týsdagur 24. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 182 - 24. september 2002
Nr. 182 - 24. september 2002
13
Tað eru nógv í føroyska samfelagnum, ið vilja gera
alt til ein spurning um synd ella ikki synd. Nú eru
vit eitt modernað demokrati og ikki eitt prestastýri
eftir Miðeystur leisti, og tí hava vit, eins og øll lond
í Vestureuropa verdsligar stjórnir.
Tað eru mong, ið hava fortreð av samkyndum. Ofta
verða átrúnaðarlig atlit drigin fram til at grundgeva
fyri hesum, og nógv eru leikfólkini, ið tveita um seg
við bíbliuørindum fyri at grundgeva við hesum.
Onkuntíð mugu tulkingarnar sigast at vera bók-
staviligani sæð sum várharragud veit, men vit mugu
ikki gloyma, at hetta er ikki tað, málið skal byggja á,
óansæð um skil er í ella ikki. Vit tosa um eina
verdsliga lóg, har fólk skulu fara oman á komm-
unuskrivstovuna at skrásetast i parlag fyri at fáa
nøkur grundleggjandi rættindi, sosum eitt nú
arvarætt eftir hvørjum øðrum. Eingin fer illa av
einari slíkari lóg, og snýr hetta seg um vaksin fólk,
ið ikki hava tørv á moralskum formyndaríi. Mong
halda av átrúnaðarligum grundum, at tað er synd, at
liva eitt lív sum samkyndur, og halda hesi fólk
ivalyest, at samkynd fara lúkst til tann grábeinta eftir
hetta lívið. Hví hesi somu fólk, ið eftir røttum
skuldu verið ímyndin av næstrakærleika so ikki
kunnnu unna samkyndum at hava eitt gott lív her a
foldum er ringt at skilja.
Eitt verdsligt land, har Føroyar tíbetur enn telist
ímillum, kann ikki smíða landsins lógir eftir lægsta
felagsnevnara, tá tað kemur til trongskygni. Pláss
skal verða fyri øllum. Sjálvt okkara konservativi
granni fyri sunnnan, Stóra Bretland gav samkyndum
rætt til skrásett parlag í fjør.
Tað er ivaleyst gott, at vit hava eitt ríkt trúarlív her í
Føroyum. Karmarnir eru eftir øllum at døma góðir
hesum viðvíkjandi, og er tað øllum, ið hava slíkar
interessur væl unt, at tey kunnu fara á møti o.s.fr.
Summum dámar at fara í dans, og kunnu tey eisini
tað, uttan at tað er til ampa fyri onnur, og er tað
eisini gott, at fólk kunnu fara til slíkt, hóast ein
minniluti av fólki av átrúnaðarligum grundum
heldur tað verða synd at dansa, og helst sóu eitt
dansiforboð.
Føroyska forholdið til rúsdrekka er eisini soleiðis,
at, um ávisar átrúnaðarligar tulkingar skuldu ligið til
grund, so var fullkomið rúsdrekkabann, hóast tað
var drukkið somikið nógv í Kána, at vínið gjørdist
uppi.
Skrásett parlag er eitt reint verdsligt mál, og eigur
man ikki at blanda átrúnað upp í henda sjálvsagda
rætt hjá samkyndum at vinna sær nøkur rættindi. At
so onkur tekur synd í samkyndum av átrúnaðar-
ligum orsøkum, ti at leiðin sambært teimum førir til
fortapilsi, er ein onnur søk, ið ikki eigur at blandast
upp í hetta mál.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Átrúnaður, har átrúnaður
hoyrir heima
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Peter O.K. Olofson
Klaksvík
Det var tragisk men vel-
gørende at læse den pro-
klamation om registreret
partnerskab, I – under-
skriverne – lod offentlig-
gøre i Dimmalætting og
Sosialurin d. 21/9-2002.
