Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 19. maí 1984 staðni tungur, og tað var ógvuliga illgongt næstan allastaðni. Tær kráirnar, sum næstar vóru, vóru ikki so óhegligar, men til tær óheglig- astu kráirnar vardi tað frá tveimum til hálvantriðja tíma at fara eftir ein- um leypi. Skuldi maður bera tveir leypar, mátti hann rokna við at brúka fimm tímar. Eftir ti timaløn, sum er í dag og við tí hita, vit í dag hava í húsum okkara, hevði torvið verið dýrt brenni, men tá á døgum var ikki nógv at lissa í lítlari bygd. Tað var útróðurin. og útróðrardagar lá eingin heima og bar torv. Víkarmenn skóru eisini torv yviri á Eysturoynni, bæði í Eiðishaganum og Gimbrahaganum og suðuri í Svínáum. Torvið á Eysturoynni var nógv betri en1 iorvið í Vikarhaga- num. Torvið á Eysturoynni varð laðað í lutar, men so skjótt, sum so fræg manning var heimkomin varð farið undir at føra torvið yvirum. Nú er torvbering og teðbering vorðin sega, tær smelu ræsurnar, sum bygdarfólkið var vant at ganga við tungum byrðum á baki, eru gras- grógnar. Hesar getur, sum ættarlið aftan á ættarlið høvdu tradkad, tær eru ikki til meir. >Tað grør ikki gras á alfarum vegi<, sigur eitt gamalt orðatak. Komi 2g norður í dag og leiti á tær gomlu vælkendu getur, finni eg næstan ikki farvegin eftir teimum — tær gomlu geturnar eru ikki longur alfaravegur hjá bygdarfólkinum Tað kennist hóast alt heldur hug- tungt, at hesar leiðir, sum bera so mong minni fram fyri ein minni, bæði ljós og døpur, skulu vera horv- nar. Men samstundis kann eg ikki lata verða við at frøast, ti hesar grasvaksnu getur siga frá, at tað sama strid og strev, sum áður var á á hesum staði, tað er ikki meir. Fiskivarði Uppi norðan fyri bygdina var ein varði laðaður á einum hamarsenda, hesin varði varð »Fiski vardi«. At fiskivardar verid laðaðir aðrastaðni i Foroyum, vita vit. Í feroysku orðabókini stendur soleiðis frågreitt um fiskivarða: „Fiskivarði, stendysse (varði) op- kastet í en tid, hvor der ingen fisk var, for at fá fisk at komme pá medene«. Eg havi einki hoyrt um, nær ella hví fiskivarðin har norðuri var laðaður, men óivað man tað vera rætt, sum stendur í orðabókini. Teir gomlu gjørdu so mangt, sum vit nú á døgum halda vera legið. Góðveðursdagar, serliga sunnu- dagar, vóru bern og ungfólk von at fara norður á Fiskivarða. Haðani var frálíkt útsýni til Eiðis og út í havið bæði eystan fyri og vestan fyri Eiðiskoll. Tá vit sum bern og unglingar plagdu at fara norður á Fiskivarða, hugsaðu vit ikki um, at einaferð høvdu forfedrarnir laðað henda varða í teirri trúgv, at hesin varðin skuldi hjálpa teimum í neyðartíðum, skuldi fáa fiskaloysi at halda uppat, skuldi fáa fiskin at koma aftur á miðini, men vit sóu, at varðin hevði verið dúgliga vitjaður, ti getan til hansara var týðilig og sjónsk, traðk- að av mannafótum í tað harða lendið. Í minari tíð vistu vit einki um nevndur hava Fiskivarða, hann hevði, mær vit- andi, orga søgu, men hagar var, sum sagt, vanligt at fara fyri at hyggja eftir skipum, sum tá royndu á Norðhavinum, og útróðrarbátum, og eg visti, at hann var brúktur til ýti hjá forum at halda seg eftir, tá líkindi ikki vóru góð til at koma inn igjøgnum flógvan, og eg helt altíð, at hann var laðaður til at brúka til ýti, men legið var, at hann hevði fingið navnið »Fiskivardi«. Hesar triggjar bygdirnar, Tjernu- við manni í Vik, sum æt Michel Guttesen, hin var úr Kollafirði, hon eru 85 fólk deyð av óhappum í hesum bygdum, 19 í Tjørnuvik, 61 í Vik og 5 á Langasandi O.u. 3 kilometrar sunnan fyri Vik hevur navn eftir tveimum hegum fossum, sum detta oman av homrunum. Tá ið áin er munnu hesir fossarnir vera millum prúðastu og vakrastu fossar í landinum Sum eg hav' nevnt fyrr, fekk Vik kirkju og kirkjugarð 1856. Framm- anundan fór alt, ið hevði við kirkju at gera, fram í Tjørnuvik, t.d. brudarvigsla. barnadópur, altar- gangur og jarðarferð. Serliga kundu jarðarferðirnar volda stórar trupul- leikar, tå ið herðsla var, og ikki var gangandi gjøgnum Líðina. Tá er Fossá. Fossá stór, noyddust tey at fara við líkunum norður ur Hálsin til gravar I Tiørnuvik. Svabo tekur soleiðis til i »Indberetninger 1781 964 3/4 mil (0.u 82«, stk »Da der undertiden er 1/2 til 4 til 6 km) til kirke og kirkegård og ofte en besværlig og vanskelig fjeldvej. på disse steder undertiden i kiste især Gåsedal, Haldorsvig. Trolle- næs og Saxen«. 