leygardagur 26. mai 1984síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Sóttin svarta oyddi
bygdina — ti so fáar
Sámal Johansen heldur fram við greinareð síni um bygd-
irnar í Norðstreymi
Vit fara av Gjánoyri og
koma til Hvalvíkar sókn,
vit fara suður um Skrið-
heyggj og Hallið og koma
suður í Nesið.
Fyrst í 1930 árunum bú-
settust tríggir tjernuvík-
ingar á økinum frá
Nesinum suður til
Streymin. Tann norðasti
settist næstan á sjálvum
Nesinum, tann næsti einar
400 m. sunnari og tann
triðji tætt norðan fyri
brúnna við Streymin, men
tá var sjálvsagt eingin
brúgv. Hesir menn eru
allir fluttir burtur haðani,
húsini eru seld, og traðir-
nar, sum stórur partur er
veltur, eru falnar aftur til
festið. Tað sunnasta húsið
er tikið niður og flutt til
Streymnes, men bæði tey
norðari húsini standa enn.
Henda nýggja bygdin
skuldi, sum vitiligt er, fáa
post eins og aðrar bygdir,
og pápi mín, sum sigldi
við posti, skuldi fera post
til allar bygdirnar í Sunda
lagnum norðan fyri
Streym, bæði á Streymoy-
nni og Eysturoynni. Teir á
posthúsinum í Havn
spurdu, hvussu henda
nýggja bygdin æt?
»Bygdin hevði einki
navn<, varð svarað. „So
mátti hon fáa eitt navn
sum skjótast, annars
kundi hon ongan post
fåa«, søgdu teir á post-
húsinum.
Nú vildi so væl til, at
norðuri á Eiði búði ein
sera skilagóður maður,
sum var dagligur gestur
við postbátinum, tað var
R.K. Rasmussen, lækni,
og ein morgun, hann
kemur um borð í
postbátin, fer pápi at tosa
við hann um hesa nýggju
bygdina, hvussu hann
helt, hon skuldi eita?
»Ja,« sigur Rasmussen
á sínum sermerkta Eiðis-
máli, »har er eitt nes, har
suðuri, og sunnan fyri
nesið er ein vík, eg haldi
Nesvík vera eitt gott
navn.« Og so varð, bygdin
fekk navnið Nesvík.
Í sjálvari Nesvík er
einki fastbúgvandi fólk,
men navnið Nesvík er
komið fyri at verða
verandi. Hyggja vit at
telefonbókini, bæði uttan
á permuni og inni í bókini,
har ið yvirlit yvir auto-
matsteðir er at finna,
síggja vit, at eitt stórt eki
norðuri í Sundalagnum
hava teir kallað Nesvík,
tað eki hevur talið 22. Til
hetta ekið hoyra bygdir
bæði á Streymoynni og
Eysturoynni. Á Streym-
oynni eru hesar bygdir í
eki 22: Hósvík, Við Áir,
Hvalvík, Streymnes,
Saksun, Nesvík og Langa-
sandur, og á Eysturoynni,
Oyri, Oyrarbakki, Norð-
skáli og Svínáir.
Sum sagt, er einki fast-
búgvandi fólk í sjálvari
Nesvík, men suðuri móti
Grenhólmi búsetti fjórði
tjørnuvikingurin seg,
einar 3 km sunnan fyri
Nesið og Nesvikina, hús
hansara verða eisini
roknað fyri at vera í Nes-
vík. Við seinastu fólka-
teljing, 1977, var eitt
húsarhald í Nesvík og trý
fastbúgvandi fólk.
Har norðuri er Streym-
urin, eitt ógvuliga sjáld-
samt fyribrigdi. Annars er
streymur einki sjáldsamt
fyribrigdi her hjá okkum,
streymur er rundan um
allar oyggjarnar og inni í
sundum og fjerðum. Tað
sjáldsama har norðuri er,
at meðan tað fleðir og
fjarar regluliga seks og
seks tímar norðan fyri
Streymin, so stendur tað
stilt sunnan fyri
Streymin. Td. kann
stórur partur av botninum
fjara turrur í herðum
„og so tey trý,
streymi norðuri við Norð-
skála, men suðuri á Hval-
vík stendur tað stilt, og
regulig flóð og fjera,
kunnu vit væl siga, er
eingin líka suður á Kirkju-
benes. Sunnan fyri
Streymin kann eisini vera
flóð og fjera, hesa flóð
kalla teir sundaflóð og
sundafjeru, hetta hevur
einki við regluliga flóð og
fjøru at gera, men kann
vara fleiri dagar, ja, vikur,
tað velst um, hvussu
veðrið er.
Tað er liviligt norðuri
við Streymin, hevur tú bát
og kastidorg, ja, bara
tráðu, heldur tú pottin.
Til Hvalvíkar
kommunu hoyra
triggjar bygdir, tær eru
Hvalvík og Streymnes
sum
búgva tætt norðan fyri
Grenhólm, tey trý eru
tað einasta, sum er eftir
av nýbygdini Nesvík.
Streymnes er gomul
bygd. Har eru 12
merkur, 6 ognarmerkur
og 6 kongsmerkur,
hagapartarnir eru tveir:
Fyri Framman og Fyri
Norðan, 3 ognarmerkur
og 3 kongsmerkur eru í
hverjum hagaparti.
1584 vóru tær 6 kongs-
merkurnar í Streymnesi
eitt festi, men í Gabels-
tíðini fór tað í tvíningar
Nr. 62 — 26. maí 1984
við trimum merkum í
hverjum festi, og so-
leiðis hevur verið inntil
fyri stuttum, men nú
hevur sami maður fest
bæði festini, so nú má
kongsjerðin í Streym-
nesi aftur sigast at vera
eitt 6 marka festi.
Í bókini hjá Anton
Degn, »Færøske
Kongsbønder fra 1584
til 1884«, siggja vit, at
somu festarar eru å
ødrum 3 marka
festinum i Streymnesi
og Niðristovufestinum i
Hvalvik, sum var 7
merkur.
17. november 1704
festir Hans Mikkelsen
báðar garðarnar, og tað
sama gjerdi
dóttirmaður hansara,
Lucas Jensen, 5. apríl
1724. Hesin Lucas
Jensen var sonur
Suðuroyarprestin Jens
Clementsen og abba-
pe
4
sonur Clement
Laugesen Follerup,
prest å Sandoy (harra
Clæmint). 6. mars 1753
festir sonur Lucas
Jensen, Jens Lucasen,
garðarnar, men 4. okto-
ber 1776 festir ein
lambamaður báðar
garðarnar, tað er Peder
Pedersen Weyhe, hann
var sonur kongsbónda
Peder Samuelsen
Weyhe í Lamba, og
hann var giftur við
dóttur Jens Lucasen,
Onnu Elisabeth Jens
datter, men hon var
ikki langt lív lagað, og
11. oktober 1785 festir
aftur ein nýggjur
maður garðarnar. Tað
er Johan Henrik
Egholm, hann giftist
við einkjuni eftir Peder
Pedersen Weyhe, Onnu
Elisabeth Jensdatter
og fekk við henni báðar
garðarnar. Johan