hósdagur 10. mai 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 10. mai 1984
Skúlanæmingar gjert arbeiðsuppgávu!
Ov leyst grundar-
lag undir útbygging
tíðindablaðið
av fiskaalingini
„Menn, sum fara undir
hesa vinnu, kenna ov
lítið til trupulleikarnar,
ið standast av henni.
Sum demi kunnu vit
nevna tað, sum hendi á
Funningesfirði fyri kort-
um, har meginparturin
av alifiskinum doyði.
Vit hava fingið at vita
frá álítandi keldum, at
orsøkin var ókunnleiki
innan økib«.
Hetta siga fýra studenta-
skúlanæmingar í úrskurði
sínum í eini uppgávu, teir
hava gjert á studentaskúl-
anum í Hoydelum.
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur fingið loyvi at tríva
í okkurt av ti, sum næm-
ingarnir siga í hesi
uppgávuni.
Tað er annars vorðið
steðugt meira vanligt, at
næmingar ymsa staðni frá
leita út á Sosialin at læna
tilfar um evni, sum blaðið
hevur viðgjert meira ná-
greiniliga, eitt nú fiska-
alingina.
Eisini hesir fýra næm-
ingarnir nýttu hevi at
leita inn á gólvið, tá teir
byrjaðu uppá uppgávuna
og nú aftaná, at hon er
liðug.
Teir fýra næmingarnir
siga í úrskurðinum m.a.:
„Út frá teimum upplys-
ingum vit hava fingið, við
rakstrarúrslitum v.m.
kunnu vit siga, at sum nú
er gevur alivinnan ongan
pening av sær. Við hesum
er ikki sagt, at gevast skal
Hjelm og Dánjal Niclasen
við hesi vinnu. Heldur
skulu vit við hjálp frá
landinum, útbyggja hesa
vinnu á tann hátt, at
royndir verða gjerdar við
alternativum fiskasleg-
um.
Fiskaaling er ein nyggj-
ur vinnuvegur, og vid
einari nýggjari vinnu eru
altíð byrjunnartrupulleik-
ar.
Vit eru komin fram til,
at tey geografisku og bio-
logisku viðurskiftini í Fer-
oyum eru vælegnað.
Fiskaaling er ein sera
krevjandi vinna. Mong
halda, at hetta er lætt-
vunnin peningur, men so
er ikki, heldur tvørtur
ímóti.
Tervur er á stýring
innan útbyggingina av
hesi vinnu, men nú er bati
fyri framman.
Nevndin viðvíkjandi
fiskaaling er nýliga komin
við uppskoti um, hvussu
vinnan skal útbyggjast.
Tað er gott, at nevndin er
komin við hesum upp-
skoti, men vit taka ikki
undir við tí, við tað at
vinnan verður bygd á eitt
alt ov leyst grundarlag.
Vit áttu at latið P/f Fiska-
aling hildið fram við
royndum við at finna betri
og bíligari fóður, og fáa
teir best egnaðu alifisk-
arnar. Men hesar royndir
verða kevdar av tí stóra
eftirspurningi, ið er eftir
smolti, við tað at ov fáar
smoltsteðir eru, saman-
borið við tey flotbúðra-
loyvi, sum givin eru. Okk-
ara uppskot til útbygging
av vinnuni er, at bíðað
skuldi verið við umtalaðu
útbygging, til vit høvdu
nóg gott grundarlag.
Hetta meta vit ikki, at vit
hava í dag, við tað at
menn, sum fara undir hesa
vinnu, kenna ov lítið til
trupulleikarnar, ið stand-
ast av henni. Sum demi
kunnu vit nevna tað, sum
hendi á Funningsfirði fyri
kortum, har meginpart-
urin av alifiskinum doyði.
Vit hava fingið at vita frá
álítandi keldum, at orsek-
in var ókunnleiki innan
ekið.
Vónandi verður treyt
sett við, tá menn í fram-
tíðini fara undir hesa
vinnu, og hon skal verða,
at teir hava innlit í trupul-
leikarnar, ið standast av
hesi vinnu, so hetta ikki
endurtekur seg.
Grunnar okkara eru við
at verða uppfiskaðir, tí
mugu aðrar alternativar
vinnur finnast.
Ein av hesum meguleik-
um er fiskaaling, men vit
meta, at ov skjótt er og
verður farið fram. Leggj-
ast kann afturat, at í mun
til ílegurnar, er aling ikki
ein vinna, ið skapar nógv
arbeidsplåss«.
Skulin og føroyska
samfelagið
Uppgávan byggir annars
á samreður og ymiskt
skrivað keldutilfar.
