Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mai 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Mogens Nepper-Christensen, fúti krivingin i Dagblaðnum og Dimmalætting um russararnar heilt burturvið — Eg meini, at tað sum fór fram í Hoyvík er lagt á eitt steði, har tað als ikki hoyrir heima. Tað at vit kanna fýra útlendingar eigur als ikki at fáa slíkar avleið- ingar, sum tað, sum bleðini hava fingið burtur úr. Eg meti hendingina heilt banala sigur fútin Í samband við skriving- ina, sum hevur verið í bæði Dagblaðnum og Dimmalætting í seinastu viku, har russiskir fiski- menn verða mistonktir fyri at vera njósnarar og annað líkt, hevur Tíðinda- blaðið Sosialurin vent sær til fútan, Nepper Christ- ensen og biðið hann um eina viðmerking. Hann sigur um hend- ingina við russunum, sum fóru í land í Hoyvík, at ein fráboðan kom frá fólki um, at ein bjargingarbát- ur við fýra monnum hevði sett upp í Hoyvík. Upp- lýst varð eisini, at talan var um russar. — Vit fóru at kanna hetta og funnu fram til at tað vóru russar. Meira hendi ikki. — Men vóru tað bretar ella norðmenn, hevði tað so havt eins stóran áuga fyri tykkum? — So avgjørt. Login um útlendingar i Føroy- um sigur, at vit skulu kanna slikt, uttan mun til hverja tjóð teir hoyra til. — Men er tað ikki eitt sindur legið at kanna hes- ar russar, tá vit vita, at tað fyriliggur ein avtala millum Feroyar og Russ- land um, at nekur skip skulu umvælast, og at russar hava rætt at fara har teir ynskja. Hvar er munurin millum tað at spáka í getunum á Skála og so tað at fara í ein bát og lenda í Hoyvík og fara aftur til Skála? Tað er væl ikki neyðugt at kanna russararnar, tá teir spáka í getunum á Skála. Hví so gera tað í hesum ferinum? — Til tað kann eg bert siga, at fáa vit fráboðan um »forhold af den art«, so vilja vit kanna tad, utt- an mun til, hver tað er. — Merkir tað so, at um ein havnarmaður sær ein bát koma inn eftir Nólsoy- arfirði, og hann heldur, at har eru nakrir legnir per- sónar umborð, at hann tá kann boða legregluni frá tí? og hon kemur á staðið? — Spurningurin í hesum førinum — Hoyvík — er um útlendingar. — Men hvussu vistu teir sum boðaðu frå, at talan var um russar? — Tað veit eg ikki. Men tað varð so sagt. — Hvar varð boðað frá? — Tað ynski eg ikki at upplýsa. Ongar klagur Vit spurdu síðani Nepper Christensen, um legreglan hevur fingið klagur um russar, sum eru í Føroyum í ymsum erindum sum eitt nú russararnir á Skála! Hann sigur, at teir hava loyvi at fara har teir ynskja, og at ein ongan ampa hevur havt av teim- um. — Í teimum ferum har mistanki er um njósning, er tað so uppgávan hjá legregluni at kanna slíkt? — Tað er tað, men tað hevur tað als ikki verið talan um í hesum førinum. — Hava tit annars fingið aðrar klagur um russar í tí sambandi. — Ongar. — Men er tað so, at russar ikki halda tær reglur, sum eru galdandi fyri øll onnur her í Feroyum? — Russar halda allar tær reglur, sum eru gald- andi. Eg meini, at hetta mál er á einum steði, sum ongastaðni hoyrir heima. Lesarabrævið — Ein av tykkara leg- reglumonnum hevur havt eitt rættiliga hvassorðað og provokerandi lesara- bræv i Dagblaðnum. Fleiri fólk hava átalað Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn sekir: Sjúkrahjálpara at arbeiða fulla tíð á intensivari deild B 8 frá 1. juli 1984. Avloysara fyri sjúkrasystir til barnadeild B 4 at byrja 1. juni 1984 fyribils til 30. september 1984. Umsókn