leygardagur 5. mai 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sundi gjalda eitt ávíst
gjald til Kjarnuna har, so
er vandi fyri, at sjálvt
idnaðarfelagið fer at detta
niðurfyri.
Ti idnaðarfólk fara ikki
at gjalda limagjald til
tveir stovnar, sum hava
somu uppgávu. — Ég
rokni við, at ídnaðar-
felagið tá verður heilt út-
spælt. Tá verður tað so
ein kjarna á Sundi sum
uttan reglugerð, ið skal
ráða yvir ídnaðarfólkum,
meðan idnadarfelagid sum
so er ein kooperation av
idnadarfolkum
Hvat viðvíkir eðrum
virkjum kring landið, sum
sambært faldaran skulu
hava meguleika at brúka
kjarnan, heldur Martin
Djurhuus, at tað er iva-
samt, hvussu tað fer at
rigga
— Tankin er góður,
men lat okkum síggja eina
reglugerð fyri kjarnan
fyrst.
Vit spurdu síðani skriv-
aran í Menningargrunnin-
um, hvat nevndin í grunn-
inum sigur um hetta stóra
projektið. Hann sigur:
— Nevndin er sera
ivingarsom um hesa ætl-
anina. Nevndin metir, at
projektið fer at føra við
sær miðsavnan av idn-
aðinum, og at tað eisini
verða trupulleikar á ar-
beiðsmarknaðinum. Ann-
ars var hon nær sagt
ovfarin af tí frálíka PR-ar-
beiði, sum Hans Morten-
sen hevur lagt fyri dagin í
hesum projekti.
Menningargrunn-
urin og ídnaðurin
— Eg trúgvi ikki Hans
Mortensen hevur hugsað
nógv um júst Menning-
argrunnin, tí hann kennir
helst ikki nógv til ar-
beiðsgongdina í grunnin-
um, og hví hann varð sett-
ur á stovn.
Menningargrunnurin
tekur oftani eina risiko, tá
hann lænir út pening.
Hetta verður gjert fyri at
skaffa arbeiðspláss, ið ikki
neyðturviliga skulu geva
stórt yvirskot.
Kanska Hans Morten-
sen heldur, at vit nýta ikki
nokk av pengum og orku
til gransking og forkann-
ing, aðrenn vit lata
pengar.
— Men tað hava vit so
gjørt í åvisum førum. Tað
eru tå ymsar orsøkir til, at
virki, sum vit stuðla, ikki
ganga, sum tey eiga. M.a
hevur tað stóran týdning,
hver stendur fyri leiðsluni
á einum virki. Har kann
Menningargrunnurin ikki
blanda seg uppí. Men tað
kann kjarnin á Sundi.
Hon kann siga: at dugir
tú ikki, so skal tú vekk.
„. Er tað ein vansi, at
tit í grunninum íkki
kunnu treyta tykkum, at
leiðslan er í lagi, áðrenn tit
lata pengar?
— Jú, men tað stendur
ikki í viðtekunum fyri
grunnin. Og kanska gevur
ein nevndini alt ov stórt
vald, um ein sigur, at hon
kann fáa heimild at siga,
at hasin og hasin skal ikki
leiða virkið. Menningar-
grunnurin hevur tó gjert
hetta í åvisum førum, tá
staðan á einum virki hev-
ur verið rættiliga álvars-
som.
Ásanna mistak
— Men Anja, Sally,
Hazy og Sjóklædnavirkið
og onnur við fingu hjálp
frá Menningargrunninum.
Tey kláraðu seg íkki ella
bert ana!
— Vit í Menningar-
grunninum hava ásannað,
at vit i Feroyum kunnu
ikki kappast við slíkar
verur sum cowboybuksur,
sum verða gjerdar í Dan-
mark og Noregi. Har er
effektiviteturin so nógv
sterri.
„. Men heyrði ikki nógv-
ur peningur verið spardur,
um Menningargrunnurin í
ávísan mun hevði onkrar
av uppgávunum hjá eini
Sundskjarnu, og høvdu tit
ikki tá longu frá byrjan
kunnað sanna, at slík
klædnaframleiðsla ber seg
ikki í Feroyum?
— Tað er rætt.
— Átti grunnurin ikki
at fingið betri ráðgev-
arahjálp, áðrenn tit játta
slíkar umsóknir?
— Hvat viðvíkir fram-
leiðsluni hjá Hazy og Sjó-
klædnavirkinum, so eiga
vit ikki ta neyðugu ráð-
gevingina í Feroyum á tí
ekinum. Meðan vit inna
framleiðslu av troyggjum
eru betri fyri í so máta.
Har erú t.d. trupulleikar í
letuni, men teir stava frá
tí heita vetrinum i Eur-
opa. Ti tær stóru goymsl-
urnar.
Eg skal tó viðganga, at
høvdu vit meiri pening til
gransking, verumenning
og selufremjandi tiltøk, so
hevði staðið betur til.
