Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

í fjúrtan hundrað ár eru gróðrarlíkindini ikki tey bestu, men fugl áttu tjørnuvikingar nógv- an, seyðurin var góður, og tá ið flot- andi var, var útróðurin hegligur. Lendingin er á vestari síðu á víkini, har er klettur fyri og tungt at draga bát, men nú hava teir spæl at hjálpa til við dráttrinum. Vestan fyri Tjernuvík er fjallið Kambur, og vestan fyri Kamb er tann djúpi grasgreni dalurin Sjeyndir og víkin Sjeyndir. Vestan fyri Sjeyndir er Mýlingur, hann er 564 m. hegur. Á vestursíðuni er meitilberg, men úr Sjeyndum og líka upp á eggina er brett væl vallað brekka. Niðri undir Mýlingi er ein heg long fles, sum eitur Skeiðið, og mill- um Skeiðið og meginlandið er Skeiðssund, sum vanliga varð róð igjøgnum. Ein onnur fles ella lítil drangur var niðri undir Mýlingi, tað var Navarin. Innan fyri Navaran var Navarssund. Í góðum líkindum varð farið gjøgnum Navarssund, har var gott og væl árarúm. Tað lætti so væl um at fara gjøgnum sundini, tá andstreymur var. Nú siga teir, at Navarin er niðurdottin, so nú verður ikki meir farið gjøgn- um Navarssund. Við norðurendan á Streymoy er Tjernuvíkstakkur, og innan fyri hann er Stakksund. Tað var vanligt at fara gjøgnum Stakksund og ikki altíð í bestu líkindum, ofta kundu bátar liggja eystast í sundinum og bíða eftir legum. Tað komu oftast trý fylgjandi ólegi, sum brutu tvert- ur um eystara sundsmunnan heilt inn í meginlandið, men so kundu góð legi verða, og tað eydnaðist at sleppa tverturum, áðrenn næstu ólegini komu. Stakkurin er 133 m. hegur, hann var ikki lættur at søkja fyrr, tí tað var so ringt at koma upp á hann, seinni settu teir jarnringar fastar í hann, og tá gekst betur at sleppa upp, men tað hendi seg, at teir komu at liggja veðurfastir so leingi, at teimum kom at tróta bæði mat og drekka, men so fingu teir lagt eina línu av Skoradali á meginlandinum út á Stakkin, og ta kundu teir draga til sín tað, sum teimum tervaði. Nú er rennistrongur lagdur út á Stakkin, so nú ferðast teir frá hond aftur og fram tvertur um Stakk- sund. Nakað innan fyri Stakksund er eitt hol tvertur ígjegnum landið frá Flógvanum vestur á Sjeyndir. Hetta hol man vera um 400 m langt og er so beint, at tá tú ert staddur fyri munnanum eystanfyri, sært tú dag gjøgnum holið vestur á Sjeyndir. Hetta hol verður nevnt Sigmunds- hol, og farandi er gjegnum tað í bestu kyrru. Segn er, at einaferð róði ein bátur úr Tjernuvík undan báti frá einum ófriðarskipi. Teir komu inn á Sjeyndir, og Tjernuvíks- båturin fór gjøgnum hetta hol, sum eingin hevði farið fyrr og slapp undan ófriðarbátinum. Formaðurin á Tjernuvíksbátinum æt Sigmundur, og tí fekk holið navnið Sigmundshol. Tjørnuvik var høvudsbygdin i sóknini har norðuri, og sóknin æt »Tjørnevig sogn«. Tað vóru triggjar bygdir i sóknini: Tjørnuvik, Vik og Saksun. Tjørnuvik var kirkjubygd hjá hesum trimum bygdunum, har var kirkja og kirkjugarður, teir vilja vera við, at har hava verið fleiri kirkjur, eisini kunnu teir vísa á ein gamlan kirkjugarð. Presturin Gre- gers Varde klagaði 1693 um, at kirkjan í Tjørnuvik var so illa farin og bað teir flyta hana til Víkar. Hetta varð ikki gjert, men 1856 varð kirkja bygd í Vík, samstundis varð kirkjugarður gjerdur har, og 1358 varð kirkjan í Tjørnuvik flutt til Saksunar. Nú hendi tann broyting, at Saksun fór burtur úr sóknini og kom at verða ein sókn fyri seg sjálvan, og tað er hon enn. »Tjørnevig sogn« skifti navn og kom nú at eita >Hal- dersvig sogn«, men framvegis eru tríggjar bygdir í sóknini, tí 1839 fluttu fólk úr Vík suður á Langa- sand og gjørdu eina bygd har. Hetta skal