týsdagur 24. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 182 - 24. september 2002
Nr. 182 - 24. september 2002
9
Leygardagin var
móttøka í Klaksvíkar
Klubba í sambandi
við, at hann lat
uppaftur eftir at hava
verið stongdur í tveir
mánaðir. Um fimti
fólk høvdu leitað sær
inn í klubban henda
góðveðursdag, og
Sosialurin nýtti eisini
høvi til at fáa eitt prát
við formannin,
Sonhard Johannesen
MÓTTØKA
Solby A. Eliasen
Móttøkan byrjaði klokkan
17, og lagið var gott á øll-
um, sum løgdu leiðina
framvið. Fleiri vóru komin
beinleiðis av fótbóltsvøll-
inum, har fyrsta kvinnulið
hjá KÍ júst hevði fingið
steyp
og
heiðursmerki
handað, nú fótbóltskapp-
ingin er komin at enda hjá
kvinnunum.
Øll tosaðu um, hvussu
hugnalig og avbera flott
hølini í Klubbanum eru
vorðin.
Mitt á gólvinum stóð eitt
borð við pinnamati, víni,
øli og sodavatni, sum Jákup
og Hergerð Ziskason borð-
reiddu við.
Formaðurin helt røðu,
har hann millum annað
segði seg vóna, at fólk fara
at taka væl ímóti klubb-
anum og fara at vera góð
við hann, nú hann er vorðin
so flottur. Eisini tosaði
hann um arbeiðið at gera
klubban í stand. Hann
segði, at klubbin er eitt
gamalt hús, og tí var tað
sera trupult at fáa arbeiðið
liðugt.
- Tí eitt gamalt hús
verður ein ongantíð liðugur
við at seta í stand, segði
Sonhard Johannesen. Hann
hevur verið formaður í
Klaksvíkar Klubba í mong
ár nú, og hann segði, at
hetta var triðju ferð, at tað
bleiv bygt um í Klubb-
anum, meðan hann hevur
verið har.
Teir vælumtóktu vísu-
menninir syrgdu fyri tón-
leikinum undir móttøkuni,
og sigast má, at teir settu
ein írskan dám yvir mót-
tøkuna.
Klubbalimur –
fyrimunur
Í sambandi við móttøkuna,
fekk Sosialurin eitt prát við
Sonhard Johannesen um
týdningin av klubbanum í
dag og um billiard.
Sonhard sigur, tað koma
framvegis umsóknir inn um
at gerast limur í Klaksvíkar
Klubba. Og tí meta teir, at
tað er grundarlag fyri at
halda fram.
- Vit hava ofta tosað um
at niðurleggja limaskapin
og so bara hava opið al-
ment, men tað er líkasum
ikki meiriluti fyri tí kortini
millum
limirnar,
sigur
Sonhard.
Sonhard heldur, at tað
møguliga er meira virði í
hesum, tá ein kann vera
limur í einum felagsskapi.
Ein limur í Klaksvíkar
Klubba fær lykil til húsið
og hevur sostatt altíð at-
gongd. Hann kann eisini
bjóða einum persóni við
inn. Hinvegin, kann hann
eisini biðja ein gest fara
útaftur. Men um ein gestur
sýnir óhøviskan atburð, so
gongur tað útyvir limin,
sum hevur boðið honum
inn, tí tað verður hann, sum
fær karantenu og ikki
gesturin.
Hvør fær karantenu og
ikki, og hvussu longi, avger
nevndin
í
Klaksvíkar
Klubba.
Sonhard sigur, at tað
vóru nógv fleiri karantenur
fyrr enn nú, so tað má fatast
sum, at fólk eru farin at
skikka sær betur nú og
kanska eru vorðin betri við
klubban.
Billiard vánaliga
framtíð
Sonhard Johannesen hevur
verið ein av teimum drúgvu
billiardspælarunum.
