eru ikki nóg góð. —
Eg vóni, at landsstýrið fer
at játta tær umleið 20
mill. kr. á nýggju havna-
ætlanini, sum Skálavíkar
kommuna hevur sekt um,
sigur Hans Martin.
Sum stødan er í dag, so
kunnu skip bert liggja við
bryggju í góðum veðri. Í
vána veðri mugu tey aðra-
staðni at liggja. Ti ynskja
skálvíkingar eitt grótkast
tvertur um uppá 170
metrar umframt aðra
havnaútbygging. jan
nú trola frá hekkuni, og Tað er bert pláss fyri smærri førum í båtahavnini
Fyrrverandi reiðarin:
Vit arbeiða við
gðrum ætlanum
Vit hava spurt fyrrver-
andi reiðaran á Breiðanesi,
Gardar Joensen, hví teir
hava selt bátin til Skála-
víkar, nú laksaloyvini eru
rættiliga avmarkað.
Hann sigur, at teir
flestu, sum áttu í bátinum
eru farnir í aðra vinnu og
tí hildu teir tað vera fræg-
ast at selja bátin, nú teir
fingu eitt gott boð uppá
3,7 mill. kr.
Gardar Joensen sigur,
at teir fingu endarnar at
rekka saman fíggjarliga
við kombineraðari trol- og
laksaveiðu. Men tað var so
heldur ikki meir.
Annars arbeiða teir í
løtuni við øårum ætlanum.
Hann vil tó ikki upplýsa
nú, hvat teir hava í kvitt-
anum.