leygardagur 5. mai 1984síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bíligari og skjótart:
Úr Keflavík í
staðin fyri
| mm
Em,
| „ ge %
|
|
Kastrup
— Íslendingar við tilboði til foroyingar at
ferðast til USA
Hví fara yvir um ánna eft-
ir vatni?
Hetta gamla orðatakið
hevur Icelandair hug at
umskriva eitt sindur: hvi
flúgva í ein eystan, tá tú
skalt í ein vestan? Tað vil
siga, hví fara til Dan-
markar fyrst fyri at sleppa
til USA?
Íslendingar flúgva
hvenn einasta dag úr
Keflavík til New York og
Chicago, tríggjar ferðir
um vikuna til Baltimore
Washington og eina ferð
um vikuna til Detroit.
Altso 18 ferðir um vik-
una flúgva Flugleiðir mill-
um Ísland og USA. Fel-
agið brúkar flogfer av
slagnum DC8-63, sum
taka 249 ferðafólk.
Flúgvitíðin til New
York til dømis er góðar
fimm tímar. Tveir tímar
styttri enn millum Keyp-
mannahavn og tann
spennandi amerikanska
stórbýin.
Ókeypis nátt í
Reykjavík
Og nú ætla íslendingar at
fáa feroyingar at ferðast
til USA — um Ísland.
Leiðarin á seluskriv-
stovuni hjá Icelandair i
Keypmannahavn, Vilhjál-
mur Guðmundsson, er í
Feroyum og á tíðinda-
fundi hósdagin greiddi
hann frá hesum nýggja
tilboði.
Flogfarið til New York
og Chicago fer úr Keflavík
kl. 16.45. Og tað er ó-
heppið fyri føroyingar, i
Feroyaflúgvarin lendir í
Reykjavík kl. 17.00
Men so sleppa tey, sum
skul. til USA, at gista ó-
keypis hetta samdøgrid,
tey noyðast at bíða.
Tey búgva antin á Hot-
el Esju ella Hotel Loft-
leiðum, sum eru millum
bestu hotellini í Reykja-
vík. Hava tey hug at
steðga tvey samdøgur, fáa
tey tað seinna fyri serligan
lágan prís.
Og prísurin at sleppa til
Íslands og aftur til Feroya
er eisini serligur og lágur:
1920 kr.
Heim aftur eru ferða-
ætlaninar lagaligari. Tú
lendir í Keflavík kl. 7.00
og heldur fram úr Reykja-
vík til Vágar kl. 11.00.
Bíligari
Vilhjálmur Guðmundsson
sigur, at hann hevur rokn-
að út, at tað slepst til New
York um Ísland fyri næst-
an 2.000 kr. minni enn um
farið verður um Keyp-
mannahavn.
Bíligasta ferðin Vágar
- New York — Vágar við
einari nátt í Reykjavík
kostar bert 7.150 kr.,
sigur hann. Vanligur ferð-
asedil, tað vil siga uttan
nakran avsláttur, kostar
11.400 kr. Ella 4.640 kr.
minni enn, um farið verð-
ur um Keypmannahavn.
So, sigur Vilhjálmur
Guðmundsson, tað eru
bæði pengar og flúgvitið
at spara.
Hann sigur, at Ice-
landair sjálvandi eisini vil
hava feroyingar til Ís-
lands at ferðast og vónar,
í framtíðini bara at brúka
Fokker Friendship flogfør
á Feroyarutuni, tað vil
siga eisini um veturin.
Royndir
Vilhjálmur Guðmundsson
Hvenn dag er samband millum Ísland og Chicago (myndin). Í Chicago er, sum alla
staðni í USA, ótrúliga nógv áhugavert at síggja. Har er eitt nú hægsta hús í heim-
inum, Sears Tower, 443 metrar hegt (mynd: hd)
bleiv spurdur á tíðinda-
fundinum hósdagin, um
eisini roynt verður at fáa
amerikanarar at ferðast
hendanvegin.
Hann svaraði játtandi.
- Vit fara at royna at
lýsa við Føroyum sum eitt
stað, vert er at vitja
Trupulleikin við Feroyum
hevur verið trotið á hotell-
plássi, men hetta er ikki
longur.
Íslendingar hava
drúgvar royndir í flog-
ferðsluni til USA. Í fjer
fluttu islendsk flogfer
225.000 ferðafólk yvir um
Atlantshavið.
