týsdagur 24. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 182 - 24. september 2002
Nr. 182 - 24. september 2002
11
Barometrið var í luft-
ini fyri seinastu ferð
fríggjadagin. Sosial-
urin var við allari
Barometur manning-
ini niðri í nógv um-
talaðu rundkoyring-
ini, og sluppu Rúni
Jákupsson og Bjarni
Mohr teirra fyrsta túr
út á rundkoyringina
ÚTVARP
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
& Eirikur Lindenskov
Seinnapartar í summar
hava verið merktir av held-
ur øðrvísi summarsending,
sum Útvarp Føroya hevur
sent. Lagt var upp til eina
spennandi og øðrvísi send-
ing longu fyrst í summar,
og hevur hetta eydnast
teimum stak væl. Tað eru
mong, sum hava havt út-
varpið tendrað hesar báðar
tímarnar seinnapartarnar í
summar, og er tann nógv
umtalaða firmakappingin
ein av orsøkunum til hetta.
Barometrið
skipaði
nevniliga eisini fyri kapp-
ingum. Bæði fyri einstak-
lingar, fyritøkur og pør.
Firmakappingin, ið var fyri
fyritøkur, snúði seg um at
finna Føroya gløggastu
fyritøku.
Avdúkað varð í sending-
ini fríggjadagin, at heili 64
fyritøkur í Føroyum hava
verið við í firmakapping-
ini, har ein streyk avstað
við
høvuðsvinninginum,
sum var ein túrur í býin við
millum annað bowling,
mati og gisting fyri 20
starvsfólk. Tá tað kom til
stykkið, var tað Farodane,
sum fór avstað við høvuðs-
vinninginum, í eini spenn-
andi finalu ímóti Tórshavn-
ar Býráð. Tórshavnar Bý-
ráð, sum so sjálvsagt end-
aði á øðrum plássi, fekk
pylsur og eplamorl frá út-
varpsmanningini.
62 sendingar hava verið í
luftini við manningini, sum
tilsamans hevur talt seks
fólk í summar. Hesi seks
fólkini hava undirhildið út-
varpsins lurtarum gjøgnum
tjúkt og tunt, í brennandi
sól og oysandi regni. Bjarni
Mohr og Rúni Jákupsson
hava mestsum stýrt øllum
uppi í studionum í útvarpi-
num, meðan Heri Jacobsen,
Kári Sólstein, Jens Tummas
Næss og Ragnhild Ellings-
gaard hava skift um at verið
reportarar.
Rundkoyringin
Umframt tónleik og kapp-
ingar hava minst tveir re-
portarar verið úti við
mikrofonini hvønn dag.
Vitjað hevur verið kring alt
landið, og tá reportararnir
hava verið í Havn, hevur
tað verið rundkoyringin
niðri við pylsuvognin á kei-
ini, sum hevur verið tað
heilt stóra.
Sendingarnar úr Havn
hava mestsum allar byrjað
og endað niðri í rundkoyr-
ingini. Floyt og bilar hava
verið at hoyrt, og hava
reportararnir gjørt alt fyri
at kunna byrja og enda
sendingarnar á lítlu rund-
koyringini.
Henda summarsendingin
hevur víst seg at hava verið
ein brakandi succes, men
hvat er tað, sum hevur gjørt
sendingina so undirhald-
andi og øðrvísi, enn summ-
arsendingarnar
útvarpið
hevur havt undanfarin ár?
– Tað er ein samantvinn-
ing av nógvum tingum, sig-
ur Bjarni Mohr, sum hevur
verið ein av vertunum í
summar.
– Eitt av teimum er, at vit
hava fingið avloysarar, so
tað hava ongantíð verið
bara tveir mans, sum hava
sitið eftir við allari ábyrgd-
ini.
Bjarni Mohr vísir á, at
lagt var út við, at gera eina
øðrvísi sending við ymisk-
um, sum ongantíð hevur
verið at hoyrt fyrr.
– Hetta hevur eydnast
okkum rímiliga væl, og ein
kann siga, at vit eru bara
væl nøgdir. Yvirhøvur hava
vit fingið góðan repsons
upp á sendingina, sigur
Bjarni, sum tó ger greitt, at
tað ber ongantíð til at gera
øllum til vildar.
Sjálvt um útvarpsvertur-
in var lítillátin, so kunnu
tey flestu ásanna, at Baro-
metrið hevur gjørt sítt til, at
seinnapartarnir í summar
hava gingið eitt lítið sindur
skjótari.
Lagið er gott, tá allir seks
útvarpsvertirnir koma om-
an í rundkoyringina mána-
morgunin.
– Alt fyri Sosialin, letur í
einum, meðan onkur sigur,
at tað er við blandaðum
kenslum, at farið verður út
á rundkoyringina. Kanska
fyri seinastu ferð í ár.
Rúni
Jákupsson
og
Bjarni Mohr, sum hava sit-
ið innandura í alt summar,
sluppu harvið sín fyrsta túr
út á rundkoyringina.
Um teir so verða aftur á
skránni komandi summar,
vita vit ikki enn, men um so
er, noyðast vit bara tolin at
bíða. Tí fyri nú er Baro-
metrið farið í ein væluppi-
bornan dvala.
Barometrið givið fyri í ár:
Jomfrútúrurin út á rundkoyringina
Manningin í Barometrinum.
Fimm mannfólk og eitt
konufólk. Frá vinstru: Kári
Sólstein, Jens Tummas Næss,
Heri Jacobsen, Rúni
Jákupsson og Bjarni Mohr
Mynd: Álvur Haraldsen
Farodane gjørdist vinnari av firmakappingini hjá
Barometrinum. Jens Tummas kom við steypi til føroya
gløggastu fyritøku.
Sjálvt Carl Herup Olsen, nevndarformaður og stovnari av
Farodane “The Grand Old Man”, var hjástaddur tá Farodane
vann kappingina. Myndamaðurin fekk eina mynd av honum
saman við telefrafistinum Jákup Petur Eliasen og Ólavur
Olsen, stjóra
Býráðið endaði á 2. plássi í harðari kapping ímóti Farodane.
Sjálvur borgarstjórin Jan Christiansen var talsmaður, og var
tað hann sum tók ímóti pylsunum, sum Kári kom við til
tapararnar
Sosialurin hevur
útnevnt seg sjálvan
sum nr. 3 sum tapti
tepurt ímóti
býráðnum. Men øll
orka var sett í gongd
fyri at vinna
C
M
Y
K
11
10