Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ng tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller tíðindablaðið Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Lóg og rættur eru tveitt á bláman SKATTASKIPANIN hevur nú virkað í ein mánaða. Hósdagin hevði útvarpið samrødu við umboð fyri gjaldstovuna, líkn- inc urådid, peningastovnarnar og datafelagið, sum koyrir samtíðar- skattaskipanina. Øll umbodini vóru sera væl nøgd við skipanina hendan fyrsta mánaðan. MEN ÚTI MILLUM fólk er stødan ødrvisi. Vit hava frætt frá fólki, sum eru sera væl nøgd í løtuni, ti tey hava fingið munandi minni skatt enn tey áttu at fingið. Men vit hava eisini frætt frá fólki, ið eru sera ónggd við tað at tey eru aftur- hildin fyri nógv stórri upphæddir, enn tey veruliga eiga at rinda. TIL DOMIS HAVA vit frætt frá fólkapensionisti, sum í seinasta skattaåri rindadi 279 kr. um mán- aðan í 10 mánaðar, men sum nú verður afturhildin fyri 380 kr. um mánaðan. Og nú er talan um 12 mánaðar og ikki 10. Um hetta er rætt, so er skatturin hjá viðkom- andi fólkapensionisti, eftir einum ári, hækkaður úr 2.700 kr. uppí 4.560 kr. Hetta samsvarar illa við reypið í Dagblaðnum um ein skattalætta uppá 100 mió. kr., sum serstakliga skuldi koma teimum lægst lentu, og ikki minst fólka- pensionistum, til góðar. VIT HAVA EISINI frætt frå egnara, sum onga inntøku hevði framman undan, men hevði egnt ein stamp í seinnu helvt av apríl fyri 50 kr. Hesin fekk helmingin útgoldnan og t.v.s. at afturhaldsskipanin tók 50 pst. av eini inntøku uppá 50 kr. Eftir okkara meting skuldi hesin oddagrein ongan skatt fingið. Vit hava somu- leiðis frætt frá løntakara, sum í løtuni fær sjúkradagpening, har afturhaldsskipanin tók helmingin, hóast viðkomandi ikki hevði skattaeftirstødu. Eisini hava vit frætt frá fólki við stórum inntøk- um, har afturhaldsskipanin hevur tikið nógv meira enn 50 pst., uttan at talan var um eftirstødu. HINVEGIN HAVA vit eisini frætt um tad øvugta. T.d. vita vit um eina årsløn uppå umleid 170.000 kr., har afturhaldsskipanin bert hevur tikið 35 pst., og um eina årsløn uppá 220.000 kr., har aftur- haldsskipanin bert tók 33 pst. Sammett við fólkapensionistin, egnarin og sjúkradagpeningin er hetta heilt við síðuna av. Um aftur- haldsskipanin hendan mánaðin hevur virkað eftir ætlan, so mugu vit ásanna, at ætlanin ikki hevur verið at halda galdandi skattalóg. TÁ ÚTVARPIÐ NÚ hevur givið skattgjaldarunum høvi til at hoyra, hvussu væl nøgdir teir eru sum umsita nýggju skattaskipanina, so átti útvarpið eisini at givið teimum, sum umsita skatta- skipanina, høvi til at hoyra hvat skattgjaldarin sigur um hendan fyrsta mánaðan. Hví ikki fara út á gøtuna og út á arbeiðsplássini við mikrofonini? OKKARA METING er at annadhvørt virkar skipanin ikki, ella eru lóg og rættur tveitt á bláman, soleiðis at fólk heilt tilvildarliga verða sett í skatt uttan mun til hvussu stór ella lítil inntøkan er. Fantasifostrið á Sundi A samkomuni til at av- dúka vidgitna ídnaðar- projektið á Sundi, legði stjórin, Hans Mortensen, fram ein snotiligan bók- ling, prentaðan við fleiri littum i København. — Hann skal