Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 182 - 24. september 2002 Nr. 182 - 24. september 2002 5 Tað var ein uppliving at hoyra klaverleikar- an Klaus Telling í Stóra Pakkhúsið sunnukvøldið, har hann leikti verk eftir klaverúrmælingin Chopin. Hetta er krevjandi tónleikur, ikki minst leikara, men Klaus Telling hevði gjørt sítt heimaarbeiðið og gav eina konsert til toppkarakter KLAVERKONSERT Dagfinn Olsen Klassisk konsert eru heldur rár hending í útjaðaranum. Men við Stóra Pakkhúsið, ið hevur fingið eitt klaver, ið stendur mát við tað, ið krevst til allar konsertir, hava vágbingar fingið karmar til eitt sindur av hvørjum. Og sunnukvøldið var hol veruliga sett á vetrarskránna við eini framúr klaverkonsert, har tónleikur eftir tónaskaldið Chopin var á skránni. Chopin-kvøldið var skip- að við klaverleikaranum Klaus Telling við ljóðførið. Og tey umleið 40 fólkini, ið høvdu leitað sær í Pakk- húsið, fingu eina framúr konsert. Klaus Telling prógvaði, at hann er leikari í serflokki. Allir tangentar komu í nýtslu og slík ferð var stundum yvir spælin- um, at ilt var at síggja fingrarnar hjá leikaranum, so skjótt teir ferðaðust eftir teim hvítu og svørtu tangentunum. Flott. Her var bæði skjótt og flott spæl, men eisini tað vakra og inniliga. Jú, her var dygd og ein sonn tónleikauppliving. Chopin Og tað var eisini flottur og krevjandi tónleikur, ið stóð á skránni: Etude í C-moll (Revolutiónsetudan), Preludium í cis-moll, 4 mazurkaðir (Vivace, Lento, Allegro og Andantino), Impromtu í cis-moll og Ballada í G-moll. Frederic Chopin var føddur í Pólandi í 1810 og doyði longu í 1849, bert 39 ára gamal. Hann livdi tó meginpartin av sínum stutta lívi í Fraklandi. Tað var tónaskaldið Franz Lizt, ið hjálpti honum fram, við at lata hann leika til eina konsert hjá sær. Fólk komu at hoyra Lizt, men ljósið varð sløkt og Chopin leikti sín tónleik og var væl fagnaður. Chopin fekk tuberklar og doyði at enda av sjúkuni. Tónleikur Chopin er nærum bert fyri klaver, eitt ljóðføri, sum bleiv ment og betrað í hansara tíð. Hann menti ein framúr teknikk og hevði evnir fyri teim møguleikum, ið nýggja ljóðførið hevði. Hansara tónleikur telist millum vakrastu verk og eisini tey best dámdu, men eisini tey kravmiklastu, ið eru skriv- að fyri klaver. Og altíð hevur tónleikurin djúpan og sorgblíðan tóna. Longsul, sorg og lagnu. Fleiri konsertir Klaus Telling er dani. Saman við børnunum fluttu hann og konan, Marianne Telling, ið er prestur, fyri góðum ári síðani til Vágs, tá hon fekk prestastarv. Klaus starvast sum urgu- leikari og tónleikalærari. Eftir væleydnaðu byrjanina sunnukvøldið liggur væl fyri at halda fram og ætl- anir eru um fleiri konsertir. Klaus Telling sigur, at ætlandi verður ein mán- aðarlig konsert. Næstuferð verður lættari jazzur á skránni. Tá verður tað Bill Evans og hansara tónleikur, ið myndar kvøldið. Harum- framt hevur Klaus Telling umhugsað at hava konsertir í skúlanum í Trongisvági, har eisini eitt framúr klaver er tókt, men enn eru hesar ætlanir bert ætlanir. Væleydnað Chopin-kvøld í Pakkhúsinum Chopin-kvøld var sunnukvøldið í Stóra Pakkhúsi í Vági. Klaverleikarin Klaus Telling prógvaði seg sum leikara í serflokki og teir umleið 40 áhoyrararnir fingu eina sanna tónleikauppliving, har slík ferð stundum var yvir splinum, at ilt var at síggja fingrarnar hjá fingrafima