hósdagur 24. mai 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 61 — 24. maí 1984
náttúruvanlukkur henda
Vit síggja fólk doyggja og
liða neyð, men vit fáa ikki
meguleika at seta okkum
inn í trupulleikar ella
vanlukkur teirra. Deyðin
vitjar tá okkum og verður
til undirhald
Tú segði í byrjanini, at
vit vóru tilreiðar at taka
móti sjónvarpinum. Eru
vit tað?
— Jú, tað eru vit
kortini, tí sjónvarpið er
ein neyðug kelda til
upplýsing. sum kemur
flestu fólkum tilg6åar,
hóast alt. Tað er neyðugt í
víðari merking. ti vit her
fáa tilfar, sum blødini ikki
hava meguleika at við-
gera.
Spurningurin er so,
hvar vit skulu seta inn, so
sjónvarpið ikki fær ó-
hepna ávirkan á samfel-
agið. Vit eiga tí at velja,
annaðhvert at gera sjón-
varp fyri bernum ella
tilkomnu, ti báðir partar
fáa ikki innivist í byrj-
anini
Reklamusjónvarp
Sjónvarpið ávirkar til-
vitskuna hjá fólki, og allar
mest hjá børnunum, sum
nú vrða sjónvarpsættarlið
okkara. Ti haldi eg, at
best hevði verið, um bert
føroyskt sjónvarp var fyri
børnum og umframt
hetta, at allar útlendskar
sendingar fyri tilkomnum,
vóru tekstaðar til føroyskt
mál. Á henda hátt fekk
sjónvarpið meguleika at
byggja upp ein fjølmidil,
sum kundi vaksið í vavi,
so hvert sum fráleið.
Hvat heldur tú um rekl-
amu-sjónvarp fyri at
figgja aðrar sendingar?
Tað er avgjørt ikki
ein møguleiki, sum vit
eiga at umhugsa. Eg ivist
eisini i, at føroyska vinnu
livid er ført fyri at figgja
reklamusjónvarp. Tá Oli
Breckmann í hesi greina
rød segði, at tað hevði
verið meira demokratiskt
við reklamusjonvarpi í
mun til monopol, so haldi
eg hann gongur onnur
erindi. Hann skrivar ann-
ars langar greinar í Dag-
blaðnum um at fyritøku
ikki skulu sýsa í blødum,
sum ikki hava somu
sjónarmið sum lýsarin.
Við hesum ger hann sjón-
varpið til ein sensurstovn,
har bert tey sleppa fram-
at, sum hava rettu mein-
ingarnar og ráð at gjalda
So verður sjónvarpið stýrt
av fyritøkum og fær ikki
møguleika at virka út frå
almennum sjónarmiðum
Heldur tú, at fólk fara
at lesa færri blød, tá sjón-
varpið byrjar almennu
sendingarnar?
Nei, tað verður altíð
brúk fyri tí skrivaða orð-
inum. Blødini fasthalda
eina mynd og tekst, sum
tú sjálv kann gera av, nær
tú vilt lesa. Við sjón-
varpinum er tað soleiðis,
at tú noyðist at seta teg
niður, tá sendingin er. Tú
fært ongan valmeguleika
Granskingar aðrastaðni
hava eisini vist, at fólk fáa
sterri áhuga fyri at lesa
blað. tá sjónvarpið er.
Hartil skal sigast, at blað-
inninaldið eisini hevur til-
lagað seg sjónvarpið so-
leiðis, at tað sum verður
sent. fær nágreiniligari
viðgerð í blødunum.
Nevnd til
eftirkritikk
Hver skal meta um virðið
á sendingunum?
Persónliga haldi eg.
at útvarps-sjónvarps-
nevndin átti at verðið
nidurløgd. Eftir donsku
grundlógini frá 1849 er tað
bannað at nýta sensur.
Heldur átti ein onnur
nevnd at verið stovnað,
sum skuldi gjert eftir-
kritikk, so sum gjert
verður aðrastaðni. Henda
nevnd skuldi havt breiðari
innihald, — tó so at
politisku flokkarnir sakt-
ans kundu havt umboð í
hesi nevnd.
Við slíkari nevnd hevði
betur borið til at tryggjað
fjølbroyttari innihald í
sjónvarpinum
Sum nú er, sleppur bert
tilfar út, sum sjónvarps-
og útvarpsnevndin er
samd um, ella tilfar, sum
ikki gongur teimum ímóti,
og tað er ivasamt, um tað
er rætt
Feroyskt
hvat so?
— Um hyggjaragjaldið
verður 600 ella 715 krónur
er fyri so vitt líka mikið, ti
henda upphædd kann ikki
figgja storvegis føroyskar
sendingar, kortini. Ti er
tað umráðandi at stovnur-
in ger upp við seg sjálvan,
hvenn hann hevur mest á-
byrgd fyri
Út frá hesi áskoðan, so
hevði eg rátt sjónvarps-
leiðsluni til, bert at gera
foroyskar barnasendingar
í byrjanini og síðan víðkað
um virksemið so hvert
sum fólk og peningur varð
tekur, sigur Eyðun And-
reassen at enda.
sjónvarp og
RN S0SjalUrin
CT AAL — — |
KUNNGERD |
|
Sum fráboðað í kunngerð um elprisir 1977/78 var samtykt, |
at streymur ikki mátti latast undir meðalkostprís/kWh |
|
| Fyri 1984/85 verður eiprísurin:
|
Gjaldsskrá frá 1. april 1984 |
Årsnytsla Streymgjald Fast gjald |
0— 10.000 126 oyru/kWh 180 kr./år |
| 10.000— 100.000 118 oyru/kWh 984 kr.jár |
| yvir 100.000 116 oyru/kWi 2.988 kr.jár |
|
| Rykkjaragjaldið verður óbroytt 5,00 k |
| Elfeiagid S. E. V. |
|
Elfelagið S.E.V. søkir |
maskinmeistara
til elverkið á Sundi
Arbeiðsuppgávur: Viðkomandi kemur at ganga vakt sum
vaktmeistari
Útbúgving: Umsøkjarin skal hava víðkaða maskin
meistaraútbúgving.
Arbeiðsstað: Elverkið áSundi.
Upplýsingar: Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til verkmeistaran á Sunds-
verkinum.
Løn: Samb. såttmåla millum Føroya Maskin-
meistarafelag og S. E. V.
Umsóknarfreist: 115. juni 1984.
Umsókn við avritum av prógvum og
viðmælum skal sendast til:
Elfelagið S. E.V.,
Postboks 319,
3800 Tórshavn
Málið húsini NÚ!
Sjálvandi við
SKALFLEX
SKALFLEX betonmáling og relieff-puss
fæst nú í 12 ymiskum litum.
SKALFLEX heldur í mong ár — tað hava
vit mong talandi dómi um.
SKALFLEX andar 5—10 ferðir betur enn
vanlig plastikk-máling.
Fæst frá ARNA SAMUELSEN
Tlf. 55775 - Klaksvík