hósdagur 10. mai 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 tíðindablaðið Nr. 55 — 10. maí 1984
om
Tveir av nevndarlimunum i Sílaveiðufelagnum uttan-
fyri hølini i Havnardali, Hans Joensen og Vagnar Olsen
Vaksa um
laksastovn
og nøra um
sjósilini
— sum eru við at doyggja út
Í hesum degum ferðast
limir í Sílaveiðufelagnum
kring landið og seta út
laksayngul. Seinasta viku-
skiftið settu teir út umleið
50.000 laksayngul í
Leynavatn, Mjáuvetn og
áirnar har í nánd. Yngulin
hevur staðið í kerum í
húsinum hjá felagnum í
Havnardali.
Á hverjum ári — í ok-
tober — fanga teir umleið
100 kynsbúnar laksar,
sum síðani verða stroknir í
Havnardali. Eggini liggja
so til seinast í apríl, tá tey
verða klækt. Hetta plagar
at geva umleið 100.000
laksayngul, tá avtornar,
sum alt verður sett út í áir
og vetn.
Komandi vikuskifti fara
teir til Saksunar við
50.000 laksayngli at seta
út.
Hans Joensen, formaður
í Sílaveiðufelagnum sigur,
at hetta er ein týðandi
táttur í arbeiðinum hjá
Sílaveiðufelagnum. Hann
heldur eisini, at Sílaveiðu-
felagið við hesum er við til
at nera um tann laksa-
stovn, sum m.a. útlend-
ingar siga seg eiga, men
sum nú feroyingar eiga ein
stóran og sterri part av.
Sílaveiðufelagið hevur
eisini fingið eitt sam-
arbeiði í lag við almennu
royndarsteðina Fiska-
aling. Steðirnar hjá Fiska-
aling hava tikið ímóti
umleið 100.000 laksamurt-
um til at fóðra víðari til
sjóbúnan fisk, sum Síla-
veiðufelagið síðani skal
seta út. Fiskaaling hevur
eisini átikið sær at fóðra
umleið 20.000 sílamurtar.
Sjósílini skulu ikki
doyggja út
— Vit eru varugir við, at
stovnurin av sjósílum er í
steðugari minking, og tað
má ikki henda, at hesin
føroyski stovnurin doyr
út, sigur Hans Joensen og
vísir við hesum til arbeið
hjá Sílaveiðufelagnu
Felagið hevur í løt
15.000 sjósíl ganga
Havnardali. Sílini er
80 gram. Tey skulu
út í Saksun og í Leynu:
Hans Joensen sigu
hetta er fyrsta veruliga
royndin at ala sjósíl í Før
oyum. Sjálvur vóna:
hann, at henda royndin fer
at eydnast.
jan
| Tom Wray frá „Fishing News International<!
Bilsin av at føroyingar
duga so væl at laga seg
til broyttar umstødur
Visti ikki, at foroyingar sum teir einastu brúka teldur og
telduskipanir å flakavirkjum
Um ikki so langa tíð
kemur heimsins stersta og
mest kenda fiskivinnutíð-
arrit „Fishing News Inter-
national< út við serútgávu
um Feroyar sum fram-
komin fiskivinnutjóð.
Í hesum sambandi vitj-
aði ein av stjórunum á
blaðnum í Feroyum fyri
kortum. Tíðindablaðið
Sosialurin nýtti hevi at
tosa við Tom Wray, beint
áðrenn hann fór avstað
aftur.
Bilsin
Hann segði seg vera sera
bilsnan av at síggja,
hvussu væl feroyingar
hava dugað at laga vinn-
una til tær broyttu um-
steðurnar. Her hugsar
hann um fiskimarksútflyt-
ingar, marknaðarviður-
skifti, nýggj fiskasløg
osfr.
— Tit hava somu trupul-
leikar, sum nógvir aðrir, at
veiðan eftir vanligu fiska-
sløgunum so sum toski,
hýsu og upsa hevur verið
ov stór, og at vandi tí er
fyri stovnunum.
Her haldi eg meg skilja,
at tit nú leggja sterri dent
á at fiska á djúpri vatni.
Tað tala eisini tær nógvu
ílegurnar í trolarar at
fiska á djúpum vatni fyri.
Tom Wray heldur, at
eitt fiskaslag sum blá-
longa hevur góðar megu-
leikar á marknaðinum.
Bæði í Bretlandi, Spania
og Fraklandi er markn-
aðurin fyri blálongu sera
góður og heldur hann tí, at
her eru nógvir meguleikar.
Frammaliga
Hann sigur víðari: — Eg
havi vitjað nógv av tykk-
ara flakavirkjum og má
viðganga, at tit eru ótrú-
liga frammaliga, tá talan
er um eina effektiva fram-
leiðslu. Her eru tit við
teldum og telduskipanum
komnir eitt stig longri enn
aðrir. Eisini haldi eg tit
ave hugsað nógv um um-
ødurnar hjá arbeiðsfólk-
um.