klaverleikaranum Kommunulæknin, sum einsamallur hevði vakt í Suðuroy um vikuskfitið, datt av, meðan hann var til arbeiðis leygar- kvøldið. Løgreglan heintaði læknan og fer at ákæra við- komandi fyri at koyra bil í ávirkaðum tilstandi HEILSUMÁL Edvard Joensen Læknin, sum einsamallur hevði vakt í Suðuroy seinasta vikuskifti, var so ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum evnum, at viðkom- andi datt av undir eini við- talu. Løgreglan fer at reisa ákæru móti læknanum fyri at hava koyrt bil í ávirk- aðum tilstandi. Talan er um kommunu- lækna í sunnara parti av Suðuroy, sum leygardagin varð boðsendur til Hvalbiar at skriva eina deyðsváttan. Rúm tíð gekk frá tí, kvinnuligi læknin varð boðsend, til hon kom á staðið. Tá læknin so var komin fram, var støðan soleiðis at hon rætt og slætt sovnaði niður við borðin- um, áðrenn ørindini vóru avgreidd. Viðkomandi, sum hevði sent boð eftir læknanum, visti ikki annað at gera enn at senda boð eftir løgregl- uni at fáa greitt støðuna. Avdotni læknin varð heintaður og koyrdur á politistøðina á Tvøroyri, har brumman bíðaði, greið- ir kelda okkara - sum ikki er viðkomandi, ið læknin var hjá - frá. Løgreglan á Tvøroyri váttar fyri Sosialinum, at hon hevur verið og heintað ein avdotnan persón, sum nú verður ákærdur fyri at hava koyrt bil, ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum evnum, sum løgreglumað- urin málber seg. Læknin ásannar, at hon sovnaði undir viðtaluni, men sigur eisini, at tá hon hjá løgregluni blásti í ballónina, vísti promillan nú. Blóðroynd varð eisini tikin, men tað er vanlig mannagongd, sigur hon. Hon sigur seg hava verið troytta av langari vakt, og ikki hava drukkið rús- drekka. Um hon hevði tikið onn- ur evni móti møði, vildi hon ikki gera viðmerking til. – Eg var ikki ávirkað av spiritus og kendi meg ikki so móða, at eg helt nakran vanda vera fyri at sovna, tá eg fór í bilin. Men tað er rætt, at eg sovnaði, tá eg kom inn í hitan, har við- talan var, sigur læknin. Einki eindømi Fleiri keldur í Suðuroy, sum Sosialurin hevur tosað við, siga óheftar av hvørji aðr- ari, at tað er ikki eindømi, at viðkomandi lækni hevur verið óálítandi í síni em- bætisførslu. Fólk greiða eitt nú frá dømum um, har tey hava havt avtalu við læknan, men tá tey eru komin til viðtalu, hevur hurðin verið stongd, telefonin hevur ikki svarað, og eingin ávísing til annan lækna hevur heldur verið at fingið. – Tað er greitt, sigur ein kelda okkara, at vit kenna okkum ikki trygg undir slíkum umstøðum. Øll oyggin tosar um hesa hendingina um vikuskfitið, og almenna hugsanin er, at nú er nóg mikið. Slíkt kann ikki bara tigast burtur. Keldan, sum Sosialurin kennir og hevur álit á, vísir á, at var talan um eina vanlukku ella álvarsligan sjúkratilburð, kundi mannalív verið í vága, tá støðan er soleiðis hjá vakt- havandi lækna. – Slíkt er so stórt ábyrgd- arloysi, sigur kelda okkara, at tað eigur at fáa álvarsliga fylgjur fyri avvarðandi lækna. Eingin kennir málið Eingin av avvarðandi myndugleikum, sum Sosialurin hevur verið í samband við, áðrenn blaðið fór til prentingar, vil gera viðmerking til tað konkreta málið. Í fyrsta umfari er tað ikki vanligt at gera so, verður sagt, og í øðrum lagi siga allir partar, at teir hava ikki hoyrt um málið og tí ikki kenna til tað, fyrr enn teir frætta um tað frá Sosial- inum. Høgni Debes