týsdagur 8. mai 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Veddingin byrjar ikki enn,
men helst seinni í summ-
ar.
Hetta upplýsti Roymar
Lamhauge, formaður í
nevndini fyri P/f Ítróttar-
vedding á aðalfundinum
hjá ÍSF leygardagin.
Roymar Lamhauge
greiddi frá arbeiðinum við
at leggja veddingina til
rættis, og eitt sindur um,
hvussu skipanin fer at
virka.
Lógin, sum veddingin
skal virka eftir, sigur, at
50% av inntøkunum frá
veddingini skulu nýtast til
vinningar, og av restini
skal so umsitingin av
skipanini gjaldast. Av tí,
sum tá er eftir, skal 80%
nýtast til ítróttin, meðan
hini 20% skulu nýtast til
annað ungdómsarbeiði.
Roymar Lamhauge
greiddi frá, at við at nýta
undirtekuna hjá vedd-
tíðindablaðið
Ongin vedding
enn
ingini í Danmark sum fyri-
mynd, so kunnu vit rokna
við einum umsetningi upp
á 10 kr. árliga hjá fer-
oysku ítróttarveddingini.
Helvtin fer til vinningar,
og um vit ikki taka ov
rívan til, skuldi í ellum
førum 3,5 milliónir kr.
verið eftir til ítróttin.
Men hvat skulu hesir
pengar fara til? Ja, tann
spurningin vildi Roymar
Lamhauge sleppa at bíða
við at svara upp á, til hann
sá pengarnar.
Í samband við vedd-
ingina koma nekur orða-
fellir afturat. Tey, ið eru
von at vedda við donsku
veddingini, arbeiða við
orðum sum »fuld- og halv-
gardering< í samband við
»systemtipping«. A
foroyskum verður tað til
at full- og hálvbeta, tá tú
fæst við kervisvedding.
Tað, ið danir kalla »ten-
densúrslit<, eitur á fer-
oyskum: viðurlagsúrslit.
Hetta eru orð, sum vit
mega venja okkum við, tí
ikki ber til at nýta donsk
orð, tá vit hava okkara
egnu.
Veddingarseðilin kemur
at líkjast tí danska ógvu-
liga nógv. Harafturat
skulu vit hava ein vedd-
ingarseðil afturat til kapp-
róður. Hesin seðilin kemur
at líkjast tí danska seðlin-
um til V6-veddingina.
Framhald av síðu 10
gjørd, og hava vit vénir um,
at hetta samtak kemur at
tæna sínum endamáli, sum er
at ståula føroyskari lutteku í
millumtjóða ítróttakapp-
ingum.
Aftan á at Danair í 1981/82
segði upp sáttmálan við
okkum viðvíkjandi avsláttri í
ferðaseðlum við teirra flog-
ferum, hava vit havt samráð-
ingar við Maersk-Air, og
hava teir verið positivir yvir
fyri ynskjum okkara, men vit
máa ásanna, at vegurin fyri
at fáa avsláttarskipan er
langur at ganga og kemur at
taka tíð. Í fyrsta umfari hava
vit kortini fingið játtað
stuðul upp á kr. 50.000 at
nýta til danskt/feroyskt sam-
starv. Vónandi er hetta bert
byrjanin.
Ítrót tarlæknaskipan
Í tróttalæknaskipanin er
komin nakað væl áleiðis nú,
aftaná at miðvíst hevur verið
arbeitt fram ímóti at seta
eina slíka á stovn. Heitt
hevur verið á læknar, sum
hava havt áhuga fyri itfotti,
og eru tað fleiri, sum eru sinn-
aðir at vera við. Vit hava
hugsað okkum eina skipan
við ítróttalækna, sum ítrótta-
fólk kunna venda sær til
viðvíkjandi ítróttaskaðum,
og har fáa góð ráð og ikki
minst vegleiðing í upptrening
aftaná skaða. Somuleiðis er
ein ítróttalækni góður í
ráðum hjá leiðarum og venj-
arum, kanska serliga tá hugs-
að verður um venjing av
børnum og yngri. Eisini
muga vit fáa upp at standa
eina skipan, at ítróttalækni
altíð er til staðar, tá talan er
um stórar ítróttastevnur og
eisini til summarstevnurnar,
vit hava á hverjum ári runt
landið. Hetta er ein tryggleiki
bæði hjá leiðarum, ítrótta-
fólki og avvarandi teirra.
Ungdóms- og Menningar-
deildin reisti á stjórnarfundi í
ÍSF spurningin um tað ikki
var rætt at vit á hverjum ári
heiðra ein persón, sum hevur
gjert eitt ávíst arbeiði fyri
ítróttin í Feroyum. Stjórnin
tók sum heild undir við
hesum, men vit mugu gera
okkum greitt, at hetta verður
ikki lætt. Vit bóðu tí felegini
um at koma við uppskotum,
og aftan á fundin her verða
ell uppskot, sum inn eru
komin, lisin upp, og verður
eisini sagt frá, hver ið er inn-
stillaður til heiðurin. Bert ein
kann fáa heiðursmerkið, sum
er ein standmynd, men tað er
líka stórur heiður at vera
millum teirra, sum eru upp-
skot.
