týsdagur 24. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 182 - 24. september 2002
Nr. 182 - 24. september 2002
3
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Síðani fríggjadagin í síðstu
viku hevur politiið í Havn
tikið tríggjar mans fyri at
koyra við kenning. Um-
framt hesar tríggjar var tað
ein, sum var farin at koyra í
frákenningartíðini.
Annars verður sagt av
politistøðini í Havn, at
vikuskiftið hevur verið stak
friðarligt.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Seinnapartin sunnudagin
fekk politiið í Havn frá-
boðan um, at eldur var í
einum húsum við Hoy-
víksvegin í Havn.
Fólk, sum komu framvið
húsunum, boðaðu frá eld-
inum, tí nógvur roykur var
at síggja.
Boð vórðu send eftir
sjúkra- og sløkkiliðsbili,
men tá tað kom til stykkis
var ongin eldur kortini.
Talan var um eina grýtu,
har
eigararnir
høvdu
gloymt at sløkkja plátuna,
so grýtan stóð og turr-
kókaði.
– Tað kemur fyri, at vit
fáa fráboðanir um eld, sum
so vísir seg at vera gáloysni
frá fólki, tí tey hava gloymt
at sløkkja pláturnar. Men
hetta hevði kunnað endað
nógv verri, um plátan ikki
varð uppdagað, sigur vakt-
havandi á politistøðini í
Havn.
Tvey fólk vóru í húsin-
um, og tey komu út í øllum
góðum og hava tað gott.
Um middagsleitið
fríggjadagin fór ein
mjólkarbilur útav
vegnum við Sandá í
Havn
ÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin fór ein av
mjólkarbilunum hjá Mjól-
karvirki
Búnaðarmanna,
sum koyrir kring landið
eftir mjólk útav vegnum
við Sandá í Havn.
Orsøkin var ikki ov nógv
ferð, men tað regnaði illa
henda dagin, og bilurin er
helst farin ov nær veg-
jaðaranum, sum síðani er
gliðin undan tunga bilin-
um.
Hol kom á tangan á
mjólkarbilinum, og mjólkin
rann út í Sandánna. Sjálv
áin niðri við brúnna á
Argjum, var hvít av allari
mjólkini.
Koyrdi í frákenningartíðini
Sandá hvít av mjólk
Roykur, men ongin eldur
Fríggjadagin koppaði ein mjólkarbilur hjá Mjólkavirki Búnaðarmanna útav vegnum við Sandá
Mynd: Jens Kr. Vang
Sandá gjørdist hvít av allari mjólkini, sum var runnin í ánna
Mynd: Jens Kristian Vang
Roykur, men ongin grind. Politiið í Havn fekk sunnudagin
fráboðan um eld, sum síðani vísti seg at vera ein grýta, sum
var kókað turr
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2