Men ein má minnast til,
at Menningargrunnurin er
ikki komin í gongd fyrr
enn hesi seinastu árini, og
tað tekur tíð at byggja
slíkan stovn upp.
Fleiri pengar til
forkanningar
„. Men hava tit lært av
tykkara mistøkum?
— Ja, so avgjert. Vit
eru meira varnir nú. Tað
ber t.d. íkki til at seta
fleiri virki av sama slag á
stovn, virki, sum kunnu
kappast móti hverjum
eðrum. Tað er sjálvandi
sunt við kapping, men ein
skal ansa eftir, at tey ikki
drepa hvert annað.
Martin Djurhuus vísir
eisini til, at Menningar-
grunnurin nú brúkar meiri
Fi
ij
% 3
Á
i
i
Martin Djurhuus, skrivari i Menningargrunninum: —
Eitt frålikt PR-arbeidi, men ætlanin kann als ikki fremj-
ast uttan stórar broytingar
pening til forkanningar av
umsóknum.
„. Hver ger kanningar-
nar?
— Hava vit ekspert-
isuna í Feroyum, so lata
vit sjálvandi feroyingar
gera hesar kanningar.
nm Men hendir tað seg
ikki eisini, at feroyingar,
sum ikki eru ferir fyri at
gera slíkar kanningar, á-
taka sær at gera tær
kortini?
— Tað er komið fyri, at
vit hava fingið skeivar
metingar. Ti mugu vit
vera varnir. Men eg haldi,
at vit kenna tey ráð-
gevandi feløgini so væl, at
vit vita, hvønn dugnaskap
tey hava.
Studulin til fiski-
vinnuna burtur?
Martin Djurhuus nevnir
síðani ein spurning, sum
hann heldur hevur sera
stóran tydning í hesum
málinum.
— Eg kundi hugsað
mær at vita, um ídn-
aðardepilin á Sundi skal
grundast á, at tann stuð-
ul, sum í dag verður latin
fiskivinnuni framvegis
skal latast, tá virkini á
Sundi fara at virka. Nógv
av virkjunum á Sundi
koma at vera fiskivinnu-
virki. Kunnu tey bera í
sær, at stuðulin til fiski-
vinnuna fellur burtur, so
er tað eitt sera áhugavert
projekt.
Martin vísir á, at
virkismiðdepilin á Langa-
sandi í Kollafirði er grund-
aður á, at studningur skal
ikki latast til fiskivinn-
una.
— Tí haldi eg, at tað er
ein sunn ætlan, hóast
samlaða Dylluprojektið í
dag ikki byggir á nóg gott
ráverugrundarlag. Tó
dámar mær sera væl Blue
North-projektið, sum nú
fer í gongd.
Nei til núverandi
projekt
— Um nú byrådslimir i
Havn spyrja teg sum
skrivara í Menningar-
grunninum, hvat tú vil
mæla teimum til í málin-
um um ídnaðardepil á
Sundi, hvat fer tú at
svara?
— Eg fari at biðja teir
siga nei til núverandi
projekt. Eg eri avgjert
ímóti miðsavnan og so
leingi eingin reglugerð er
fyri kjarnuna, so kann eg
als ikki góðtaka hana.
Annars vóni eg, at
býráðslimirnir í Havn fara
at spyrja seg fyri hjá
teimum ymsu grunnun-
um, stovnunum og felog-
unum, sum hava tilknýti
til ídnað, áðrenn teir geva
Hans Mortensen svar. Eg
ivist ikki í, at nógvir
persónar eru sinnaðir at
siga sína hugsan um proj-
ektið og vísa á fyrimunir
og vansar. Í verandi líki
trúgvi eg ikki, at tað fer at
fáa stóra undirtøku.
— Men hvat nå um
projektið verður skorið
niður til bert at fevna um
eini 10 til 20 virki ístaðin
fyri tey 40 virkini, sum
skotið upp?
— 10 ella 20 virki, so er
tað í lagti. Men tað skal so
ikki liggja á Sundi. Men
tá er so grundarlagið
burtur undan kjarnuni,
sum jú skal figgjast av
teimum 40 virkjunum.
Men eg má enn einaferð
siga, at eg haldi tað er
uppgávan hjá ídnaðar-
felagnum at gera eina
slíka kjarnu og orkar
felagið ikki, so eigur tað
almenna at gera tað
= Nú hevur Menningar-
grunnurin ídnað, sum sítt
arbeiðseki. Projektið á
Sundi hevur verið hildið
loyniligt eisini fyri tykk-
um. Er tað rætt, at halda
slíkt projekt loyniligt fyri
stovnum so sum Menn-
ingargrunninum, tá tað
kemur at fáa so stóra
ávirkan á ídnaðargongd-
ina í samfelagnum?