Og
billiardið hevur sanniliga
fingið ferð á nú. Í fjør
vunnu teir tríggir Christian
Suni Høgnesen, Ólavur
Kjølbro og Sonhard Jo-
hannesen alt, sum var at
vinna í billiardinum. Tað
vil siga, lið- einstaklinga-
og Haldor Holm kapping-
ina.
Men Sonhard letur illa at
framtíðini hjá billiardinum.
- Tað manglar ein billi-
ardlærari ella venjari. Tí tað
er ongin tilgongd, so tað
verður torført at halda lív í
tí.
Einaferð í nítiárunum var
eitt billiardfelag í Klaksvík.
Sonhard var venjari í tvey
ár, men hann sigur, at tað
bar illa til fáa tað at ganga.
So limirnir í billiardfe-
lagnum fingu sera góðar
sømdir frá klubbanum.
Sonhard greiðir frá, at
klubbin legði høli til og
royndir
billiardspælarar
gingu har og løgdu teimum
ungu lag á.
- Tað gekk væl, og tað
vóru fleiri av evnaríkum
spælarum, men felagnum
var ikki lívi lagað, so tað
datt niðurfyri. Og tað eru
vit sera harmir um, tí tað
kundi havt verið byrjanin til
okkurt, sum líktist einum
ungdómsarbeiði
innan
billiard.
Tí er Sonhard sannførdur
um, at ein billiardlærari ella
venjari hevði gjørt munin.
- Billiard er ikki bert
hepni, men sjálvandi skal
tað eisini til, sigur Sonhard
og vísir á, at nógv venjing
altíð er góð og vísir seg at
geva í tí longra endanum.
- Hygg bara eftir billi-
ardinum, fyrr vóru tað
Mimir og Havnar Klubbi,
sum vóru tey stóru nøvnini,
síðani
kom
Tvøroyrar
Klubbi, sum ketta upp úr
høvdatrog og sum rosinan í
pylsuendanum
kom
so
Klaksvíkar Klubbi og setti
alt upp á pláss innan før-
oyska billiardheimin, sigur
Sonhard og flennir í kíki.
Umframt hinar báðar,
sum hann var saman við til
at vinna føroyameistara-
heitið í fjør, so nevnir hann
eisini Niklas Hera Jákups-
son.
- Vit fýra hava vant 25
tímar um døgnið. Og tað
vísir seg at geva úrslit nú.
Og tað er stak hugaligt, tí
nú hava fólk í Klaksvík
fingið áhuga fyri billiard-
inum. Tað kemur ofta fyri,
at fólk steðga mær á gøtuni
fyri at tosa um billiard – tað
kom ikki fyri fyrr, sigur
Sonhard Johannesen, sum
heldur, at um ungdóms-
arbeiðið
hevði
verið
miðvísari, so kundi tað
eydnast at fingið fleiri
yngri at fáa áhuga fyri
billardspælinum.
Móttøka í Klaks-
víkar Klubba
Jákup og Hergerð Ziskason borðreiddu við pinnamati og drykkjuvørum
Jan Gardar er settur sum dagligur leiðari í Klaksvíkar Klubba. Hann skal millum annað skipa fyri, at tiltøk verða av ymsum slag
Sonhard Johannesen, formaður í Klaksvíkar Klubba er sera
vælnøgdur við umbyggingina av klubbanum
Japansku skipini, sum
hava royndarloyvi í
føroyskum sjógvi,
hava eisini roynt í
altjóða sjógvi – í ein
útnyrðing úr Hatton-
banka, og har hevur
nakað verið at fingið.
– Vit hava skilt, at
fiskiskapurin er løn-
andi, tá ið skipini fáa
einar 4-5 fiskar um
dagin, sigur Eli
Christiansen á Fiski-
rannsóknarstovuni
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Enn er at kalla eingin tun-
fiskur fingin í føroyskum
sjógvi higartil í heyst.
