mikudagur 30. mai 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Heinanaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f soslaturin. Prent: p/f pressan 1981
Í DIMMALÆTTING fyri
leygardagin roynir løg-
maður at endavenda tí,
sum vit søgdu her í
blaðnum um uttanlands-
skuldina fyri nøkrum døg-
um síðani.
KORTINI KANN løgmaður
ikki renna frá tí veruleika,
at uttanlandsskuldin, sum
við árslok í 1980 var komin
uppá 900 mió. kr., var
komin uppá 2200 mió. kr.
trý ár seinni og at hendan
kemur uppá 300 mió. kr.
við árslok í ár.
FLEIRI FERÐIR hevur løg-
maður roynt at givið fólki
ta fatan, at landskassin
ikki hevur goldið rentur og
kurstap og at hetta er or-
søkin til at uttanlands-
skuldin er alsamt vaks-
andi, men hetta er tad
tóma møsn. Á tingi hevur
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum váttað, at lands-
kassin altíð hevur goldið
rentur, kurstap og avdrátt-
ir av sínum lánum og hann
legði dent á, at hetta var
tilfellið bæði nú og undir
seinasta landsstýri.
FYRI AT FÁA tað rettu
myndina, er tað rætt at
seta uttanlandsskuldina í
mun til eitt ella annað, t.d.
í mun til tær inntøkur
føroyska samfelagið hevur
í útlondum ella í mun til
landsins fíggjarlóg. Vit
hava áður sett hesi tel upp.
Úrslitið varð, at í mun til
inntøkurnar í útlondum og
í mun til fíggjarlógina var
uttanlandsskuldin stórri
við árslok 1974 enn hon var
við árslok 1980. Og við árs-
lok 1982 var hon aftur stórri
enn við árslok 1980.
TANN NAKNI OG beiski
veruleikin er, at uttan-
landsskuldin eftir trimum
árum er vaksin úr 900 uppí
2200 mió. kr., og at hon tá
fýra ár eru liðin verður 3000
mió. kr. So kunnu vit áltíð
vera ósamdir um, annað-
hvort tey nýggju uttan-
landslánini eru farin til
framleiðsluskapandi iløgur
í stórri mun enn tey gomlu
uttanlandslánini fóru.
Ganga vit ein túr niðan á
Háls í Havn so síggja vit at
har eru munandi iløgur
gjørdar í stórar bygningar.
Í bygningar, sum onki
framleiða, men innflyta og
selja.
HAR LIGGUR SO ein part-
ur av teimum nýggju
uttanlandslánunum. Ein
annar partur er sjálvandi
farin til íløgur í vinnutól.
Hesum kann ongin nokta
fyri. Men talan er um slík
vinnutól, ið bert skapa fá
arbeiðspláss í mun til iløg-
urnar, sum gjørdar eru.
Uttanlandslånini, sum tik-
in vórðu undir seinastu
samgongu, vórðu í stóran
mun nýtt til ílggur í vinnu-
tól, sum góvu stórt tal av
arbeiðsplássum. Í fiskiskip
og í fiskiídnaðarvirkir og
onnur ídnaðarvirkir.
TÁ INNTØKURNAR hjá tí
almenna eru meira enn
tvífaldaðar eftir bert trim-
um árum, so er hetta fyri
ein part úrslit av teimum
illøgum, sum vórðu framd-
ar undir seinasta lands-
stýri, og sum vórðu fíggj-
aðar við lántøkum uttan-
lands. Og hetta sigur ikki
so lítið. Hetta sigur okkum
at tær uttanlandslåntøk-
urnar vóru megintreytin
fyri tí framleiðslu og ti
útflutningi vit hava í dag.
SANNLEIKIN ER ikki til at
reingja. Tað átti sjålvt løg-
maður at viðgingið. Tað
dugir ikki, at ein persón-
ur, sum undir seinasta
landsstýri setti uttanlands-
skuld í samband við alt tað
ónda, nú skal lovprísa
somu uttanlandsskuld bert
tí hendan er nærum trý-
faldað eftir trimum árum.
Sveik
næmingarnar
Próvtekunæmingar í Hoydelum offraðir
fyri uppílegging fólkafloksins í danskan
partapolitikk
Tað, at fólkatingsmaður
fólkafloksins nú av álvara
er farin at leggja seg út í
danskan politikk er íkki
bert eitt lyftisbrot, men
hetta gongur eisini út yvir
hansara næmingar í Hoy-
delum.
Sum áður frásagt í
Sosialinum hevur fólka-
flokkurin nú brotið eitt
hitt fremsta lyftið, hann
gav veljarunum undan
fólkatingsvalinum: ikki at
leggja seg út í danskan
politikk.
Tvertnrimóti ellum
lyftum hevur fólkatings-
maðurin latið seg brúka
sum atkveðuneyt hjá kon-
servativu stjórnini hjá
Schliiter. Oli, sum annars
at kalla ikki vísir seg í
fólkatinginum, situr klár-
ur í Feroyum og bíðar
eftir, at Skchliiter skal
senda boð eftir honum, tá
Schliiter hevur brúk fyri
kitti til sína svertu aftur-
haldssamgongu, ið rivnar
fyri hvenn dag.