Hesi seinastu árini hevur
verið stórur framburður runt
alt landið til at gera umsteð-
urnar til íðkan av ítrótti so
góðar sum meguligt. Ítrótta-
hallir og venjingarvellir
verða bygdir, og hverja ferð
rekka vit eitt stig longur á
mál. Ítróttasamband Feroya
telur, sum fyrr nevnt, 86
feløg, sum aftur telja sløk
9000 aktiv ítróttafólk, so
hetta tal sigur frá, at terv-
urin á helum er stórur at íðka
ítrótt í. Tá hugsað eisini
verður um, at Feroyar innan
ávísar ítróttagreinir eru
vorðnar alheimsviðurkendar,
og sostatt kunna luttaka í
kappingum á alheimsstigi, so
er eyðsæð at myndugleikar
okkara gera sítt til saman við
lokalum stigtakarum at fáa
umsteðurnar hjá ítróttafólk-
inum so góðar sum meguligt.
Innan øll sersambondini
hevur verið nógvur aktivitet-
ur, kappingar hava verið her
heima og uttanlanda. Men
hjá mær at tríva í nakað her,
verður heldur torfert, og meti
eg tað vera rættast, at teir
formenn, sum í dag sita í ser-
sambondunum sjálvir greiða
frá, og fari at vísa til frágreið-
ingar teirra í hesum sama
bóklingi. Eg skal tó siga so
mikið, at tað verður gjert eitt
ómetaliga stórt arbeiði innan
ell okkara limafeleg, sersam-
bond og deildir, og eiga øll
eina stóra tekk uppiborna
fyri alt tað sjálvbodna
arbeiði, sum er grundstuðulin
hjá ítróttinum.
Vegna starvsnevnd og
stjórn vil eg her somuleiðis
bera øllum nevndarlimum,
ítróttafólki og ítróttafelegum
eina tekk fyri gott samstarv í
farna ári.
At enda ein tekk til lands-
myndugleikar og kommunur
kring landið fyri peninga-
ligan stuðul og fyri góða
undirteku við útbyggjan av
virkisumsteðunum hjá ítrótt-
inum, og til strandferðsluna,
peningastovnarnar, aðrar
stovnar og handilsfyritøkur
fyri teirra hjálp.
pm
Fólkalandskappingin Í
apríl mánað
Leygardagin 5/5 var upp-
teljing fyri apríl mánað, í
Fólkalandskappingini.
Uppteljingin fór fram í
ÍSF-húsinum, har elsti og
yngsti luttakari í apríl
luttóku, teir fingu eisini
hevi at trekkja vinnarinir
fyri apríl mánað.
Yngsti luttakari var
Kristian Martin Guð-
mundsson úr Havn, ið er
(-) ==
Nr. 54 — 8. mai 1984
føddur 24/7-79. Elsti
luttakari var Ole Gårdbo
av Toftum, ið er føddur
14/9-1900. Ole luttók í
einari kappsvimjing å
Olavsøku 1913, har hann
Ítróttalækna
skipan
í næstu framtíð
Á aðalfundinum hjá ÍSF
leygardagin gav Selvi
Winther Olsen, lækni, frá-
greiðing frá nevndini, sum
arbeiðir við at seta í verk
ítróttarlæknaskipan í Fer-
oyum.
Nevndin hevur havt
tveir limir: Selvi Winther
Olsen og Heðin Morten-
sen.
Selvi greiddi frá, at teir
mettu ikki, at tíðin er
komin enn til at ítróttar-
læknaskipanin verður sett
í verk. Fyrireikingarnar í
samband við hetta eru
ikki komnar nóg langt
enn.
Endamálið við ítróttar-
læknaskipanini er at varð-
veita heilsuna hjá teimum,
sum íðka ítrótt. Skipanin
skal fyrst og fremst hava
sum endamál at gera upp-
lýsingararbeiðið fyri feløg-
unum, so felegini kunnu
fyribyrgja í móti at ov
nógvir skaðar henda.
Skipanin skal verða
landsumfatandi, og ætlan-
in er at fáa allar komm-
unulæknarnar í landinum
við í skipanina. Ætlanin er
at hava eitt skeið í juni í ár
fyri læknunum.
Skipanin verður stýrd
frá nevndini fyri ítróttar-
læknaskipanini, og
hendan nevndin fær
bústað í Havn.
— Tað er ikki nekur
gongd leið, at hvert felag
fær sær sín ítróttarlækna,
betur er við felags lækna-
skipan, segði Selvi
Winther Olsen m.a. og
helt fram:
- Skipanin fer vænt-
andi at kosta einar
5—10.000 kr. árliga, og
ætlanin er eisini at hava
eina stevnulæknaskipan
við tær sterru ítróttar-
stevnurnar, t.d. kappróðri
og altjóða kappingar.
Ein roynd varð gjerd
við ítróttalæknaskipan, tá
C-HM kappingin var í Fer-
oyum í 1980, og hon sýnt-
ist at virka væl.
Fleiri av fótbóltsfelog-
unum hava masserar, og
ætlanin er eisini at hava
teir við í skipanini, sum
skal líkjast skúlalækna-
skipanini í uppbygningi.
— Men, segði Selvi
Winther Olsen at enda, —
vit vilja nýta ta tíð, sum er
neyðug, at fyrireika skipa-
nina, so meguliga mega
vit bíða heilt til næsta ár,
til skipanin kemur at
virka rættuliga.
SE