Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 1984síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA Nr. 55 — 10. mai 1984 tíðindablaðið 'sosial | i | | | Síða 13 Gf-HB, 1. deild: 0-1 (0-0): Málini telja so HB vann Um leikbýtið var augerðandi fyri dystin, so skuldi GI í minsta lagi havt javnleik Fyrra helming av fyrra hálvleiki var leikur javnt býttur millum GÍ og HB tá liðini hittust í dysti á vellinum í Getu leygar- dagin. Spælið skifti úr einum enda av vellinum í annan og longu í fyrstu 10 min. hevdu bæði liðini havt tvey sera vandamikil álop hver, sum við eitt sindur av hepni kundu givið mál. Um miðjan hálvleik vann HB sær tamarhald á miðvellinum og hevði hetta m.a. við sær, at bólt- vrin fyri tað mesta varð trýstur oman á GÍ-hálv- una. Við vindinum í rygg- inum kundi HB skipað fyri fleiri atsóknum á GÍ- málið, tó uttan nakað mál. Hesa letu hevði HB nekur sera vandamikil horna- sperk, sum vórðu skotin upp í vindin og vóru um at enda beinleiðis í málinum. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom GÍ fyri seg aftur. Liðið fekk gongd á málsókna leikin og royndu getumenn seg við fleiri ágangandi álopum móti HB-málinum, har Mikkjal Mikkelsen enn einaferð prógvaði sítt stóra virði fyri HB. Men HB var eisini heppið hesa letu. Um Mikkjal ikki megnaði at bjarga, so stóð HB-leik- ari á strikuni og fekk mett bóltinum — við andliti ella á annan hátt. Tíðliga í fyrra hálvleiki var GI fyri tí óhappi, at John Jarnskor varð so mikið illa skaddur av einum samanbresti við girðingina kring vellin, at hann varð noyddur at fara av velli. Í seinna hálvleiki hevði GÍ vindin í ryggin og hevdu getumenn henda hálvleikin sterra lutin í leiki — sjálvt um HB kanska byrjaði hálvleikin betri. Getumenn fingu í lag eina rød av vandamikl- um ålopum har tað gjerdist neyðugt hjá Mikkjali Mikkelsen at visa ell målmanskynstir síni — og við teimum, og hjálp av m.a. yvirliggjara eisini, eydnaðist HB at verja seg móti málroynd- unum. Álopini vóru so mong, at ein bert stóð og bíðaði eftir at GÍ skuldi javna, men júst tá GÍ atsókn- irnar leikaðu á sum harð- ast fekk HB í lag eitt mót- álop, ið endaði við, at havnamenn fingu horna- spark í vinstru síðu. Hornasparkið varð skotið hegt inn fyri málið og har eydnaðist Erlingi Jacob- sen at fáa hevdið undir bóltin og beina hann í netið til 1-0, ið eisini skuldi vísa seg at verða endaliga úrslitið. Tá málið kom varð Rúni, ungi GÍ-málverjin so óheppin at fáa skaða, so at hann varð noyddur at fara av velli. Av tí at GÍ hevði skift báðar eyka- menn sínar á vøll, varð neyðugt at Hallur Hansen fór at verja málið — við góðum úrsliti, hann hevur jú áður prógvað at hann hevur góð málmansevnir. Sjálvt um GÍ sostatt var ein leikara í undirluta góvust teir ikki at stríðast fyri at fáa mál. Men hverki teimum ella HB eydnaðist at fáa bóltin í netið aftur í hesum dysti. Málini avgerða ein dyst. Tann ið fær flest vinnur, men um leikbýtið, dygd, málsókni og ágrýtni eisini taldu við, so hevði úrslitið verið eitt annað — so hevði GÍ í minsta lagi havt eina stigið. LÍF-TB, 1. deild: 2-1 (2-0): Fyrstu stigini Sunnudagin ognadi LIF sær fyrstu stigini í ár samstundis sum TB tapti fyrsta dyst sín Tá LÍF og TB sunnudagin hittust á vellinum í Lorvík lá nógvur vindur fram eftir vellinum, og kom hetta í ávísan mun at ávirka leikgongdina. Í fyrra hálvleiki var tað LÍF, sum hevði vindin í fyggin, men hóast hetta so var tað TB, sum átti at kalla alt spælið fyrsta kor- terið. TB-leikararnir fluttu seg væl fyri hverjum eðrum og gjerdi ikki fót- bóltsspælið torferari enn neyðugt var. Roynt var alla tíðina at avlevera til nærmasta leikara. Hesa letu gekk einki hjá LÍF. Leikararnir fingu ikki tamarhald á leikinum og eingi verulig álop vórðu fingin 1 lag. Hóast TB hevði yvirvág og einstek vandamikil álop eisini, so kom einki mál burtur úr hesum og sum hálv- leikurin leið, komu lorvík- ingar meira við í