týsdagur 24. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 182 - 24. september 2002
Nr. 182 - 24. september 2002
7
Støðan er átrokandi
og tað er neyðugt, at
Landsstýrið gevur
Løgtinginum greið
boð um, hvussu
trupulleikarnir hjá
studentaskúlanum,
tekniska skúla og
handilsskúlanum
verða loystur, sigur
Jenis av Rana
SKÚLABYGGING
Áki Bertholdsen
Jenis av Rana, løgtings-
maður, vil nú hava at vita,
hvussu gongst við ætlanini
at loysa hølistrupulleikarn-
ar hjá studentaskúlanum,
handilsskúlan um og tekn-
iska skúla.
Í dag fer hann at seta
landsstýrismanninum
í
skúlamálum, Annlis Bjark-
hamar, ein skrivligan fyri-
spurning á Løgtingi um
hesar tríggjar skúlarnar.
Jenis av Rana vil hava at
vita, hvussu gongst við út-
og nýbygging av hesum
skúlum, nær byrjað verður,
hvar byggjast skal og í
hvørjari raðfylgju, skúlarn-
ir verða bygdir.
Hann minnir á, at í 1996,
var arkitektakapping um at
byggja nýggjan studenta-
skúla í Hoydølum. Men
projektið, sum vann, var tó
seinni slept, tí ætlanin var í
staðin at byggja skúladepli
úti við Marknagilsvegin við
bæði studenta-handils og
tekniska skúla.
– Grundgevingarnar fyri
ikki at byggja í Hoydølum
vóru m.a. at ein nýggjur
skúli bleiv ov dýrur, og at
grundin, sum skúlin í síni
tíð bleiv bygdur á, varð
mett at vera ov veikt.
Seinni eru tó ivi settur
við bæði hesi sjónarmið.
Jenis av Rana sigur, at í
januar í 2001, legði hann,
saman við Jákupi Sverra
Kass og Kristiani Magnuss-
en uppskot fyri ting um at
byggja skúlan í Hoydølum
út og um.
Teir
tríggir
løgtings-
menninir mettu, at tað
verður seinur dagur, at dep-
ilin við Marknagilsvegin
verður bygdur og meðan
bíðað verður, verða neyvan
tær stóru játtaninar lætnar
til at røkja bygningarnar.
Uppskotið varð tó ikki
samtykt við tað, at 11 at-
kvøddu fyri, ein atkvøddi
blankt og 16 ímóti.
Jenis av Rana sigur, at tó
at samgonguskjalið ger
greitt, at farast skal undir at
býggja depilin verður tó
einki sagt um nær.
– Óvissan um framtíðar-
støðuna
hjá
skúlunum
stendur tí við og óvissan
hevur ført við sær, at ser-
liga studentaskúlin hevur
manglað fígging til viðlíka-
hald og skilið er hareftir.
– At Tekniski skúlin eis-
ini er komin í rættiligt rass-
haft, ger tað uppaftur meira
átrokandi við einari greið-
ari fráboðan frá landsstýr-
inum, sigur Jenis av Rana.
– Alt gott annars at siga
um Skúladepilin í Markna-
gili, sum verður mettur at
verða ein varandi loysn,
sum loysir ein skúlatørvin í
langa tíð frameftir.
– Men mong eru, sum av-
gjørd mæla frá hesi ætlan
og heldur mæla til at fara
aftur til upprunaætlanina í
Hoydølum og so at byggja
handilsskúla og tekniska
skúla í Marknagili, sigur
Jenis av Rana.
Jenis av Rana vil hava
at vita, um tað er
lógligt at skipa fyri
striptease í Føroyum
STREAPTEASE
Áki Bertholdsen
Er tað loyvt at skipa fyri
striptease í Føroyum.
Hetta er ein spurningur,
sum Jenis av Rana, løg-
tingsmaður fyri miðflokk-
in, nú fer at reisa á Føroya
Løgtingi.
Í dag fer hann at seta
ovasta, politiska myndug-
leika á økinum í Føroyum,
Landsstýrismanninum
í
lógarmálum, Høgna Hoy-
dal, ein skrivligan fyri-
spurning um striptease í
Føroyum
Jenis Av Rana vil hava at
vita, hvørjar lógir eru gald-
andi í Føroyum viðvíkja
striptease, skøkjulevnaði,
handli við kvinnum og tí at
breiða út pornografisk rit.
Hann vil eisini hava av vita,
hvør hevur evstu ábyrgdina
á økinum og sostatt ábyrgd-
ina av slíkum virksemi og
hvør í sostatt eisini hevur
møguleika fyri, at forða
tílíkum virksemi.
