Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Ætlaða smoltsteðin í Miðvági! Hava bidad eftir svari i fýra år! Nu skal SEV taka stødu til A málið Tað eru skjótt fýra ár sid- ani, at Edmund Joensen og Andreas Joensen fóru undir at fyrireika ætlanina at byggja eina stóra smoltsteð í Miðvági Nevndin viðvíkjandi fiskaaling hevur havt hesa stødina til viðgerðar øll hesi árini, men hevur enn ikki avgreitt hana. Kann- ingar eru gjørdar og m.a. hava umboð fyri nevndina verið í Noregi og kannað smoltstødir har. Sosialurin hevur frætt, at nevndin ætlar at við- mæla hetta stóra proj- ektið, men at tað nú er SEV, sum skal geva sítt viðmæli. Tað er jú SEV, sum hevur konsessión uppá vatnið í Føroyum. Smoltsteðin í Miðvági skal brúka vatn úr Leit isvatni. Hon skal fram- leiða 1,5 mill. smolt ár- liga. Tad er P/f Arnfinnur Setberg, sum hevur gjørt projektið, ið fer at kosta eina 50 mill. kr. Tá er so eisini ein tunnil við í kostnaðinum Tíðindablaðið Sosialur- in hevur tosað við stjóran í SEV, Klæmint Weihe og biðið hann um eina við- merking til ætlaðu smolt- stødina. Hann sigur: — Eg trúgvi, at vit kunnu fáa eitt gott samarbeiði millum alivinnuna og SEV, ti tað er væl meg- uligt at brúka vatnið aftur, tá tað er farið i- gjøgnum turbinurnar. T.d. kann ein hugsa sær, at tå fiskaaling skal fara fram á einum ávísum plássi, so kunnu vit seta eina minni turbinu upp har og harvið veita ali- monnum tað vatnið, sum teir hava brúk fyri. So eg eri als ikki bangin fyri, at vit ikki kunnu finna eitt samarbeiði har. Eg dugi eisini væl at skilja, at tað er lívsneyðugt fyri teir menninar at fáa tað vatnið teir hava brúk fyri. SEV hevur sum er av- gerðarrættin yvir vatn- inum í Feroyum. Tvs. at ætlanir um at brúka vatn til fiskaaling skulu fyri- leggjast SEV fyrst. Vit spurdu SEV-stjór- an, um teir hava viðgjert stóru ætlanina at byggja eina smoltsteð í Miðvági. Til tað sigur hann, at SEV fyri stuttum hevur fingið málið til viðgerðar. — Vit mugu kanna hetta málið, áðrenn vit kunnu játta ætlanina. Ti, givið er tað, at henda stødin skal tíðindablaðið ikki hava fylgjur fyri ta meguligu útbygging av vatnorkuni, sum vit hava hugsað okkum í Vágum. Skulu hava nokk av vatni — Kann ein slík smoltsteð hava óhepnar fylgjur fyri vatnorkuútbygging har? — Tað veit eg ikki, tað er tað vit nú skulu til at kanna. Ta vatnnegd, sum vit hava roknað við at brúka har vesturi, hana skulu vit helst hava fatur á. Men tað er ov tíðliga hjá mær nú at siga, um henda útbyggingin fer at hava ávirkan á bygging av eini smoltstød í Mið- vági. Ein trupulleiki, sum er av avgerandi týdningi, ikki minst fyri friðing- armyndugleikarnar, er sjálv vatnsteðubroytingin i Sørvågsvatni. Klæmint Weihe upp- lýsir, at tað helst ganga nakrir mánaðir, áðrenn SEV kann geva eitt svar um smoltsteðina í Mið- vági. Hann sigur, at stýr- ið kemur at taka steðu til spurningin um samarbeiði millum SEV og fiska- alarar, sum neyðugt er at hava. Ti nógv bendir á, at Nr. 54 — 8. maí 1984 ARNFINNUR SETBERG alivinnan fer at fáa stóran týdning fyri samfelagið heldur SEV stjórin fyri. JAN Tingmenn niðan á Sornfelli! Tað nógva kjakið um eina loyniliga amerikanska Talan er um teir fýra skermarnar niðanfyri radiosteð á Sornfelli hevur nú havt tað við sær, at løg- tingsmenn, landsstýris- menn og fjelmiðlarnir i Feroyum sleppa at síggja steðina. Hósdagin 10. mai verður vitjan á sonevndu NARS-scattersteðini í Mjerkadali. Meguleiki verður at síggja steðina og annars at seta spurn- ingar. kuplarnar á sjálvum Sorn- felli. Tað er her teir ameri- kansku teknikararnir arbeiða.