týsdagur 8. mai 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 8. maí 1984
Heðin Mortensen, formaður í ÍSF:
Merkisar fyr
tíðindablaðið
sambandið
Á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandi Før-
oya leygardagin gav Hedin Mortensen,
sum á fundinum varð afturvaldur til enn
eitt 2 ára skeið sum formaður, hesa frá-
greiðing um virkið ÍSF's í farna ári:
Ítróttaárið 1983/84 hevur
víst á stóran og vaksandi
aktivitet bæði á bygd og í bý,
runt landið alt. Nýggjar
ítróttagreinir, nýggj feleg
hava ment seg upp, og saman
við okkum, sum hava við
ítrótt at gera, verður arbeitt
fram ímóti at stimbra og
menna ítróttalívið her á landi
og at geva tí so góðar
umstødur at arbeiða undir
sum gjerligt. Sjálvandi eru
vit ikki komin á mál enn, men
kenni eg feroyskan ítrótta-
ungdóm og leiðarar hansara
rætt, kunna vit halda fram
við hesum arbeiði við góðum
treysti.
Somuleiðis mennist
Ítróttasambandið Føroyar
fyri hvørt år, nyggj feløg
verða upptikin sum limir, og
síðan seinasta aðalfundin eru
komin fimm nýggj ítrótta-
feleg. Hesi eru Argja Róðrar-
felag, Trongisvágs Badmin-
tonfelag, Nes Sóknar Bad-
mintonfelag, Tórshavnar
Súklufelag og Floksmanna-
felagið úr Havn við kapp-
róðri. Á síðsta stjórnarfundi
komu 4 nýggj feleg afturat:
flogbóltsfelagið Fylkir úr
Havn, flogbóltsfelagið Drott-
ur úr Miðvági og Sandavági,
svimjifelagið Reki úr Lorvík
og svimjifelagið Flot av Toft-
um. Eg vil bjóða hesum feleg-
um at vera hjartaliga væl-
komin sum limir í Ítrótta-
sambandinum, sum nú telur
heili 90 limafeleg. — Á hesum
eki er tað eitt merkisár fyri
Ítróttasambandið, ongantíð
fyrr eru so nógv feleg í einum
ítróttaári blivin limir. Eitt
týðuligt tekin um menning.
Frælsur ítróttur
Enn er ein ítróttagrein, sum
vit sakna, og er tað frælsur
ítróttur. Eg havi borið hetta
upp á mál fyrr, og roynt
hevur verið at arbeitt fram
ímóti at stovna felag við hesi
grein, og biðið er eisini um
hjálp hesum viðvíkjandi frá
ítróttafelegunum, men enn er
tíanverri einki spurt burtur-
úr. Vónandi verður tað
skjótt, at onkur tekur stig til
at fáa á fetur eitt slíkt felag,
og vilja vit her í Ítróttasam-
bandinum vera fúsir at
hjálpa eftir ferimuni.
Feroyar hava í hesum
ítfottaárið luttikið í renning
við einum ungum manni úr
Klaksvík, Petur Petersen,
sum kláraði seg heilt væl í
Copenhagen Cup og Mara-
tonrenning í New York. Fyri
tíð síðan var eisini ung genta
úr Havn, Thurid Petersen, og
luttók í renning í Danmark.
Henni gekst eisini væl, so at
vit skulu ikki síggja heilt
burtur frá, at her er ein megu-
leiki fyri, at vit kunna gera
okkum galdandi í renning,
bert vit vilja.
Á hverjum ári, tá ið fíggj-
arlógin hjá Feroya Leytingi
skal framleggjast, havs vit
her í Ítróttasambandinum
fylgt væl við viðgerðini av
henni. Tí felagsarbeiðið
stendur og fellur við tí stuðli,
sum Landsstýrið og Legting-
ið veita ítróttinum. — Eftir
ynski frá Feroya Landsstýri
hevur Ítróttasambandið
gjert langtíðar fíggjarætlan,
og er hon í 1984/85, 1985/86
og 1986/87 ávikavist kr.
3.863.000 kr., 4.074.000 og
kr. 4.223.000. Játtanin frá
landsmyndugleikunum hevur
seinastu trý árini verið
1981/82 kr. 850.000, 1982/83
kr. 1.000.000, og 1983/84 kr.