Í vikuskiftinum kom eitt
av japansku skipunum,
Koei Maru 108, á Havnina
við sjúkum manni. Tað var
»fishing master« – ella tann
reelli skiparin umborð, sum
var vorðin sjúkur og hevði
tørv á læknahjálp.
Eli Christiansen á Fiski-
rannsóknarstovuni sigur, at
fýra japansk skip gera
royndir í føroyskum sjógvi
í heyst, og fyrsta skipið
byrjaði fiskiskap, 30. aug-
ust. Annars plaga japansku
skipini at koma hendanveg-
in um mánaðarskiftið, aug-
ust/september.
Skipini royna tó ikki bara
í føroyskum sjógvi, men
eisini í altjóða sjógvi
vestanfyri.
– Vit hava ein eygleiðara
umborð á hvørjum skipi, og
tí verður stovnurin í hvørj-
um einstøkum føri kunnað-
ur, tá ið tunfiskaskipini fara
út um fiskimarkið og út í
altjóða sjógv at royna.
Eingi tons at tosa um
Sum skilst, hava japansku
tunfiskaskipini, sum hava
royndarloyvi undir Føroy-
um, bert fingið nakrar fáar
tunfiskar
í
føroyskum
sjógvi. Enn eru tí eingi tons
at tosa um. Fyrstu vikuna
fingu tey ongan fisk í okk-
ara sjógvi, men síðan hevur
onkur
einstakur
fiskur
hingið á teirri velduga
longu línuni, sum skipini
seta. Skipini hava tí eisini
roynt í altjóða sjógvi – í ein
útnyrðing úr Hattonbanka.
Har hevur nakað verið at
fingið, og okkurt av skip-
unum hevur ligið millum
ein og seks tunfiskar á
hvørji setu.
– Vit hava skilt, at veiðan
er lønandi, tá ið skipini fáa
einar 4-5 fiskar um dagin,
sigur Eli Christiansen.
Hann vísir á, at veðrið og
hitalagið í sjónum hava
stóra ávirkan á, hvussu tun-
fiskurin ferðast.
Royndarloyvið hjá jap-
ansku skipunum í føroysk-
um sjógvi fevnir um eitt ár
í senn; tískil kunnu tey
sambært loyvinum royna til
ársenda.
– Men skipini plaga ikki
at royna longur enn út í
hálvan oktober, tá ið se-
songin vanliga er av, sigur
Eli.
Umborð á japansku tun-
fiskaskipunum
liggur
manningartalið um 23,
okkurt skip hevur tó havt
einar 26-27 mans umborð.
Fingu mest fyrsta árið
Síðan 1997 hava japansk
skip havt royndarloyvi til
tunfiskaveiði í føroyskum
sjógvi, og árini síðan –
undantikið í ár 2000 – hava
eini 3-4 skip roynt eftir
tunfiski. Í 2000 var bara eitt
skip í føroyskum sjógvi.
Umframt at hava eygleið-
arar umborð, hava føroyskir
línumenn eisini havt høvi at
verið umborð á japansku
skipunum og fylgt fiski-
skapinum, men líkt er ikki
til, at áhugin fyri hesum er
so stórur longur.
Hagtølini fyri tunfiska-
veiði í føroyskum sjógvi
eru hesi:
1997 (228 tons, 3 skip),
1998 (174 tons, 3 skip),
1999 (108 tons, 3 skip),
2000 (8,4 tons, 1 skip) og
2001 (65 tons, 4 skip).
Tað er felagsskapurin,
ICCAT, sum umsitur alla
tunfiskaveiði og tað, sum
verður veitt undir Føroyum,
verður eisini talt uppí
samlaðu kvotuna.
Í Japan er tunfiskur høgt
í metum, og japanesarar
geva góðan prís fyri hendan
fiskin.