leikin. Roynt var at nýta vindin nógv gjert av at skjóta langar avleveringar fram til framherjarnar. Og tvey av LÍF-álopunum góvu í fyrra hálvleiki úrslit. TB-verjan er ikki av teimum bestu. Leikararnir tykjast alt ov ofta at gloyma at dekka mót- steðumenninar upp og í staðin trekkja yvir har, sum bólturin er. Og í 35. min. varð hetta revsað. LÍF álop verður leikt igjøgnum í hegru síðu. Øll TB-verjan trekkir yvir móti bóltinum við tí úr- sliti, at LÍF-framherji kemur at standa púra einsamallur í vinstru síðu. Hetta síggja LÍF'ararnir og avleverað oman í vinstru síðu har framherj- in roynir seg við skoti. Í fyrstu atlegu bjargar TB- málverjin Mortan Joensen. Bólturin kemur út frá málinum aftur og at fara í hylin. hjá flogbóltinum. royna LÍF-eik- ararnir seg við skoti. Enn aftur einaferð verður bólturin mettur av Mortani, men hesa ferð endar bólturin hjá sera málsókna Kára Nielsen og nú bar til. Honum eydnast at fáa bóltin í netið til 1-0. Og ikki gekk long tíð, so royndi Kári seg aftur. Aftur hesa ferð varð neyðugt við fleiri roynd- um, men TB-verjan fekk ikki bóltin burtur frá málinum, so aftur hesa ferð eydnaðist Kára at fáa bóltin aftur um Mortan til støduna 2-0, ið eisini varð hálvleikssteðan. Í seinna hálvleiki var tað TB, ið hevði vindin í ryggin, og hevði hetta við sær, at tveramenn hevdu sterra lutin í leiki — sjálvt um LÍF eisini hevði onkur vandamikil álop. Hóast bólturin ferð eftir ferð varð trýstur oman móti málinum hjá LÍF, so gekk long tíð áðrenn TB fekk hol á. Framherjarnir hjá tveramonnum tykjast at vera alt ov varnir við at skjóta — í mun til LÍF — men tey skot, sum TB'ararnir royndu seg við sunnudagin vóru nú heldur ikki nógv at reypa av, so leikararnir resta kanska skotvenjing. Mið- skeiðis í hálvleikinum bar Flogbólturin úti at svimja Flogbóltslandsliðini hava nú víst, at tey duga at svimja 200 m. Tað var í samband við, at bæði flogbóltslandsliðini hjá kvinnunum og monn- unum høvdu venjing í Havn hetta vikuskiftid, at landsliðsspælararnir avgjørdu Sostatt hava tey longu luttikið í einari fólkalandskapping, áðrenn tey sjálvi skulu spæla flogbóltslandsdystir seinni í summar. Bæði Flogbóltssambandið og Svimjisambandið hava annars flutt í nýggj hølir um vikuskiftið. Bæði sambondini hava skrivstovur í ÍSF-húsinum, men orsaka av plásstroti hevur Flogbóltssambandið nú innrættað sær skrivstovu í kjallarahæddini í húsinum, meðan Svimjisambandid er flutt inn í gomlu hølini Um hetta er orsekin til at Flogbóltssambandið nú stuðlar Svimjisamband- inum í fólkalandskappingini í svimjing, meldar segan tó einki um. tó til. Álop endaði við, at Trond Nolsee, staddur í vinstru málteigarsíðu fekk bóltin og fekk mink- að til 1-2, ið eisini varð endaliga úrslitið. Hóast TB'ararnir royndu alt teir vóru mentir at fáa javnleik, so bar hetta ikki til. LÍF- verjan vardi væl og skot- ini hjá TB vóru ov vána- lig. Tíggju min. áðrenn leik- lok mettu nógv viðhalds- fólk hjá TB, at tveramenn áttu at fáa brotsspark tá LÍF-málverjin og Ásmund Nolsee brustu saman inni í brotsteiginum, so mikið hart at Ásmund varð nc, ddur at fara av vell- inum, men dómarin bríkslaði ikki, so har hendi Tit ringja tlf. 11820 — vit skriva Fótbólts- lands- liðini Í nærmastu framtíð fara landsliðini undir venj- ingina til teir landsdystir í verða í summar. Landsliðsvenjari hjá A- landsliðnum verður Jógv- an Norðbúð, ímeðan Ole Serensen fer at venja dreingjalandsliði. — Venj- arin til unglingalandslidi verður settur ein av fyrstu degunum. A-landsliðið fær í august vitjan av íslendsku og grenlendsku A-landsliðunum. Skipað verður í hesum samband- inum fyri eini trýlanda kapping. Unglingalandsliði fær eisini vitjan av íslend- ingum. Hetta verður um miðjan august. Dreingjalandsliði skal seinast í juli mánað luttaka í noråurlendska meistaraskapinum ið verður á Íslandi. Í hesi kapping luttaka ell Norð- urlond. Ein sera stór av- bjóðing til lið okkara.