Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 58 — 17. maí 1984 Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosiafurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Argjavegur 26 3800 Tórshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Mjørkadalur, Sorn- felli og Løgtingid DAGIN EFTIR sum løgtingssetan 1983 var liðug vóru tingmenn bodnir at síggja Mjørkadal og part- ar av Sornfelli. LOGTINGIÐ hevur tvær ferðir gjørt einmæltar samtyktir í sam- bandi við stødirnar á Sornfelli og á Eiði. Í báðum samtyktunum verður sagt at Feroyar skulu haldast uttan fyri ósemjur landana millum, at stríðsútgerð ikki eigur at verða goymd á føroyskum land- ella sjógki og at hermenn íkki verða knýttir á Sornfellis- og Eiðis- støðunum. FYRI STUTTUM kom fram, at á Sornfelli er eisini ein relæstød, sum ongin hevur vita nakað um higartil. Í tingsetuni, sum endaði 9. mai, samtykti løgtingid, at løg- tingsins marknadarnevnd skal kanna hetta mål nærri. Í blaðnum týsdagin var samrøda við løgtings- formannin. Hesin helt at danski verjumålarådharrin og møguliga eisini uttanrikisrådharrin eiga at møta i marknadarnevndini og greida nevndini frå hvat veruliga er å Sornfelli. ALT TAD, ID tingmenn hoyrdu og kundu siggja i Mjørkadali og å Sornfelli 10. mai, gav onga trygd fyri nøkrum. Tað er púra rætt, sum løgtingsformadurin segði í blaðn- um týsdagin, at teir onga tekniska vissu fingu fyri, at onki ioyniligt fer fram á Sornfelli. Heldur íkki varð svarað uppá allar spurn- ingarnar, ið settir vóru, og var grundgevingin tann, at hetta vóru politiskir spurningar. Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 oddagrein SUM LONGU nevnt vórðu allir tingmenn bodnir at siggja Mjørka- dal og partar av Sornfelli. Fyri tjóð- veldisflokkin metti ongin og fyri javnadarflokkin møtti bert ein tingmaður. Orsøkin til at fleiri ting- menn ikki møttu, er sjálvandi tann, at løgtingid hevur gjørt tvær einmæltar samtyktir í hesum máli og so tað, at tað var Mjørkadalur, sum tók stig til hesa vitjan og ikki løgtingid ella løgtingsins marknadarnevnd. TINGMADURIN, sum møtti úr javnadarflokkinum, umboðar flokkin í marknaðarnevndini, ið er tann nevndin, sum hevur fingið álagt frå løgtinginum at kanna hvat veruliga fer fram í Mjørkadali og á Sornfelli. Tá spurt verður, hví bert tann eini javnaðarting- maðurin møtti, so er svarið heilt einfalt tað, at marknadarnevndin hevur fingið álagt at kanna spurn- ingin og tí var tað nóg mikið at javnaðarfloksins umboð í markn- aðarnevndini møtti. TINGBÓLKUR javnaðarfloksins hevur fult álit á ollum teimum um- boðum, sum flokkurin hevur valt bæði í løgtingsnevndir og aðrar nevndir, og tá ein nevnd hevur fingið álagt at kanna ein spurning so er tað sjálvsagt at nevndarum- boðið hjá flokkinum metir. KORTIN! VAR tað ikki rætt at Mjørkadalur tók stig til hesa vitjan. Sjálvandi skuldi løgtingsins marknaðarnevnd verið stigtakarin í hesum føri. Postsmoga 76, Hin »privati« lands- stýrismaðurin Motivið hjá sigst vera hin avoldaða re- Leingi hevur ljóðað at Anfinn Kallsberg, lands- stýrismaður í privatiser- ingsmálum, berjist sum úlvur á skóg fyri at privatisera partar av Strandferðsluni, serliga lastbilarnar. Hetta er jú eisini í tráð við hansara ideologi, um hann annars hevur nakra slíka, í hvussu so er ger hann