Det var velgørende, at I
åbent og ærligt vedgår, at I
siger nej til, at samfundet
fremover skal bygge på
kristen grund, og derfor
siger I ja til registreret
partnerskab. Det er vel-
gørende, at I åbent og
ærligt siger, at I frigør jer
fra f.eks. de ti bud, da ingen
religiøse skrifter (herunder
Bibelen) fremover, skal
ligge til grund for landets
lovgivning. Ærligt fremlagt
hedenskab er da til at tage
og føle på og til at forstå.
Her fægtes der med åben
pande.
Tiden vil så vise, om den
hedenskab, I bekender jer
til, også kommer til at ligge
til grund for landets lov-
givning, eller om de næsten
100 procent, der hører til en
af de kristne kirker i landet,
formår at fastholde lovgiv-
erne på, at deres myndig-
hed til at styre er gudgiven,
og at ingen myndighed
(kristen eller ej) har mynd-
ighed til at lovgive imod
Guds vilje (Romerbrevet
13).
Uanset hvad resultatet
bliver, vil enhver kristen
naturligvis elske den, der
kender sig draget af en af
samme køn, så meget, at de
ikke vil forråde dette men-
neske ved at sige god for
synden (Rom 1,26ff; 1 Kor
6,9; osv.) men tværtimod
vil støtte og styrke dette
menneske i kampen mod
synden.
Et lille etisk problem til
sidst. I har undladt at skrive
jeres adresser, og det gør, at
flere af jeres læsere gang på
gang kommer i tvivl om,
hvem det egentlig er, der
har skrevet under, da flere
end den ene bærer samme
navn, og derved kan andre
end de faktiske underskriv-
ere blive tillagt syns-
punkter, de rent faktisk
ikke har.
Tórfinn Smith
Býráðslimur
Við Smærugøtu í Havn
stendur eitt ávíst sethús
millum mong onnur. Ein-
asti munurin millum hetta
eina sethúsið og hini er, at
her búgva nøkur fólk, sum
eru
menningartarnaði.
Hetta hevur fingið nakrar
grannar at kæra sína neyð
til býráðið, tí tey ynskja
ikki menningartarnaði sum
grannar. Ført verður m.a.
fram, at við tílíkum grann-
um er vandi fyri, at sølu-
virði á húsunum í granna-
lagnum minkar.
Herfyri fór eigarin av
umtalaðu húsunum undir at
gera onkra broyting av
innrættingini. Hetta førdi
við sær, at nakrir av grann-
unum klagaðu um, at einki
byggiloyvi var til hetta
innandura arbeði. Hóast
hetta ikki hevur verið
vanligt praksis, verður so
fyri frið skyld søkt um
byggiloyvi, men tað sýnist
heldur ikki at vera nóg
mikið.
Sambært Dimmalætting
kennir býráðsformaðurin
seg um lús millum tvær
negl. Sýtir býráðið bláa
húsinum byggiloyvi, er ikki
óhugsandi, at tey vinna eitt
rættarmál,
og
so
fær
kommunan
endurgjalds-
krav. Gevur býráðið hin-
vegin
byggiloyvi
kann
væntast, at grannarnir fara í
rættin og vandi er fyri, at
kommunan fær eitt endur-
gjaldskrav.
Soleiðis kann eitt mál
tøvast upp í ein ellibita, har
avvarandi
myndugleiki
hvørki veit sær út ella inn.
Ikki byggimál
Málið um bláa húsið í
Smærugøtu hevur als einki
við nakað byggimál at gera.
Tað er tann bera undan-
førsla. Málið snýr seg rætt
og slætt um, at ávísir
grannar ikki vilja hava at
menningartarnaði búgva í
grannalagnum.
Eru vit nú komin so langt
- ella stutt - at eitt granna-
lag skal spyrjast um ein
nýggjur granni er nóg
góður? Um nýggi grannin
er nóg klókur, nóg ríkur,
um hvørja samkomu hann
gongur í, húðalit…? Fyrilit
skal jú takast fyri at
húsavirði í grannalagnum
ikki minkar! Tá hugsað
verður um hugburðin hjá
grannunum, haldi eg størri
vanda vera fyri at virði á
bláu
húsunum
minkar,
heldur enn virði á øðrum
húsum í grannalagnum.