Somuleiðis spyr Jenis av
Rana, um tað var lógligt,
sum stóð í lýsingablaðnum,
ið Havnar Bóltfelag sendi í
hvørt hús í høvuðsstaðar-
økinum á Ólavssøku.
Tað,
løgtingsmaðurin
sipar til, er, at í blaðnum
var stór lýsing frá Club 20,
har boðið varð til striptease
á Ólavssøku – og at byrjað
var sunnukvøld kl. 22.00.
– Umframt at vísa porno-
grafiskar myndir, stóð eis-
ini internet addressa hjá
skøkjustaði í Keypmanna-
havn í lýsingini, sigur Jenis
av Rana.
At enda spyr Jenis av
Rana, um landsstýrismað-
urin fer at seta neyðug til-
tøk í verk, ið kunnu forða
fyri striptease, handli við
kvinnum og skøkjulevnaði
í Føroyum?
Minst fýra milliónir
um árið
Í sambandi við Fyrispurn-
ingin sigur Jenis av Rana,
at S.T metir, at hvørt ár
verða minst fýra miliiónir
fólk, flest teirra kvinnur og
børn, seld millum heimsins
lond
í
sambandi
við
skøkjulevna. Hjá skøkjum
er miðalaldurin 13 ár, tá ið
tær byrja.
Í Svøríki er skøkjulevn-
aður mettur sum harðskap-
ur ímóti kvinnum og er
bannaður við lóg.
Jenis av Rana vísir á, at
bæði í Danmark og Íslandi,
hevur
skøkjulevnaður
vundið nógv upp á seg
seinastu árini og í báðum
hesum londum verður stað-
fest, at tað byrjaði við at
loyva striptease.
Hann vísti eisini á, at ein
fyrilestrarhaldari í Norður-
landahúsinum á fundinum
hjá Kvinnufelagnum og
Kreppumiðstøðini
um
skøkjulevnað, herfyri, vísti
á hetta sama og ráddi før-
oyingum til at steðga
hesum.
Jenis av Rana sigur, at
ein av fyrilestrarhaldarun-
um endaði sína framløgu á
hesum fundinum við at
siga, at enn er ikki ov seint
hjá føroyingum at taka
støðu í hesum máli.
Hósdagin 3. oktober
fer Suðurrás í luftina
fyrstu ferð
LOKALVARP
Áki Bertholdsen
Hvalbiar Kommuna hevur
nú eisini játtað at stuðla
nýggju útvarpsstøðini Suð-
urrás.
Suðurrás er eitt lokalvarp
fyri Suðuroynna og Hvalbi-
ar Kommuna samtykti á
fundi hóskvøldið at stuðla
tiltakinum við 10.000 krón-
ur.
Tað er nú eisini greitt, at
hósdagurin 3. oktober verð-
ur dagurin, tá ið Suðurrás
fer í luftina fyrstu ferð.
Í fyrstu syftu fer lokal-
varpið hjá suðuroyingum at
gera sendingar, sum Útvarp
Føroya síðani keypir og
sendir, júst sum lokalvarpið
hjá norðoyingum, Studio
Pegesus, nú ger.
Avtalað er gjørt við Út-
varpið um at Suðurrás skal
gera eina sending uppá ein
tíma um vikuna, sum síðani
verður send í útvarpi Før-
oya hvønn hósdag ímillum
klokkan 17 og 18, so leingi
vetrarskráin hjá Útvarpin-
um er.
Ein sending við tilfarið
úr Suðuroynni verður so-
statt fastur táttur í Útvarpi
Føroya
hvønn
hósdag
seinnapartin til einaferð í
mai mánað.
Annars er ætlanin, sum
frálíður, at Suðurrás skal
keypa sín egna sendara og
senda sjálvt til alla oynna
ein stóran part av degnum.
Bjarni Johansen, ein av
stigtakarunum
til
hesa
nýggju útvarpsrásina, sigur,
at ætlanin er, at Suðurrás
skal hoyrast í øllum bygd-
um í Suðuroynni og ætlanin
er eisini at hava tilfar úr øll-
um bygdum, úr Sumba,
heilt til Sandvíkar.
Talan kann verða um
samrøður við suðuroyingar,
frágreiðingar um hendingar
og tilburðir í oynni og
annað.
Nær Suðurrás fær sín
egna sendara, er tó ikki
greitt enn.
Neyðugt við greiðum boðum
Óvissan ger, at studentaskúlin hevur mangla pening til
viðlíkahald, og skilið er hareftir, sigur Jenis av Rana
Tekur striptease upp
í Løgtinginum
Suðurrás fær stuðul
frá Hvalbiar Kommunu
Nýggja útvarpsstøðin hjá suðuroyingum, Suðurrás, heldur til í hølum hjá Litbúðini í Vági.
