Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 1984síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 54 — 8. maí 1984 tíðindablaðið ($0Si | rin Síða 7 Varðveitið virdingina fyri Krossmerkinum — tjóðareyðkenni føroyinga Flaggrødan, sum Sverre Midjord, byråds- formaður helt á Tvøroyri flaggadagin Í dag stenda flaggsteng- urnar berar á Eidsvold«. Soleiðis segði kendur norskur rithøvundir, tå hann saman vid ødrum noråmonnum var noyddur at flyggja ur Norra til Onglands fyri har at verða vid at berja nidur ta krigs- bylgju, sum før fram um allan heimin frå 1939 til 1956. »] dag standa flagg- stengurnar berar á Eiðs- vold«. Hesi orå høvdu ein meira ålvarsligan tydning, ein ålvarsligan tydning, sum eigur at rótfestast, eisini her hjå okkum. Tað, at flaggstengurnar stóðu berast var meint við, at Demokratiið var lagt í leinkjur, var niður- bart. Valdsmaktin hevði bundið niður oll demokra- tisk rættindi og hevði tikið rættin frá norð- monnum og eðrum við at flagga við egna flaggi teirra. Eisini her hjá okkum stóðu um hetta mundið flaggstengurnar berar, tí vit hevdu í veruleikanum einki flagg, einki góðkent flagg. Flogg vóru at síggja, tey vóru veðraflaggið og Tjaldursflaggið men tey vóru ikki góðkend av fjøldini, tá hugsi eg ikki um góðkenning, sum skuldi fáast frá myndug- leikunum. Semju um flaggið fingu vit ikki fyrrenn Jens 9. Lisberg gjerdi okkara flagg. og brúkti sum grundarlag Krossmerkið. TAð varð beinanvegin góðkent av ellum feroya fólki. Jú Merkið í sjálvum sær boðar frá, hvat tað stendur fyri: tað stendur ellum feroyingum nær. At krossmerkið varð kosið sum okkara er náttúrligt, tí tað er eingin tjóð, sum so nátúrliga hevur lagt álit sítt á tað,s um krossurin boðar frá. Men tó; er nú alt í lagi, er alt sum tað skal vera, kunnu vit við góðari sam- vitsku siga, vit hava gjert tað, sum kravt varð av okkum — at vit vóru til reiðar? Eg haldi ikki. Vit hava einki at rósa okkum av, vit kunnu ikki bretta okkum á, tí vit hava lyndi at gloyma, summi við vilja, onnur av óvart, gloyma tað, sum ikki var hugna- ligt, og krógva tað, sum kanska ikki tóktist náttúr- ligt. Kunnu vit, um so er, og tað er veruliga so, kunnu vit tá gleðast um merkið, og kunnu vit tá standa við tað, sum krossmerkinum verður boðað! Hava vit góða sam- vitsku — eg haldi ikki! Tey seinastu árini hevur ST. — Sameindu Tjóða lýst tey ymisku árini at vera nakað serstakt. Árið 1981 var av S.T. lýst sum ár teirra brekaðu. Hvat hava vit gjert fyri tey brekaðu hetta ár, hvat gjørdi tú — hvat gjørdi i eg! Hevur tå hugsad um hetta tú og eg, sum ganga undir krossmerkinum! Er tað veruliga so, at tá tað standa avbjóðingar fyri stavn, tá tað krevst at verða til reiðar, at tá venda tú og eg tað deyva oyra til og lata eyguni aftur! Tá vit verða mint á árið 1981, tá hava vit lyndi til at gloyma, og so bíða vit til tað aftur verður ein Vóru tit til reiðar — eru tit til reiðar! Latið okkum hvenn dag hava hetta í huga, latið okkum mongu hjálpa teimum fáu, hjálpa teimum uppá ein verdug- an hátt við at viðurkenna, at árið 1981 ikki bara tá, men at hver dagur í árinum verður brúktur. Latið okkum viðurkenna, at vit øll skulu vera her, og at eingin skal verða settur í bás. Um so verður, kunna tú og eg við góðari sam- vitsku ganga undir og við krossmerkinum á odda. Latið okkum mongu hjálpa teimum fáu. Tá kunnu vit av rettum siga, at tann feroyska tjóðin í verki sannar álitið á krossin og tí, sum hendi har, og sum tann hátíð, sum vit hava havt, hevur mint okkum á og sum sigur okkum frá, at hetta ber uppi, tå alt annað tykist nyttuleyst. Teir gomlu fóru til út- róðrar við benarsangi og vendu aftur við takkar- sálmum. mt | Hóast feroyska flaggið enn ikki hevur fingið viðurkenning alla stadni, so er tað ikki so sjåldsamt at síggja føroyska flaggið í fullari stong saman við altjóða fløggum, sum her í Reykjavík í samband við eina ídnaðarviku, har nógvir feroyingar vitjaðu ofta í neyðini vinirnir tróta hann ið vil framá, hann gloymir tó ei, sjálvur sær slóðir at brota« Tað er einki samfelag sum so væl sum tað foroyska hevur dugað at varðveitt eg flyta frá munni til munns hend- ingar — stórar og smáar. Við sangi og segum og ikki at gloyma kvæð- unum, sum siga frá hend- ingum stórum og smáum, gleðiligum og sorgarfull- um. Hetta at goyma og taka framaftur fyri líkasum at markera tað, sum er hent, og so seta tað upp ímóti tí, sum hendir í tí dagliga stríðnum, hetta