Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 22. mai 1984 eingin leigusått- målium herstødina Bygningarnir hjå NATO-stødini i Mjørkadali og å Sornfelli hava enn ikki fingid nakad matrikulnummar, og tad er ikki likt til, at nakad itøki- ligt er gjørt fyri at broyta ein matrik- uldóm sum sigur, at har finnst einki leigumál. Men um- boð frá kamar- advokatinum hava verið i Føroyum. Fyri stuttum frættist, at umboð fyri Kammerad- vokaten og umboð fyri Forsvarets Bygningstjen- este vóru í Feroyum fyri at fáa greiði á brúksviður- skiftunum til jerðina, har bygningarnir hjá Nato- hervaldinum standa Tá legtingsmenn og tíð- indafólk vitjaðu í Mjerka- dali fyri stuttum, váttaði ovastin, M. Johnsen, ob- erstløjtnantur, at menn høvdu verið i Føroyum og at teir høvdu havt sam- ráðingar vid feroyskar myndugleikar fyri at fáa greiði á spurninginum. Stjórin á Matrikkul- stovuni, Olåvus Daniel- sen, upplysir, at umbodini fyri kamaradvokatin og Forsvarets Bygningstjen- este vóru á Matrikkul- Síða 3 Tá Forsvarets Bygningstjeneste í fjor sokti um byggiloyvi til at byggja m. a. hesar barakkirnar í Mjorka- dali í samband við útbyggingarnar á radarstødini, kom fram, at leigusáttmálin um lendið er ikki skrá- settur og ikki komin við í matrikuleringina av Sundi. Matrikkuldómur er fallin og leigumálið er ikki við í tingbókini. Menn hava nú verið í Føroyum. Tað sigst, at teir hava havt samráðingar við føroyskar mynd- ugleikar. Men jarðarráðið er ikki eftirspurt stovuni, tá teir vóru í Feroyum. Umboðini vildu hava at vita, hvi leigusáttmálin um jørdina ikki er skrå- settur. Men Matrikkul- stovan kundi bert svara, at tað var hann ikki, og at dómur er sagdur í málin- um. Olåvus Danielsen sigur, at lendið, har bygning- arnir standa, er ikki ser skilt skrásett, tá Sund varð matrikkulerad, og ti er leigusáttmálin millum Forsvarets Bygningstjen- este og Jarðarráðið og bóndan í Kaldbaksfirði, Petur Bærentsen, íkki komin í tingbókina. Ikki hjá eigara ella festara Sum Sosialurin hevur skilt málið, kann matrikk- uldómurin broytast, um Feroya Jarðarráð og fest- arin góðtaka leigusátt- málan ella tað at hann verður skrásettur. Um so er, kann jarðar- ráðið venda sær til Matr- ikkulstovuna fyri at fáa lendið skrásett, og so má Matrikkulstovan geva lendinum matrikkul- nummar og fáa formalit- etirnar í rætt lag. Men líkt er íkki til, at umboðini fyri kamaradvo- katin ella byggitænastuna hjá donsku verjuni hava vent sær til Feroya Jarðarráð. Formaðurin í Jarðarráðnum, Christian R. Joensen, sigur, at hann er ikki vitandi um, at nakar hevur vent sær til Jarðarráðið í hesum sam- bandi A skrivstovuni hjá Fer- oya Jarðarráð bar heldur ikki til at fáa nakað at vita. Skrivarin hjá jarðar- ráðnum, Jóannes Dals- garð, var ikki at hitta í- gjár Og hverki Bygningstjeneste ella Kammeradvokaten hava vent sær til bóndan, Petur Bærentsen. Hann sigur, at hann einki hevur hoyrt um málið. Um umboðini fyri Kammeradvokaten og Forsvarets Bygningstjen- este hava havt samráð- ingar við landsstýrið um spurningin, hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa at vita. Forsvarets Einki mótmæli Upprunaligi leigusáttmál- in millum Forsvarets Bygningstjeneste og Fer- oya Jarðarráð og festaran er frá 1963. Sambært sáttmálanum kann jarðar- ráðið