Tað, sum býráðið nú skal
gera er at siga við eigaran
av bláa húsinum, at tey
skulu vera sera vælkomin
at búgva í Smærugøtu, og
samstundis gera grannun-
um greitt, at í Havn er pláss
fyri øllum.
Tak for klar tale!
Bláa húsið í Smærugøtu
- Byggimálið er tann bera undanførsla
Høgni Hoydal
Øll kenna helst klassisku
søguna um smiðin, ið var
deyðadømdur í eini bygd.
Bygdin átti bert hendan
eina smiðin, meðan fleiri
bakarar vóru í bygdini. Tí
gjørdi bygdafólkið av, at
avrætta ein óskyldugan
bakara ístaðin fyri smiðin -
tí tað var mest praktiskt fyri
bygdina, hóast dundrandi
órættvíst.
Altíð martyrium í
Føroyum
At rætta bakara fyri smið er
meira reglan enn undan-
takið í føroyska samfelag-
num. Tað eiga vit politik-
arar, fjølmiðlarnir og mein-
ingsskaparar í samfelag-
num sum heild ábyrgdina
av. Umframt vanligt slatur
og sleyg. Og tað er og
verður dundrandi órættvíst.
Tey, sum hava ábyrgdina
og skulu standa til svars
fyri henni, sleppa sum
oftast
undan.
Spæla
martyrar og royna at fáa
sympati. Tað riggar oftast
so væl, at heldur verður
lopið á boðberarnar fyri at
fjala trupulleikarnar. Og tá
tey, sum hava tikið avgerð-
irnar og skulu standa til
svars, spæla pínslaváttar, so
verður skjótt kikarin settur
á tey, sum ikki hava somu
møguleikar at verja seg og
sleppa framat.
Eg kundi nevnt óteljandi
dømi, men nevni her bert
tvey mál, har farið eigur at
verða eftir undirritaða og
ikki eftir nøkrum øðrum.
Aðalstjórasetanin í
Løgmálaráðnum
Tað fyrra er setanin av
aðalstjóra í Løgmálaráð-
num.
Har hevur bæði í Útvarp-
inum og í Dimmalætting
verið sáddur ivi um manna-
gongdina. Men fólk, sum
hava søkt starvið, og fólk í
setanarnevndini, sum ger
tilmælið, eru viðgjørd og
hava fingið sett ymisk
spjaldur á seg. Hóast tey
ikki hava ábyrgdina ella
eiga lut í avgerðini. Tey
hava heldur ikki reellan
møguleika at verja seg.
Um fjølmiðlar og fólk
annars hava atfinningar ella
spurningar, eigur at vera
farið eftir:
1.Mær sum landsstýris-
manni, ið hevur gjørt
niðurstøður í tilmæli til
løgmann.
2.Eftir løgmanni, sum bæði
setur starvið og hevur
eftirlit við embætisførslu
landsstýrismanna.
3.Eftir løgtinginum, sum
skal hava eftirlit við lands-
stýrinum og løgmanni.
At seta umsøkjarar ella
onnur fólk í andglettin, er
at rætta bakara fyri smið.
Skrásetta parlagið
Tað seinna málið, eg vil
nevna, er spurningurin um
skrásett parlag.
Eg havi reist málið sum
landsstýrismaður í lógar-
málum, tí eg haldi tað verða
grundleggjandi fyri okkara
samfelag og avgerandi fyri
eitt sjálvstøðugt fólk og
land, at øll hava rættar-
trygd.
Uttan
mun
til,
hvussu tey eru skapt, teirra
sannføring, ella hvussu tey
velja at liva - bert tey ikki
gera seg inn á onnur og
rættartrygd teirra.
