týsdagur 8. mai 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Alt var ikki til
fånytis
TANN SEINASTA veruliga ting-
setan í hesum va.keidnum er
komin at enda. Ætlandi endar ting-
setan í morgin og í næstu ting-
setu, sum byrjar á ólavseku,
verður løgtingsval.
TEY SEINASTU fýra árini hevur
javnaðarflokkurin sitið í andstøðu.
Sum andstøduflokkur hevur javn-
aðarflokkurin havt sínar atfinn-
ingar. Eftir okkara meting hava
hesar atfinningar verið sakligar.
Flokkurin hevur ikki bara havt
atfinningar, men er í nógvum
førum komin við broytingarupp-
skotum í teimum málum, sum
landsstýrið hevur lagt fram. Eisini
hevur javnaðarflokkurin í ávísan
mun lagt síni egnu uppskot fram á
tingi.
SJÁLVANDI ER tað avmarkað
hvat ein andsteðuflokkur fær
framt. Í flestu førum eru bæði upp-
skotini og broytingaruppskotini
frá javnaðarflokkinum feld. Men
tó eru nøkur heilt fá undantøk.
Eftir uppskoti frá javnaðarflokk-
inum fingu vit lóggávu, sum ger
tað meguligt hjá pensionistum at
fáa stuðul til bjálving av húsum.
Tað var eisini eftir uppskoti frá
javnaðarflokkinum, at lógin um
rentustudning til samansparing
til sethúsabygging varð broytt,
soleiðis at studningurin varð
hækkaður og at tann spardi pen-
ingurin nú eisini kann nýtast til
keyp av húsum ella íbúð og til
keyp av grundøki.
UPPSKOTIÐ FRÁ javnaðarflokk-
inum um minstuløn til útróðrar-
menn hevur møguleika fyri at
verða samtykt áðrenn tingsetan
endar. Tað sama er at siga um
uppskot floksins, um at veita sam-
oddagrein
sýning til teirra, sum ansa eldri
fólki heima. Javnaðarflokkurin
hevur skotið upp, at fólk, sum
ansa eldri heima, kunnu fáa eina
samsýning, ið svarar til einkju-
pensiónina við fullum ískoyti.
Hetta verður helst ein góð skipan
og eisini ein bílig skipan tá hugsa
verður um hvussu dýr uppihaldini
á ellis- og røktarheimunum eru.
HÓAST FLESTU uppskotini frá
javnaðarflokkinum vórðu feld, so
kunnu vit kortini $anna, at alt ikki
var til fánýtis. Eisini skulu vit
undirstrika, at fleiri onnur uppskot
ffa javnaðarflokkinum hava átt
meiriluta í tinginum, men sluppu
hesi ikki igjøgnum orsakað av tí
nógv umrøddu grein 13 í sam-
gonguskjalinum. Javnaðarflokk-
urin hevur víst á gongdar leiðir og
víst á alternativir til tann rikna
politikkin hesi fýra árini.
TAÐ VERÐUR OV druført her at
umreða øll tey uppskotini, sum
javnaðarflokkurin hevur lagt fram
í hesum valskeiði, og sum íkki
fingu nóg stóra undirtøku. Men
tey eru í miðal eini 20 um árið í
hesi fýra árini. Harav eru nøkur
legd fram aftur av nýggjum. Hesi
uppskot fara vit at umrøda í blaðn-
um í næstu framtíð.
HÓAST FLEIRI uppskot frá
javnaðarflokkinum eru feld eina
ferð og fleiri ferðir hesi fýra árini,
so hevur flokkurin ikki slept
hesum málum, men vil hann
áhaldandi stríðast fyri at fáa tey
framd. Vit eru í teirri trúgv, at tær
skilagóða loysnirnar, sum borgar-
liga samgongan á tingi ikki tók
undir við, fara veljarnir at taka
undir við og tað gera tit við at
stuðla javnaðarflokkin.