1801 vóru 60 fólk i Vík, næsta fólkateljing var 1834, tá vóru 96 fólk í bygdini, 1860 vóru 141, 1890 191 og 1901 vóru 208 fólk í Vik. Vit síggja. at her hevur verið ein javnur vøkstur, og vit skulu leggja til merkis, at frá 1890 til 1901 er fólkatalið vaksið vid 17, tó at tveir bátar við 12 monnum gingu burtur millum hesar báðar fólkateljingar. 1911 vóru 247 fólk í Vík. og eg haldi, *að ongatíð hevur verið stórt meir, men 1960 vóru ikki meir enn 205. og við seinastu fólkateljing 1977 vóru 219 fólk í Vík. Í Vík var ikki stórur munur á fólki, tað var eingin, sum skaraði nakað serligt framúr. Tað skal tó sigast, at fyrsti legmaður í Feroyum aftan á heimastýrislógina var slekt- aður úr Vík. Í bókini J. P. Trap, Færøerne, bind XIII, 5. útgáva, 1968, stendur å sidu 265: I Kvivig sogn fødtes 1873 lagmanden og politikeren Andreas Samuelsen.« Hetta er ikki rætt, Andreas Samuel- og 17 så bæres ligene ofte på ryggen, Disse steder ere * 8 NR FR. Í uppilegu varð velt. Teðleypin á nakkan og so niðan brattarnar hverja ferð farið varð frá húsum sen var feddur í Vík 1873, hann var upprunaligur víkarmaður, men ommurnar vóru av bygd, onnur var úr Tjernuvík, hon æt Maren Cathrine Mathiasdatter og var gift við manni i Vik, sum æt Mechel Guttesen, hin var úr Kollafirði, hon æt Elsebeth Elene Samuelsdatter og var gift við manni í Vík, sum æt Joen Hansen, vanliga nevndur Hanusarjógvan. Langasandur og Gjánoyri Um 5 km sunnan fyri Vik er Langa- sandur. Tætt norðan fyri Langasand er ein oyri, sum eitur Skorpusoyri Aftan á fyrra verdinskriggj búsettu tveir menn seg á Skorpusoyri, ein tjørnuvikingur og ein víkarmaður. Víkarmaðurin doyði 1930 á Suður- landinum við »Ernstinu«, hin búði enn nekur ár á Skorpusoyri, men flutti seinni burtur. Nú er húsini, sum hesir menninir bygdu, tikin niður.“ men onnur fæ'k hava seinni bygt sær hús á Skorpusoyri. Fólkini, sum búgva á Skorpusoyri verða roknað fyri at búgva á Langa- sandi. Tað vóru 13 fólk. ið fóru at búgva suðuri á Langasandi 1839, og fólka- talið er vaksið. Tað hevur verið upp og niður við fólkatalinum hesi gott og væl 140 árini, fólk hava búð á Langasandi; við seinastu fólkatelj- ing 1977, búðu 25 fólk har. Har er gott at búgva, kyrt og fjøruslætt, og síðani vegir komu, er tað hogligt at koma til og frá, Eg kann soleiðis nevna, at maður, sum hevur verið lærari í Havn og framvegis er lærari har, alla tíðina hevur búð á Langa- sandi. Tætt sunnan fyri Langasand er Gjánoyri, har var fyrsta hvalaveiði- stød í Feroyum bygd 1894. Nú er hen fullkomiliga avtoftað, tað sæst næstan ikki farvegur eftir henni. Tað vóru norðmenn, ið bygdu hvala- stødna, og tann fyrsti norski stjórin á stødni æt Grøn. Har norðuri vóru tey, tá eg var smádrongur, von at tala um tvinni slog av grind: grind frá Várharra, tað var grind og spik av grindahvali og grind frå Grøn, tað var stórhvalatvest. Navnið Gjånoyri kemur av tveim- um djúpum gjáum, sum eru oman fyri oyrina, Norðrar Gjógv og Sunnara Gjogv. Airnar í hesum gjáunum renna saman í eina á niðri á Gjánoyri. Menn hav ikki rættiliga vitað, hvussu teir skuldu stavseta navnið »Gjånoyri«. Í >„Feringa- tidindi« nr. 10, 17. mai 1894 verður skrivað: >Norskir hvalaveiðimenn hava gjort keypslag um grundir til virkishús fyri norðan. Ein av teimum er longu farin at lata tilfar til bygging upp á land á »Gjogvar- oyrini«, sum er markið millum Streymnes og Langasand<. Og í næsta blaði nr. 11, 7. juni 1894, skrivar blaðið um norðmannin sum hevur búsett seg á »Gjåaroyru« „norð í sundum«. Men i Føringa- tíðindi< nr. 12. 21. juni 1894, kemur Joen Poulsen úr Svinåum og setir, »tingini upp å »Mong av um eg so må siga, plåss«. Hann. skrivar: okkara góðu fyrndarnevnum í be og haga hava av donskum embætis- monnum, sum ikki skilja okkara mál, verið skrivað við lítlari ella ongar fynd, men foroyingar hava tó goymt mong av hesum nøvnum i talu manna ímillum, um teir ikki altið skilja tey. Nú hevur >Feringa- tíðindi“ tvær reisur sent okkum eitt nýtt navn, um hetta navnið enn ikki kann sigast at vera vitleyst, ti øll vita, »Gjogvaroyri« kemur av »gjogv« og »oyri«, tó eru har tvær gjáir. Eg vil tó siga teimum, sum lesa tað og ikki eru kunnigir í Sundalagnum, at tann oyran, sum ein hvalaveiðimaður úr Noregi hevur sett seg á, og sum nú mangur vitjar, av fyrndartiå er kallað >Gjáannaoyri<, men nú verð- ur navnið ofta stytt til »Gjånoyri«. (gjáanna er orðið gjógv bundið í hversfalli fleirtali). Sámal Johansen