Men eitt er, at Óli
Breckmann við sínum
kittvirksemi ger danska
fólkinum stóran skaða, tí
fyri hverja ferð hann letur
seg brúka av Schliiter, fær
sakleysa danska fólkið
uppaftur tyngri byrðar at
knógva undir. Annað er
tað, at skaðiliga fólka-
tingsvirksemið hansara
nú av álvara er farið at
ganga út yvir næmingar
hansara í Hoydelum.
Sum kunnugt situr Óli
framvegis í fullum starvi
sum lærari í Hoydelum.,
hóast hann bæði er
full-time blaðstjóri, full-
time tingmaður og stikk-i-
renddreng hjá Poul Schlii-
ter hålva tíð fyri fulla løn.
Hetta hava nú næming-
arnir hjá fólkatingsmonn-
unum noyðst at svíða fyri.
Mánadagin skuldi Óli
Breckmann havt verið í
Hoydelum og fert næm-
ingar upp til endaliga
próvteku, men har var
eingin Óli. Hann sat niðri í
fólkatinginum djúpt
blandaður upp í danskan
partapolitikk. Í staðin fyri
Óla, varð so annar lærari
settur at eksaminera
næmingarnar upp til end-
aliga próvteku.
Nógv undrast á, at
hetta kann lata seg gera,
tí vanligt er tað eitt krav,
at næmingarnir kenna
tann lærara, sum skal
eksaminera teir. Hetta, at
næmingarnir ikki kenna
læraran, sum eksaminerar
teir, kann ikki annað enn
skapa eina ótrygga próv-
tøkustødu. Somuleidis
siga próvtekureglurnar,
at próvtskan skal endur-
spegla undirvísingina og
tað verður í millum skúla-
fólk spurt, hvussu hetta
kann lata seg gera, tá
næmingarnir verða eks-
amineraðir av heilt eðrum
lærara enn honum, sum
hevur undirvíst teimum til
dagligt.
Hetta, sum her er hent,
er eitt gott demi um,
hvussu víðar ræsur Oli
Breckmann hevur frá
myndugleikunum. Hetta
er eisini eitt prógv um, at
tá tað snýr seg um at
leggja seg út í danskan
partapolitikk, er fólka-
Nr. 63 — 30. maí 1984
við-
merkingar
flokkurin til reiðar at ofra
alt, sjálvt framtíðina hjá
teimum næmingum, sum
frammanundan hava havt
ta tungu byrðu at stríðst
við Ola Breckmann sum
lærara.
Tað er í dag nógv sum
undrast á, at rektari og
fyrisiting lata hetta ganga
og ein kann somuleiðis
spyrja, um hfta hevði
gingið, um tað var einhver
annar, sum loyvdi sær ein
tílíkan atburð.
Politikarar og skúla-
fólk, sum Sosialurin hevur
havt samband við um
hesa ábyrgdarleysu svika-
gerð Breckmanns mótveg-
is prévtøkunæmingunum,
eru á einum máli um, at
hetta eigur at fáa fylgjur.
Er tað so, at landsskúla-
fyristitingin hevur góð-
kent, at próvtekunæm-
ingarnir verða ofraðir fyri,
at Oli til eina og hverja tíð
skal kunna luttaka í
innanhýsis donskum
flokspolitikki, so má
landsskúlaráðið taka
hetta mál upp sum skjót-
ast.
Henda gøla, sum uppi-
legging fólkaflokksins í
danskan partapolitikk,
hevur fert til, er enn eitt
av óteljandi dømum um,
hvussu óálítandi fólka-
floksmenn eru. Sam-
stundis hevur henda gela
verið ein dýr læra fyri
næmingarnar, sum Óli
Breckmann hevur svikið
so dyggiliga í eini letu,
hvar teir mest hava brúk
fyri stuðli frá sínum
lærarum.
Arbeiðshátturin
hjá einum falsara
Tað var áhugavert í blað-
num leygardagin at síggja
Jan greiða frá, hvussu
Dagblaðið nýtir lygnina
sum reiðskap. Sjálvt tá
talan er um myndir, sum
annars ikki sigast at unna
lúgva, slær muran og
kynið igjøgnum.
Tað er so, at neyvan
nakar blaðmaður í okkara
parti av heiminum hevur
so miðvíst nýtt ósannindi
í sínum arbeiði, sum tann
nevndi blaðmaðurin.
Her skal bert verða
tikið eitt demi afturat,
sum annars er sera eyð-
kent fyri arbeiðslagið. Í
seinastu viku sende Fel-
agið Feroyar-Sovjet eina
yvirlýsing til bleðini, og
henda yvirlýsing verður
kommenterað í DB tann
16 mai, og har hevur hesin
blaðmaður sína útlegging
av tí, sum verður sagt í
yvirlýsingini. M.a. verður
Og fyrr so »passiva«
felagið í politiskum spurn-
ingum, kallar nú allar at-
finningar móti Sovjet
Ȍtspilling, grundleysar
illtankar, grov sjikana,
grundleysar dálkingar,
siðleyst orðaskvaldur, for-
fylging og rasisma. <
Hyggja vit so at sjálv-
ari yvirlýsingini, hvat
stendur so har. Jú, m.a.:
...Grovum, grundleysum
dálkingum og siðleysum
orðaskvaldri móti nevnd-
Framhald á síðu 16