Hesi sjónarmið haldi eg
fast við og vil grundgeva og
arbeiða fyri sjónarmiðun-
um
mótvegis
teimum
mongu atfinningunum.
Men tað er dundrandi
órættvíst, at hetta mál nú
verður brúkt til at leggja
eftir teimum samkyndu. Nú
verður í orðaskiftinum aftur
lagt eftir einum minniluta-
bólki, ið onki hevur gjørt
nøkrum og sum ikki fær
vart seg ella sleppur framat.
Heldur enn at viðgera
sjónarmiðini, sum eg í
hesum føri havi reist, og
sum allir politikarar eiga at
kunna viðgera og taka
ábyrgd av, uttan at fordøma
onnur samstundis.
Tað er ikki synd í
teimum, sum hava
ábyrgd
Hvussu oftani hava vit ikki
hoyrt, at tað er synd í løg-
manni ella einum lands-
stýrismanni, tá atfinningar
verða reistar. Og hvat nú,
um samgongan rýkur? Nei,
siga vit. Lat okkum heldur
skelda tey, sum reisa at-
finningarnar ella onkran
longur niðri í systeminum.
Men hetta er at rætta
bakara fyri smið.
Tað er ikki synd í løg-
manni ella landsstýris-
monnum, um mál verða
reist, sum teir hava ábyrgd-
ina av og mugu standa við.
Teir hava allar møguleikar
at verja seg - um teir bert
fáa eitt rímiligt fair-play í
fjølmiðlum og frá tingin-
um. Og um teir tora og vilja
grundgeva
fyri
sínum
gerðum í fortíð og nútíð.
Tað er heldur onki galið í,
at tingfólk ella onnur reisa
atfinningar. Tað er hinvegin
teirra skylda. Kravið er
bert, at tey, sum atfinning-
arnar eru reistar ímóti, fáa
høvi at svara teimum - og at
øll fáa somu viðferð.
VIÐMERKINGAR
Nicolina Jensen Beder
Tórshavn 19. sept. 2002
Tá talan er um samkynd, er
einki mark fyri, hvussu hin
heilaga vreiðin vísir seg. Tá
ið tað stendur hvørjum
manni frítt at hava egnu
meining,
skuldi
heldur
einki verið til hindurs fyri
at greitt frá hesum á ein
sømiligan hátt. Ikki skuldi
verið neyðugt at latið seg í
jarnhælar fyri at kleyra á
annans kenslur og óynsktu
støðu.
Í Trúboðanum kunnu vit
lesa: Sambært Bíbliuna so
er øll skriftin innblást av
Guði, og er hon sostatt
óreingjandi, og hetta eigur
kirkjan at rætta seg eftir,
bæði tá ið orðið gevur
ugga, og tá ið tað revsar og
lokar millum annað sam-
kynt paralag undir synd.
Tað ber als ikki til at signa
tað, sum stríður ímóti Guðs
orði.
Løgið sum orðið at signa
hevur fingið eina merkiliga
tulking. Fyrr vóru vit sign-
aði á morgni og á kvøldi, og
tá ið prestur var í kirkjuni.
Nú er tað vorðið eitt
banniorð, tá ið tosað verður
um samkynd.
Eg kann ikki siga meg, at
vera so frísinnaða, at eg
hevði hildið, tað verið rætt,
um samkynd skulu í kirkj-
una fyri at vígast sum brúð-
arpar, men hava tey valt at
liva saman og koma til
altars eins og øll onnur,
vildi eg hildið, at tey vóru í
sínum fulla rætti til at verða
signaði eins og øll hini. Tey
munnu vera fá, ið uppfylla
tær treytir, ið skriftin álegg-
ur okkum, ið fara til altars.
