Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mai 1984síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 22. mai 1984 er fullfermt við ferðafólki, farmi, posti Tíðindablaðnum Sosialinum „..eitt sindur um Stóri vøksturif Ipp'agnu Tíðindablaðið SOSIALURIN er Før Kemur í annaðhvert húsarhald 50 fáar haldarar i Danmark og í + tú ikki longu heldur Tiðindablaðið SOSIALIN vit tær møguleikan at fáa blaðið í tú hevur møguleikan at kenna innihaldið Og tá er eisini lættari at avgera hava blaðið Haldaragjaldið er nú kr. 115 flogpostgjaldið íroknað Tiðindablaðið SOSIALURIN ker hósdag og leygardag T sama dag sum tað kemur út Tað eru fesk tíðindi tú fært í Tið UM Tað ber eisini til bert at halda leygard er vanliga nakað størri enn tysdag- og hósdagsblaðið Tað kostar 40 krónur fyrsta mánaðin ókeypis er eisini galdandi her Tilboð til føroyingar uttanlands Flogfarið úr Føroyum Tíðindablaðið Sosialin va næststersta bla haraftrat h il haldarar uttanfyri Føroyar senda vit t agsblaðið. Het n fjórðingsárið LEFT tidindabladid Sjonleikur eftir Dario Fo Ein tilvildarligur anark- istur verður funnin deyð- ur. Hann er »dottin« út av vindeyganum á Politi- garðinum í Milano. Tað er kendi dramatik- arin Dario Fo, sum hevur skrivað sjónleikin, sum endar í ruðuleika. Innihaldið í filminum er ein politiavhoyring, sum gerst ørvitislig, ti tað ikki er greitt, hver avhoyrir hvenn. Dario Fo er kendur á foroyska leikpallinum, har fleiri av sjónleikum hans- ara hava verið spældir. Upptøkan er ensk. Blóðiga spælið ... Hetta er sjónvarpsfilmur sum er gjørdur i 1973. I innihaldi snýr hann seg um sambandið millum pápa og son. Í »Blodiga spælinum< eggjar pápin evnarika sonin David fram í ítróttargreinini rugby. Í USA er henda ítróttagrein nakað av tí harðrendasta, um ein megnar at vera við í slík- um leiki. Hetta gevur samstundis David sosiala framgongd, men tað gerst tó álvarsamt, tá vinur hansara doyr undir venj- ingini. Ein av leiklutunum í »Blédiga spælinum« hev- ur Larry Hagman, sum vit kenna aftur frå J.R. i Dallas. sjonvarp Tysdagur 22. mai 17,30 Cowboys og cowgirls Lidugt 17,55 20,00 Blóðiga spælið (am. filmur) 21,10 SV-aktuelt 21,55 Uppruni menniskjans 6 (7) 22,45 Deyði anarkistsins (sjónleikur eftir Dario Fo) Liðugt 0,00 Operettutónar og neyð 1 vikuskiftinum var Mest åhugaverda sendingin Kirkiuforum, sum hevði verið á ferð vid kornlast úr Danmark til Etiopiu. Hóast vikuskiftið fyri stórsta partin snýr seg um undirhaldssendingar so var henda tó tikin við í allari »hvildini«, sum fólk hava brúk fyri, um tey skulu koma væl upp- legd til arbeiðis mánamorgun Tó hvíld fekk neyvan nakar av at síggja neyð- stedd menniskju, sum bardust fyri lívinum, bert fyri at fáa eina máltíð, sum vit í okkara heimi ikki vildu nevnt ein sekk av korni, ella eina skál av rísi Tað hevur verið sagt nógv um sjónvarpssend- ingar, at ikki allar eru hóskandi at senda, men her snýr tað seg um neyðstedd nenniskju, sum vit væl vita eru til, men sum vit vanliga bert siggja á deyðum myndum. Hesar myndir vóru livandi, og tað gav hyggjarunum meguleikan at seta seg inn í viðurskiftini, har fólk svelta íhel, uttan at nakað veruliga verður gjørt fyri at beta um kor teirra Hetta er eisini okkara ábyrgd — Vit vilja fegin hava hjálp, tá slík neyðsteða sum henda tekur seg upp. segði leiðarin fyri hjálpararbeiðnum. Betri hevði verið, um tey neyðsteddu fingu stuðul at dyrka egnu jerð, so sum tað nú í tíðini er gjørligt, ístaðin aldargomlu arbeiðshættirnir. Tað er bráneyðugt, at hesi fólk fáa mat og vatn, men í lendini kunnu tey ikki sita hendur í favn og taka ímóti. Tað ræður um at geva teimum stuðul, mót og áræði til at dyrka jørdina eftir nútímans hátti til gagns fyri inn- búgvararnar. Hetta er so spurningurin sum heild, at vit veita hjálp í akuttum neyðsteðum, men einki gera fyri at veita serkena hjálp í teimum økjum í heiminum, har fólk eru so tilafturskomin og illa fyri, orsakað av vánaligu liviumsteðunum, at einki gerst í neyðini. Jú, danir átti 600.000 tons í korngoymslunum, men bert 17.000 tons kundu hjálpa 90.000 fólkum. Hví fingu tey ikki meir? Mótsetningar hittast í sjónvarpinum. Tað gjørdu teir eisini í vikuskiftinum. Vit sóu og hoyrdu operettusending úr Týsklandi, sum so fullkomiliga var yvirsáað av fólki og túsundtals pallpynti og teknologiskum fyribrigdum, sum ivaleyst hevur kostað milliónir at taka upp. Sjónvarpið lýgur illa, tá tað er neyðugt, men tað kann eisini seta viðurskiftini í rammu, so tað fullkomiliga gerst óveruligt. Vit vita tað, men gáa ikki eftir tí. Júst vikuskiftið vísti so nágreiniliga, hvat kameraeygað kann endurgeva, frá neyð og armóð, til oyðsl fyri oyðslið at sýna okkum ein 6- veruligan heim. Tó at tónleikurin var góður, so hevði sendingin verið betri sum heild, um ikki alt var so ovurstórt og kostnadurmikid, at tað ikki var til at bera. — Og so liggja tey í Afrika og doyggja í hungri, sum ein í stovuni tók til, tá operettusendingin tók til og versnaði... Dagny Joensen Síða 15