„Ikki mín skylda
Hesi vóru orðini, ið
»Sjålvsstyrishøvdingin«
Hilmar Kass dittadi sær
at lata fara av munni i
Sosialinum seinasta leyg-
ardag. Sum føroyingur i
vidari merking enn teirri,
ið Hilmar Kass tykist at
gera seg til talsmann fyri,
mátti eg øtast, og kenni
meg noyddan at taka
pennin og skriva nøkur
orð, um hvenn týdning eg
haldi Sjónvarp Føroya
saman við Útvarpi Feroya
eiga at hava fyri før-
oyskan tjóðskap. Tað
tykist sum Hilmar Kass
og nógvir aðrir polit-
ikkarar halda, at bara
tann búskaparliga menn-
ingin veksur við einum á-
visum prosentstigi árliga
so stendur væl til, men
ikki dugi eg at síggja, at
hesin politikkur á nakrar
hátt víkur frá tí, ið allir
vanligir = hampa sam-
bandsmenn halda vera
góðan politikk. Nei, sjálv-
stýrispolitikkur er annað
og meira enn búskapar-
politikkur. Sjálvstýrispol-
itikkur er eisini — og ikki
minst — ein miðvísur
mentanarpolitikkur, har
ikki minst Útvarp Feroya
og vónandi eisini Sjón-
varp Feroya eiga at hava
teirra stóra lut. Í 27 ár
hevur Útvarp Feroya ver-
ið stovnur, ið vit fer-
oyingar hava havt stóra
gleði av, sum vit ikki í
verðini hevdu viljað verið
uttan. At Útvarp Feroya í
dag búleikast í stórum,
nýggjum húsum er tíverri
ikki politikkarum okkara
fyri at takka, ella at nýta
orðini hjá Hilmari Kass
„tað er ikki hansara
skyld«, men ti at út-
varpsstjórin fór undir V-4
spæl. Tað í sjálvum s.r
ger ongan skaða, og fólk
hava havt frægd av tí,
men aftan fyri hetta tiltak
dylist ikki, at V-4 spælið
nettupp er prågv um tann
vantandi tokka til før-
oyskt mál og føroyska
mentan, sum Føroya Løg-
ting og Føroya landsstyri
hava gjørt og alsamt gera
seg sek i.
Í sambandi við at vit
fóru undir samtidarskatt
tváðaði løgmadur hendur
sínar og lat Torbjørn
Poulsen, fíggjarmálaráð-
harra, standa eftir við á-
byrgdini. Í sambandi við
hverjar uppgávur Sjón-
varp Feroya skuldi átaka
sæær, tváðaði Hilmar
Kass hendur sínar og lat
partamann sín Torbjern
Poulsen, mentamálaráð-
harra, standa eftir við á-
byrgdini. Ikki serliga
mansligt. Heði Hilmar
Kass veruliga hugsað sær,
at Sjónvarpsfelagið í hami
Sjónvarps Feroya skuldi
halda fram beinleiðis sum
ein donsk filial?
Ein breti, dani ella
fransmaður hevur íkki
sama stríð fyri at menna
og verja mál og tjóðskap
sín mótvegis útlendskum
ágangi (árini), tí mál og
mentan teirra eru so mátt-
mikil og at s.r komin, at
teir eru ferir fyri at fóta
sær. Men hvussu skulu
vit føroyingar uttan mið-
vísan mentanarpolitikk
kunna fóta okkum í eini
tíð. har ávirkanin uttani-
frá er sterri enn nakran-
tíð? Sum frá líður er tað
tjóðardeyði at lata út-
lendskar sendingar úr
øllum heraðshornum ó-
tálmaðar sleppa inn um
hverja gátt í Feroyum
uttan føroyskan undir-
tekst. Danska TV-åvisin
hevur við sær, at vit
kenna betri skergarðin
uttan fyri Karlskrona ella
Oyrasund, enn vit kenna
Kaldbaksfjerð. Tað kann
ikki vera rætt, ella
hvussu? Sjálvandi skulu
vit hava eina TV-avis,
men hon má og skal hava
ein feroyskan dám. Um
hetta er afturhaldstala, so
Guð náði okkum.
Eg helt, at lesara-
brøvini í Dimmu vóru
skrivað av uppgávufólki,
ikki vardi tað meg, at tað
var Hilmar Kass, sjálv-
stýrishevdingi, ið skrivað
tey hevði. Kann tað
hugsast, at Hilmar Kass
als onga hugsan hevur
gjørt sær um Sjónvarp
Feroya annað enn sum
eitt framhald av Sjón-
varpsfelagnum, ella — um
hann ikki hevur skrivað
lesarabrevini í Dimmu —
er vorðin so fjálturstungin
fyri valinum til heystar, at
hann heldur, at hasi les-
arabrevini á nakran hátt
umboða feroyska fólkið?
