Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juni 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið B | si | | | | i | Nr. 64 — 2. juni 1984 Sorinskrivarin brendi øll jarða- brøvini å tinginum Ti er bert ein mørk einsamøll ogn i dag — av teimum 51 mørkunum i Kollafirdi — sigur søgnin Grannin norðanfyri, móti Sundun- um, og eystanfyri er Hósvíkar kommuna. — Ur Deildini fer markið Dei'dará í Arnadalstind. Haðani fer tað norðureftir í Bøllufjall, norður um Hósvíkskarð, í Givrufjall, norður í Vitan og Bollan. Nú verður Hval- vikar kommuna granni. Ur Bollanum fer markid vestureftir móti kvivikingum i Dalá. Markið fylgir Dalá allan vegin oman í Leynarvatn. Haðani fer tað oman gjøgnum Kollfjardardal, oman um Mjáu Vøtn i Hvilvtá. Markið fylgir Hvilvtá og fer so suðureftir, suður um Skælingsskarð, Trant, Skælings- fjall í Stall og Skeiðsskarð. Allan vegin úr Dalá og suður í Skeiðsskarð hevur Kvívíkar kommuna verið granni við Kolla- fjarðar kommunu. Ur Skeiðsskarði og eystureftir er Kaldbakshagi — ella rættari — nú er Tørshavnar kommuna granni við Kollafjarðar kommunu. Kollafjerður Tá ið eg plagdi at læra bernini eitt sindur um Feroya landalæru, plagdi eg altíð at rokna fýra bygdir til Kollafjarðar kommunu: Norði í Sundum, 2) Kollafjorður, av Kjalnesi inn á Heyggj. 3) Oyra- reingir og 4) Signabeur, men í fólka- teljingunum síggi eg, at alt verður roknað fyri eina bygd, Kollafjørdur, líka norðan úr Sundum og út á Signabø, og soleiðis fari eg at gera her. Men býlingarnir eru nóg vir. Kollafjorður er longsta bygd i Føroyum, norðan úr Sundum og út á Signabe eru um 8 km. Har eru 50 kongsmerkur og 1 ognarmerk. Um hesa ognarmerk sigur Jens Chr. Djurhuus á Heyggi soleiðis frá í Varðanum, 14. bind síðu 188: »I Kollafirði er einans ognarmerk. Hon liggur í Todneshaganum. Søgn er um hvussu tað bar til, at henda mørk er einsamøll ogn av teimum 51 merkunum í bygdini. Tað var einaferð í tí myrkastu tíðini i Føroyum, tá danskir embæt- ismenn ferðaðust um landið til at leggja jerðina undir kong, at ein sorinskrivari kom til Kollafjarðar at halda ting (tingstaður var í Kolla- firði). Á tinginum kravdi hann, at oll jarðarbrev vóru latin honum upp í hendur, tí tey vóru ikki í gildi longur. Hann fekk so hendur á øll jarðabrevini og brendi tey á tingi- num, men í tí hann koyrdi tey í eldin, rullaði eitt út í eitt horn á grúgvuni. Ein gamal húskallur sat á bríkini við grúgvuna, og hann var nóg knappur til at snippa brævið tils ín, so hin ikki ansaði tí. Tað brævið ljóðaði upp á eina merk í Todneshaganum, og tað er einasta hendis. Norðstreym við kommunumarkum ognarmerk í Kollafirði. Hinir fingu aldri nekur ognarbrev aftur — teir fingu festibrøv í staðin fyri.