Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1984síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 56 — 12. maí 1984 Í morgin vera åhoyrarar — Seks verk å skrånni hjå Føroya m.a. hjå Børresen. I morgin kl. 16.00 hevur Føroya symfoniorkestur sína aðru konsert Eins og tann fyrsta verður konsertin í morgin í Norðurlandahúsinum og á skránni eru inngangurin til »Suite L'Arlisienne« hjá Bizet við ti sermerkta partinum, har ein saxofon er lagljóðferi, »Færøisk ringdans< hjá danska tónaskaldinum Hákon Berresen. Hann gjerdi hetta verikið í 1949 og brúkti tema úr Oluvu- kvæðinum. „English Folk Songs« hjá Vaugham Williams er eitt lættskilt og skemtiligt verk. Konsertmeistarin, Claire Lydon, er solistur í »Romansu í F-dur« hjá Beethoven og Christian Wahl í »Rondo fyri klaver og orkestur hjá Mozart. Konsertin endar við »Kaiserwalzer« hjá Jo- hann Strauss. Bogi Liit- zen stjórnar Føroya sym- foniorkestri, sum telur 45 tónleikarar. Uttanlands eftir bassspælara Symfoniorkestri3 | hevur vant eina ferð um mánaðin síðani september. Endamálið við orkestr- inum, sum formliga var sett á stovn 29. oktober Claire Lydon hevur lært á Royal Academy of Music í London. Hon undirvísir í Roynd- armusikkskúlanum. Hin solisturin, Christian Wahl, hevur fingið sína út- búgving á Kgl. Danska Musikkkonservatoriunum í Keypmannahaun, har hann eisini er lærari. Í vetur hevur hann tó undirvíst í Tórshaunar Musikkskúla. symfoniorkestri, »Færøisk Ringdans« 1983, er at geva føroysk- um tønleikarum megu- leikan at spæla í einum symfoniorkestri. Tað er ikki rokkið heilt, tí til dømis er neyðugt at fara uttanlands eftir kontra- bassspælara til konsertina í morgin. Og orkestrið hevur eis- ini brúk fyri obo- og wald- hornspælarum, verður sagt. Vísindi í nýggjum búna Fróðskaparritið, 31. bók — 1983, er komið út Hetta ritið er broytt bæði í uppseting og útsjónd. Meðan perman á teimum undanfarnu ritunum hevur verið blá, er hon nú hvít. Eisini er litmynd á permuni. Ætlanin er, at myndin skal sipa til onkra ritgerð í ritinum. Permu- myndin hesa ferð er ein 200 ára gomul litmynd av fuglinum helsareyða, tí hevuðsgreinirnar i rit- inum eru um fuglar. Ritið er nú i uppseting væl breiðari enn tað hevur verið, og blaðsíðurnar eru prentaðar í tveimum teig- um. Innihaldið verður her- eftir skift í tríggjar hev- uðsbólkar: Greinir og rit- gerðir, frásagnir og við- merkingar, og bókaum- mæli. Bókaummælini er nýggjur táttur í Fróðskap- arsetrinum. Vegna pláss- trot eru kortini eingi ummæli í 31. bók, men frá 32. bók koma tey. 31. bók av Fróðskapar- ritum er ognað Hanusi Debes Joensen, fyrrver- andi landslækna, sum fylti 70 tann 27. november 1983. Hann var í nógv ár formaður Feroya Fróð- skaparfelags, og er ein stutt heilsan til hansara og yvirlit yvir tað, hann skrivliga hevur latið úr hondum prentað fremst í ritinum. Í greinini »Um ikki at flyta annan fótin fyrr enn hin stendur tryggur« hev- ur Jóan Pauli Joensen skrivað eina stutta segu- liga lýsing av Feroya Fróðskaparfelag og Fróð- skaparsetri Føroya. Ur innihaldinum er ann- ars at nevna »Yvirlit yvir Feroya fuglar« eftir Dorete Bloch og Søren Sørensen. Tey hava eisini skrivad frågreiding um flytifugl, sum tey hava talt og kannd á Akrabergi heystið 1982. Greinin er á enskum — >The Autumn Migration at Akraberg, Faroe Islands, 1982«. Jóhannes Jóhansen og Jón á Steig skriva grein um úrslitið av plantusáð- teljing, sum teir hava gjørt i Føroyum 1982 og 1983. Henda kanning hevur serliga týdning fyri spurningar í sambandi við ovurviðkvæmi (allergi). Í bólkinum Frásagnir og viðmerkingar greiða Jóan Pauli Joensen, Andras Mortensen og Jógvan Ravnsfjall frå årslitunum av fólkalívsfreðiligu inn- savningini Føroyar í slupptíðini, sum nú er liðug. Hegni Debes Jænsen og Pál Weihe greiða í stuttum frá eini kanning av yrkisvan- lukkum í Feroyum í tíðar- skeiðinum 1975-79, sum teir eru í ferð við at við- gera. Seinast í ritinum er yvir- lit yvir limir Feroya Fróð- skaparfelags, minningar- orð um farnar limir og yvirlit yvir tað, sum hevur staðið í Fróðskaparritum tey seinastu 10 árini og annað, sum Feroya Fróð- skaparfelag hevur givið út. Ritstjórar á Fróðskapar- ritum eru Hegni Debes FRODSKAPARRIT Fyrr og nú. Munur er á, at nýggi búnin er snotiligari. Men innihaldið er óbroytt Joensen, Jóan Pauli Joensen og Jóhan Hendrik W. Poulsen. Elin Súsanna Jacobsen er rit- stjórnarskrivari. Mentun- argrunnur Føroya Løg- tings gevur ritið út. Fróðskaparrit er 121 bls. til steddar og kostar 105 kr. í bókabúðunum. Haldaragjaldið er kr. 80. Tað ber til at tekna seg sum haldara við at ringja til Fróðskaparsetrið, tlf. 15302 ella 15303.