Tom Wray hevur havt
øvi at fylgja við gongdini
nan fiskivinnumenn-
ngina í nógvum londum
'g heldur, at føroyingar
við ætlanunum um at
framleiða sonevnd »Crab-
stick< eru á rættari leið.
Tí hetta er eitt veruslag,
sum alsamt sterri og
sterri marknaður verður
fyri í Europa. Hann vísir
her til, at tað ræður um
ikki at vera ov seinur á
sjóarfallinum, tí eisini
aðrastaðni | eru menn
farnir at arbeiða við
hesum nýggja meguleik-
anum, eitt nú í Hetlandi.
— Men, leggur Tom
Wray aftrat. — Tit eru í
teirri hepnu steðu, at tit
hava svartkjaftin, ið er ein
bíligur fiskur til at fram-
leiða so dýrar verur burtur
úr.
Tom Wray heldur eisini
at joint-venture-projektini
i Afrika og India eru
åhugaverd. Hann metir, at
føroyingar kunnu fáa
stórt gagn av hesum
projektum, og ikki minst
kunnu fiskimenn har fáa
gagn av teimum ílegum,
sum m.a. feroyingar gera.
Hann nevnir eisini her
meguleikan hjá virkjum
sum Com-Data og eðrum
at fáa í lag eip útflutning í
samband við slík
samarbeiðsprojekt.
Aðrir fylgja við
hvussu gongst við
fiskaalingini
Hvat viðvíkur fiskaaling-
ini, so sigur Tom Wray, at
her eygleiða útlendingar
Føroyar = við stórum
áhuga, tí Feroyar liggja so
væl fyri í hesum sam-
bandi. Eitt nú til útsetan
av laksasmolt — havbit.
— Eg haldi, at feroyingar
á hesum eki áttu at tikið
upp samstarv við onnur
grannalond, eitt nú um,
hvussu nógv skal setast
út, hver skal fiska og
hvussu. Júst tí at tit eru
avmarkaðir við eki til
fiskaaling haldi eg spurn-
ingurin viðvíkjandi
havbiti er sera áhuga-
verdur. Tit liggja so eisini
miðskeiðis í uppvakstrar-
ekinum hjá tí norðurat-
lantiska laksinum.
Tom Wray sigur at
enda, at feroyingar eru
vælkomnir at tekna seg
sum haldara av blaðnum.
Tað kann ikki keypast í
leysaselu. Umframt Fis-
hing News International,
sum kemur út í 5000 ein-
tøkum í 160 londum, gera
teir eisini eitt blað um
fiskaaling burturav. Eisini
her ætlar Tom Wray at
skriva greinar um Fer-
oyar.
Tom Wray, blaðstjóri á „Fishing News International«
skrivar nú greinar um føroysku fiskivinnuna, sum fara
at verða lisnar í 160 londum
Jákup Sverre
tekur seg úr
alinevndini
Leiðarin á Fiskirann-
sóknarstovuni, Jákup
Sverre Joensen, hevur
tikið seg úr Nevndini
viðvíkjandi Fiskaaling,
sum landsstýrið setti
fyri nekrum árum síð-
ani.
Vit hava biðið Jákup
Sverra um eina grund-
geving fyri hesi avgerð.
Hann sigur seg onga
viðmerking hava aðra
enn hana, at hann
hevur boðað landsstýr-
inum frá, at hann tekur
seg úr nevndini.
Jákup Sverri er eisini
nevndarformaður í tí
almenna partafel
agnum Fiskaaling og
er sostatt tann einasti
av limunum í Nevndini
viðv. Fiskaaling, sum
meira beinleiðis hevur
arbeitt við
spurningum
Hinir nevndarlim-
irnir = eru Mikkjal
Helmsdal, landsverk-
freðingur, Elias David-
sen, verkfreðingur,
Jergen Hansen, full-
trúi í landsstýrinum og
Martin Djurhuus,
skrivari í Menningar-
grunninum.
fiska ali-
Helst gott
ár hjá
Fiskaaling
P/f Fiskaaling hevur
aðalfund seinast í
hesum mánaðinum. Tá
verður eisini roknskap-
urin framlagdur. Nevn-
darformaðurin í Fiska-
aling, Jákup Sverre
Joensen, upplýsir, at
árið 1983 hevur
hylnast væl. Meðan
teir í 1982 seldu fyri 10
mill. kr. verður úrslitið
í 1983 helst 14 mill. kr.
Yvirskotið í 1982 var
umleið 500.000 kr. Nú
verður tað helst nakað
væl sterri.
Í dag arbeiða umleið
20 fólk á steðunum hjá
Fiskaaling við Áir, á
Oyrabakka, í Vest-
manna og í Skálabotni.
Royndirnar at fóðra ali-
fisk í byrgingunum í
Vestmanna hevur givið
so mikið gott úrslit, at
Fiskaaling nú hevur
fingið loyvi til at
byggja eitt hús har á
staðnum til fóður-
goymslu og til ein bát.