Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sunnudagin hittust B36 og B68 í 1. deild í Gunda- dali. B68 hevur roynst væl í ár, meðan B36 fekk eina heldur vánaliga byrjan móti TB. Tó spældi B36 væl betur móti HB í eðrum umfari, so nógv hevdu væntað sær nokk so nógv av B36. Men B36 svíkti heilt síni = viðhaldsfólk. Tí spælið hjá B36 sunnu- dagin var bart út einki at reypa av. Harafturímóti royndist liðið hjá B68 sera væl, og átti B68 mest sum allan dystin. Tað gingu 19 minuttir til fyrsta málið kom. Og sjálvandi var tað til B68. Tað var Axel Hejgaard, sum kom leysur og setti bóltin í netið. Níggju minuttir seinni kom enn eitt mál til B68. Hesa ferð var tað Ingolf Petersen, sum var tann hepni mál- skjúttin. Tað gekk nú ein góð leta, men tá 42 minuttir vóru farnir av dystinum, fekk B68 sítt triðja mál. Aftur hesa ferð var tað Axel Hejgaard, sum setti bóltin í netið. Nú hildu fleiri, at tað fór at vera liðugt við B36. Men bert ein minutt eftir tað triðja málið hjá B68 fekk B36 eitt mál. Tað var Kári Gullfoss, sum setti bóltin í netið eftir eina misskiljing millum ein av bakkunum og málmannin hjá B68. Hålvleiksstødan var so- statt 3-1 til B68, men enn kundi nógv henda. B36 royndi í seinna hálvleiki at minka um málmunin, men hóast teir onkuntíð nær- kaðust málinum hjá B68, so kom bóltuin ongantíð inn um málstrikuna. B68 hevur nevniliga ein sera góðan málmann, sum helt bóltinum trygt hverja ferð. Harafturímóti fekk B68 eitt mál í seinna hálvleiki, tá Edmund Jacobsen eftir trunkaspæl setti bóltin upp undir yvirleggjaran og í netið. Tá vóru 31 minuttir leiktir av seinna hálvleiki. Tað, ið eftir var av dyst- inum, dugdi B36 lítið, og B68 fekk nakrar vanda- miklar málmeguleikar afturat. Men hóast onkun- tíð var nær við, so kom bólturin ikki inn um aftur málstrikuna hjá B36 í hesum dystinum. Men B68-leikararnir kundu vera negdir við at vinna dystin 4-1. Ein sigur, sum teir av- gjert høvdu uppibornan fyri handan dystin J Nú byrjar fyrsta lands- kappingin í fótbólti fyri kvinnur. Fótbóltssamband Fer- oya samtykti á aðalfundi í november í fjør at skipa fyri einari royndarlands- kapping fyri kvinnur, og hendan byrjar nú leygar- dagin 12. mai. Leikað verður í tveim- um deildum: 12-17 ár og yvir 17 ár. Tilsamans 15 feleog luttaka við liði í bólkinum yvir 17 ár, og ell tey somu felegini uttan Sumba hava eisini lið í yngru deildini. Luttakandi felegini eru: ÍF, AB, VB, B71, LÍF, KÍ, NSÍ, EB, GÍ, HB, SÍF, B36, MB, Sumba og B68. Í báðum deildum er kappingin býtt upp í tveir bólkar, og sum sagt byrja tær leygardagin 12. mai. Hildið verður so fram til 8. september, tá innleið- andi umfarið er liðugt. 15. og 2.. september verða báðir finaludystirnir leiktir, ein á heimavelli og ein á útivelli, og tá skuldu so teir fyrstu vinnararnir verið funnir. Nakrir venjingardystir hava verið, nú áðrenn tær leggja á vellin av álvara. Sunnudagin spældu eldru liðini hjá HB og B36 venj- ingardyst í Havn, og vann B36 hendan dystin við 4 málum móti ongum. Eftir dystin tóku vit hesa mynd av báðum liðunum saml- aðum. KÍ-NSÍ, 1. deild: 3-3 (2-1): , & Javnleikur greiddi á útivelli javnleik Fr moti KI Sunnudagin var dystur i Klaksvík millum KÍ og nýggja liðið í 1. deild, NSÍ. Dysturin var góður, væl leiktur og javnur, sjálvt um NSÍ kanska var betur spælandi liðið. Tað var tó KÍ, ið kom á odda við máli, ið Jákup »Bigge« Mikkelsen skeyt og eydnaðist eisini Beiniri Poulsen at økja leiðsluna til 2-0, men áðrenn farið varð til hálvleikssteðg hevði leikandi venjarin hjá NSÍ, Abraham Hansen fingið minka til 1- 2, ið varð hálvleikssteðan. Í seinna hálvleiki ekti Oddbjørn Joensen Kl- leiðsluna til 3-1, men tvær ferðir í hesum hálvleiki prógvaði Abraham virði sítt fyri NSÍ, við at skjóta tvey mál, so at endaliga úrslitið varð javnleikur 3- 3. Við javnleikinum hevur NSÍ nú tryggjað sær trý stig og liggur í letuni sum nr. 4 í deildini við einum vunnum, einum jevnum og einum taptum dysti og málúrtekuni 5-5. Sjálvt um tað bert eru farin trý leikumfer, so ber til at siga, at NSÍ hesa ferð verður verandi í 1. deild meira enn eitt kapp- ingarár, tí um leikháttur teirra heldur fram á sama hátt alt kappingarárið, er eingin ivi um, at liðið fer at ognað sær fleiri stig. til olympiadu Feroyingar skulu luttaka í olympisku leikunum fyri brekað í summar. Olympisku leikirnir fyri brekað verða í Long Island í New York í USA í juni í ár, og tríggir feroy- ingar skulu tá luttaka í svimjikappingini í leik- unum. Tey, ið fara av stað, verða Ólavur Kongsbak úr Miðvági, Katrin Johansen úr Havn og Kristver Rasmussen av Sandi. Farið verður úr Fer- oyum 16. juni, og ferða- lagið kemur aftur 30. juni. Ferðaleiðarar verða Jón á Steig og Egga Jensen. Umframt hesar tríggjar føroyingarnar, skal Heðin Nolsøe úr Trongisvági eisini luttaka í hesum olympisku leikunum. Heðin skal luttaka saman við danska liðnum í mál- bólti (goal-ball).