er rótfer- oyskt. Tað er nakað, sum tit ungu, tit sum nú standa búgvin at taka yvir fern- ingin megu varðveita og Her í Famien metast bæði nýtt og gamalt. Eins og nýggj ættarlið koma og fara — verða skift út, so er eisini við teimum mongu pleggunum, ið boða frá lívi. Tó eitt vala- plaggið verður ongantíð at skifta út. Tað er merkið — fyrsta feroyska flaggið, sum í dag hongur í kirkjuni í Famien meira stuttlig leta við merkinum á odda. Ár teirra brekaðu, sum skrásett var 1981, er ikki bara tað árið, men hver dagur, ár út, ár inn, ikki bara hjá teimum, sum av lagnuni eru rakt, men meira hjá tær og hjá mær. Hava tú og eg hugsa um hetta! Hava tit skótar hugsað um, hvat búni tykkara stendur fyri. Jú krossmerkið, eisini sum tjóðareyðkenni, ber tryggleika í sær sjálvum. At verja og varðveita, tað sum hevur verið grundarlag undir dagligu tilveruni hjá forfedrum okkara fram til dagin í dag, tað má vera upp- gávan hjá tykkum skót- um, men havi í huga orðini hjá bygdamanni okkara: „Gott er við vinum at fylgjast á leið, verja. Hetta er fedranna arvur. Hesin dagur 25. apríl, flaggdagur okkara, ber jú sanniliga boð um hetta rótferoyska eyðkenni. Her minnast vit teir, sum gjerdu merkið, flagg okkara, og vit eru teimum takksamir. Her fara vit at umreða, hvat er hent við merkinum. Hátt í húni Vit kenna øll flaggsøgu okkara, vit vita, at fyrsta flagg okkara hongur í kirkjuni í heimbygd Jens 9. Lisbergs, Fámjin. Upp- runan til merkið gevur tí fullan rætt til tað heiður- liga stað, sum fámningar hava givið tí, ikki sum eitt symbol, men meira sum ein veruleiki. Flagg okkara hevur sum so mong onnur fingið sín elddóp. Hetta var í stríðn- um fyri at verja demokra- tiið! Undir veraldarbardag- anum 1939 til 1945 fekk tað sína veruligu viður- kenning. Tað var undir krossmerkinum, at tann feroyski sjómaðurin sigldi vandasjógv, og tað var undir sama merki, at hann feldi seg tryggan. Feroyingar vóru við at berja niður ta krigsbylgju, sum við jarnhæli sínum traðkaði niður demokra- tisku rættindi, sum fekk norska rithevundin at siga: »] dag standa stengurnar tómar á Eidsvold«. Har eingin annar tordi, har vistu feroyingar, hvar teir stóðu, og tí veitrar ikki bara her hjá okkum flaggið frítt, og boðar frá gleðiligum hendingum, tá í fullari stong, og í sorgar- letum á hålvari. Men tað veitrar frítt og tað er tað sum hevur týdning. Winston Churchill segði í einum av sínum eggjandi reðum: >Tann lítla tjóðin í Norðuratlantshavi, Feroy- ar, hevur verið við at verja hornasteinin mentunnar og friðarsins< Tit skótar og ungfólk mugu ongantíð gloyma, at tað velst ikki um stedd og styrki, men um dirvi. Og hetta varð gjert undir krossmerkinum. Tit mugu ongantíð gloyma góðan feroyskan sið, at verja og vaka yvir tí, sum føroyskt er, verður hetta ikki gjørt, missa vit nakað virðismikið. Tær tjóðir, sum ikki eiga henda eginleika, eru seguliga fátækar. Á bylgju til bakka, frå fjerði til fjalls við blóðsveitta vunnin hver biti so stokkut í Feroyum er unglingatíð brátt merkist maður av sliti Lat ikki ta nýggju tíðina við ellum tí nýmótans bróta niður tað, sum tey, sum undan fóru, legdu eftir seg. Lat varðarnar, sum undangongumenn og -kvinnur lagaðu, standa sum verjur um tað, sum hevur týdning fyri hetta samfelagið — samfelagið Feroyar. Fyri teimum var merkið nakað heilagt; tað var meira enn eitt flagg, tað var savningarmerkið, tað var grundarlagið undir samfelagnum. Tey gomlu hevdu virð- ing fyri krossmerkinum og tí, tað boðaði — tí tað stendur fyri Tey drýptu hevur í virð- ing, tey fóru úr skónum, tí tey vildu ikki traðka á heilaga grund. Merkið ber um hendingar av meira verðsligum slag og tær skulu ikki undirmetast At Merkið og viður- kenning tess mangan hevur fingið blóðið at orna er eingin loyna. Við norðurlandafund í Reykjavik har førovingar á fyrsta sinni vóru umboð- aðir, tó sum partur í danskari sendinevnd. Tá umboð okkara P.M. Dam sáli, sá, at merkið ikki var vundið á stong, á líka feti við hini norðanlond, tók hann, sum tann frísinti maður hann var, orðið og segði hvat sigast skuldi, og fór so av fundinum Aftaná hesa seguligu hending máttu hini norð- urlond sanna, at Feroyar vóru ein náttúrligur partur av Norðurlanda- samstarvinum Tað er P.M. Dam sála fyri at takka, at merkið síðan hevur veittrað á jevnum feti við onnur í Norðanlondum. Merkið ber okkum eisini boð um hendingar á tí ítróttarliga ekinum, sigrar eisini boð Framhald á síðu 15