Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1984síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 RN SOSÍ mil Nr. 55 — 10. mai 1984 Mk? Nøkur av umbobunum fyri nevndirnar fyri Westward Ho og Johnnu uttanfyri „Gamla Klubba« i Havn seinasta leygardag Sluppin er 100 år — elsti sluppstudul er farin um tey 80 Leygarkvøldi var lítil samkoma í -Kongasal- inum« í tí gamla partinum av Havnar Klubba. Her hittust umboð fyri nevnd- irnar fyri tær báðar slupp- irnar, Westward Ho og Jo- honnu umframt yngri og eldri sluppstuðlar. Millum teir eldru slupp- stuðlarnar vóru eisini tvey, sum eru farin um tey 80. Tey vóru Hannebeth og Hanneba Olsen í Havn, sum báðum dáma væl at síggja, at nakað verður gjørt fyri at varðveita minni um ta gomlu og farnu slupptíðina. Á samkomuni handaðu umboð fyri sluppstudl- arnar nevndini fyri Johonnu ein tjekk uppá 50.000 kr. Hann er úrslitið av tí arbeiði, sum slupp- stuðlar hava gjert sein- astu mánaðirnar. Ein mina er sett upp í SMS. Hetta er ein kistil. Síðani hevur dansur verið um- framt onnur tiltek. Føroya Sparikasséæ helt seg ikki kunna vera aftan- fyri aðrar peningastovnar, sum hava latið pengar til arbeiði hjá sluppstuðl- unum, og hann lat 25.000 kr. til suðuroyarsluppina. Sluppstuðlarnir, sum nú halda fram við sínum arbeiði, hava higartil latið Westward Ho í Havn 100.000 kr. jan Hannebeth og Hanneba Olsen, okkara elstu sluppstuðlar, eru fegin um, at okkurt spyrst burtur úr arbeiðinum at stuðla sluppunum Ein Johonnu-maður, Ove Mikkelsen, og ein Westward Ho-maður, Eivind Rein, hugna sær á samkomu í »Gamla Klubba« Báðar fylla 100 ár Westward Ho og Sjóborgin í kappsigling í Norðsjónum Tann 15. juni fer sluppin Westward Ho út á eina langa og minniliga ferð. Leiðin gongur til Grimsby í Bretlandi. Tað eru í ár 100 ár síð- ani, at Westward Ho fór av bakkastokki í Grims- by. Tað er í hesum sam- bandi, at stór mótteka verður í heimbýi West- ward Ho. Feroya Fiska- sela og fiskavirkið Chal- dur í Grimsby eru spon- sorar fyri hesi ferð og fara tey at skipa fyri stórari mótteku í Grimsby dag- arnar 21. og 22. juni, tá sluppin eftir ætlanini skuldi verið komin leiðina fram úr Feroyum. Umleið 18 mans verða við sluppini henda túrin. Tað er í stóran mun fólk, sum tey seinastu árini, hava brúkt tíð og arbeiðs- orku til at varðveita sluppina. Skipari verður Debes Christiansen, stýrmaður Eivind Rein og motor- passari Terji Christi- ansen. Ætlanin er at Westward Ho skal halda leiðina víð- ari til Hull, har hon tann 2. juli skal meta einum javn- aldra, sluppini Sjóborgini, ið leingi varð ogn tofta- manna, men sum fyri kortum varð seld aftur til heimlandið. Sjóborgin, sum er smíðað í Hull, verður eisini 100 ár í ár. Ætlanin er s0, at tær báðar slupp- irnar skulu sigla um kapp teir 140 fjórðingarnar til Newcastle. Roknað verður við at Westward Ho kemur heimaftur til Feroya um miðjan juli. Á heimtúr- inum leggur hon meguliga leiðina inn til Aberdeen, har hon hevur lagt mangan stertin upp. jan Eyðun og Solveig til Dan: markar við NORRØNU Mong ivast um hvagar leiðin skal ganga til summars. So er ikki við vinnarunum av júst loknu blaðhevdakappingini. Tey fara við ferða-flaggskipi okkara NORRØNU á vitjan í summarblíðu Danmerkini Spenningurin er av. Øll vit, ið hevdu ætlanir um at fáa lut í hesum stór- vinningi — kamar fyri fýra við baði til Danmark- ar og aftur við NOR- RØNU — eru ivaleyst fegin um, at vinnarin nú er funnin. Hevdu ikki longur kunnað livað við hasum spenninginum. Soleiðis kundi tað tókst okkum, sum á ongum sinni væntaðu hesa so ovurstóru undirtøku við farnu blaðhevdakapping. Vit takka so mirðiliga fyri áhugan. Ein skuldi so vinnarin verða, og halda vit, at nú er bert eftir hjá blaðnum og mongu kappingarfelog- unum kring landið at ynskja Eyðun og Solveig Johansen úr vági tillukku við vinninginum og síðst, men ikki minst, ynskja teimum eina ógloymandi summarferð til fagra land- ið Danmerk.