« Norði í Sundum Fyrst, ið eg var farin at ferðast í Sundalagnum, vóru 3 ella 4 hús norðan fyri Kjalnestanga, fram við Sundalagnum, tað var býlingurin »Nordi í Sundum«. Nú eru fleiri stásilig hús bygd har norðuri. Hesin býlingur er á træðum, sum teir, ið búsettu seg har, legdu inn, traðirnar vórðu tiknar burtur av Kjalnestanga. Ovist er, hvat ár fólk fór at búgva >Norði í Sundum«, men tað kann vid vissu sigast at vera millum 1834 og 1840. Kjalnes Innan fyri Kjalnestanga er býlingurin Kjalnes. Á Kjalnesi hava prestar búð av og á, har vóru 4 merkur beneficerað jerð, t.v.s., sum var ein partur av prestalenini, og Vit halda her fram við frásegnini hjá Sámali Jo- hansen um bygdirnar í Norðstreymi. Í dag skriv- ar hann m. a. um Kolla- fjørd og plåssini har nær- har vóru 4,5 merkur innangarðsjerð, sum presturin eisini hevði. A Kjal- nesi var seinni náðinsgarður — eg veit ikki, um vit skulu kalla tað fyri eitt slag av pensjón til prestaeinkj- ur. Av prestaeinkjum, sum hava búð á Kjalnesi, skal eg nevna tvær, tær eru Anna Gregersdatter og Johanne Marie Bohm, gift Dam. Anna Gregersdatter var dóttir prestin Gregers Hansen Varde, sum var prestur í Norðstreym frá 1667 til 1704. Hon var gift við tveimum prestum í Norðstreym, fyrru ferð við Christoffer Larsen Miiller, prestur fra 1704 til 1721, og aðru ferð við Anders Christian Ottosen, prestur frá 1721 til 1723. Anders Christian Ottosen var ógiftur, tá hann kom til Feroya, og hann hevði hug at gifta seg við einari dóttur prestin, sum hevði verið frammanundan, men tað segði Anna Gregersdatter ella >madam Miiller« nei til. >Tú skalt giftast við mær«, segði hon, »ti kallið tolir ikki, at tað eru tvær prestaeinkjur sam- stundis«. Hon mundi hava varhugan av, at Anders Christian Ottosen ikki fór at verða langlívað- ur. Anders Christian Ottosen giftist við villu Onnu«, sum hon varð kallað av fólki, men hann doyði longu 7. november 1723, og nú sat Anna Gregersdatter aftur einkja og bíðaði eftir tí næsta prestinum til reiða at giftast við honum. Men næsti presturin, ið kom, var giftur, so har gjørdist einki, og Anna fór niðan á »Eystaru Hellu« at búgva. Næsti prestur var Andreas Hansen Dam, hann var settur sókn- arprestur fyri Norðstreym 9. september 1724, men hann kom ikki til Feroya fyrr enn árið eftir, og hann fór beinanvegin at klandrast við Onnu Gregersdatter. Hesum presti var heldur ikki langt lív lagað, hann doyði 15. apríl 1727. Andreas Hansen Dam var giftur við Johanne Marie Bohm, hon var ættað av einum harragarði í Danmark. Tá ið maðurin var deyður, fór hon at búgva á einkju- garðinum í Kjalnesi, men nú kom óró á villu Onnu«, og hon flutti av »Eystaru Hellu« og fór eisini at búgva á Kjalnesi og kravdi sum tann eldra einkjan besta partin av garðinum. Tær báðar prestaeinkjur- nar klandraðust so illa, at hin yngra, Johanne Marie Bohm, mátti rýma. Hon fór at búgva hjá bóndanum á Todnesi og ætlaði at verða har, inntil hon fekk fart til at fara av stað aftur til Danmarkar. Men nú hendi tað, at Didrik Jensen, sum bæði hevði Sjóvargarð og Heygsgarð í festi, fríggjaði til hana, og tey bæði giftust. Tá ið Johanne Marie Dam var gift upp aftur við Didrik Jensen, hevði hon ongan rætt til at búgva á einkjugarðinum á Kjalnesi, og nú hevði Anna Gregersdatter ongan áhuga ti! at búgva har meir, hon flutti aftur til »Eystaru Hellu« í Kvívík og var har til hon doyði 1751. Anton Degn tekur soleiðis til í bókini »Færøske Kongsbønder«: „Tó at presturin Andreas Hansen Dam var barnleysur, er navnid Dam at finna vida um i Feroyum. Hetta kemur av, at ein dóttur Didrik Jensen og Johanne Marie Bohm, Maren Didriksdatter, giftist við