Tað sær út til, at einki
mark er fyri, hvat fólk fáa
seg til at skriva í heilagari
vreiði. »Fregnir« hevur
havt nakrar sera ónærisligar
greinir um navngivin fólk,
bæði um, hvat ið tey halda,
gera og trúgva. Skrivarin
ber í bøtuflaka fyri sær
sjálvum sigur, at brillurnar
eru í ólagi. Eg eri meira
bangin fyri, at tað eru
eyguni, ið eru farin at bila,
tí sum orðatakið sigur: »Ilt
eyga skal einki gott sjá«.
Um »Fregnir« má eg siga
sum fuglfirðingurin: »Eg
hevði vænta mær moyra«.
Lítið hevur verið at hoyrt
frá teimum, ið stríðið
stendst um, onkur hendinga
grein,
ein
einasta
í
Sosialinum, annars ein góð
grein í Dimmu. »Hvor er
det skønt at kunne forar-
ges«, somuleiðis ein í
Sosialinum
»Samkynd:
eingin tilburður í ár«. Vit
onnur, sum hava fingið
bæði í posa og sekk frá
skaparans hond, kunnu
hóreiggja okkum, sum vit
vilja, Við Guðs orði í hendi.
Krúnan á verkinum var tó
greinin »Reka føroyingar
fyri vág og vind?« Tá ið
tosað ella skrivað verður
um samkynd, er tað oftast
við Bíbliuni í hondini sum
ein hóttan. Nú er Bíblian
ein sera áhugaverd bók og
hartil so fjølbroytt, at ein og
hvør, ið vil lýsa egnu
hugsan, kann finna eitt ella
annað vers, ið vísir, at
hugsan hansara er røtt. Tá
ið skrivað verður um tey
samkyntu, verður so at siga
hvørja ferð víst til 3. Mós,
kap. 18 v. 22.
Nú kundi eg hugsa mær
at vita, hvussu nógv av
hesum hava lisið allan
kapittulin, ið er ein veg-
leiðing um, hvussu vit
skulu bera okkum at.
Kapittulin telur 30 vers. Í
versi nr. 6 stendur: Eingin
tykkara má nærkast at
holdsligu
skyldmonnum
sínum til tess at nekta blygd
teirra. – Eg eri Harrin – Tað
vil siga, at út frá hesum
hevur ein pápi ikki loyvi til
at fara undir brúsuna saman
við soni sínum, ið heldur í
svimjihøllina saman við
skyldmonnum sínum. So
strangliga er tað bannað í
Mósubók, at táið Kam,
sonur Nóa, av óvart kom at
síggja pápa sín nakran, varð
hann bannaður av pápa
sínum við so harðligum
orðum: – »Bølbiðin verði
Kánáan! Trælur trælanna
verði hann brøðrum sín-
um«.
Í 3. Mós. 18 kap. 22 v.
stendur, at maður má ikki
hava samlegu við mann
eins og við kvinnu. Ein
løgin málburður, táið hetta
frá náttúrinnar hond ikki
letur seg gera. Tað stendur
einki í Bíbliuni, hvørt av
hesum er verri enn annað.
Straffin er fyrst skrivað í
vers 29, og er hon tá talandi
fyri allan kapittulin. »Tí at
hvør, ið fremur nakra av
hesum andstygdum – hvør
sum fremur tær – skal
verða oyddur úr tjóð síni«.
Hetta, eg her havi skriv-
að, er fyri at vísa á, at ikki
er rætt at nýta Bíbliuna sum
mannakornsrevsiamboð.
Bíblian má lesast sum heild
og út frá tíðini hon er
skrivað. Um vit trúgva ella
góðtaka, at Guð gevur lív
og anda, hví munnu tá
nøkur kenna seg kallaði til
at betra um Guðs skapar-
verk.
Greinaskrivarin er so
mótsigandi sær sjálvum, at
eg havi ikki áður lisið slíkt.