1.250.000. Viðmerkjast skal,
at í hesi játtan eru kr. 50.000,
sum einast kunna nýtast til
fótbólt
Í ár var í fyrsta umfari
gingið við til eina hækking
upp á 4% frá í fjør, tað kundu
vit als ikki góðtaka, tá ið
hækkingin á fíggjarlógini lá
um 10%. Starvsnevndin fekk
í lag fund við Feroya leg-
mann og fíggjarmálaráð-
harran, og legdu vit okkara
sjónarmið fram um Ítrótta-
sambandið og ítróttin í síni
heild. Vit gjerdu greitt, at alt
hetta ungdómsarbeiði runt
Feroya land verður gjert í
frítíðini og er ólent. Hetta
vónaðu vit, at Landsstýrið og
Legtingið høvdu í huganum,
tá ið fíggjarætlanin varð
endaliga legd. Uppleggið frá
Landsstýrinum var positivt,
og fingu vit í felag fund við
figgjarnevndina um hetta
sama mál. Har mettu vit
eisini einum positivum vilja
at skilja okkara steðu, og
fóru vit av fundinum við
góðum vónum. Tá ið Legting-
ið samtykti fíggjarætlanina
fyri 1984/85 var játtanin til
ítróttin hækkað við 10% til
kr. 1.375.000.
Okkara landsmyndugleikar
eiga stóra tekk uppiborna
fyri tann stuðul, sum stendur
á fíggjarætlanini og íkki
minst fyri stuðulin, sum teir
geva ítróttinum við at lata øll
ítróttafólk okkara ferðast
ókeypis við skipum Strand-
faraskip landsins. Hetta er
ein beinleiðis stuðul til lima-
felegini. Í fjer fingu vit
skipan í lag við Strandferðsl-
una, at prentast skuldu
blokkar, sum verða útflíggj-
aðir ítróttafelegunum á
skrivstovu okkar, og við at
i Ítr
útfylla hesar blokkar á hverj-
ari ferð við strandfaraskipi,
ferðast ítróttafólk og leiðarar
ókeypis. Henda skipan er til
gagns fyri felegini og roynist
væl. Eitt kann leggjast
aftrat, og tað er, athenda
skipan man vera eitt eindemi
í ellum norðanlondum, og her
hava okkara myndugleikar
sýnt góðan vilja, og eru vit
betri fyri á hesum eki enn
hini norðanlondini
Nordisk Ministerrád hevur
í ár játtað kr. 540.000,—, sum
skulu nýtast til samarbeiði
milum norðurlond, kanska
serliga til Feroyar, Ísland og
Grenland. Aftan á samráð-
ingar millum ministarráðið
og ítróttaumboð fyri norður-
lond gjerdist býti soleiðis, at
Feroyar fingu 17%, Ísland
45%, Grenland 8%, og
Noreg, Finland, Sveríki og
Danmark fingu 30% at býta
Fyri at fáa henda pening út,
skal váttan fyriliggja um, at
viðkomandi land hevur verið
til eitt ávíst ítróttatiltak. Vit
halda tað vera rætt at vera
við í hesum tiltaki, tí megu-
liga kemur henda peninga-
hæddin at vaksa við tíðini, og
vit kenna peningaligu trupul-
leikar okkar, tá vit skulu
vitja okkar breðratjóðir
Fundir
Norðurlanda aðalskrivara
fundur var í Feroyum í juli
mánað í fjer. Her var til
umreðu norðurlanda sam-
starv, norðurlanda stuðul,
ítróttalæknaskipan til fyri-
byrgjan av ítróttaskaðum,
felags upplegg um sjónvarp
og útvarp av ítróttadystuin,
upplegg um ferðasamband
millum norðurlond bæði loft-
og sjóvegis. — Eisini var fyri-
reiking av norðurlanda
felagsfundi, sum skuldi vera
å Gotlandi i september.
Hetta er aðalfundur av sama
slag sum tann, ið var í Fer-
oyum í 1981.
Á norðurlanda a"alfund-
inum á Gotlandi mettu úr
Feroyum umboð frá starvs-
nevndini, fótbólts- og fimleik-
asersambondunum. Øll norå-
urlond vóru umboðaði á
hesum fundi, og var har nógv
tosað um felagstrupulleikar,
sum ell hava at dragast við.
Serliga Ísland og Feroyar
tykjast at hava nógv til
felag, so sum tað fíggjarliga
og ferðasambandið. Í hesum
málum vóru hini norðurlond-
ini sinnaði at stuðla okkum
so vítt meguligt. — Upplegg
varð gjert frá okkara síðu um
alheimslimaskapin í fótbólti
og fimleiki, og ynsktu vit at
fáa stuðul frá breðratjóðum
okkara í hesum, sum eisini
varð játtað.
— Tá fundurin var liðugur,
bjóðaði Svenska Ítróttasam-
bandið okkum at síggja
landsdyst í frælsum ítrótti á
Olympiska Stadion í Stok-
holm. Landsdysturin var
millum Finland og Sveríki,
hetta var eitt stórt upplivilsi.
