Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Átti tú tráðu og kastidorg kundi tú altið livbjarga tær Men tíðirnar eru broyttar, nú er ødrvisi norðuri í Sundalagn- um Seguliga eru Feroyar fátækar, og tann parturin av Feroyum, sum eg skal royna at siga eitt sindur um, Norð- streym, hevur higartil, tykist mær, verið eitt tað tíðinda- leysasta eki í landinum. Men eisini har hevur fólk livað við sínum dagliga stríði og strevi, sínari gleði og sínari sorg, skrivar Sámal Johansen m.a. í hesum fyrsta partinum av greinareð síni um Norðstreym Áðrenn eg byrji hesa frásegn, skal eg siga, hvaðani eg havi fingið tilfari til hetta, sum eg sigi um Norð- streym: Fyrst skal eg nevna bókina hjá Anton Degn, »Færøske Kongs- bønder fra 1584 til 1884«, síðani tíð- arritið »Vardan«, »Matrikulstov- una« og nakað úr kirkjubókum. Um Hósvík segði fyrrverandi lær- ari har Hans Jac. Joensen mær nakað, um Leynar fyrrverandi lær- arinda Maria Hansen og um Vest- manna hevur Eyðálvur á Heygum givið mær góða leiðbeining. Inngangur Tann parturin av Streymoynni, sum verður nevndur Norøstreym, er nógv sterri enn Suðurstreym, men ikki so fólkaríkur. Hetta ger Havn- in, sum hevur millum triðing og fjórðing av ellum fólkinum í land- inum. Markið millum Norðstreym og Suðurstreym er vestanfyri — einar tveir km. norðan fyri Dalsnípuna. Úr Marknagjógv, sum er tætt sunnan fyri Dosshellugjógv, fer markið upp á eggina millum Seyða- skor sunnanfyri og Lambaskor norð- anfyri. Haðani fer tað norð eftir Vatnsdalsegg í o.u. høgan landnyrð- ing i Sandfelli og Skeidsskard og haðani eftir Kaldbakskambi, til tað aftur fer í landnyrðing oman í Jekilsgjógv og síðani oman á sjógv eystanfyri. Tá ið tveir langir dalar, Kollfjarð- ardalur og Saksunardalur, sum rekka tvertur um alla Norðstreym, eru undantiknir, er Norðstreym øll sum hon er ein fjallarúgva. Fjøllini eru tó ikki so høg sum fjøllini á Eysturoy og Norðoyum. Tey hægstu eru frá 700 m. til út ímóti 800 m. Hægsta fjallið er Koppsenni 790 m. á markinum millum Saksun og Vestmanna, á markinum millum Hvalvik og Vestmanna er Ørvist- felli, 783 m., og Skælingsfjall er 767 m. Á okkara degum, nú so nógvir vegir eru gjørdir, og so nógvir bilar aka eftir vegunum, eru líkindini til at kenna landið nógv betri enn fyrr, t.v.s., um tey, sum sita í bilunum geva sær far um tað, sum tey fara fram við. Tað verður ofta tikið til segulig steð, steð, hvar stórhendingar eru farnar fram, steð, hvar kvinnur og menn hava int bæði andalig og handalig stórverk. Tað kann sjálvsagt sigast, at øll stød, hvar menniskju hava liva og virkað, eru søgulig, men tað eru ikki ell menniskju, ið hava gjert líka nógv um seg, ella rættari, so nógv um seg, at teir, sum hava skrivað seguna, hava hildið tað vera vert at festa á blað teirra lív og virki. Eg havi higartil hildið, at Fer- oyar, seguliga sæð, eru eitt fátækt land, og tað haldi eg framvegis, men aftaná, at menn eru farnir at draga ymist seguligt tilfar úr jerðini, síggja vit, at vit ikki eru komin heilt av ongum, og vit eiga at vera teimum fólkum takksom, sum royna at draga stumpar av segu okkara úr mold. Men, sum sagt, seguliga eru Fer- Leygardagur 12. maí 1984 Í nakrar leygardagar fara vit her í Sosialinum at prenta eina greinarød Norðstreym, sum hevur um Johansen skrivað. Sámal Hann leggur fyri í dag og skrivar fyrst um alt Norðstreymoyargkið og síðani um bygdina Tjørnuvik og um sund- ini. Seinni fer hann at skriva um allar hinar bygdirnar i Norðstreymi. Vit ynskja Såmali vælkomnan. = ra on "de > = f rå Bladstj. Hann var ikki lættur at sekja fyrr. I dag er rennistrongur lagdur út á Stakkin oyar fátækar, og tann parturin av Føroyum, sum eg skal royna at siga eitt sindur um, Norðstreym, hevur higartil, tykist mær, verið eitt tað tíðindaleysasta eki í landinum. Men eisini har hevur fólk livað við sínum dagliga stríði og strevi, sínari gleði og sínari sorg. Eg skal fyrst siga frá búsetingum á eystursíðuni á Streymoy, búset- ingum fram við Sundalagnum og byrja norðanífrá. Koma vit uttan av Norðhavinum og ætla okkum suður í Sundalagið, fara vit inn gjøgnum Eiðisflógva og hava so statt »Stiggin«, t.e. Tjørnu- víkstakk í styribor og »Fétin« t.e. Risan og Kellingina í bakborð, men áðrenn vit fara suður um Torvanes á Eysturoy og Grenhevda á Streym- oy, steðga vit í Tjørnuvik. Tjernuvík Tjørnuvik er norðasta bygd á eystursíðuni á Streymoy og norð- asta bygd á Streymoynni, og hon er gomul bygd. Er tað eftirfarandi, sum vísindarmenn nú siga, hava fólk búð har í fjúrtan hundrað ár. Víkin vendir móti landnyrðingi, har er av ringastu brimplássum og av tí, at sólargangurin er ringur, so