Samstundis sum víst verður
á ymisk skriftstøð sum
ástøði undir tí, íð fram
verður ført, verður í næstu
syftu skrivað: Haldi uppat
at
róta
Bíbliuna
og
kristindóm uppí! Sigið sum
er, at tit venda honum
bakið! Aðra staðir verður
skrivað. Men vit kunnu ikki
bara taka tann partin burtur
úr Guðs orði og boðum,
sum vit sjálvi ganga inn
fyri og blaka restina burtur.
Jú men, er hetta ikki júst,
tað ið skrivarin ger.
Eitt lítið brot úr hesi
longu grein. Hvar eru
prestarnir? Hesir professio-
nellu útleggjarar av orðið
Guðs, hugsa teir bara um
løn og eftirløn hjá sær
sjálvum í hesum yvirtøku-
tíðum. Hvar fór nú tann
kristni andin, sum greinin
skuldi vísa? Víðari verður
skrivað. Einasti andaligi
leiðarin, eg veit meg hava
sæð
alment
frammi
í
málinum um skrásett par-
lag av samkyndum, er ein
danskur prestur í Føroyum,
sum ikki sá sær føri fyri at
virka sum prestur undir tí
leiðslu, sum er í løtuni. At
ein prestur velur at fara úr
embæti sínum, er einki
prógv fyri, at nakað er í
vegin við leiðsluni.
Eg havi spurt nógvar
prestar, um teir á nakran
hátt hava følt seg heftar av
tí donsku grundlógini og
grein 4 í arbeiði tierra; ikki
ein
hevur
svara
ja.
Sundurlyndið, ið hóast alt
eisini er komið inn um
kirkjugátt, stavar helst frá
teimum, ið hava útbúgving
sína á teim nýggju skúlun-
um, ið vegna sundurlyndi
hava aðra áskoðan.
Aftur til tað, ið greinin
snúi seg um. Skulu sam-
kyndum verða tryggjaði
borgarlig kor ella ikki?
Greinaskrivarin sigur seg
vita, at fleiri staðni um
landið verður biðið fyri, at
røttu avgerðir skulu takast í
júst
hesum
málinum.
Spurningurin er so bara,
um tað er ein kommando-
bøn til Guð ella Jesusar
egna bøn: »Verði vilji tín«.
Sjálv vóni eg, at einhvør
rættvís loysn má finnast
fyri teimum, ið sjálvi ikki
hava biðið um at koma í
serklassa.
Avrættið smiðin- ikki bakaran
Hitt kristiliga muslimalyndið
Álvur Kirke
1. Skulu tey, sum ikki eru
limir í fólkakirkjuni gjalda fyri
fólkakirkjuna?
2. Hvørjar skyldur, og hvørji
politisk rættindi hava tey, sum
hava
aðra
trúgv
enn
fólkakirkjunnar?
Avrit av Danmarks riges
grundlov
Kapitel VII.
§ 66. Folkekirkens forfatning
ordnes ved lov.
§ 67. Borgerne har ret til at
forene sig i samfund for at
dyrke Gud på den måde, der
stemmer
med
deres
overbevisning, dog at intet
læres eller foretages, som
strider mod sædeligheden eller
den offentlige orden.
§ 68. Ingen er pligtig at yde
personlige bidrag til nogen
anden gudsdyrkelse end den,
som er hans egen.
§ 69. De fra folkekirken
afvigende
trossamfunds
forhold ordnes nærmere ved
lov.
§ 70. Ingen kan på grund af sin
trosbekendelse
eller
afstamning berøves adgang til
den fulde nydelse af borgerlige
og politiske rettigheder eller
unddrage sig opfyldelsen af
nogen almindelig borgerpligt.
Hetta er vert at hugsa um í
hesum døgum, tá ætlanin er at
yvirtaka fólkakirkjuna, og tá
ein landsstýrismaður og tey,
hann
hevur
valt
í
siðsemisnevndina
verða
hunddálkað av víðgongdum
fólki, - sum helst ikki vita,
hvat
stendur
í
donsku
grundlógini.
Hvat sigur danska grundlógin
C
M
Y
K
13
12