leygardagur 19. mai 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nú ið komið er so vítt, at
tann
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ein dýrgripur hjá
føroysku tjóðini
1. APRÍL FÓR almenna sjónvarpið
at senda. Fólk eru énøgd við sjón-
varpið og tað hava tey eisini alla
orsøk til. Tilt. cið er lítið umhugs-
að og illa fyrireikað frá politiskari
síðu. Hetta er orsøkin til ta stóru
énøgdina.
Í SAMBANDI VID almenna sjón-
varpið hevur SOSIALURIN roynt
at fingið ymiskar hugsanir fram.
M.a. hevur blaðið tosað við um-
boð fyri fleiri politiskar flokkar.
Umboðið fyri fólkaflokkin, sum
var í blaðnum týsdagin, tók íkki
undir við almennum sjónvarpi. Vit
skuldu hava sjónvørp á ymiskum
privatum hondum. Tað gevur
kapping. Og tað eru vit samdir í.
Men vit hava eisini okkara hugsan
um hver kemur at tapa eina tílíka
kapping.
SJÁLVANDI SKAL føroyska sjón-
varpið verða alment. Tað skal vera
skúli og mentunarstovnur. Tað
skal leggja stóran dent á upplýs-
ing og á mentunarligar sendingar.
Tað skal gera vart við samfelags-
spurningar og vekja áhugan fyri
samfelagsviðurskiftum millum
fólk. Tað skal vera bolverkið móti
árininum uttan eftir. Í løtuni hava
vit eitt stórt úrval av sjónbondum.
Um ikki so nógv ár hava vit eisini
satelitt sjónvarp. Tað vil siga at
árinið uttan eftir verður ivaleysa
stórt kortini.
OKKARA ALMENNA sjónvarp
skal verja føroyska mentan og
føroyska siðmenning. Sammett
vid alt tad, id vit longu nu kunnu
siggja å sjånbondum og tad, sum
vit seinni fara at siggja frå ut-
lendskum sendistødum um sate-
littar, verður okkara føroyska
sjónvarp bert ein dropi í havinum.
Men hetta verður tann dýrabari
dropin. Tann dropin í havinum,
sum skal varðveita føroysku
fólkasálina, tá alt tað útlendska og
fremmanda kemur inn á okkum.
Yvirlýsing
skipan í samfel-
á Feroya Læraraskula tað
neyðugt at lata við seg
oddagrein
VIT EIGA TÍ AT viðurkenna
almenna sjónvarpi sum ein
mentunarstovn. Tað vil siga at vit
eiga at lata hendan mentunar-
stovn fáa somu sømdir sum aðrir
mentunarstovnar í landinum. Her
hugsa vit um bókasovn,
skjalasøvn, fornminnissøvn o.s.fr.,
Hesir stovnar eru á fíggjarlógini.
Mentanin er almenn og eigur at
koma øllum til góðar. Og sjálvandi
átti almenna sjónvarpi at fingið
eina nóg stóra upphædd á lands-
ins fíggjarlóg soleiðis at vit fingu
eitt veruligt og gott alment sjón-
varp.
t.u.
VIT NEVNDU AT umboðsmaðurin
fyri fólkaflokkin vildi hava sjón-
vørp á ymiskum privatum hond-
um soleiðis at fólk kunnu velja
ímillum ymiskar sendistødir og
gjalda síggjaragjald til ta sendi-
staðina teimum dámar best. Hetta
vildi ført til eina kapping um
profitt. Helst vildu útlendskar
lættisoppasendingar givið mest
av sær. Og tá profitthugsanin
tekur ræði, missir virðingin fyri
mentan, siðmenning og samfel-
agsviðurskiftum skjótt fótafestið.
TAPARIN * HESI kapping fólka-
floksins er tí funnin framman
undan. Tað verður føroyska ment-
anin, føroyska siðmenningin og
vidurskiftini av almennum áhuga í
føroyska samfelagnum. Javnaðar-
flokkurin tekur ikki undir við at vit
fyriskipa eini kapping sum kann
kosta føroysku tjóðini hesar dýr-
gripir.
Í KOMANDI ÁRUM fáa vit møgu-
leika at síggja nóg mikið av út-
lendskum. Lat tað føroyska sjón-
varpi verða alment. Lat tað verða
bolverk móti árininum uttan eftir.