Tey fýra hava í stóran
mun viðgjert arbeiði og
alisteðina hjá P/f Fiska-
på
Teir fýra studentaskúlanæmingarnir uttanfyri blaðhús Sosialsins á Argjum: Hallur Hjelm, Jan Poulsen, Rúna
aling, sum er tann elsta og
stersta alisteðin í Fer-
oyum í dag.
Um orsekina til at tey
hava valt at skriva um
fiskaaling siga næming-
arnir, at hetta evni verður
sera nógv umrett í letuni
og hetta kemst av, at
Feroyar eru noyddar at út-
vega sær alternativar
vinnuvegir.
Um innsavningina av
tilfarinum siga tey, at
hetta hevur gingist illa.
Ætlanin var at fáa við-
gjert roknskapin hjá P/f
Fiskaaling, men vísti tað
seg at vera sera trupult at
fáa hendur á honum.
Tað er bert at fegnast
um, at føroyskir lærarar
og skúlanæmingar gera
undirvísingina nútíðar-
kenda — og viðkomandi
sum í slíkum feri, har
næmingarnir arbeiða við
evnum, sum snúgva seg
um nútíðina og ikki minst
um framtíðina t.v.s. um
eina tíð, har teir sjálvir
vera við til at mynda eitt
nú vinnulívið í feroyska
samfelagnum.
Samfelag okkara eigur
nógvar og ríkar megu-
leikar. Teir eiga skúlarnir
at troyta. Her eru so
vissuliga mong evni at
triva í. Og her kunnu sku'-
ar fáa gagn av eini saklig-
ari og objektivari fer-
oyskari pressu, sum eftir
ferimuni sjálvandi umreð-
ur tey ymsu evnini sum
árini ganga.
jan
Henda tekningin príðir forsíðina á uppgávuni um fiska-
aling
Feroyingar
og danir
samarbeiða
um kalvaaling
Í summar byrjar eitt
samarbeiði millum
Fiskirannsóknarstov-
una og Danmarks
Fiskeri- og Havunder-
segelser í Hirtshals
Hetta verður sum so
fyrsta samarbeiði av
sínum slag.
Jákup Sverri
Joensen, leiðari á Fiski-
rannsóknarstovuni sig-
ur, at ætlanin er at
taka nakrar kalvar nú í
summar og hava teir
gangandi í kanalunum
á Oyrabakka. Har eru
frammanundan nakrir
smærri kalvar.
— Vit vóna at fáa
nakrar stórar og helst
kynsbúnar kalvar, sum
vit kunnu strúka.
Ætlanin er so at lata
kanningarstovninum í
Hirtshals rogn og síl til
at klekja og síðani at
fóðra fiskin.
Tað hevur verið nógv
tosað um at ala kalva,
men hetta hevur enn
ikki eydnast. Tað vísir
seg at bera til at klekja,
men enn hevur tað ikki
eydnast at fáa tann
lítla kalvamurtin at
taka fødi til sin. T6
bendir okkurt á, at
norðmenn eru við at
finna fram til eina
loysn í hesum máli.
Jákup Sverre
Joensen sigur, at finst
ein loysn á hesum spur-
ningi, so er ætlanin at
fara undir at ala kalva í
Feroyum bæði til at
seta í kanalir ella hyljar
og til at seta út á sjógv.
— Tá verður so
meguleiki at nera um
sjálvan kalvastovnin
jan
Einki avtalað
við brennisteð
Tað er avgjert, at
brennisteðin hjá Inter-
kommunala Renovati-
ónsfelagsskapinum
skal liggja við Áir. Ein
av grundgevingunum
fyri at leggja steðina
her er tann, at fiska-
alingin har á staðnum
skal brúka avlopshitan
frá steðini.
Vit hava spurt Jákup
Sverra Joensen, for-
mann í Fiskaaling, um
nekur avtala er gjerd
millum Fiskaaling og
Interkommunala Reno-
vatiónsfelagsskapin.
Jákup Sverre
Joensen sigur, at tað
fyriliggur eingin av-
tala. Hann vísir tó á, at
teir hava fingið fyri-
spurning frá nevndini
um Fiskaaling er
hugað fyri at keypa av-
lopshitan.
— Eg havi skilt tað
soleiðis, at Fiskaaling
skal gjalda tær 15 mill.
kr. fyri avlopshitan,
sum longu eru brúktar
til bygging av brenni-
steðini í Eysturoynni.
Til tað hava vit sagt, at
tað kann als ikki lata
seg gera. Vit hava
sagt, at vit hava áhuga
fyri at brúka hitan til
alingina, men tílíkar
upphæddir kunnu ikki
koma uppá tal sigur
Jákup Sverre Joensen.
Uppá fyrispurning
um Fiskaaling sum so
hevur gjert sær tankar
um víðari útbygging
við tí fyri eyga at
brúka avlopshitan í
brennisteðini sigt
hann, at tað hava te
ikki.