Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ro Sosialurin Ongin boðaði frá út í Tinganes: Vistu ikki stevning var tikin aftur Ikki fyrr = enn seinnapartin týs- dagin fekk Lands- stýrið formliga at vita, at tað ikki longur er stevnt i sambandi við at- kveðurnar til by- ráðsvalið í Havn í 1980. Tá málið var fyri í Eystara landsrætti fyri viku síðani var greitt, at Uttanflokka- listin bert var hugaður at føra sakina móti Tórs- havnar býráð og ikki, sum upprunaliga, eisini móti Landsstýrinum. Men av eini ella aðrari orsek hevði ongin boðað frá hesum úti í Tinganesi. Landsstýrið helt tí, tað framvegis var partur í málinum, og fyri at vita, hvussu steðan var, boðaði tað til fundar seinnapartin týsdagin. Á fundinum vóru formansskapurin í býráðnum, sakferararnir hjá tí og Uttanflokkalist- anum og Zakarias Wang, sum býráðið valdi at telja atkveðurnar umaftur. Sjúrður Rasmussen, fulltrúi, umboðaði Lands- stýrið: — Tað, sum hendi á fundinum, var, at Sigurð Joensen, sakferari hjá Uttanflokkalistanum, boð- aði frá, at sakarmálið móti Landsstýrinum er tikið aftur. Talan er um 37 atkveð- ur, sum ivi er um, antin tær skula teljast við ella ikki. Eystari landsrættur kemur aftur til Feroya í august. Men tá er sakfer- arin hjá býráðnum í sum- marferiu, so meguliga kemur málið fyri aftur í Keypmannahavn longu í juli. hd Brúktu fyri 100 kr. meira í medisini Meiri medisin verður brúkt í Norðuroyggjum enn í Havn. Norðoya sjúkrakassi læt í 1983 hundrað krónur meira fyri hvenn limin til medisin enn Havnar sjúkrakassi. Medisin er stersta út- reiðslan hjá sjúkrakass- unum, í Havn 3,2 mill. kr., í Klaksvík 1,6 mill. kr. Ella 298 kr. og 399 kr. fyri hvønn lim í meðal. Eisini er vanlig lækna- hjálp lutfalsliga dýrari fyri Norðoya sjúkrakassa. Hann noyddist í fjer at gjalda í meðal 286 kr. fyri hvønn lim. Í Havn var talið 258 kr. Í frágreiðing frá Havnar sjúkrakassa, sum varð send út eftir árliga um- boðsráðsfundin herfyri, stendur, at eginognin nú bert er 27,9% av meðalút- reiðslunum seinastu trý árini. Tað skilst á frágreið- ingini, at hetta er ov lítið. Men hetta er næstan tað dupulta av, hvat Norðoya sjúkrakassi eigur í mun til útreiðslurnar. Har var ognin bert 15,6%. Helst skuldi hon verið 50%, varð sagt á skriv- stovuni hjá Norðoya sjúkrakassa í Klaksvík, tá vit ringdu norður týsdag- in. Eisini har hava tey lagt til merkis tann stóra munin á medisinútreiðsl- unum, men kenna ikki or- sekina. Norðoya sjúkrakassi hevur 4.100 limir og lima- gjaldið er síðani 1. januar 70 kr. fyri A-limir og 80 fyri B-limir. Tað hækkar í hvussu so er við 10 kr. 1. januar 1985 verður upp- lýst. Havnar sjúkrakassi hevur stívliga 11.000 limir. Norðoya sjúkrakassi hevði í 1983 eitt hall uppá 306.000 kr. Hjá Havnar sjúkra- kassa var hallið 256.000 kr. hd Píkarnir eru burtur Píkadekk eru nú ikki at síggja undir bilum, verður sagt á politi- stødunum. Eftir, hvat vit hava fingið upplýst, hava heilt fáir, um nakar, bileigarar fingið bót fyri at koyra við píka- dekkum eftir 30. apríl, tå píkatiðin endaði. Men uttan mun til, hverji dekk eru undir, so koyra nógv ov skjótt. Politiið í Havn hevur javnan ferðmátingar og yvirhevur verða fýra — fimm bilar skrivaðir um tíman. Politiið kannar ferð- ina bæði inni í býnum og uttanfyri. Sagt verður, at fólk, tá tey koma av oynni oman á Norðara ringveg, halda ferðini eftir honum og R. C. Effersøesgøtu. Hóast aftaná grotbrot ið stendur skelti, sum sigur, at nú verður koyrt inn í bygt eki Og í bygdum eki er mest loyvda ferðin 50 km/t. Fólk eru tikin fyri at koyra til dømis 111 og 113 km/t og 80—90 km/t er ikki óvanligt á Norðara ringvegi og R. C. Effersøesgøtu. Tå koyrt verdur dup- ult so skjótt ella skjót- ari enn mest loyvda ferð, plagar fútin at mæla rættinum til at dema viðkomandi at missa koyrikortið Vanligt er at missa tað í eitt hálvt ár hd 17 útlendsk skip Í gjár vóru 17 útlendsk fiskiskip undir Feroy- um, ein franskur og 14 russiskir svartkjafta- trolarar, ein vestur- týskur trolari, sum fiskar kongafisk, og ein norskur linubåtur. Russararnir = royna sunnanfyri, framvið enska markinum, og fáa millum 40 og 80 tons um dagin, upplýs- ir Vaktar- og bjarging- artænastan. P/f Turkihúsið er nú farið til verka Eitt nýstovnað partafelag á Skála, P/f Turkihúsið, ætlar at keypa Turkihúsið frá P/f J.F. Kjelbro. P/f Turkihúsið varð stovnað týsdagin í síðstu viku. Partapeningurin er 750.000 kr., men miðað verður móti at fáa hann upp á 1,5 mill. kr., upp- lýsir bygdaráðsformað- urin á Skála, Andrass Danielsen. Hann vil ananrs ikki upplýsa nógv um ætlan- inar hjá felagnum. Hann sigur, at nevndin hevur samtykt ikki at siga nakað, fyrr enn keypið er komið í lag. Í P/f Turkihúsinum eru í hvussu so er Skála komm- una og fakfeleg á Skála. Ikki tikið steðu Sjóvar sóknar arbeiðs- mannafelag er biðið um at seta pengar í nýggja partafelagið, men hevur ikki tikið stødu til hetta enn, sigur skrivari felags- ins, Karl Robert Johansen á Strondum. — Vit hava aðalfund nú leygardagin og tá fara vit at tosa um málið, sigur hann. Fólk av Strondum hava arbeitt í Turkihúsinum, tá saltfiskatrolarar hava landað har. Sjóvar kommuna var heldur ikki við til at stovna partafelagið, men bygdaráðsformaðurin, Poul Gothard Danielsen, útihýsir ikki meguleik- anum, at kommunan fer uppí. hd Skála. Turkihúsið liggur beint við byggi- hellina hjá skipasmiðj- uni. Ikki bara skálafólk eru við í nýggja parta- felagnum, sigur bygda- ráðsformaðurin