– Tað er eingin
meining í at leggja
eina heila vinnu
undir illgruna, tí
Arbeiðseftirlitið nú
fer at røkja ein part av
sínum arbeiðsøki,
heldur Vinnuhúsið
KJAK UM TRYGD
Vilmund Jacobsen
Í tíðindaskrivi fyrr í hesum
mánaðinum, gjørdi Ar-
beiðseftirlitið vart við, at
stovnurin fer undir at kanna
persónligu trygdina á øllum
fiskavirkjum í Føroyum. Í
skrivinum legði stovnurin
dent á, hvørji møgulig lóg-
arbrot kunnu fara fram á
hesum øki, og hvør revs-
ingin er. Arbeiðseftirlitið
helt, at farið verður heldur
tilvildarliga um persónligu
trygdina á nógvum fiska-
virkjum, og at enda hótti
stovnurin við fúta og rætti.
Úttalilsini hjá Arbeiðs-
eftirlitinum hava fingið ilt í
Vinnuhúsið, sum á heima-
síðuni nú ger sínar við-
merkingar.
– Sjálvandi er tað rætt, at
Arbeiðseftirlitið ger sítt ar-
beiði og kannar hesi viður-
skifti á virkjunum. Tað hev-
ur eingin nakað ímóti. Er
okkurt ikki í lagi, eigur tað
sjálvandi at átalast og við-
gerast sum lóg og reglur
fyriskriva.
Vinnuhúsið heldur tað tó
vera hugstoytt, at ein al-
mennur stovnur, longu áðr-
enn kanningarnar eru gjør-
dar, illgitir um, hvussu far-
ið verður um persónligu
trygdina sum heild á virkj-
unum – og hóttir við fúta og
dómara.
– Tað er galdandi fyri
okkum øll í øllum viður-
skiftum (eisini fyri Ar-
beiðseftirlitið), at halda vit
ikki lógina, fáa vit fúta og
dómara uppá nakkan. Einki
nýtt er í tí. Tað mátti tí verið
óneyðugt við slíkum hótt-
anum – at leggja eina heila
vinnu undir illgruna, tí Ar-
beiðseftirlitið nú fer at
røkja ein part av sínum
arbeiðsøki.
Vinnuhúsið heldur, at
nevnda tíðindaskriv sum
heild var so negativt, at allir
virkisleiðarar á fiskavirkj-
unum kring landið yvirfyri
almenninginum
mundu
føla seg um ákærdar brots-
menn.
– Tað eru nógv fiskavirk-
ir og virkisleiðarar, sum
hava gjørt eitt stórt og pos-
itivt arbeiði seinastu árini
fyri at betra um persónligu
trygdina á virkjunum. Tað
kann væl verða, at okkurt
virkið krevur ábøtur, men
fiskavirkini eru sum heild
avgjørt ikki verri fyri á hes-
um øki enn so nógv onnur
virkir í Føroyum.
Vinnuhúsið ásannar kort-
ini, at trygdin á virkjunum
altíð kann betrast og vísir á,
at framhaldandi verður ar-
beitt við hesum, nevniliga
at bøta um persónligu
trygdina.
– Vit mugu bara vóna, at
eisini Arbeiðseftirlitið í
framtíðini verður hepnari
til tess at motivera virkis-
leiðslur, sum longu hava
gjørt stór framstig á hesum
øki – fyri áhaldandi at ar-
beiða fram móti hesum fel-
ags máli, sigur Vinnuhúsið.
Lítil og eingin tunfiskur fingin í føroyskum sjógvi
Virkisleiðarar ákærdir sum brotsmenn
Koei Maru 108 á Havnini
við sjúkum manni. »Fishing
master« umborð hevði tørv á
læknahjálp. Higartil í heyst
er lítið og eingin tunfiskur
fingin í føroyskum sjógvi
Vinnuhúsið heldur, at tíðindaskrivið hjá Arbeiðseftirlitinum um persónliga trygd á fiskavirkjum,
var so negativt, at allir virkisleiðarar á fiskavirkjunum kring landið mundu føla seg um ákærdar
brotsmenn yvirfyri almenninginum
C
M
Y
K
9
8