Hósdagin 3. oktober kl. 17. fer hon at senda fyrstu ferð
Mett verður, at um-
leið 900 fólk í Føroy-
um hava Alzheimer-
sjúkuna, ein deyðilig
sjúka, sum rakar
minnið og sum
frálíður eisini
persónligheitina. -
Tann, tú ert góður
við, broytist og glíður
so líðandi frá tær, tú
røkkur hann ikki. Tey
fyrstu árini sær hann
ikki sjúkur úr, og í
stuttum samrøðum
dugir hann at snúgva
sær, so fremmant fólk
ikki varnast, at nakað
er galið. Tað segði
Sigrún Mohr, for-
kvinna í Alzheimer-
felagnum, millum
annað á pallborðs-
fundi í samband við
Altjóða Alzheimer-
dagin leygardagin.
ALZHEIMER
Jón Brian Hvidtfeldt
Leygardagin 21.september
varð Altjóða Alzheimer-
dagurin hildin kring allan
heim. Í Føroyum varð dag-
urin hildin við pallborðs-
fundi í Studentaskúlanum í
Hoydølum, sum Alzheim-
erfelagið skipaði fyri.
- Okkara fremsta upp-
gáva er at upplýsa um
Alzheimersjúkuna,
bæði
fyri myndugleikunum, og
fyri avvarandi hjá teimum,
sum hava sjúkuna, greiðir
Sigrún Mohr, forkvinna í
Alzheimerfelagnum
frá.
Felagið, sum er eitt felag
fyri avvarandi hjá fólki við
hesi sjúku, varð stovnað
9.september í fjør, og hevur
sostætt bara eitt ár á baki.
Felagið hevur í dag 200
limir.
Sigrún Mohr metir, at
Alzheimersjúkan er ein
stórur trupulleiki í sam-
felagnum, tí her er talan um
fólk, sum hava ein serligan
tørv á hjálp.
- Fólk við Alzheimer-
sjúkuni hava lætt við at
gloyma, og sum frálíður
broytist eisini persónlig-
heitin,
summi
gerast
kanska aggressiv, greiðir
hon frá. Ofta kann vera
trupult at fáa staðfest
sjúkuna, og fólk kunnu
ganga í fleiri ár við sjúkuni,
uttan at hon verður staðfest.
Eyðkent fyri fólk við
Alzheimersjúkuni er, at tey
duga væl at goyma, at tey
byrja at gloyma, og eisini
eru sjúkueyðkennini ofta
rættuliga meinlík øðrum
sjúkum
Alzheimersjúkan rakar
sum oftast fólk yvir 60 ára
aldur, men dømi eru eisini
um, at fólk um 40-45 ára
aldur verða rakt av sjúkuni.
Kring allan heim eru um-
leið 18 milliónir fólk, sum
hava Alzheimersjúkuna. Í
Føroyum
finnast
eingi
almen tøl yvir, hvussu nógv
fólk hava hesa sjúku, men
Sigrún Mohr metir, at talan
er um umleið 900 fólk.
Talið kemur hon fram til
við at hyggja at, hvussu
nógv fólk hava sjúkuna í
okkara grannalondum og
samanbera við føroysk
viðurskifti.
Ringt at vera
avvarðandi
Á pallborðsfundinum leyg-
ardagin
greiddi
Sigrún
Mohr, sum sjálv hevur eina
mammu við Alzheimer-
sjúkuni, frá, hvussu tað er
at vera avvarandi hjá einum
fólki við Alzheimersjúkuni.
Fyri tveimum árum síðan
fekk mamma teirra staðfest
sjúkuna. Sigrún greiðir frá,
at sjúkan tá var púra ókend
fyri teimum, tey vóru tveitt
inn í ein nýggjan heim, har
alt var ókent og fremmant.
Eftir at hava lisið um sjúk-
una, gekk upp fyri teimum,
hvat lá fyri framman, bæði
hjá mammuni og hjá teim-
um sjálvum.
- Tað er ómetaliga svárt
at varða av einum persóni
við
Alzheimersjúkuni.
Tann, tú ert góður við,
broytist og glíður so líðandi
frá tær, tú røkkur hann ikki.
Sjúklingurin
sær
ikki
sjúkur út, í hvussu so er
ikki tey fyrstu árini, og í
stuttum samrøðum dugir
hann væl at snúgva sær
soleiðis, at fremmant fólk
varnast ikki, at nakað er
galið. Tí fara nógvir tankar
gjøgnum høvdið, millum
annað, um onnur halda, at
vit gera mammu okkara
sjúka, ella um diagnosan er
røtt.
