Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið r. mai 1984 Eilif Samuelsen: — Bygg- id eftir verkætlanini hjå SEV Fólk eru sum heild ikki ímóti, at SEV útbyggir vatn- orkuna. Hinvegin eru fólk ímóti, at SEV »kroystir« eitt projekt niður yvir Eiðisvatn. Ill- gitingarnar um útbyggingar- ætlanina og um sáttmálan við Højgaard & Schultz stava frå ti, at so nógv fer fram i loyndum. Bæði løgtings- menn og fólk vilja hava sátt- málan, SEV gjørdi við H&S síðst í 70-unum fram í ljósið. Slíka niðursteðu og slíkar tankar hava uttan iva nógv gjert sær eftir »vatnorkufundin« tys- kveldið. — Nútíðarsamfelagið er ógvuliga bundið av el- orku, segði Eilif Samuel- sen, landsstýrismaður í orkumálum. Hann vísti á øll el-tólini í húskjunum, øll el-drivnu hjálpartólini á skrivstov- unum og á tað, at all virkini eru bundin av el- orku. Landsstýrismaðurin konstateraði tí, at tað er ógvuliga týdningarmikið við álítandi orkumegi. Eilif Samuelsen nevndi fleiri orkumeguleikar: vatnorkuverk, kolorku- verk, dieselverk og vind- orkuverk. Sjálvur mælti hann til at gera vatnorkuverk við verkætlanini hjá H&S sum grundarlag. Um nátturuárin segði hann, at tað er eyðsæð, at ein slík útbygging gongur út yvir náttúru og um- hvervi. — Tað er óhugsandi at útbyggja samfelagið utt- Í Á Óli Breckmann: — Sleppið sakkunnleika feroyskum Jógvan í Leðuni: — Komið norður og njítið Eiðisvatn Latið Eiðisvatn liggja i friði an at tað gongur út yvir náttúruna, segði Eilif Samuelsen, sum annars greiddi frá gongdini í mál- inum frá tí at landsstýrið í 1973 spurdi SEV, hverjar ætlanir SEV hevði um at útbyggja vatnorkuna í Feroyum, til landsstýrið í 1982 samtykti, at SEV kundi fara undir >Eiði 1 og 3«, treytað av at øll loyvi fingust til vega. Marshall-hjálpin kravdi H&S Oli Breckmann kom ser- liga inn å spurningin, um utlendskur ella føroyskur sakkunnleiki skal standa fyri útbyggingini av vatn- orkuni. Hann upplysti, at tå SEV fór undir at gera vatnorkuverk í Vest- manna seinast í 40-unum og fyrst í 50-unum við fígging frá Marshall- hjålpini, varð kravt, at ein stor byggifyritøka sum H&S stóð fyri arbeiðnum. Legtingsmaðurin helt, at tað var rímiligt, at út- lendingar stóðu fyri ar- beiðnum tá, tí tá áttu foroyingar valla fulla hond av verkfreðingum í tali, og tá vóru bert nekur fá og smá byggifeløg i Før- oyum. — Men soleidis er ikki meira. Síðan 1948 hevur veldugur framburður ver- ið hjá okkara byggi- fyritøkum. Sakkunnleikin å hesum økjum er mun- andi størri og vit hava eitt betri samfelag, visti Oli Breckmanna å. Hann metti, at komandi 10—15 årini fer kostnad- urin fyri vatnorkvútbygg- ingina at liggja oman fyri 100 mill. kr. árliga. Óli Breckmann segði, at vit kunnu ikki lata allan henda peningin fara utt- anlands. Hann helt, at vit kunnu ikki vera tjentir við at hava útbúgvið okkara fólk, ment okkum sum tjóð, og so lata megin- partin av landinum. — Feroyskur sakkunn- leiki má tryggjast mest meguligan part av ar- beiðnum. Legtingsmaðurin segði, at tað ber ikki til, at for- oyingar standa við keppi í hond og hyggja at og bert fáa molarnar. Um sáttmálan upplýsti Óli Breckmann, at hann saman við eðrum í einum løgtingsuppskoti til sam- tyktar hevur skotið upp, at tingið fær eitt eintak av sáttmálanum millum H&S og SEV. Hann segði, at sambært upp- lýsingum um sáttmálan skulu feroyingar gera mest meguligt arbeiði. Men hann helt hetta vera ov veikt orðað, og mælti til, at allir partar seta seg niður og finna út av, hvat vit kunnu gera. Bert við snilci Tórmóður Dahl, idnadar- rådgevi, samanber verk- ætlanina hjå H&S og SEV å Eidisvatni vid upp- skotid at leggja eitt vatn- orkuverk longur suðuri við Sundalagið, á Veðra- nesi. Men hann kom eisini inn á SEV og almenn- ingin. Tórmóður Dahl vísti á, at ætlanin hjá SEV var væl fjald fyri almenning- inum til 1978, tá kom knappliga undan kavi henda velduga ætlanin. Hann segði, at tað bert við snildi var eydnast at fáa nakað fram í ljósmála um verkætlanina. Frá tí at tann fyrsta verkætlanin kom fram í 1978 eru triggjar verk- ætlanir gjerdar. Allar við sterri broytingum. Tann fyrsta varð