leygardagur 26. mai 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 26. maí 1984
SEV hevur
ikki biðið
um eyka-
loyvi
SEV hevur ikki sent yvirfriðingarnevnd-
ini umsókn um at fara út um tað ekið,
yvirfriðingarnevndin hevur givið SEV
loyvi til. Líkt er heldur ikki til, at SEV
hevur sekt landsstýrið um at fara inn á
ekið 2. Formaðurin i yvirfriðingarneynd-
ini hevur onga viðmerking til tað, at regu-
leringin á vatnsteðuni verður sterri enn
tað, nevndin vísir til í avgerð síni.
SEV hevur enn ikki vent
sæt til friðingarmyndug-
leikarnar í samband við
ætlanina hjá el-felagnum
at fara inn á eki, sum SEV
ikki hevur fingið loyvi at
taka upp í vatnorku-verk-
ætlanina norður í Eystur-
oynni.
SEV-ætlanin fyri Eyst
uroynna er býtt upp í fýra
eki. Landsstýrið hevur
givið loyvi til, at SEV
kann fara at gera útbygg-
ingar á ekjunum 1 og 3, ið
fevnir um bæði vestaru og
eystaru síðu norðantil i
Eysturoynni. Og yvirfrið-
ingarnevndin hevur givið
SEV loyvi til at virka á
eki 1 og 3.
Men fyri stuttum kom
fram, at SEV hevur
víðkað verkætlanina fyri
at fáa meira orku burtur
úr. Nú kemur SEV eisini
inn á eki 2 og tekur ein
triðing av hesum ekinum
Hetta økir um orkuna við
9—10.000.000 kilowatt
tímum árliga.
Á SEV hevur tað ikki
borið til at fáa at vita, um
nterkommunala el-felagið
hevur sekt landsstýrið um
loyvi at viðka verkætl-
anina. Stjórin á SEV,
Klæmint Weihe, er burt-
urstaddur í Danmark.
Einki úr landsstýr-
inum
tíðindablaðið
Síða 3
Partur av Eiðisvatni. Vatnið skal sambært ætlanina hjá Hejgaard á Schultz og SEV hækka við um 20
metrum. Tvær byrgingar skulu gerast. Tann minna skal gerast í dalskapilsinum á sunnaru síðu, eystaru
megin, á vatninum — eitt sindur til hegru fyri miðjuna á myndini
Heldur ikki ber til at fáa
nakað at vita úr lands-
stýrinum. Landsstýris-
maðurin í orkumálum,
Eilif Samuelsen, er í
summarfri. Fulltrúin i
orkumálum, Sjúrður Ras-
mussen, dugir ikki at
siga, um landsstýrið hev-
ur fingið nakra umsókn
frá SEV. Hann heldur seg
ikki hava heimildir at
veita nakrar upplýsingar
um spurningin.
Men yvirfriðingar-
nevndin hevur einki hoyrt
frá SEV. Formaðurin í
yvirfriðingarnevndini,
Jógvan Andreassen, sor-
inskrivari, roknar við, at
okkurt fer at koma frá
SEV um ætlaðu broyting-
arnar í verkætlanini.
Friðingarnevndin fyri
Eysturoyar sýslu hevur
heldur ikki hoyrt nakað
aftur frá SEV.
Formaðurin í nevndini,
Valdemar Djurhuus, sýsl-
maður, upplýsir, at tá
friðingarnevndin fyri
Eysturoy viðgjerdi málið,
tók han alt málið undir
einum verkætlanina
4 — og segði nei
Men SEV kærdi jú av-
gerðina hjá friðingar
nevndini fyri yvirfriðing-
arnevndina, ið er kæru-
stovnur í friðingarmálum.
Og yvirfriðingarnevndin
gav SEV loyvi millum jól
og nýggjár
Størri regulering
av vatnstødu
I úrskurði sínum vísir
yvirfriðingarnevndin til
frágreiðingina hjá Vand
kvalitetsinstituttet. VKI
sigur, at vatnsteðan á
Eiðisvatni skal vera minst
nøgulig og ikki meira enn
}—4 metrar. Til sammet-
ingar skal upplýsast, at
ætlaða byrgingin skal
vera 21 metrar heg.
Hetta svarar til at reg-
uleringin av vatnsteðuni í
prosentum er umleið 3
SEV hevur hinvegin rokn-
að við eini vatnregulering
upp á 8 pst., um fram-
leiðslutelini hjá teimum
skulu halda, var upplýst á
fundi fyri stuttum.
Spurdur, hvat yvirfrið-
ingarnevndin ger, um
vatnreguleringin er størri
enn 3—4 metrar, sum
yvirfriðingarnevndin vísir
til í niðursteðu síni
sigur formaðurin í yvir
friðingarnevndini, hetta er
honum ókent, og at hann
ongar viðmerkingar hevur
til spurningin
jo-mo
Fyrstu arbeiðini
verða nú útboðin
Fyrstu arbeiðini í sam-
band við brennistødina,
IRF ætlar at byggja við
Áir, verða nú boðin út.
Í blaðnum í dag er ein
lýsing um útbjóðingina.
Fyri IRF bjóðar ráðgev-
andi verkfreðingafelagið
TEKNOCON pf. út veg-
og kloakkarbeiðið. Tilboð-
ini upp á hetta arbeiðið
skulu vera inni 19. juni.
Á TEKNOCON upplys-
ir Eyðfinn Egholm, at
ætlanin er at fara undir
veg- og kloakk-arbeiðið
einaferð í summar. Skjót-
ast tilber. Hetta arbeiðið
verður væntandi liðugt
einaferð í heyst. Tá verður
farið undir sjálvt betong-
arbeiðið.
Hetta er eitt rættiliga
umfevnandi arbeiði, sum
ikki verður boðið út í
almenna lisitatión. Ar-
beiðið verður boðið út
millum feroyskar entre-
prenørar, ið eru valdir út
eftir åvisum kriterium —
um fyritøkurnar eru nog
stórar.
Danska verkfreðings-
fyritøkan Rambøl og Han-
neman hevur tosað við
føroysku entreprenørarn-
ar, ið eru bjóðaðir at vera
við. Somuleiðis hava teir
tosað við tann ráðgevara í
Føroyum, sum teir fara at
hava sum eftirlitsmann.
TEKNOCON arbeiðir í
samband við rusksteðina
bert fyri IRF.
Tá avgjert varð at
leggja brennisteðina Við
Áir, roknaði IRF við, at
hon kundi fara at taka
ímóti um árskiftið 85 — 86.
Men seinkingin hevur
gjørt, at brennisteðin
verður neyvan liðug fyrr-
enn á várið í 86, roknar
Eyðfinn Egholm við.
Interkommunali Reno-
vatiónsfelagsskapurin
hevur áður upplýst, at
kostnaðurin fyri stødina
fer at liggja um 32 mill.
kr. Harafturat kemur
ymiskt annað, og hetta er
umframt byggirentur,
rentutap og aþrar út-
reiðslur í samband við
flytingina frá Toftavatni
og seinkingina av hesum.
jo-mo
Ætlada brennistødin hjá IRF skal liggja oman fyri gomlu hvalastødina norð-
uri við Áir