leygardagur 26. mai 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62
26. maí 1984
Skulu vit hata
ella virða
okkara
medmenniskju
Vit vita, at í øllum
menniskjum er ein inn-
bygd intoleransa. Verð-
ur hon hildin niðri kunnu
menniskju liva friðarliga
saman og fáa nógv
burturúr. Men verður
henda intoleransa lívgað
kann hon vaksa so nógv,
at avleiðingarnar eru
ræðuligar. Hetta hendir
sjáldan frá dag til ann-
an, men verður hatur og
vanvirðing av med-
menniskjum prædikað
nóg dugliga, endar tað á
sama hátt, sum í tveim-
um triðingum av heims-
ins londur-. har tað ikki
at hava eina »rætta«
áskoðan í besta fall kann
føra til fongsul og
ringasta fall til avrætt-
ingar. Tað er ikki neyð-
ugt at nevna demir, tey
hoyra vit um dagliga. Tí
tá intoleransan fær vald-
ið ger tað ongan mun,
um hon er hegra- ella
vinstravend.
Í okkara grannalond-
um verður hesin vandin
ásannaður og nógv verð-
ur gjert fyri at fyri-
byrgja intoleransu. Og
ásannað verður meira og
meira at besti háttur at
fyribyrgja intoleransu er
at fólk læra hvenn annan
at kenna. Tað er jú so, at
einki er so mennandi fyri
fordómum, sum at ein
gerst »frelstur« í sínum
negativu uppfatan av
medmennisk
20 er TU 80 lætt at naida
nakað
kennir
jánt um sum eir
samband millum fólk ek
r altið
NÁ
iOrstaliisi teirra
nillum g hett
sær sjálvum mótvirka
randan fyri hatur g
anvirðing
Sjálvur eri eg eirri
gepnu stæðu. at eg havi
vinir um allan neimin 74
tað bæði í kapitalistiska
og kommunistiska part-
inum av heiminum. Ég
havi t.d. vinir í USA, og
summir av teimum
stuðla Reagan fult og
heilt. Eg skilji teir ikki,
men vit eru eins góðir
vinir fyri tað. Eisini havi
eg ein vin í Madrid, sum
harmast um nýggja
demokratiska stýrislag-
ið. Sjálvsagt skilji eg
hann ikki, men fyri tað
gerast vit ikki figgindar.
Eg havi vinir í DDR.
Vegna tað góða ferða-
sambandið frá Dan-
mark, havi eg vitjað teir
eitt ótal av ferðum, og
hevur hetta avgjert tyd-
ning fyri, at vit skilja
hvenn annan so væl.
Eg havi eisini vinir í
Ruslandi. Teir hava eina
heilt aðra áskoðan á
samfelagsviðurskifti enn
eg havi. men tað forðar
ikki fyri okkara vin-
skapi. Ein mín besti
vinur í heila tikið er
Sergej úr Leningrad,
sum eg havi kent i yvir
20 ár og havi vitjað átta
ferðir. Hann tekur fult
út undir við stýrislag-
num har yviri. Tað geri
eg avgjert ikki, men við
at pråta um viður-
skiftini kunnu vit hóast
alt læra at skilja hvenn
annan betri, hóast vit
ikki eru samdir. Men tað
sum telur meira er alt
annað, sum vit hava
saman. Hann hevur
tokka til Feroyar og
fylgir við, hvat ið hendir
í Feroyum. Hann er
kanska einasti russari
sum tosar føroyskt. og
1Nsara
A arbeliðsplass og
greiði
næmingunum Ira
im rgeroyar
in annar iV minum
in.m Leningrad er
ura. Eg misunni honum
avgjert ikki. Hann býr
saman við konu og soni í
einum kamari, og ma
deila kek og baðiverilsi
við tvær aðrar familjur
Vit eru so mikið væl, at
til jóla sendu tey okkum
ein pakka, sum hevur
kostað teimum fleiri
tímalenir, og sonurin
Into sendi dóttrini eina
tekning av einum fiski-
manni, sum hann hevði
teknað. Tað er eingin ivi
um, at hóast kalt kriggj
millum eystur og vestur
kundu vit ongatíð farið
at hatað fólkaslegini hjá
hverjum eðrum.
