leygardagur 19. mai 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOL — Uke Sosialurin Nr. 59 — 19. maí 1984
Alt á herðunum,
bæði åskot til
teigar teirra
livandi og tey
deyðu til gravar
Jarðarbrúkið var tungvunnið, lendið grunt
og grýtut, men livast skuldi og við tolni og
treysti fingust teigar burturúr. Vallaður
blettur millum Marmarskallará og Bjargir
er eingin, ið mannahond ikki hevur verið á
Haldórsvik (Vik).
Vit koma so til Haldórsvíkar ella
Víkar, sum vit vilja kalla bygdina.
Hon er við eina breiða, grunna vík
okkurt um 3 km sunnan fyri Tjørnu-
vík, væl vard móti vesturætt og
høgætt, tí omanfyri eru høgir hamr-
ar, men landsynningurin kann liggja
ógvuliga tráur inn á bygdina, og tá
hegættaódnir eru, kann tað vera so
nógvur rennisjógvur, at menn noyð-
ast at heingja bátarnar upp inni í
neystunum.
Frammanundan 1838 vóru 12
merkur í Vik, men í 1838 vóru 3
merkur býttar frá og fingu frábýttan
haga, 2 merkur og 4 gyllin vóru
kongsjerð, og 12 gyllin vóru ognar-
jerð. Bóndin flutti úr Vík og bú-
settist á Langasandi. Í bókini hjá
Anton Degn, »Færøske Kongs-
bønder«, verður sagt: »Joen Joensen
(hann hevði fest i Vik 29. oktober
1816) grundlagde en ny Bygd ved
Langesand mellem Haldersvig og
Strømnes. Udflytningen blev med
Understøttelse af Økonomisk Fond
af 125 Rdr. fuldført i 1839, og
Bygden fik af Grundlæggeren
Navnet »Nybo«.
Bøurin til hesar triggjar merk-
urnar varå sjålvsagt verandi i Vik.
Kommunan ognaði sær seinni
kongsbein og legði hann til skúlan,
soleiðis, at teir lærarar, sum hava
verið har, hava brúkt henda be.
Markið millum Vík og Langasand er
tætt sunnan fyri Bjargir. Grannin
norðan fyri Vík er Tjernuvík, og
markið millum Vik og Tjørnuvik er
tætt norðan fyri Marmarskallará.
Hetta ekið frá Marmarskallará og
suður á Bjargir er ógvuliga ringt
jarðarbrúkseki, tað man neyvan
vera verri nakrastaðni. Grótið er
nógv, og lendið grunt. Tað má hava
verið metumikið at fara undir at
bróta upp úr nýggjum, men livast
skuldi, og tí tóku teir sær veltingar-
amboðini í hond og fóru undir at
sum kundi hjálpa til í húsarhald-
inum, epli, korn, retur og so mikið
av grasi, at teir kundu feða kúnna,
ella part í kúgv. Uppilegurnar vóru
ofta langar, og ikki var mikið annað
at takast við. Tað var útróðurin,
men var ein heimadagur, fóru teir
tidliga um morgunin í gerðið.
Eg síggi teir enn fyri mær fara frá
húsum um morgnarnar, knuggandi
Vík, Teigarnir í brattlendinum líka niðan undir hamrarnar. Tað nógva av áskotinum
borið á baki
velta teir fáu grenu blettirnar, sum
eru niðan fyri hamrarnar. Amboðini
vóru tey somu, ið hava verið brúkt
gjøgnum geldir i Føroyum, og sum
verða brúkt mangastaðni enn:
jarnbrot, eyrhakkari, skupul, grót-
leypur og teðleypur. Tað hevur ikki
gingið tvey fyri eitt, men tað gekk
framá, og í dag kann eg væl siga, at
líka frá Marmarskallará og suður á
Bjargir er eingin vallaður blettur,
sum ikki mannahond hevur verið á.
Tað ráddi um at fáa nakað úr jørdini,
undir teðleypunum, koma heim til
døgveråa og fara so av stað aftur við
teðleypunum. Teir hugsaðu sum so,
at tað arbeiðið, sum gjert var, var
ikki eftir at gera, tann teðleypurin,
ið borin var, var ikki eftir at bera, tá
váringin kom fyri. Teðini koyrdu
teir í kostar, sum teir hevdu í gerð-
inum.
Kemur tú har norður og fert at
hyggja at gerðunum, so hav í huga.
at hver einasti steinur í teimum meir
enn favna høgu og tjúkku gerð-
unum, í grótbakkunum og grótrúgv-
unum hevur verið havdur í manna-
hondum, er høgdur úr jørdini við
eyrhakkara, lagdur í grótleypin og
borin í grótgarðin ella grótrúgvur-
nar. Grótbrýr ella grótbakkar vórðu
laðað í brattlendi fyri, at moldin ikki
skuldi ryðja oman. Í stoðum har, ið
ov lítið var av mold, bóru teir áskot
á, fyri at dýpið kundi verða so frægt,
at epli kundu setast niður, og gras-
nálin kundi festa retur.
Hetta, sum her er sagt um
veltingarmenn har norðuri, man
ivaleyst kunna sigast um gamlar
veltingarmenn viða hvar í Føroyum
Men tíðin broytist, nú gera teir
ikki nógv við velting, stórur partur
av bøpum liggur í forna, og kúgv er
eingin í bygdini.
Sum vit ell vita — ja, eg veit ikki,
um øll vita tað — so var torv ein
týðandi lutur í føroyskum húsar-
haldum fyrr, men ikki vóru tað allar
bygdir, sum áttu torv, ofta mátti
verða farið av oynni at skera torv.
Har norðuri, i Tjørnuvik og Vík,
var torvarbeiði og teðberingin sum
so manga aðrastaðni, tey strævn-
astu arbeiði hjá fólki. Í Tjørnuvik
skóru teir nógv torv í Sjeyndum,
men hagar var ikki heimtiltikið at
rekta torvið, har vóru bæði høg fjøll
og brim, sum hindraðu, men sjálvt á
Norðhavinum kann tað vera so kyrt,
at tað ber til at fáa torv til húsa við
báti.
Men tjørnuvikingar skóru eisini
torv bæði suðuri í Svínáum og við
Norðskála. Í Norðskálahaganum er
eitt eki, sum enn verður kallað
Tjørnuviksheidar. Eg minnist enn
teir rokaðu torvbátarnar, sum
tjørnuvikingar góðveðursdagar
plagdu at fara við norður um Víkar-
bygd.
Torvið í Víkarhaganum varð borið
inn í kråiir, og tað varð borið heim til
húsa so við og við. Tað var einki
lættligt arbeiði at bera torv heim í
Vík. Vegurin var langur og alla-