600—700 krónur tað er
tað, sum einhver miðal-
føroyingur við sjálvsvirð-
ing nýtir leygardag fyrra-
part ii SMS, ikki er tað
meira.
Quiris
Seljið blað og
tit gerast rík
Mær dámar væl at lesa,
eg kepi 2 føroysk og ofta
2—3 donsk blød um vik-
una, ella rættari sagt eg
gjerdi.
Tá eg fyri nekrum
mánaðum síðani flutti til
Havnar fór eg sum vant í
eina kiosk at keypa mær
Dimmalætting, Sosialin,
Politiken og Berlingaran,
kostnaður í alt 28 kr.
Eg mundi svímað 9 kr.
fyri Politiken (sendag),
hon kostar í ti bygdini eg
flutti úr 6 kr.
Lenin hjá mær er so
mikið lítil, at eg noyddist
at gera vart við meg, um
eg framvegis skal vera ein
mentað kvinna, so eg
ringdi til Prísráð Feroya
og segði teimum frá
hesum ræðuligu prísun-
um, nógvur gangur, róp
og skolan, ringjari aftur
og fram.
URSLIT: Prisurin å
Politiken før år 9 kr. upp i
11 kr. í ådurnevndu kiosk.
Nú var eg rættiliga óð,
ringdi niður til Politiken
og spurdi teir, hvussu
nógv Politiken kostar í
innkeypi?
Sunnudagsblaðið verð-
ur niðri selt fyri 5 kr., her
er íroknað ein vinningur
uppá 1,03 kr. So kiosk-
eigarin í Havn keypir
blaðið fyri 3,97, um vit
siga at hann fær hvert
einasta blað sent einkult-
víst til Feroya (og so erur
er hann helst ikk) kunnu
vit leggja 2,70 í porto
afturat. Samlaðu útreiðsi-
urnar eru sostatt 6,67 kr.
Úrteka 65 % ella allarhelst
meir.
Kioskin liggur í einum
stovni, sum stutt síðani
hevur gjert vart við seg
við uppskotinum um ein
idnaðarmiðdepil, ið mill-
um annað skal átaka sær
ymisk granskingarsterv,
sum nú eru undir tí
almenna. Ringt er skilið
nú. Tá eitt vanligt fólk
ikki fær hjálp frá einum
almennum stovni sum
T.d. Prísráð Føroya,
hvussu verður vorðið, tá
privatmenn yvirtaka
gransking og kontroll, eg
vil ikki vita meir.
Eitt hegt mentað
bygdafrell
Almenna Sjóntvætlið
Vit suðuroyingar vóru
negd við sjónvarpið, sum
tað var, og vit guldu
gleðiliga tær 400 kr., sum
limagjaldið var um árið.
Einans við hesum pen-
ingi fíggjaðu vit sendara
og anteunur, so flest øll í
oynni skuldu fáa sama
gagn av tiltakinum.
Fyri okkum er tað ó-
fatuligt, at vit nú við al-
menna sjónvarpinum ikki
so frægt sum fáa ein trið-
ing av senditíð, saman-
borið við tað nógva sjón-
varpsfelagið sendi.
Hatta haldaragjaldið.
nú verður talað um, fer
bert at gera, at nógv
heldur selja tólini enn
gjalda so mikið fyri tað
lítla og vánaliga, ið nú
sent verður.
Kundi hugsað mær at
skotið upp, at almenna
sjónvarpið eitt kveld
sendi tað, felagið her suð-
uri kundi hugsast at sent
— tá skuldu tit sæð, hvat
fólk heldur vildu havt.
Vit skilja heldur ikki, at
alt hatta fólkið skal til fyri
at gera júst tað sama sum
privatpersónar uttan len
høvdu sum itriv.
Vit skilja væl skandin-
avisk mál — uttan iva
betur enn tað avskeplaða
føroyska, sum t.d. út-
varpið metir sum rætt og
gott.
At tit ikki skammast,
bæði tit, ið hava fingið
okkum hatta forkryplaða
sjóntvætlið og tit, sum
uttan himpr tora at tala
um pengar og aftur meiri
pengar fyri ikki nógv
annað nýtt enn hatta
ávísa skrímslið á skerm-
inum.
Ønegdur sjónvarpseigari
tjak og
meiningar
Vit gera tesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.