leygardagur 12. mai 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12. maí 1984
Nr. 56 —
Leiðarin i Mjørkadali um Forward Scatter radiostødina
Ikki ein lurtistød
og ikki njosning!
millum steðirnar i Føroyum, Skotlandi og Íslandi
Hósdagur 10. mai 1984 — í Mjerkadali.
Tríggir danskir herovastar. Frá kapteyni til
obertsleytnant. Umleið 15 feroyskir tingmenn og
landsstýrismenn, harav helvtin sambandsmenn.
Umboð fyri allar fjelmiðlarnar. Ein kvinnuligur
fulltrúi í Tinganesi. Ein fyrilestur. Spurningar.
Feroyskur kalvafiskur. Russiskt kaviar. Danskt
øl!
Nógva skrivingin um eina
loyniliga amerikanska
lurtistød á Sornfelli gjør-
di, at ein feroyskur
politikari setti ynski fram
um at síggja umreddu
steðina. Urslitið varð so
ein innbjóðing til ting-
menn, landsstýrismenn og
fjølmidlarnar.
Mogens Johnsen, o-
berstloytnantur og leiðari
á stødini í Mjørkadali,
beyð vælkomin og greiddi
síðani frá endamálinum
við vitjanini, og hvat ann-
ars var at siga um
steðirnar á Sornfelli.
Hann greiddi frá, at teir
har á stødini mettu vitj-
anina hava tvey endamál:
Fyri tað fyrsta at geva
føroyskum myndugleikum
og gjøgnum fjølmidlarnar
ti føroyska samfelagnum
møguleikan at siggja sam-
skiftisstødina (kommuni
katiónssteð) á Sornfelli og
harnæst at betra um góða
sambandið millum steðina
í Mjørkadali og føroyska
samfelagið.
Skjótt 25 ára
gamlar
Steðirnar í Mjørkadali og
á Sornfelli eru bygdar í
árunum frá 1959 til 1962.
Tær fevna um stóra ibid-
arbygningin í Mjørkadali,
radarstødina á »toppin-
um« sum er ein NATO
Long Range Early Warn-
ingstød og síðani sam-
skiftisstødina á eystaru
síðu á Sornfelli, har tær
fýra radioantennurnar
standa.
Mogens Johnsen greid-
di víðari frå, at samtidis
sum radarstødin å topp-
inum varð bygd, varð ein
sonevnd troposferisk
scatter-radiostød projekt-
erað. Henda steðin skuldi
brúkast til samskifti mill-
um sjálva radarstødina og
staðir av líknandi slag í
bretsku loftverjuskipan-
ini UKADGE (United
Kingdom Air Defence
Ground Environment).
Bæði radarstoðin og
radiosteðin skuldu figgj-
ast av NATO, men tá
radiosteðin skuldi byggj-
ast, beyð USA sær til
einsamalt at gjalda kostn-
aðin av hesi stødini — um
so var, at staðin umframt
tær ætlaðu kanalirnar til
samskifti millum radar-
staðina á Sornfelli og
Ongland, eisini varð út-
gjørd við nekrum eyka
kanalum. Hesar skuldu
brúkast í samband við
Legtingsmenn hildu væl standa til
BMEWS-skipanina (Ball-
istic Missile Early Warn-
ing System).
Ávaring ímóti
rakettálopi
BMEWS er ein skipan vid
Reportasja úr
Mjerkadali:
Jóhann Mortensen
og Jan Múller
trimum stórum rakett-
åvardingarradarstødum
vid Fylking Dale i Bret-
landi, i Thule i Grønlandi
og vid Clear i Alaska.
Radararnir røkka sera
langt. Teir kunnu siggja
alt norðpólsekið. Skipanin
verður styrd av NORAD-
høvudsstødini (North
American Regional Air
Defence), sum er felags
høvudsstødin hjå canad-
isku og amerikonsku loft-
verjuni. Hon liggur i stat-
inum Colorado i USA.
Vid at økja um talid å
kanalum å Forward Scatt-
er-steðini (hetta er navnið
á umreddu radioantennu-
stoð á Sornfelli) fekst so-
statt samband millum
BMEWS stødina í Bret-
landi og hinar BMEWS-
steðirnar. Ein avtala varð
gjørd um hesa stødina
millum NATO-høvuds-
støina, sum tå lå í Paris og
donsku og amerikonsku
stjórnina.