ella bóndin ikki siga hann upp at fara úr gildi. Tá matrikkuleringin av Sundi fór fram, var leigumálið ikki tikið við. Sum sáttmálin er form- aður skuldi hann havt verið tikin við. Og tá matrikkuleringin var legd fram alment, mótmælti eingin, og tí fall matrikk- uldómur uttan leigumálið hjá hervaldinum. jo-mo Nógv er farið av landskassaveðhaldinum Siglingin hjá NOrrønu gav stórt hall, men hvussu nógu, kann Smyril Line enn ikki siga — Summarið skuldi farið at givið eitt hampiligt yvirskot. Men um tað er nóg mikið til at klára tað heila, dugi eg ikki at siga. Sigur Óli Hammer, stjóri, í eini viðmerking um útlitið fyri Smyril Line. Og tá hann sigur „tað heila« hugsar hann m.a. um undirskotið fyri siglingina hjá Norrenu millum Korser og Kiel. Tað kom sum ein bumba í síðstu viku, at Norrena var givin við sigl- ingini millum Danmark og Týskland. — Vit høvdu væntað, at javnvág kom í í apríl mánað. Men tað batnaði ikki. Heldur ikki nakar bati kom í mai, sigur Oli Hammer. Ti avgjørdi nevndin i P.f. Smyril Line at gevast við siglingini. Tá Norrena hevði siglt eina tíð millum Korser og Kiel, kom Smyril-Line í figgjarligar trupulleikar. Tað var tungt at arbeiða rutuna upp, men Smyril Line roknaði við munandi bata í apríl, tí útlit vóru fyri fleiri langtidar-sått- málum um farmaflutning. Hesi útlitini vóru m.a. grundað á ta stóru fram- gongdina, Norrena hevði í februar mánað. Men hen- da helt sær ikki. Tað vóru vert vetrarfridagarnir sum sktu um ferðingina. Nógv farið av veðhaldinum Fíggjarligu trupulleikar- nir fyrst á árinum vórðu bettir við einum lands- kassaveðhaldi. Legtingið samtykti eftir eina drúgva politiska togan at veita 12 mill. kr. í veðhaldi. Óli Hammer sigur seg ikki kunna upplýsa, hvussu nógv er farið av hesum veðhaldinum. Men nakað nógv er so farið av hesum 12 milliónunum, hevur Sosialurin skilt. Stjórin á Smyril-Line kann í letuni einki siga um, hvussu endaliga myndin fyri royndina at sigla millum Korser og Kiel sær út. Norrena varð tikin úr sigling frá einum degi til annan. Tí hanga nógvir leysir endar. Men roknað verður við stórum undirskoti. Kortini er eydnast Smyril Line at gjalda rentur og avdreg. Góð útlit fyri summarið Men siglingin í summar skal so gjalda hallið. Óli Hammer sigur, at út frá bíleggingunum fer summ- arið at roynast væl. Tað er verri enn so fult umbiðið. Stórt arbeiði er gjert í Sveríki og Finlandi fyri at fáa fólk haðani. Nógvir svenskarar hava eisini bílagt sær ferðaseðil og finlendingar eru eisini við at koma við. Annars eru bíleggingarnar ikki so nógvar á Noregsrutuni sum á Danmarkar- og Íslandsrutuni. Um miðjan juli verður figgjarliga stødan gjørd upp. Tå kann væntandi sigast nakað um, hvussu framtíðin hjá Norrenu verður. Í letuni verður arbeitt við at chartra skipið út í vetrarmánaðunum. Enn er eingin avtala gjerd. Eingi útlit eru fyri nakrari sterri charter-avtalu, men nakrar smærri eru í kikaranum. Smyril Line hevði gjert avtalu við Strandfaraskip Landsins um at leiga Teistan til siglingina Kor- ser Kiel í summar, meðan Norrena var i summear- sigling. Nú verður arbeitt við at fáa hann chartraðan onkra áðra staðir. Smyril Line fekk onkr- an fyrispurning fyrrapart- in og á Strandferðsluni varð arbeitt við onkrum seresum fyrisprningi frættist. jomo