koma i hvørt hås i Sudurstreymi til at mykja fólksins undran um uppskotið. — Spurdur um, hvi hann fór uttanlands at prenta, svaraði H. M. at tað var tí, at ongin prentsmiðja í landinum kundi gera hetta hann bangin fyri, at hetta mikla loyndarmál fór at leka út, um tað kom mill- um føroyskar prentarar. Av tí at eg sjálvur (aðrir kunna svara fyri seg) havi prentsmiðju — EINARS OFFSETT — sum hevur gjørt og frameftir kann gera fult so snotiligar prentlutir (eisini loynil- igar) sum handa, fari eg at mótmæla, at slíkt skað- iligt, fremmant tiltak fær fótin fastan her við almennari hjálp, sum ætl- að er, til at forkoma fer- oyskum ídnað og okkara samfelag sum heild. — At »idnadarmiddepilin« ikki ætlar føroyskum fyri- tøkum nakað gott, sæst best av tí skoðsmáli fyri ódugnaskap, ið hann gev- ur okkara núverandi idn- að, sum eftir landsins tervi, við strev og stríð, hevur skapt okkum livi- líkindi millum tey fremstu í verðini. — Einar Joensen prentari Er kassin tómur harra løgmaður Við tí politikki, sum verandi samgonga ferir, skal tað ikki undra nakr- an, at nógvir pengar eru brúktir fyri at gera tað populert kallaða borgar- liga alternativið populert, fyri at geva tí nýggj klæð- i, men eg rokni við, at teir koma at uppliva ævintýr H. C. Andersen's, teir standa naknir, eingin vek- ur sjón, men tíverri ein nakin veruleiki. Er botnurin sjónligur! Ein má hava loyvi at seta henda spurning fram, tí tað er komið mær fyri oyra, frá heilt álítandi keldum, at arbeiðsfólkið hjá Landsverkfreðingin- um í Øravik, ikki hava fingið len í ein mánað, og tá teir spyrja á út- gjaldingarskrivstovuni hjá Fylking, fáa teir at vita, at her eru eingir pengar komnir. Er tað veruliga so, og er hetta galdandi fyri alt landið. Um so er, var tað logið, at hetta ikki bleiv umrett 1. mai. Ella er tað so her, sum so mangan hevur víst seg, at vit mugu sanna orð Torbjørn Poulsen's, figgj- armålarådharra, har hann i grein i floksbladi sinum, Tingakrossi fyri 27/8 1982, sigur: »Av sitandi samgongu skuldi ein væntad, at tad bleiv førdur borgarligur politikkur, men ongantíð eru so stórar sosialis- eringar farnar fram, alt ber til, tað er bara at fara í landskassan. TAÐ SKULDI LÍKA VERIÐ TVØROYRI, tá ber ikki til.« Er tað veruliga so at hesin persónligi og oyð- andi politikkur, sum sam- bært Torbjørn Poulsen verður rikin år Tinganesi, nú eisini er farin at raka ARBEIDARAFJØLD- INA! At tað, sum hesin mað- ur ferir fram, er sannleiki, er tað væl eingin, sum ivast í, tí hetta er sjálvur fíggjarmálaráðharrin. Og nú rakar hetta ar- arbeiðsfólkið hjá Lands- verkfrødinginum í Øravik. At vit onnur hava sannað hetta er eingin loyna, og sannast má, at Torbjern Poulsen ikki hevur roynt at beta um, ongantíð hevur hann brúkt vald sítt við grein 13. Hvat er orsøkin til, at arbeiðsfólkið ikki fær sína løn, harra legmaður! Tað, sum undrar meg stórliga er, at hetta ikki frá fak- Nr. 53 — 5. maí 1984 politisk viðmerk- ing feløgunum hevur fingið avleiðingar. Er tað so, at tey eisini merkja tað sum figgjarmålarådharrin sig- ur frå, og so velja at tiga. Sjålvur havi eg fingið bræv sendandi fra lands- stýrinum, har