Johnsen greiddi síðani
frå, at stødin er ein partur
Síða 3
Fyri at vísa føroyskum politikarum
og tíðindafólkum at einki loyniligt og
óregluligt fer fram á Sornfelli helt
ovastin í
Mjerkadali,
Mogens
Johnsen fyrilsetur um viðurskiftini,
og fyri at tey innbodnu skuldu fáa
trygd fyri, at so var, sluppu tey at
síggja steðina.
„Forward Scatter stationen pá
Sornfelli er ikke en lyttestation med
efterretningsopgaver hvilket de ved
selvsyn kan konstatere i
efter-
middag«, segði danski herovastin.
Men seinni í fyrilestrinum segði
hann eisini: >Der vil sikkert være
meget fá, der vil have egentlig glæde
af at se stationen, fordi dens teknik
sikkert ikke ville sige ret mange
mennesker noget som helst«.
Hetta segði hann í samband við at
vanliga loyva teir ikki fólkum at
síggja stødina.
Í útvarpinum hoyrdu vit tingmenn
og landsstýrismenn siga seg vera
negdar við vitjanina. Har var einki,
sum varð hildið loyniligt. Teir fingu
alt at vita. Teir sóu alt. Skiltu á
teknikkinum, at talan var bert um
eina radiorelesteð!!!
av NARS (North Atlantic
Radio System), ein skip-
an, sum samskiftisliga
bindur NATO-londini
Canada og USA í Norð-
uramerika saman við
NATO-londini í Europa,
við tað at skipanin í Skot-
landi er knýtt at ACE
HIGH (Allied Command
Europe's radiosystem)
Hóast vit í Feroyum
liggja á »NARS« part-
inum av skipanini, so ger
radarsteðin, sum er ein
partur av Early Warning
System hjá NATO, at
Forward Scatter-steðin
verður nevnd NATO
COMMUNICATION
UNIT ella sum teir í
Mjerkadali kalla hana
»Flyvestation Tórshavn
Comm.«.
Å stødini eru 12 tekn-
ikarar, 6 danir og 6 amer-
ikanarar. Tekniska vid-
líkahaldið av stødini verð-
ur i letuni rikið av amer-
ikanska felagnum ITT
(International Telephone
and Telegraph).
Ikki nóg trygt bert
at líta á fylgis-
sveinar
Fyri bert fáum árum síð-
ani var einasta ålitandi
samskiftissambandið
millum Europa og Norð-
uramerika Forward Scatt-
erskipanini. Við nútíðar-
innar samskiftinum við
fylgissveinar hevur For-
ward Scatter-skipanin
ikki eins stóran týdning.
Tað er tó ikki ráðiligt at
leggja steðina niður. Ti
fylgissveinar eru ikki nóg
tryggir einsamallir. Ein
og hver, sum hevur vitan-
ina og útgerðina, kann
antin við at brúka elektro-
nikk ella vápn steðga
samskifti við fylgissvein-
ar
Mogens Johnsen visti
síðani til tað, sum hevur
staðið í blødunum um
hetta mál.
Tað hevur verið
skrivað, at Forward
Scattersteðin á Sornfelli
er ein lurtistød við njósn-
arauppgávum. Hetta er
ikki rætt, sum tit við
tykkara egnu eygum
kunnu síggja her í dag.
Steðin á Sornfelli er burt-
urav ein radiorelesteð,
sum tekur ímóti og sendir
til Mormond Hill í Skot-
landi og Hoffen í Íslandi.
Gott samstar
Johnsen segði síðani, at
teir á stødini í Mjørkadali
øll ár høvdu roynt at hava
eitt gott samstarv og
samband við feroyska
samfelagið. — M.a. hava
nógvir skúlaflokkar, feløg
og einstaklingar vitjað á
stødini og hava fingið
góða viðferð. Men hvat
vidvikir Forward Scatter-
stødini hava vit bert greitt
frå, hvat hon stendur fyri.
Fólk hava ikki fingið loyvi
at síggja hana, ti tað
krevst serligt loyvi til tess
frá hægri myndugleikum.
Johnsen legði so aftrat,
at tað kortini eru sera fá,
sum kunnu hava nakra
gleði av at síggja steðina,
ti teknikkurin helst ikki
sigur rættiliga nogvum
nakað.