leygardagur 12. mai 1984síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 12. maí 1984
gøtu mint
v/ Johs. A. Næs
„Ég gevi teimum ævigt lív, og teir
skulu allar ævir ikki glatast, og
eingin skal slíta teir úr hond mini«.
(Johs. 10, 28).
Hvussu skulu tey menniskju óttast deyðan,
sum hoyr aog fylgja Jesusi Kristi, sum
seyðir hoyrir og fylgir hirða teirra. Hvussu
kunnu tey óttast, tá ið tey ikki lurta eftir
aðrari redd enn hansara, og hann ikki bert
hevur sýnt og opnað teimum lívsins dyr,
men longu her hevur játtað teimum hitt
æviga lívið, ja, vissa teg um, at hann vil geva
teimum tað har heima, og at eingin skal slíta
tey úr hond hansara?
Sí, í hond hansara ert tú nú; í hond síni vil
hann æviga halda tær; sjálvur vil hann
syrgja fyri tær, varðveita teg, skapa lív í teg.
Tann, ið ikki trýr á hesa hond, er ógvuliga
fátrúgvandi.
Hvat er tað, tú óttast fyri? Heldur tú, hon
missir teg, so tú verður ogn Djevulsins í Hel-
viti? Tann hondin, sum var gjøgnumstungin
fyri teg, sum fyri teg var í Helviti og í deyð-
ans dýpi? Nei, kæra sál, um tú ikki sjálv
slítur teg úr henni, um tú ikki sjálv rennur
burtur, so sleppur hon tær ongantíð.
Skal Jesus ikki elska teg, sín dýrt keypta
seyð, meira enn Nóa dúgvu sína? O, sanni-
liga, tá ið tú einaferð sum tann dúgvan einki
hvíldarstað meir kanst finna á fold, og tú tá
flýgur mót himmalsins ark, o, tå rættir hin
góði hirðin út hond sína og tekur teg til sín;
tað er tann hondin, sum longu nú og alla tíð
varðveitir teg; tað er tann hondin, sum
ongantíð vil sleppa tær.
Gudstænastur 3. sunnudag eftir páskir
Havnar kirkja: Bonnelykke Hansen, deyvakonfirmatión
Kaldbak: Hans J. Joensen, altargongd
Vestmanna: Jákup Magnussen
Hvalvík: Martin R. Jacobsen kl. 11,00. Talvan gongur
fyri Sunnudagsblaðið
Gjógv: Emil Olsen kl. 12,00, altargongd
Klaksvík: Niels Pauli Danielsen
Svínoy: Henrik Fossing kl. 11,00
Sandavágur: David Johannesen kl. 11,00, altargongd
Sandvík: Elsa Funding kl. 12,00, altargongd
Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 11,00, barnagudstænasta
Hov: Bjarni Bæk kl. 11,00. Talvan gongur fyri orglið.
At slakta
Nakrir menn sótu og talaðu saman, ein var Dani,
hinir vóru allir Feroyingar. Danin royndi at tala
feroyskt. Hann talaði um at slakta tosk. Feroy-
ingarnir hugdu hver upp á annan, hver skal siga,
tað ber ikki til at siga at slakta.
Og tað ber ikki til at siga at slakta.
Nú tykist vera so vanligt bæði at hoyra og lesa,
at teir slakta laks, teir slakta síl, teir slakta svín,
seyð, neyð.
Ein dagin segði ein gomul kona, at nakrir menn,
ið eiga síl, fara um eitt ár at slakta sílini.
„Hvat siga tygum, skulu teir slakta silini?«
spurdi onkur.
»Sigi eg slakta? Nei, teir fara at drepa sflini«.
Soleiðis er so mangan, oftari fólk hoyra og lesa
tað skeiva málbrúkið, fleiri og fleiri taka eftir. Tað
hava vit mangan sannað.
Feroyingar hava altíð dripið fisk. Á útróðri, og
einki var at fáa, so segdu menn: Vit drepa hann
ikki. Var onkur óheppin við snerið, so segdu teir
um hann: Hann drepur ikki hval.