verður at senda til fyri- stødukvinnuna, Landssjúkrahúsið, Tórshavn. hetta harðliga. Hverja viðmerking hevur tú til tað? — Eg havi lisið tað. Her haldi eg spurningurin er, um vit liva í einum dem- okratiskum samfelagi ella ikki. Eg vil venda spurn- inginum og siga, at ein løgreglumadur hevur eis- ini síni rættindi og kann skriva tað hann meinar. Tað kann eg ikki blanda meg uppi. — Men tá hann skrivar, at berufsverbot helst eigur at verða sett í verk í Fer- oyum, og hann skuldsetir rektaran á Feroya Lær- araskúla fyri líkt og ólíkt, eigur tú so ikki at tala at, sum ovasti politimyndug- leiki i Føroyum? — Er tað nakað, sum kennir seg illa viðfarnan av hesi skriving, so má hann fara vanliga vegin, í rættin við málinum. — Men eigur legreglan ikki at vera varðin eisini í slíkum feri við ikki at provokera fólk á ein slíkan hátt? — Tað er skrivað av einum manni, sum eitur Regin Jespersen, og ikki av einum legreglumanni sum so. Fólk hava lyndi at blanda hesi bæði tingini saman. Og siga, at eg skal gera okkurt við tað. Men hvussu kann eg gera tað. Ein løgreglumadur hevur jú somu rættindi sum einhver annar í einum demokratiskum samfelag. Og kennir onkur seg órtt- víst viðfarnan, so má hann brúka rættarskipan- ina, ið skal verja slíkt. Men tú heldur ikki tú hevur grund til at geva hesum legreglumanninum eina ábreiðslu? — Tað havi eg ongan meguleika til. Burturvið at gera so nógv burtur úr Annars sigur Nepper Christensen, at tað er heilt burturvið, at hetta málið, har fýra russar verða spurdir um, hvaðani teir eru, skal verða sligið so stórt upp. Tað kundi verið gjørt við allar aðrar spurningar eisini. — Men hvat heldur tú um, at ein legreglumaður Sumbiar Ítróttarfelag Lutaseðlarnir fyri Sumbiar ítróttar- felag. Nr. 58 — 17. maí 1984 brúkar frítíð sína at skriva slíkt? — Tað havi eg onga viðmerking til. — Hava vit fingið klag- ur um hetta lesarabrævið? — Ja, tað hava vit fingið. Og eg havi sagt tað sama við tey, sum við Sosialin. — Hevur tað ikki nógv at siga fyri legregluna, at tit standa væl um sátt við fólk, at tit psykologiskt bera tykkum rætt at og ikki — heldur ikki uttan- fyri arbeiðstíðina — prov- okera fólk? — Eg kann ikki avgera, um hetta eru provo- katiónir. Latið rættin finna fram til tað, um onk- ur heldur, at so er. — Men í slíkum feri er tað jú ein provokatión, tá so mong fólk reagera? — Vit mugu royna at abstrahera frá, at tað er ein legreglumaður, sum skrivar, tí hann er tá ein privatpersónur. — Men tað at vera leg- reglumaður, inniber tað ikki eitt sindur meira av skyldum og ábyrgd annað enn tað at hava ein ar- beiðsdag frá kl. 8 til 17? — Eitthvert tænastu- mannaarbeiði inniheldur ávíst forpliktilsi. Men skulu vit til at sensurera okkara tænastufólk alt eftir hverja politiska meining tey hava, so verð- ur heilt galið. jan. Drigin vóru tølini: 4136 — 1700 — 4224 — 5054 — 2973 — 6206 — 1572 — 5867 — 2879 — 4179. Sumbiar ítróttarfelag Koyring uttanlands Bileigarar, ið fara uttanlands við bili, minnist til at biðja um GRØNA KORTIÐ skjótast tilber og í seinasta lagi 8 dagar áðrenn farið verður. Uppgevið navn, skrásetingarnummar, tryggingarskjals- nummar, nær ferðin byrjar og hvussu leingi hon varar. Grøna kortið kann eisini umbiðjast og heintast á avgreiðslu- num í: KLAKSVÍK tif. 56190 MIÐVÁGI tif. 330 90 RUNAVÍK tlf. 48190 VÁGI tlf. 738 90 TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Kongabrúgvin - tlf. 14590 - Tórshavn