Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nn ——.— ERE UK ——". A Landsstýrið fremur vanbýti millum skip og manning við stuðulslóggávuni Hetta kunnu vit undir ongum umsteðum góðtaka. Í línuveiðuni er tað so, at er tervur á stuðul til skipini, so er tervurin ikki minni til teir, sum eru við. Manningin luttekur her í rakstrarútreiðslum, og tí kann ikki undir nøkrum umsteðum vera grundarlag fyri vanbýti millum fólk og skip í hesum veiðihætti, sigur Føroya Fiskimannafelag m.a. í skrivi til løgtingid um stuðulslógirnar Í samband við studning til fiskivinnuna hevur Feroya Fiskimannafel- ag sent Feroya Leg- tingi skriv, har tað set- ur fram ymsar viðmerk- ingar til tey ymsu tilmælini hjá landsstýr- inum. Skrivið er soljóðandi: Felagsstjórnin í Feroya Fiskimannafelag = hevur viðgjert legtingsmálini nr. 133 og 134 um studning til fiskivinnuna og hava vit fylgjandi viðmerk- ingar til tey ymsu tilmæl- ini hjá landsstýrinum: Tíðaravmarkaður eyka- stuðul Samb. hetta uppskot skal í tíðarskeiðnum veitast prísviðbót og rakstrar- studningur, sum svarar til eina príshækking uppá 50 oy/kg, og svarar hetta nekurlunda til príslækk- ingina 1. januar í ár. Hesi 50 oy/kg verða so býtt millum skip og mann- ing samb. sáttmálan millum Feroya Reiðarafel- ag og Feroya Fiskimanna- felag. Hetta er eisini gjert á ein rættan hátt hvat trolveiðuni viðvíkir. Manningin eigur her 27% og verður hetta av 50 oy eisini 13,5 oy/kg. Men vit vilja gera vart vid, at hetta er ikki rætt, tå talan er um linuskip. Her luttekur manningin i ávísum felagsútreiðslum og fær av restini 45%. Av eini príslækking uppá 50 oy/kg missir manningin tey 45% ella 22,5 oy/kg og reiðaríið missir tilsvarandi minni. Tað skilst at gjert verður á hendan hátt í staðin fyri at hækka prísin beinleiðis gjegnum 'rá- fiskagrunnin. Tískil er eisi ini neyðugt í sterri mun at taka hædd fyri teir sátt- málar, sum veruliga eru galdandi í vinnuni. Men vit rokna við, at hetta verður rættað í teirri inum. Feskfiskastudningurin annars Fyri hevuðsbólkarnar av festfiskaskipum vilja vit gera vart við fylgjandi: Viðvíkjandi ísfiskatrol- arum. Skotið verður upp at hækka rakstrarstudn- ingin til trolarar við 60 oy/kg fyri ávís »bilig« fiskasløg, men einki er ætlað fiskimonnum. Hesum vilja vit harðliga mótmæla. Verður mett eftir veiðusamansetingini seinasta ár, kemur henda eking í rakstrarstudn- inginum at geva støkum smærri trolarum 26 oy/kg, partrolarum 31 oy/kg og stórum trolarum 48 oy/kg. Og merkir hetta aftur eina óbeinleiðis príshækking hjá reiðarum uppá ávísa- vist 42, 50 og 75 oy/kg. sum manningin ikki er ætlað at fáa nakað burtur- av. Vit meta, at tað als ikki er nakað grundarlag fyri einum slíkum misnýti. Vit vita, at bæði skip og fólk hevdu eitt gott ár í fjør, og roknast kundi við somu veiðu og somu innteku sum í 1983 hevði vallað verið neyðugt við nekrum tiltøkum. Men stødan i år er sum kunnugt munandi broytt. Lutvist er fiskaprisurin fallin munandi, og vit vita eisini at veidan i år hevur veriå munandi minni enn somu tid i fjør. Grundgevingin fyri upp- skotinum hjå landsstyr- inum er at inntøkurnar »frammanundan eru á einum hampuligum steði<. Nú vita vit íkki hvat landsstýrið roknar fyri at vera eitt hampuligt steði. Veruleikin er tann, at umborð á hesum trolarum verður arbeitt so nógv, at tímalenin uttan iva er minni enn minsta- tímalenin á landi. Arbeiðsdagurin er í miðal yvir 12 tímar, og um vit bert rokna út hvat 12 