Joensen, landslækni, sigur, at hann vil ikki ger nakra viðmerk- ing aðra enn, at hann ikki longur er setanarmyndug- leiki hjá kommunulækn- unum. Landslæknin er tó eftir- litshavandi myndugleiki, men hann vísir málinum frá sær, tí hann kennir ikki ta konkretu støðuna, sigur hann og vísir til Trivnaðar- málaráðið, sum er setanar- myndugleiki hjá føroysku kommunulæknunum. Í Trivnaðarmálaráðnum er støðan tann sama, at eingin kennir tað konkreta málið. Starvsfólkaleiðarin á lønardeildini er í summar- frí, men viðkomandi, vit tosaðu við, sigur, at slíkt mál uttan iva eigur at fáa álvarsligar avleiðingar fyri ein lækna, sum kemur soleiðis fyri. Sagt verður úr Trivnaðar- málaráðnum, at eitt slíkt mál heilt givið fer hægri upp í »hierakinum« enn á lønardeildina. Tað hoyrir heima á leiðslustigi. Felagið skal hoyrast Heldur ikki formaðurin í Kommunulæknafelagnum vil siga nakað um málið. Tó vísir hann til manna- gongdina, sum sambært avtalu millum læknarnar og Trivnaðarmálaráðið eigur at verða fylgd, um sak verður burturúr. Læknaformaðurin sigur, at tað eru tveir hættir, málið kann enda hjá Kommunu- læknafelagnum uppá. Annaðhvørt at limurin, í hesum førinum kommunu- læknin, sum málið snýr seg um, vendir sær til felagið og biður um hjálp, ella at setanarmyndugleikin vend- ir sær til felagið. Í avtaluni við Trivnaðar- málaráðið stendur, at landsstýrismaðurin, sum í hesum førinum er lands- stýrismaðurin við heilsu- málum, setir ella loysir kommunulæknar úr starvi. Landsstýrismaðurin kann loysa kommunulækna úr starvi uttan eftir egnari umbøn. Men tá skal hann við haldgóðari grundgev- ing fyrst hava sent komm- unulæknafelagnum málið til hoyringar. Bæði Kommunulækna- felgið og viðkomandi lækni hava síðan eina ávísa hoyr- ingarfreist, áðrenn málið verður sent landsstýris- manninum aftur til endaliga støðutakan. Tøkk Vit vilja á hendan hátt so hjartaliga takka øllum tykkum mongu, ið sýndu samkenslu í stóru sorg okkara tá lítli sonur og beiggi okkara Jógvan Ryggshamar á ein so óskiljandi hátt varð tikin frá okkum. Tøkk til tykkum, sum hjálptu og vóru um okkum í samband við jarðarferðina. Til tykkum, sum stuðlaðu okkum ta tíðina vit vóru niðri og til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna familjunna Mamma og pápi, Rógvi, Esther og Palma Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá ið kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi, langabbi og oldurabbi okkara Martin Eysturdal doyði og varð jarðaður. Tøkk til Niels Paula Danielsen fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til heimahjálparar og sjúkrasystrar fyri góða hjálp. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur, og tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Fyri tey avvarðandi Sigrid Kommunulækni avdottin á vaktini Leygardagin varð kommunulæknin í Vági, sum einsamøll hevði læknavakt í Suðuroy, boðsend til Hvalbiar at skriva eina deyðsváttan. Long tíð gekk, áðrenn læknin kom, og tá var hon so ávirkað, at hon datt av, meðan hon skrivaði váttanina. Løgreglan fer at reisa ákæru móti læknanum fyri at hava koyrt bil í ávirkaðum tilstandi Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4 sp/f sp/f Postboks 354 - FO-700 Klaksvík Fartlf. 214406 · Tlf. 458606 - Faks 458706 Postboks 354 - FO-700 Klaksvík Fartlf. 214406 · Tlf. 458606 - Faks 458706 Pumpur til ein og hvønn tørv