Summir menn eru varnir at brúka so sterkt orð
sum at drepa, tá ið teir tala um seyð og neyt. Teir
spyrja ikki: Hvussu nógv hevur tú dripið. Teir
tala um seyð. Teir siga: Hvussu nógu hevur tú
flett? Hvussu nógu hevur tú skorið?
Enn hoyra vit menn hvessa í tann unga, tá ið
hann sigur at drepa deyð, at drepa kúgv. Eingin
sigur soleiðis, siga teir.
Í summum bygdum, helst á Sandoynna, siga
menn um kúnna, tá ið hon verður avlívað, at teir
bera? kúnna burtur.
At slakta man vera best ikki at siga.
Sv. T.
Evangeliska reddin
Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 22,45 á millumbylgju
205 m. (1466 kHz).
Mánakveldið 14. maí talar Hanus S. Hansen úr Klaks-
vík.
Evni: Guds kærleiki og rættvísi.
Sangur: Sunnvá Háberg og Ebenezerkórið.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Andor El-
lefsen, tlf 12233,
leygard. og Selvi W
Olsen, tlf. 1661l
sunnud.
Eysturoy: Andr. Pe-
tersen, tlf. 48301,
leygard. og Sigvald
Kristiansen, tlf.
41517, sunnud
Norduroyggjar: Ola-
vur Gaard, tlf. 56900
Vágar: Tlf. 32413
Suðuroy (norður): Tlf.
71560
Suðuroy (suður): Tlf.
73030
Tannlæknavakt-
in, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
í dag og í morgin kl.
13,00-14,00. Tlf.
14544.
sostalurin
telf. 11820
lítla barn
30. apríl fingu Jens
og Anna-Lisa Knud-
sen, Kvívík, ein son.
2. mai fingu Thyra
Johansen og Heðin
Rasmussen, Havn,
ein son.
6. mai fingu Heidi
Poulsen og Arnold
Johansen, Strondum,
eina dóttur.
9. mai fingu Hildi-
garð og Jegvan,
Fuglafirði, ein son.
9. maí fingu Liljan og
Hanus Jacobsen,
Skopun, ein son.
9. mai fingu Richa og
Jógvan Joensen,
Saksun, eina dóttur.
SUM kapping
í svimjing
Leygardagin 12. og sunn-
udagin 13. verður SUM
kapping í svimjing.
Kappingin fer fram í
svimjihellini í Havn, báð-
ar dagar kl. 14.00.
Hetta er á fyrsta sinni
at hesin kappingarháttur
verður nýttúr, broytingin
frá síðsta ári er at nú
verður svomið í fýra bólk-
um.
Bólkur 1: Tey ið eru
fødd í 1975 og seinri
Bólkur 2: Tey ið eru
fødd i 197, og 1974
Bolkur 3: Tey id eru fødd i
1971 og 1972
Bólkur 4: Tey ið eru fødd i
1969 og 1970
Hetta bólkabýti bleiv
gjørt fyri at fáa ser-
stakliga teir smærri bólk-
arnar við, sum skipanin
var síðsta ár svumu tey 12
ára gomlu móti 15 ára
gomlum. Hetta var sjálv-
andi ógvuliga ójavnt býtt.
Við hesi nýggju skipanini
skuldi kappingarnar verið
væl javnari.
Svimjisambandið vónar
at nógv fólk leitar sær nið-
an í hellina, til hesar
kappingarnar við teimum
yngstu ættarliðunum í
føroyskari svimjing.
Frá týsdegnum 15.05.84 er Norður-
Mánadag, tysdag, hósdag og
friggjadag frá kl. 10,30-17,00.
Mikudag kl. 10,30-20,00.
Leygardag kl. 10,00-16,0..
Sunnudag kl. 15,00-18,00.
Kaffistovan er eisini opin hesar
tíðir, hvar høvi er at keypa: kaffi,
te, køkur, smyrjibreyð, øl og soda-
vatn.