eftir harraboðum frá politiska gubba sínum Óla B. Anfinni ceptin, at á almennum hondum fer alt í órekt, meðan tingini glíða av sær sjálvum bert tað kann kallast privat (serliga um tað er goldið av ti almenna). Henda áskoðan er einki minni enn ein undirmetan — há og spott — móti fólki, ið ger eitt samvitskufult arbeiði. Mær vitandi eru foring- ar eius åbyrgdarfullir í sínum arbeiði, annaðhvert arbeiðsplássið eitur >hitt almenna<, Bacalao ella sjálvur Jákup í Lopra. Hetta kann prógvast við ótaldum itøkiligum døm- um. Tå t.d. Smyril å sinni varð keyptur frå hinum superprivata DFDS var hann, varisliga sagt, nið- urundirkomin av órekt. Men tað vardi ikki leingi Enn hava russar ikki lagt minur á Skålafjørdinum Tað sýnist sum um Dimmalætting og Dag- laðið hava sett eina veru- liga herferð igongd móti manningini á russisku skipunum, ið koma til »umvælingar« á Skála Skipasmiðju. Manningar- nar og øll, sum hava samband við teir, skulu helst verða brend á báli. Tað tykist sanniliga logið. at russarar koma á Skála Skipasmidju, ti óiva kundu teir fingið skipini vidgjørd biligari á ødrum skipasmidjum, ti Skåla Skipasmidja er so »dyr«, at feroyingar heldur fara til Danmarkar at fáa skip- ini viðgjerd. Helst er tað av oðrum åvum, at russarar koma henda vegin. Allarhelst koma teir sum ferðamenn, tí hetta er eitt av teimum fáu vestanlondunum har teir kunnu savna plastikk- posar, uttan at loynilog- reglan rennur í helunum. Teir koma og teir gjalda fyri seg, og tað átti at verið nóg mikið fyri ein lovprísara av frælsum handli, sum Óli Breck- mann sigur seg vera. Helst eru russarar einastu ferða- menn, sum gjalda ríkiliga fyri seg her. Men Óli er farin at skilja millum heidnar og kristnar peng- ar, og tað er eitt tekin um kapitalistiskt forfall. Uttan nakra MX-rakett i køkinum, havi eg fleiri russarar gangandi í tún- inum, og enn hevur eingin gjørt mær ónáðir. Heldur ikki havi eg verið varur við nakrar minur á fjorð- inum, so um KGB eigur skipini. hava teir íkki gjørt sama bragdið sum CIA í Nicaraqua. Vandamálið er íkki russararnir á Skála, men ringa samvitskan hjá borgarliga alternativin um, ið hevur ekt samskifti við Rusland, ti vestanlond hava ikki nakað at bjóða føroyingum. Pauli Ellef- sen hevur vitjað í Rus- landi, og í sjálvari Dimmu sá eg eina mynd, har hann tekur upp undir eina russ- iska styrju, meðan konan hyggur at. Leiðararnir í Kreml eru eins borgarligir sum teir í USA. Óli Breckmann hev- ur gjørt Reagan, um hann búði her, til lim i Fólka- flokkinum, og eg kann vissa honum, at um Chernenko, Andropov ella Bresnev búðu her, so vóru eisini teir limir í sama Fólkaflokki. Tað er eins lítil kollvelting i Kremls leiðarum, sum tað er protestur í einum protest- antiskum presti. Stórveldir føra stór- veldispolitikk, og tað kunnu vit ikki gera nakað við. Fyri okkum er tað uttan týdning, um vit verða dripin av eini atom- bumbu eystanífrá ella ves- anifrå. Vit doyggja bara Einasta vit kunnu ugga okkum við er, at øll stór- veldir ganga til grundar av egnum ávum. Friður á jørd og í menniskjum góður tokki er eitt ynski, men bardagi er eitt gamalt eyðkenni fyri mannin. Hetta eyð- kennið gongur aftur til frummannin, ið fyri at tryggja sær nóg mikið avkom, brúkti fleiri konur upp. Var eingin kona fyri hondini, mátti hann út at ræna