— Vit vistu einki um proj-
ektið. Skal ein rekka ta
PR-úrslit, sum hann fekk
við at halda slíkt projekt
loyniligt til tann eina
dagin, so er tað helst
beint, sum hann hevur
gjørt. Men út frá einum
menningarsjónarmiði, so
haldi eg, at ætlanin ætti
at verið løgd fyri tær
ymsu nevndirnar, løgting-
ið hevur sett og fyri
Ídnaðarfelagið.
— Men, leggur Martin
Djurhuus aftrat, — mær
vitandi er eingin almennur
stuðul í projektinum, og tí
hevur Hans Mortensen sín
fulla rætt at gera tað uppá
henda mátan.
m Men heldur tú tað er
rætt at prioritera PR-árin-
ið so nógv í sínum proj-
ekti, sum fær so stórar
avleiðingar fyri okkum
øll!
— Ein faldari er givin
ut i Sudurstreymi. Kansk-
a hann åtti at fevnt um alt
landið. Men alt í lagi við
ti. Eg vóni bert, at hesin
faldari kann verða grund-
arlag undir einum kjati,
soleiðis at eitt tílíkt proj-
ekt ikki verður skundað í-
gjegnum uttan at fólk
hevur sagt sína hugsan.
— Men hvat nú um
Hans Mortensen ynskir at
fáa eitt ja ella eitt nei!
— So einfalt kann tað
ikki gerast. Bert talið 40
virki er so mikið høgt, at
her er neyðugt við einum
kjaki.
— Men eru feroyingar
hugaðir at fara í gongd við
40 virki eftir bert fáum ár-
um?
— Tað er stórur áhugi fyri
at byrja ídnað í Feroyum.
Menningargrunnurin fekk
í fjer 355 umsóknir, sum
umboða eitt virði uppá
100 mill. kr
Vit góvu lán til umleið
35—40% av umsóknun-
um. Men vit hava hverki
tíð ella orku at fara í
gjøgnum allar umsóknir-
nar kritiskt. Hevdu vit tí
eina kjarnu ella eitt ídn-
aðarfelag við eini slíkari,
sum kundi viðgjert um-
sóknirnar, so hevdu vit
fingið nógv meira burtur
úr hesum 335 umsóknun-
um enn tær 110, sum vit
hava givið lán til í farna
figgjaråri
Martin Djurhuus heldur
annars fyri, at idnaðar-
felagið átti at sett tid av
til at gjørt eina líknandi
ætlan sum hesa á Sundi
Men er tað ikki júst
hetta sum liggur i idnad-
arálitinum?
— Jú, men tað fór til
politikararnar. Hevði ídn
aðarfelagið og -stovan
komið við eini slíkari
ætlan til teir ymsu figg)-
arstovnarnar so kundu vit
sett okkum saman og
tosað um tað. Eg dugi tó
væl at skilja, at Hans
Mortensen hevur pengar-
nar til at gera tað, meðan
hverki ídnaðarfelagið ella
-stovan hava teir. |
= Nógv hevur verið tosað
um faldaran. M.a. hevur
verið frammi, at hann
kundi eins væl verið
gjerdur í Feroyum.
— Har má eg siga, at
tað var spell at hoyra
Hans Mortensen siga, at
umrøddi faldarin íkki
kann gerast í Feroyum,
skal hann hava somu
góðsku. Og at tað tá ikki
hevði borið til at hildið
projektið loyniligt.
Til tað má eg siga, at
Hans Mortensen fer ógvu-
liga skeivur. Ti tað eru
vissuliga prentsmiðjur í
Feroyum, sum kunnu
gera slík arbeiði eins væl
ella betur. Og tey gera í
dag provtøkuuppgåvur,
sum jú eru loyniligar. So
hví ikki eitt loyniligt proj-
ekt á Sundi eisini!
nm Nú hevur tå funnist
rættiliga nógv at hasum
projektinum. Hvat gott er
so eftir?
— Eg haldi, at hetta
projekt er ein ráskitsa,
sum er gott upplegg til
kjak. Hans Mortensen má
gjarna gera ein miðdepil.
Men ikki við so nógvum
virkjum og ikki á Sundi.
Tað skulu heldur íkki
vera virki, sum longu eru í
landinum. Tey mugu
heldur ikki taka grundar-
lagið undan bygdamenn-
ingini. Eitt slíkt projekt
kann fáa fólk at hugsa
meira um ídnað, um sjålva
menningina av hesi vinnu-
grein í Feroyum. Tað er
eitt pluss. Í hesum proj-
ektinum verður arbeitt við
professionalismu í ellum
liðum. Líka frá hugskoti
til projektering frá til-
rættalegging til bygging
og frá framleiðslu til selu.
Men so er spurningurin,
hvat liggur í útbúgving og
skúling. Eg meini, at út-
búgving er ein almann
uppgáva.
Harafturímóti er skúl-
ing av arbeiðsfólki kanska
ein privat uppgáva. Her
hugsi eg um virki, sum
hava upplæring av ar-
beiðsfólki um hendi. Eg
veit ikki, um tað er hetta,
sum Hans
hugsar um.
Mortensen