legd fyri óhefta norska fyritøku til ummælis. Norska felagið, Berdal, koldømdi ætlan- ina, og segði, at hon var ov ófullkomin at taka steðu út frá. Í hesum sambandi upp- lýsti Tórmóður Dahl, at síðan sokallaða Veðranes- projektið er komið fram tíðliga í ár, hevur SEV víðkað sína ætlan longur suðureftir, soleiðis at av- fallsekið eisini fevnir um nakað av tí, skotið er upp í Veðranes-projektinum. Hann metti, at við hes- um er SEV farið út um tað, yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi til. Gevur meira og er bíligari Um Veðranes-ætlanina segði idnadarrådgevin, at henda ætlanin liggur longuri uppi, og at tað er ein sannroynd í fjalla- lendi, at mest orka fæst eiti sindur omanfyri hálva hædd. Há S-verkætlanin á Eiðisvatni liggur á 140 metrum, meðan Veðranes- ætlanin liggur á 300 metrum. — Vit koma dupult so høgt upp og fáa tvær ferðir so nógva orku, segði Tórmóður Dahl. Hann hevði gjert ymis- kar útrokningar, ið hann vísti uppá leriftið. Sam- bært hesum útrokningun- um fer Eiðis-verkætlanin at kosta um 326 mill. kr., meðan Veðranes-ætlanin verður nakað bíligari, 312 mill. kr. Verkætlanin, sum ætl- anin fyrst er at gera, sokallaða »Edi 2 og 3«, gevur 28 mill. kilowatt- tímar árliga, meðan Veðr- anes er mett at geva 40 mill. kilowatt-timar. Út frá hesum, og lánum í 15 ár til 11 pst. í rentu, roknaði hann við at el- prísurin fyri ætlanina hjá H&S fer upp um 2 kr. fyri kilowatt-tíman, meðan Veðranes-ætlanin gevur ein kostprís upp á 1,55 kr. Víðkaða Eiðis-ætlanin liggur um kr. 1,70. Tórmóður Dahl upp- lýsti eisini, at samlað kundi Eysturoyggin út- vega 120 mill. kilowatt- tímar. Í hesum sambandi nevndi Tórmóður Dahl meguleikan fyri fýra el- verkum: eitt á Veðranesi, eitt við Skålafjørdin og tvey við Funningsfjorð. — Tað vil siga tað sama sum, at vit í Eysturoy kunnu fáa meira orku enn øll ætlanin hjá H&S og SEV fyri Vågar (Fjalla- vatn) og Vestmanna 4 (norðan fyri Vestmanna, millum Dalarnar og Saks- unardal) tilsamans geva. Ídnaðarráðgevin setti eisini eitt spurnartekin við samvinnuna millum H&S og SEV. Hann vísti á, at SEV rindar fleiri milliónir til H&S fyri ráðgeving, letur H&S gera verk- ætlanir, letur H&S gera alt arbeiðið uppá rokning og við amboðum, sum SEV keypir. Sammett við donsk við- urskifti — kostnaður í mun til fólkatal — so vil samlaða verkætlanin hjá SEV kosta tað sama sum tríggjar brýr yvir um Stórabelt. — Síggið fyri tykkum stóru yvirskriftirnar í donskum bleðum, um svens fyritøka skal gera brúnna um Stórabelt! Jógvan í Leðuni, av Eiði. sum hevur skrivað nógv móti ætlaðu náttúruoyð- Tormóður Dahl: — Norsk fyritøka kolldømdi verk- ætlanina ingini vid Eidisvatn, kom inn á stóra náttúruríki- demi, vit eiga, og ta ektu materialismuna. Hann tók fram upp- skotið um at taka lokið av aftur Havnará. Hann vísti á, at her verður roynt at beta um tað skeiva sum einaferð er gjørt. Hann helt, at hetta kundi vera ein lærupeningi. Um SEV-menninar helt hann, at teir eru fangaðir í egnum projekti, og bert troðka meira og meira á. Hann helt ikki, at menn hevdu aftrað seg við at tikið kveldarroðan niður av himni, málað luftina svarta, um bert orka fekst burturúr. Jógvan í Leðuni vónaði, at materialisman ikki vann størri fótafesti á okkum. Annars bjóðaði hann ellum norður til Eiðisvatn, um at taka tjald og familju við og njóta vatnið og náttúruna har — meðan tíð er? Ella? Tað stendur í tí óvissa! Gott tjak Eftir at pallborðsluttakar- arnir allir høvdu havt orð- ið, kundu fólk siga sína hugsan ella seta fram spurningar. Nógvir spurningar stóðu kortini ósvaraðir, tí hvørki stjórin á SEV, Klæmint Weihe, ella formaðurin í Orku- ráðnum, Jóannes Hansen, mettu til pallborðsfundin. Viðmerkingarnar og spurningarnir snúðu seg nógv um ekspertisuna hjá H&S, ið ikki hevur gjørt vatnorkuverk síðan í Fer- oyum fyri 25 árum síðani. Upplýst varð, at bert ein av verkfreðingunum, ið var við tá, framvegis er hjá H&S. Sum ein reyður tráður gekk gjøgnum áskoðan- irnar, at Eiðisvatn skal sleppa at liggja í friði, meðan aðrir meguleikar, t.d. Vedranes, kolakraft- verk 0.a., eiga at roynast. jo-mo