— Vit vænta 20— 30 %
eking í ár, sigur Vil-
hjálmur Guðmundsson.
Umboðið hjá Icelandair í
Feroyum er Flogfelag
Feroya, sum eisini gevur
leiðbeiningar viðvíkjandi
innfararloyvi (visum) til
USA.
hd
Deyðans tunnil
Ferðsluvanlukkur inni í tí
myrka Eysturoyarberg-
holinum hava nú kravt
tvey mannalív
Og nógv
eru lestað,
summi rættiliga illa.
Um eitt-tiðina hósdagin
doyði tann 70 ára gamli
Niels Joensen, ættaður av
Selatrað men búsitandi í
Fleggini vóru ikki í hálvari stong, tá seinasta skotið varð hátíðarhildið.
Norðragetu,. tå hann á
prutli stoytti saman við
ein persónbil
Vanlukkan hendi í eyst-
berg-
aru helvtini í
må
Tvey fólk hava latið liv og onnur eru illa lestað inni í ti 2.500 metra langa berghol-
holinum.
Niels Joensen var á veg
vestureftir, tá hann
stoyttu saman við bilin,
sum kom vestaneftir.
Politiið í Runavík visti í
gjár ikki rættiliga nógv at
siga um hendingina.
Tey bæði fólkini, maður
og kona í bilinum vóru so
skelkað eftir vanlukkuna,
at ikki hevði borið til at
avhoyrt tey.
Bæði blivu flutt á
Landssjúkrahúsið til
kanningar. Maðurin, sum
koyrdi bilin, fekk nakrar
pentur í andlitið.
Samanstoyturin hevur
verið harður, tí bilurin er
rættiliga illa farin.
Niels Joensen, sum var
giftur, men barnleysur,
var vanur at koyra á prutli
í bergholinum.
Vakthavandi á politi-
steðini í Runavík ivast
ikki í, at var ljós inni í
bergholinum, hendu íkki
so nógv óhapp.
hd
Vatnorkan
hjá SEV
á pallborðsfund
Mánakveldið skipar
Samband feroyska
Studenta fyri einum
almennum pallborðs-
fundi um ætlanirnar
hjá SEV at útbyggja
el-framleiðsluna við
vatnorkuverki i
Eysturoy.
Fimm mans sita i
pallborðinum. Kanska
tann sætti verður við.
Teir, sum higartil
hava játtað, eru Eilif
Samuelsen, lands-
stýrismaður í orku-
málum, Tormóður
Dahl, ídnaðarráðgevi,
Óli Breckmann, leg-
tingsmaður, Klæmint
Weihe, stjóri í SEV,
og Jógvan í Leðuni,
fjarritari.
Pallborðsfundurin
verður í Norðurlanda-
húsinum kl. hålvgum
atta.
Hetta er annar pall-
borðsfundurin, ið
Collegium Academi-
cum Faroense, sum
hesin felagsskapurin
so flott kallast á
latíni, skipar fyri.
Fyri stuttum skipaði
felagið fyri fundi um
ferjulegu-ætlanina i
Kirkjubø.
Felagið hevur ikki
verið serliga virkið
áður, men hevur nú í
umbúnað at skipa
fyri slíkum fundum
ella tiltøkum, ið hava
almennan áhuga.
Sjónvarpsgjaldið
verður 600 kr.
Sjónvarpsgjaldið, sum
hevur verið nógv
umrett í langa tíð, er
nú ásett. Sjónvarps-
hyggjararnir skulu út
við 600 kr.
Landsstýrið sam-
tykti á fundi fríggja-
morgunin at seta gjald-
ið til 600 kr. upplýsir
Torbjern Poulsen,
landsstýrismaður.
Landsstýrið ásetur
gjaldið eftir tilmæli frá
fíggjarnevndini. Hon
hevði kortini ikki
nakað samlað tilmæl-
ini. Tey lógu úr 4-500
kr. upp í 700 kr
Upprunaliga ynskið
hjá Sjónvarpi Feroya
var 715 kr. Hetta varð
gjert sambært fíggjar-
ætlanini fyri sjón-
varpið
Tað eydnaðist ikki at
fáa eina viðmerking frá
sjónvarpsstjóranum til
hæddina á
gjaldinum
sjónvarps