tímar um dagin í miðal hevði givið á landi við yvirtíð og halgidagsviðbót v.m. skuldi hver dagur umborð givið umleið tvær daglenir fyri 8 tíma dag. Men her kunnu vit vísa til hjálegdu tel sum sýna, at inntekurnar við teimum smærru trolarunum hava verið umleið 30% lægri fyrsta ársfjórðing í ár í mun til tíðarskeið í fjør pr. dag umborð. Við teimum stóru trolarunum er mink- ingin ikki so stór, men her vóru inntekurnar frammanundan eisini munandi lægri. Tað skal eisini verða skoytt uppí, at fyrsti parturin av árinum vanliga er nógv tann besti, og miðaltalið fyri árið eftir vanligu gongdini verður munandi lægri. Tað er einki at ivast í, at ein slík minniinnteka eisini merkist hjá fiski- monnum. Úrslitið verður tað, at trupult verður at manna skipini við góðum fólki, og tá hava vit skjótt tapt meira fyri minni. Vit fara tískil at krevja, at fiskimenn fáa sín part av tí sum er ætlað hesi veiðu, og vilja enn eina- ferð undirstrika at vit halda ikki grundarlag vera fyri teirri broyting í lut- fallinum millum fiskimenn og skip, sum her er skotið upp. Annars fara vit eisini at gera eina viðmerking til $ 7 í uppskotinum, har veitt verður 40 oy/kg fyri ávís djupvatnsfiskasløg til trolarar omanfyri 1400 hk. Henda regla var uppruna- liga ætlad sum ein sam- syning til teir av teimum stóru ísfiskatrolarunum, sum ikki fingu íslands- loyvi. Nú er tað hent, at allir trolararnir hava mist íslandsloyvið, og tí koma teir av sær sjálvum at fáa hendan studningin. Tað eru tó tveir sum hava maskinorku undir 1400 HK, sum ikki koma at fáa hesa viðbót. Hetta má haldast at vera órímiligt, at tveir av trolarunum við íslandsloyvi nú skulu vera við skerdan lut, og fara vit at biðja um at hetta verður broytt. Annars duga vit ikki at síggja nakað hepi í at av- marka stuðul til ávís fiskasløg til eina ávísa maskinorku. Er áhugi fyri at fáa hesi fiskasløg veidd, má áhugin vera tann sami, hver maskinorka tað enn er sum veiðir. Eitt maskinorkutal kann kom at vera sera tilvildarligt, og fara vit at mæla til at henda treytin snegt sagt verður strikad. Ein slik broyting kemur so ikki at koppa nakrari fíggjar- ætlan. Viðvíkjandi línu- og snelluskipum. Her fara vit fyrst at gera vart við, at talan man vera um eitt mistak, tá $ 5 stk. g. í upp- skotinum bert nevnir »linuskip«. Tað eru eisini skip yvir 110 BRT, sum eru á snelluveiðu, men vit rokna við, at hetta verður rættað. Annars hava vit trupul- leikar við at skilja logikk- in aftanfyri landsstýris- uppskotið hvat línuveið- uni viðvíkir. Fyri fiski- menn verður skotið upp, at viðbótin á skipum omanfyri 110 BRT verður hækkað úr 50 oy/kg, tó 60 oy/kg fyri brosmu og longu, í 120 oy/kg. Hetta skal vera endurgjald fyri ta lækking í avreiðingar- prísinum, sum er farin fram. Hetta skal eisini verða endurgjald fyri ta lækking, sum roknast kann við, tá prísmunurin millum húk- og netveidd- an fisk, eftir hvat vit skilja, verður avtikin. Og hetta er eisini endur- gjald fyri avtekuna av teimum 40 oy/kg, sum eftir serligari reglu hevur verið veitt ávísum fiska- sløgum á sumri. Um- roknað til fiskaprís er hetta endurgjald ca. 145 oy/kg. Men endurgjaldið til skinini er munandi meira enn hetta. Skotið verður upp at hækka rakstrar- studningin yvirhevur til 170 oy/kg. Hetta merkir ein hækking uppá 134 oy/kg fyri tosk, hýsu og annars allan fisk, sum ikki er veiddur á feroysku landleiðini, og er hetta nógv tann stersti parturin av veiðuni, sum fær hesa hækking. Við