sær eina ella fleiri Á slíkum veiðiferðum hevur frummaðurin mett eðrum hannum, sum uttan at hava lisið »Rapport«, vóru úti í somu erindum, og so var hildarleikur. Hóast vit nú kalla okkum mentaðar menn, sum eru stýrdir av ovara hesinum, so kallar frum- maðurin til bardaga. hó ast herfongurin er alt ann að enn kvinnur. Nú siga vit okkum berjast fyri trúgv. frælsi, alheims- kommunismu, pávanum, protestantismuni 0. s. fr. A okkara døgum, har vandi er fyri atombar- daga, ræður um at finna eina semuliga loysn fyri hesar menn, har frum- maðurin kallar so sterkt. Her kundi eg hugsað mær eina olympiadu, har deyðstervandi menn fingu loyvi at berjast og drep- ast, so frummaðurin veru- liga fekk útrás. Herovastar eru sjálv- skrivaðir til eina tilika kapping. Ur Feroyum kundu vit sent Regin Jes- persen, og helst vildu fleiri fylgt honum. Vinningar- nir skuldu verið nekur (hægst 10) »Oalmindiliga« vekur konufólk. Á henda hátt kundu vit bæði nøktad frummans- tørvin og minkað um talið á heryvirmonnum, við teimum minkar eisini vandin fyri atombardaga. Eisini fingu vit hevi at yrkt kvæði um kappar og kappabrøgd. Um Regin Jespersen kom heim við herfongi kundu vit kallað hann Regin hin Mikla og yrkt honumkappakvædi Fall hann, so yrktu vit um níðingsgerðina, ið varð framd móti honum. Annars fari eg at spyrja fútan, ið er ein maður gjørdur úr serstøkum moralskum evni, um hann óátalað loyvir legreglu manni at kunngera hver vitjar hvønn, nær og hvar. Hóast vit ikki hava nakra lóg um verju av privatlivinum, so kann fútin ikki loyva, at løg- reglumenn reka njósnara- virksemi móti vanligum borgarum. Men vit skriva 1984: »Big brother is watching you« Jens M. Dalsgaard til hin almenna føroyska manningin hevði arbeitt hann upp til at vera eitt fyrimyndarligt skip bæði í gongd og rekiskapi. Meðan vit eru við hitt privata DFDS, so sigla teir her eina stokkuta stund á sumri — tá rómin er tjúkkastur. Tá hoyra vit javnan lýsingar um at skipið er seinkað, av eini ella aðrari orsek — eins væl kundi verið sagt: Drívur millum lond við maskinskaða. — Anfinn Kallsberg, nær hevur Smyril okkara, í ell hesi ár, verið seinkaður so mikið sum ein tíma, vegna teknisk brek (órekt)?? Anfinnur sigur, at last- bilarnir skulu rekast eftir somu recept sum teir »privatu« bussarnir — ájú — bussruta okkara her í Havn steðgaði fyri einum ári síðan av berari órekt, og teir vóru riknir av einum privatum parta- felag. Lat tað vera nóg mikið við hesum demum, men um landsstýrismaðurin framvegis er tornæmur, tå kunnu fleiri dragast fram. Tað hoyrist, at nakrir bilførarar, summir á Strandferåsluni, summir ikki, hava »uppfunnid«, at teir skulu eiga s'rand- ferðslubilarnar. Eru hesir menn so eld- hugaðir eftir privatum ini- tiativi, so stendur teimum frítt at seta eitt hvert munagott á stovn, teir eiga bara ikki at sleppa at »keypa« fólksins bilar til endamálið. Anfinn Kallsberg situr sjálvur í einum tí fremsta almenna starvi her á landi, og sambært úttal- ilsi hansara, so ger ein ikki arbeiði sítt til lítar, tá hann er í almennari tæn- astu. Hetta er kanska svarið uppá, hví han so illa greiðir sína uppgávu sum landsstýrismaður. Til seinast eini góð ráð: Privatisera teg sjálvan, Anfinn, far norð aftur til Viðareiðis til tað privata intiativ tú putlaðist við har norðuri.