Megintreytin fyri hesum er at
sjónvarpið fær veruligar somdir á
landsins fíggjarlóg.
og millum manna.
agnum, sum hevur til upp-
gávu at verja einstakling-
in móti órætti, beinleiðis
verður misnýtt til tað
evuta, finnur Lærararáðið
koma og hevur tí samtykt
alment at fordema ta
óhugnaligu mann-
jagstran, ið alsamt herðir
á í føroyskum fjølmidlum
Lærararáðsins vegna
16.5.1984
„ Jeffrei Henriksen
formaður
Nr. 59 — 19. maí 1984
»Bare tupere rakket«
Hýsið mær hesum fáu
reglum.
Hvat vilja tingmenn
okkara við teimum trim-
um løgtingssamtyktunum
um, at vit ikki skulu hava
hernaðarútbúnað í okkara
landi og um, at vit annars
skulu haldast uttanfyri
allar hernaðarsamgongur
— tá teir kortini í út-
varpinum kunnu fáa seg
til at siga, at alt kortini er
í lagi. Ja fegnast um flest
meguligar útlendskar her-
naðar- og fregnarsteðir
her á landi.
Eg hoyrdi mestsum
burturvið eðrumegin brot
úr vidtalu, útvarið hevði
við onkran tingmannin í
samband við vitjan teirra
hjá hersetingarvaldinum.
Ein av fólkafloksher-
naðarprofetunum Páll
Vang lat sera væl at.
Undurfulla og forlipta frá-
segn hansara minti ikki
sørt um hana um Lisu i
Leikalandi. Men hesin
vanlukku oyðingarútbún-
aður er ikki ætlaður til
spæls. So frægt mátti
hann vita uttan at verið
hernadarfrødingur, men
skúlalærari er hann so
kortini.
Jógvan Sundstein gav
okkum eisini fatanina av,
at hetta var als einki at
tala meira um. Hetta
hoyrdi mestsum tíðini til
og vit áttu heldur at fegn-
ast um at kunna virka fyri
sterri ótryggleika fyri tey,
ið vilja okkara heimi an,
hverji tey enn eru.
Hilmar var tann mest
tekiski av teimum eg
hoyrdi — tó samstundis
við at viðganga, at hann
ikki hevði skilt petti av
ellum tí nógva, hann
hevði sæð og hoyrt í
Mjerkadali. Tólini dugdu
ikki at tala og etast kundu
tey heldur ikki. Helst vóru
tey bara sokallaði »relæ«
til sundurgreinan og um-
skifti av signalum.
Hóast ikki skilt petti av
nøkrum stødini vidvikj-
andi, so våga teir sær at
varpa út um Føroya land,
at hesin útbúnaður ikki er
mikið ødrvisi enn sak-
leysar leikur og at her-
naðarligur er hann als
ikki.
Hví reksa teir í slíkum
forum ikki heldur upp
orðaljóðið/-ini í t.d. løg-
tingssamtyktunum um
hetta skemdarmál. Hví
agitera fyri nekrum, ið
sambært almennu steðu
okkara, er so andstygg-
iligt, at sjálvt treiska
tingið er einmælt ímóti.
Hví agitera hesir borg-
arligu garpar ímóti, at vit
foroyingar eru frælsir og
friir. Hví skulu vit fjøtrast
av týningarhugi útlend-
inga.
Vit vita hvenn tað
dryppar á, tá tað regnar á
onkran anna. Men álvara-
tos, so haldi eg at okkara
borgarligu »isinkræmm-
arar« áttu at dugað sær
hogv og hugsað nakað
meiri um tað fólk her býr
og nakað minni um hverji
»privat-agenturir« kundu
staðist av hernaðarligum
atgerðum á okkara leið-
um.
Eitt er so tað, at vit, so
leingi uttanríkismálini eru
donsk, tíðanverri sjálvir
ikki hava alstóran megu-
leika fyri at broyta sam-
skifti okkara við Nato.
Men eina stæðu eiga vit at
hava — og sambært henni
átti eingin tingmaður at
liðið av beinleiðis >hernað-
armani<, men heldur av
ræðslu fyri lagnu okkara
um kriggj skuldi borist á.