galdandi sáttmála luttekur mann- ingin í ávísum felagsút- reiðslum, og tá allar hýrur er goldnar fær skipið 37% av avlopinum. Tí svarar henda hækking til eina umvegis hækking í prís- inum uppá 362 oy/kg. Fyri rut, sum verður veitt undir Feroyum, er hækkingin úr 73 oy/kg og er hon tiskil 97 oy/kg. Í hesum ferinum er talan um eina umvegis pris- hækking uppá 260 oy/kg. Ætlanin er eftir ellum at dema at veita skipunum eitt endurgjald, sum er meira enn dupult so stórt sum tað ið er ætlað mann- ingini. Hetta kunnu vit undir ongum umsteðum góðkenna. Í línuveiðuni er tað soleiðis, at er tervur á stuðul til skipini, so er tervurin ikki minni til teir, sum eru við. Hesum hava vit greitt frá ferð eftir ferð, so endurteka er óneyðug. Men manningin luttekur her í rakstrarút- reiðslum, og tí kann ikki undir nekrum umsteðum vera grundarlag fyri vanbýti millum fólk og skip á hesum veiðihætti. Eitt uppskot sum hetta verður mett sum ein mani- pulering av tí býti, sum feløgini frammanundan eru samd um. Og tað sama kann eisini sigast um upp- skotið viðvíkjandi garna- skipum og trolarum. Ein slík broyting í tí av- talaða býtinum millum feløgini kemur uttan iva at fáa avleiðingar fyri sáttmálan, sum annars er uppsagdur, og sum sam- ráðingar skulu vera um í næstum. Vit vilja undirstrika, at hetta sjálvsagt ikki skal fatast sum ein hóttan, men vit taka hendan spurning í rama álvara, og vit skilja á fiskimonnum, at teir hava júst somu uppfatan. Hetta verður eisini = undirstrikað av teirri sannroynd, at eftir ellum at dema verður minkað um studningin til ráfiskagrunnin og ekt um rakstrarstudningin. Hetta økir bert um tað skeiva býtið millum skip og fólk. Tað má tykjast marghátt- ligt at í eini tíð, har vit hava havt stórt prísfall á serliga upsa at minka um jåttanina til — råfiska- grunnin. Eitt úrslit av hesum er, at fiskimenn als ikki fáa marknaðarprís fyri tosk og hýsu, men mugu gjalda munandi inn í grunnin, sum so aftur verður goldid til upsa. Hetta meta vit at vera ein nóg so lættan máta at sleppa undan eini markn- aðarkreppu. Agnstudningur. Meðan tosað verður um ráfiska- grunn tykist tað eisini legið at minka um játtan- ina til agnstudning. Sein- asta ár vórðu játtað 9 mill. meðan nú verður bert skotið upp 8 mill. Tær 9 mill. seinasta ár komu ikki at rekka til, og tað serliga av teirri orsek, at framm- anundan varð agnstudn- ingur ikki goldin út fyrr enn agnið varð selt. Nú fær agnið studning beinanvegin tað kemur á goymslu. Tí kann hetta uppskot bert koma at dýrka um agnið, og tað var væl ikki ætlanin við hesi skipan. Um mun á avreiðingar- prísum og viðbótum á somu veiðu Sum vit skilja er ætlanin at sleppa undan ymsum avreiðingarprísum fyri ymsar veiðuhættir, og hetta er eisini ein skipan, sum nógv misnegd hevur verið um. Men vit duga nú ikki at síggja nakað sum helst skil í, at innfera bæði ymsan studning og ymsan prís fyri sama veiðihætt, soleiðis sum skotið verður upp her. Tað má avgjert vera tað rættasta at menn í somu veiðu so vítt gjerligt eru undir somu treytum, bæði hvat prísi og prísviðbót viðvíkir. Alt annað kann bert fera mis- skiljingar við sær. Saltfiskaviðbót Skotið verður upp, at hækka prísviðbótina til línuskip á saltfiskaveiðu við 75 oy/kg í 125 oy/kg. Hetta er ein hampiligur bati, men vit fara at heita á tingið um at skipa so- leiðis fyri, at henda hækkaða viðbótin eisini verður galdandi fyri sein- asta ár. Tá studningslóggávan Framhald á síðu 12