eg koma til aftur seinni. Stórur partur av benum í Tjernu- vík er ógvuliga brattur, og áirnar eru nógvar. Tá áarferi er kann henda stórur skaði. Soleiðis var 1868 og 1963, tá komu áirnar flødandi oman eftir brekkunum og skruddu við sær grót og mold oman úr erva út yvir stóran part av bønum. Fólkaskaði og húsaskaði var eingin. Fyri o.u. hálvtfjórða hundrað árum síðani búði kona í Tjørnuvik, sum æt Herborg Joensdatter, hon var ættað úr Lamba, dóttir Joen Heinesen, lugmann. Herborg var gift við manni, sum er nevndur Jacob i Tjørnevig. Um hann veit eg Leygardagur 12. mai 1984 Menn siga, at fólk hevur búð i Tjørnuvik einki, uttan tað, at hann metir á tingi fyri konu sína, tá ið trætna var um jerð, og tað hendi seg ofta í Heinesens slektini. Eg veit einki um, at Herborg navnið hevur verið í Tjørnuvik, men Heina navnið hevur gjøgnum langar tíðir verið har og er har enn. I Tjørnuvik eru 24 merkur av jerð, 20 ognarmerkur og 4 kongsmerkur, hagapartarnir eru tveir, Norðan Kamb og heiman Kamb, seyðurin er góður. 1801 vóru 65 fólk í Tjernuvík, 1860 vóru 93, 1911 vóru 125, tað man helst hava verið mesta fólkatal, sum hevur verið í bygdi.i. Við sein- astu fólkateljing 1977 vóru 78 fólk í Tjernuvík. Sundini Úr Tjørnuvik fara vit til Vikar. Sum ell vita, kunnu vit nú fara við bili suður eftir oyggj, men av tí, at eg ætli mær at siga nekur orð um Sundini, sum gjøgnum allar tíðir hava haft so nógv at týða fyri tað fólk, sum hava búð fram við strend- urnar har norðuri, fara vit við báti út eftir Tjernuvíkini, suður um Líðarenni, Svinkagjógv og Tíka- gjógv, sum fólk vildu vera við var opin tvørtur gjøgnum landið av tí, at ein tík, sum var omankastað í Saksun, skuldi flóta í Tíkagjógv morgunin eftir. Vit fara suður um Fjøruglyvur og Grenhevdan og koma inn í Sundini, kyrrasta sjógv í Feroyum. Men har norðuri er tað hverki so við kyrruni, tá ið heg- ættirnar leika í. Ur Streymoynni er ein grynna líka yvir í Eysturoynna. Grynnubakkin, tað vil siga tað sunnasta av grynn- uni, er eitt beint strekki frá umleið markinum millum Tjernuvík og Vík á Streymoynni og yvir í Brimnes á Eysturoynni. Uppi á grynnuni er dýpið o.u. 8 m., men av grynnubakk- anum dýpist tað knappliga niður til o.u. 50 m. Tá útnyrðingsódnir eru, kann tað grunnbróta uppi á grynn- uni. Tá eg var ungur og seinni enn so, vóru ófera góð hvítingsmið uppi á grynnuni, og sunnan fyri grynnu- bakkan fekst ofta væl av hýsu. Hetta kom væl við hjá teimum, sum búðu har á leið. Men har var annað enn hvítingur og smáhýsa at fáa í Sundunum, har var sild og seiður, har vóru skrubbur og reyðsprekur og seiðabergspláss- ini vóru góð, har var nógv eða, gágga og kræklingur, men fáur man royna eftir hesum skeljadýrum nú. Tað var liviligt fram við Sundunum, har var næstan altíð flótandi, og hann, sum átti tráðu og kastidorg, og tað áttu allir, kundi altíð lív- bjarga sær. Men tíðirnar eru broyttar, nú er eðrvísi norðuri í Sundalagnum. Eg havi verið har norðuri og roynt á teimum góðu fjarðarmiðunum, men nú er einki at fáa. Hvat orsekin til hetta er, veit eg ikki, men eitt er vist: Sundini eru ikki tann mat- goymsla hjá fólki, ið býr fram við strendurnar har norðuri, sum tey vóru fyrr — men nú hava tey fyrsti- boxirnar. Eg havi sagt hesi fáu orðini um Sundini fyri m.a. at vísa á tær stóru broytingarnar, sum eru farnar fram í livimátanum hjá fólki í okkara tíð og eisini fyri at vísa á tann stóra týdning, Sundini hevdu fyri tað fólk, sum búðu har, fyri at vísa á, at tey, tá ikki var farandi noråurum, kundu flóta bát og fara út á >fjerð in«, út á Sundini, og fáa so mikið, tey lívbjargaðu sær. Sámal Johanser