Borgarliga fylkingin er
ell hernaðarhugað; minni
borgarligu fylkingarnar
ikki nóg mikið óhugaðar,
so javnvág fæst. Úrslitið
má so vera, at tingmann-
ingin mestsum uttan und-
antak er búgvin til út-
skiftan. Tess meiri greitt
má hetta vera, tá ting-
menn kropp á kropp í
útvarpinum syngja her-
teku- og kúgingarveldin-
um prís, júst tvertur ímóti
almennu steðu okkara til
hetta mál, fyri ikki at siga
tverturimóti ti stødu, ið
sømir seg í slikuin føri fyri
upplýst fólk.
Antigun
Ikki so opinskáraður
Adolf!
Í Søsialinum nr. 52 hevur
Adblf Hansen, løgtings-
maður, ein langan epistul
um uppskot javnaðarflok-
sins um minstulen til út-
róðrarmenn.
Hann sigur, at svika-
brøgd javnadarmanna
móti føroyska útróðrar-
flotanum í 70-árunum
vóru so stór, at hesi vóru
viðvirkandi til, at fiski-
vinnuflokkur varð settur á
stovn. Hesin skuidi so
sum tann einasti virka fyri
sámuligum korum fyri
útróðrarfólk okkara.
Nei Adolf Hansen,
nikkudukka tín, so lætt
sleppur tú ikki. Sannleikin
er tann, at tú sjálvur
royndi at steðga málinum
um minstulen eisini fyri
útróðrarmenn. Ottin í ødr-
um flokkum fyri enn sterri
undirtøku útróðrarmanna
fyri einasta sanna verka-
fólkaflokkinum. javnaðar-
flokkinum, var so mikið
stórur, at tú við aftur-
haldsstuðli aðrastaðni
fekk steðgað uppskotin-
um fyribils.
Øvund Adolfs inn á
javnaðarflokkin lýsir í-
gjøgum alt tað. hann her
skrivar. Men Adolf. hví
hevur tú ikki sett fram
uppskot um munstuløn til
útróðrarmenn — hverki
eið ella orð um hetta hesi
vanlukku 5 og 1/2 árini,
tú hevur sitið á tingi.
Sannleikin er sjálvandi
hann, at tú, sum umboð
fyri tað mest konservativa
borgarliga, ikki kann hava
stórvegis áhuga fyri verk-
amannafjeldini, og hetta
hevur tú sýnt við ellum ti,
tú higartil hevur nomið
við.
Hatta sosiala heitið, tú
hevur tengt uppí hatta
floksskapilsi, er ikki til
annað enn at villleiða folk-
id vid.
Vit eiga heldur ikki at
gloyma, at hesin sami
Adolf Hansen hevur verid
formadur i Meginfelag Ut-
róðrarmanna, men hóast
tað. so er einki uppskot
komið hagani um minstu-
len til útróðrarmenn. Er
henda stætt svikin, so er
tað mest av ellum av
Adolf Hansen.
At tú á tingi hevur sitið
sum onnur nikkudukka,
kunnu vit javnaðarmenn
ikki lastast fyri, tí uttan
mun til hvussu víkir og
vendir og uttan mun til,
hvat samvitskugrisl tú nú
gert tær vegna útróðrar-
menn okkara, so stendur
enn fastari enn áður, at
einans javnaðarflokkurin
hevur sýnt vilja og hegni
til at stríðast fyri verka-
mannafjøldina.
Demini eru mong.
Minstalenin, forskots-
rindan, prísviðbótin og
nógv onnur til frama fyri
veiðandi fólk okkara.
Adolf harafturimóti
hevur ikki gjørt annað enn
at sæta sær sjálvum. So
títt og knapt ting- og
nevndarsessir vóru bjarg-
aðir, slepti hann t.d.
fiskasølumålinum uppá
fjall og mangt annað við.
Feroysku tjóðini kanst
tú vinna onkrar neisur
afturat, men einki val.
Hetta tykist tú at hava
sannað, nú tú til komandi
val hevur avgjert at
berjast við aðrar og óndari
maktir enn tína elskaðu
Fiskasølu og reidarafjøld-
ina.
Eg vil heita å javnadar-
flokkin um framyvir at
standa eins stinnur i stríð-