Trygging
Um tryggingar av ítrótta-
fólki okkara er at siga, at sum
nú er, hevur Ítróttasam-
bandið eina étvungja kollek-
tiva frítíðarvanlukkutrygg-
ing, sum tekur við bæði undir
venjing og undir kappingum.
Eg meini, at vit siga ongantíð
ov ofta við felegini um at
tryggja limirnar, peningaliga
sæð hevur hetta ikki nógv at
týða, umleið kr. 70,— um árið
fyri hvenn. Øll sersambond
undir ÍSF skulu tryggja
sínar landsliðsleikarar, hetta
er eitt felagskrav frá stjórn-
ini, tí tað hevur víst seg, at
talið á tryggjaðum ítrótta-
fólki hevur verið minkandi
fyri hvert ár, og vit hava
yvirlit, sum vísa, at skaðarnir
vaksa. Vit í starvsnevndini
og stjórnini halda tað vera
ábyrgdarleyst ikki at tryggja
limirnar, og vónandi taka
felegini hetta til eftirtektar í
hesum kappingarárinum.
Við bleðum og útvarpi
verður ítrótturin í ein vissan
mun borin út millum fólk, og
er hetta í samarbeiði við
ítróttafelegini. Við Útvarp
Feroya hevur Ítróttasam-
bandið árligan sáttmála, og
umleið eina ferð um mánaðin
er fundur okkara millum, har
skrá verður legd fyri ítrótta-
sendingar. Henda ma=nna-
gongd hevur riggað væl, og
er við til at vaksa um áhugan
millum fólk fyri ítrótti. Tó er
ein vansi við hesum, og hann
er, at fólk kanska heldur sita
heima og lurta enn leita sær í
hallirnar ella á vellirnar at
hyggja og harvið gjalda fyri
seg. Nú er so eisini tað í
menna sjónvarpið byrjað a
senda, og verður hesin vans
enn sterri, um loyvi ver?
givið Sjónvarp Feroya
vísa ítróttakappingar, ti mé
hesin spurningur takast up
til viðgerðar skjótast gjerligt
— nevnast kann, at Útvarp
Feroya letur árligt gjald, sum
verður prístalsregulerað.
Ítróttasambandið Feroyar
hevur móttikið skriv frá
landsstýrinum við áheitan
um, at heiligdagslógin verður
hildin, t.v.s. at tað íkki
verður vant og dystast undir
kirkjutíð, sunnudag og aðrar
heiligdagar. Eg beri hervið
áheitanina til ítróttafeleg og
ar-
leiðarar runt landið og vóni,
at hesin góði, gamli siður
verður hildin.
Ítróttarvedding
Skjótt kemur tann feroyska
ítróttaveddingin undan kavi
Ítróttasambandið hevur
saman við Feroya Landsstýri
gjert partafelag, sum skai
fyriskipa ítróttavedding í
Feroyum. Nógv fyrireik-
ingararbeiði liggur aftan fyri
hetta tiltak, tí hetta at vedda
í ítrótti er eitt nýtt tiltak í
Feroyum, og lógir og spæli-
reglur skulu smíðjast til
okkara viðurskifti. Í nógvum
ferum áttu vit ikki orð til lóg-
irnar og máttu ráðfera
okkum við málstovnin at
smíðja nýggj orð. Samráð-
ingar hava verið við Postverk
Feroya um at koyra hetta
tiltak saman við okkum, og
sær tað út til at hava eyðnast
at fingið eitt samstarv upp at
standa. — Ætlanin er at
vedda feroyskan fótbólt um
summarið, danskan og
enskan fótbólt um veturin
Tá stevnurnar eru um summ
arið, er ætlanin at vedda
kappróður. Vit vóna, at hetta
nýggja tiltak kann koma
ellum tí feroyska ítróttinun
tilgóðar, ti av møguligun
avlopi skal 80% latast til før
yskan ítrótt og 20
annað ungdómsarbeið
von, at hetta tilt:
komið fyri at vera,
fólk tekur væl
ungastovnarnir i
inum, handilsfyritøkur og
vinnulívið annars hava altid
verið við til at stuðla ítrótt
inum í Feroyum við peninga
gávum, steypum, lýsingum
o.a. Samtakið Framá Føroyar
var ætlað at virka sum eitt
millumlið millum vinnulívið
og ítróttin, fyri at arbeiða
fyri enn sterri stuðli. Enn
hevur ikki gingist eftir ætlan,
men nú er ein umskipan
Framhald á síðu 10