Royndirnar av intol-
eransu eru so mikið ræð-
andi, at alt eigur at
verða gjert fyri at minka
um hatur millum menn-
isku. Og tí eigur m.a
sambandið millum tær
ymsu tjóðirnar at ekjast
so nógv sum gjerligt
Bæði vid persónligum
sambandi, og annars alla
ta sinåmillum upplýs-
ing, sum ein kann finna
uppá. Ti kann tað bara
vera rætt at hava so
mong vinafeløg við so
mong lond sum gjerligt.
Sjálvur eri eg limur i
fleiri, hóast eg hverki
stuðli = stýrislag ella
stjórnir, men á henda
hátt kann ein gera eitt
sindur fyri at minka um
spenningin millum fólk.
Í okkara grannalond-
um er fólk so mikið at
sær komið, at gróðralík-
indini fyri fanatismu og
intoleransu eru ikki góð.
Taka vit Danmark t.d.
eru ytstu veingirnar
mestsum dotnir út úr
fólkatinginum. Á ytsta
høgravonginum hava
menn sum Hans Hetler
ogErik Haaest roynt seg
við blødum á la Dag-
blaðið. Men hóast
danska málekið er 100
ferðir so stórt sum okk-
ara hava teirra bleð ong-
an meguleika havt.
Men hyggja vit at við-
urskiftunum í Feroyum,
fela vit okkum satt at
siga ferd aftur í mið-
eldina. Víst hevur áður
verið á, hvussu ávísar
sterkar kreftir hava int-
onleransu sum sitt frem-
sta endamál. Og tað sum
er aktuelt í letuni er
hetsurin móti russarum,
sum opinbart skulu til-
leggjast verri menniskj-
ansligar eginleikar enn
vit sjálvi hava. Og tey
sum hava menniskjans-
ligt samband við hesi
fólk, verða útrópt til
landasvíkjarar á ein hátt
sum er fullkomiliga ó-
kerdur i ti siviliserada
heiminum.
Eg trúgvi einki uppá,
at feroyingar eru betri
enn onnur fólk. Undir
somu umsteðum kunnu
vit saktans fremja tær
beistagerðir, sum verða
framdar í 2/3 av heims-
ins londum móti annar-
leiðis hugsandi.
Ið hvussu er síggja
vit, at tað haturs evang-
elium, sum hevur verið
prædikað í Feroyum
seinastu tiggju árini er
farið at bera frukt.
Stersti sigurin hjá okk-
ara hatursfuglum var
seinasta fólkatingsval,
og nú tora fólk beinleiðis
at leggja navn til ynski
um berufsverbot
Og ein ávísur blað-
maður dusar sær enntá í
tankanum um at síggja
sínar mótsteðumenn
dingla í einum gálga
royndini at fáa fólk frá at
hava menniskjansligt
samband við teir russar,
sum hansara egnu lands-
stýrismenn ikki eru ov
góðir at ballast saman
við, t.v.s. tá er enntá
talan um beinleiðis um-
boð fyri ta skipan, sum
skal vera »devilsk«.
Vit eru sanniliga við
at fáa stalinistiskar til-
standir, tá russar ikki
tordu at hava samband
við vesturlendingar av
ótta fyri avleiðingunum.
Guð viti, hvat tað
næsta verður, men við
hesi gongd verður tað
skjótt, at vit kunnu siga
farvæl til okkara triðing
av heiminum og sleppa
uppi part hjá teimum
Fiskimaðurin við Neva ánna eftir 8 ára gamla Into úr Leningrad
2/3, har frælsið er skert í
stærri ella minni mun. Tá
hava vit av sonnum
fingið russiskar tilstand-
ir.
Tað er kanska eisini
endamálið, men tað
verður rættiliga ein
sorgarsega, um hetta
hendir uttan at nakar
hevur gjert mótsteðu.
Og ti máttu allar dem-
okratiskar kreftir kunn-
að samlað seg um tað
endamál, at fáa jarðlagt
hetta ódámliga fyri-
brigdið. Tað kann tá ikki
vera nekur orsek til, at
eitt av teimum londum,
har tað er best at liva,
skal geva frítt rásarúm
fyri sjúkligum heilum at
pota hatursins boðskap
niður í okkara fólk.
Óli Jacobsen