Sigrún Mohr greiðir frá,
at tað tíðum gevur ringa
samvitsku at vera avvarð-
andi. Tú fært ringa sam-
vitsku, tí tú átti at verið
meira hjá mammu tíni, tú
átti at gjørt meira saman
við henni, og tú átti at givið
pápa tínum meira frí, so
hann ikki bukkar undir.
Eisini fært tú ringa sam-
vitsku
av
mótsigandi
kenslum, tí persónurin er so
nógv broyttur, at nógv av tí,
hann ger, passar ikki til
tann persónin, sum hann
var áðrenn sjúkuna. Og tú
fært ringa samvitsku, tá tú
gert av, at mamman skal til
umlætting, hóast tú veitst,
at hon kennir seg tryggari
heima í kendum umhvørvi.
Ov fá tilboð
Forkvinnan í Alzheimer-
felagnum metir, at tað í dag
eru alt ov fá tilboð til fólk
við Alzheimer- og øðrum
demenssjúkum. Hon vísir
á, at hesi fólk hava ein
serligan tørv, og hava sum
heild tørv á nógvari, ser-
kønari hjálp. Sum er hava
Lágargarður í Havn og
ellisheimið
í
Vágum
serstakar deildir til fólk við
demenssjúkum.
Harum-
framt er ætlanin, at partar
av Tjarnargarði, sum er
gamla Marinustøðin, skal
vera
dagtilhald
fyri
minnisveik, umframt at
farið er í holt við at byggja
eitt
nýtt
heim
fyri
minnisveik í Vallalíð í
Havn. Sigrún Mohr fegnast
um, at nakað verður gjørt
fyri fólk við demens, men
hon metir, at framvegis
liggur nógv á láni. Sum
áður nevnt verður mett, at
umleið 900 fólk í Føroyum
hava alzheimersjúkuna, og
tí er talan um ein stóran
trupulleika.
- Tað er av alstórum týdn-
ingi, at vit eru varug við
tørvin hjá hesum fólkum.
Tað er ikki nóg mikið at
byggja vanlig røktarheims-
pláss til hesi fólkini, eisini
er neyðugt alla tíðina at
kunna
starvsfólkini
í
heilsuverkinum, avvarandi
og onnur um sjúkuna, og
hvønn tørv hesi fólkini
hava, greiðir Sigrún Mohr
frá. Alzheimerfelagið skip-
aði í vár fyri skeiði fyri
avvarandi, um hvussu vit
eru saman við teimum
dementu. Eisini eru bólkar
skipaðir fyri avvarandi,
bæði í Havn og í Klaksvík,
umframt at ein Demens-
linja er sett á stovn, har fólk
tveir tímar um vikuna
kunnu
ringja
inn
við
spurningum um sjúkuna.
Positiva byrjan
Nú Alzheimerfelagið hevur
eitt ár á baki, metir Sigrún
Mohr, at undirtøkan fyri
felagnum hevur verið sera
góð, og felagið hevur
fingið eina positiva byrjan.
Umleið 80 fólk vitjaðu
pallborðasfundin í sam-
band við Altjóða Alz-
heimerdagin leygardagin,
har eisini fleiri fyrilestrar
vóru á skránni. Sofus Joen-
sen, serlækni í psykiatri
helt fyrilestur um demens,
Marjun Sigurðsdóttir, for-
kvinna í MBF tosaði umm
hvørji almenn hjálpartiltøk
eru til taks í dag, og Jákup
Foldbo stjóri fyri heima-
røktina og serforsorgina,
greiddi frá um tey de-
menssjúku
sum
brúk-
arabólk nú og í framtíðini.
Sjálv greiddi Sigrún Mohr
frá um støðuna hjá teimum
avvarandi at alzheimer-
sjúklingum. Anfinn Kalls-
berg, løgmaður, er verji fyri
Altjóða Alzheimerdagin,
og tað var eisini hann, sum
setti fundin leygardagin.
Í ár var tað 9.ferð, at
Altjóða
Alzheimerdagur
varð hildin kring heim.
Hetta var fyrstu ferð, at
dagurin varð hildin í Før-
oyum, men Sigrún Mohr
sigur, at ætlanin er at
dagurin 21.september á
hvørjum ári skal markerast
við onkrum tiltaki.
Tey duga væl at goyma,
at tey gloyma
Sigrún Mohr, forkvinna í Alzheimerfelagnum, tosaði um støðuna hjá teimum avvarandi at
alzheimersjúklingum
Mynd: Jens Kr. Vang
Umleið 80 fólk tóku lut á
pallborðsfundinum í
samband við Altjóða
Alzheimerdagin leygardagin
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6