klaga varð um arbeiðslenir hjá Tver- oyrar býráð. Eg fekk á- vísa tíð at svara. Svarið er sent landsstýrinum. Torbjern Poulsen hevur rætt, tá hann sigur og váttar, at Tveroyri er fyri vanbýti av verandi sam- gongu. Torbjørn Poulsen hevur mær kunnugt ikki bøtt um hetta. Men Torbjørn Poulsen hevur ikki rætt, tå hann sigur, at tað verður førdur sosialistiskur politikkur. Tað, sum fer fram í Tinganesi, er i borgarligur har tað almenna skal gjalda, men privatkapital- istarnir skulu valda. Á hesum eki skuldi fíggjarmálaráðharrin gjørt eftir ráðum frá løg- manni, sett seg á lokið. So hevdu kanska pengar ver- ið at goldið arbeiðslenir fyri. Sverre Midjord So væl virkar nýggja skattaskipanin Gitingarnar og profeti- irnar um, hvussu nýggja skattauppkrevjingarskip- anin fór at roynast, vóru mangar. Teir, ið heiðurin eiga av hesum nýmótans skatta- liga anarkiið, hava stødugt hildið fast vid, at kom samtíðarskatturin onkunsvegna, so varð slottið vunnið. Aðrir meira hygnir, har- ímillum javnaðarmenn, hevdu vælgrundaðan iva um tann umsitingarliga hurlivasa, ið standast mátti av so illa fyrireik- aðum samfelagstiltaki — lóg. ið viðvíkur hverjum mannsbarni í landinum. Skipanin skuldi íkki bara verið betri og rætt- vísari, men skuldi henda sjálvsagt verið roynd ávíst tíðarskeið = við ávísum tali av »royndar- skattgjaldarum«, umboð- andi ymsu inntekuslegini/ -stættirnar = í > samfel- agnum. Einans soleiðis kundi verið byrgt fyri almenna fyrisitingarliga ágang- inum mótvegis lóglýdnum borgarum. Hesum ágangi, ið stavar frá sjálvsupp- gjørdari betrivitan teirra borgarligu, sum eins lítið og nakar annar kundu ætlast at meta rætt um umsitingarligu og menn- iskjansligu úrslitini av skattaligu Kolumbus-eggi teirra. Fullvís í so stórum máli sum hesum eru tey fækstu, men vilja til eina betri loysn áttu vit ell at havt, men so eiðasert at fadrarnir at hesi lóg so mikið sum viðganga, at eitthvert kundi verið ervísi og betri. Metingarnar um umsit- ingarduguleikarnar av hesi lóg vóru ymsar, men óneyðugt skuldi verið at sagt, hverjar lógu sann- leikanum nærri. Almennu lenirnar, ið vanliga falla til gjaldingar 25. í hverjum mánaða eru ikki avgreiddar enn. Fólka- og avlamispensi- ónirnar, ið falla til gjald- ingar um sama mundið, eru heldur ikki avgreiddar til postverkið. Sjálvsagt er, at hetta ber í sær, at pensiónstakarar kanska „ikki hava eitt klovid oyra at liva av t.d. eina heila viku. Líka galið — um íkki verri, er, at persiónsveit- ingar til fólk, ið lítlan og ongan skatt í veruleik- anum hava, verða trektar við 50 prosentum. Annað glæsiligt demi um hesa borgarligu >rætt- visisskipan« er lumma- peningurin, ið fólk á uppi- halds- og ansingardeildum fáa. Hesi verða eirindar- leyst legd undir harðasta meguliga skattatrýst og fáa nú bert útgoldnar 200 av teimum vanligu 400 krónunum. Sigið so ikki, at tað ikki verður gingið nær, aðra- staðni enn har nakað erat heinta. Men kanska er hetta bragd eisini liður í gjaldførisbetrandi tiltek- unum B-skattgjald- arunum til frama — hesum, sum næstan eftir »forgodtbefindende« fram- vegis kunnu gjalda megu- ligan skatt afturút. Rán.